Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 12 - 17. januar 2008 … Alt, sum elskuligt er Tíðargreinin klassikarar kundu teir so ikki hugt at, teir vóru kristinir og málaði átrúnaðarligar myndir, men teir vóru jú katolikkar! Helst høvdu føroyingar ikki so mikið sum kunna hugt at myndum hjá Ingálvi av Reyni, tí, hóast hann var av rættari trúgv, so sæst ikki týðiliga, hvat er í myndunum, og so ber jú til at ímynda sær hvat-tað- skal-vera! Fyri mín part kann eg siga, at ein skyldmaður og eg plagdu, tá vit vóru børn, at síggja eina rættiliga lítið ílatna gentu í myndini “Genta við vindeyga” hjá Ingálvi, meðan mamma hansara sá eina sera sámuliga gentu í somu mynd. Onkur annar kundi havt sæð okkurt heilt triðja og kanska minni kristilig í henni, tí tú skuldi hava gott hugflog fyri yvirhøvur at síggja gentuna. Tónleikur v/ Miðflokkinum Vaksnir føroyingar høvdu viljað lurta eftir Dupultkvartettini og børnini eftir “Eg eri ein K” og onkrum øðrum reinstemplaðum. Klassiskum tónleiki høvdu teir ikki kunna lurtað eftir, tí ein stórur partur av komponistunum eru ikki rætttrúgvandi og livdu helst ikki eitt rætt kristiligt lív, tak bara Mozart, (hann bæði drakk og skrivaði tónleik um harem (Die Entfurung) og annað ólív. Rocktónleikur hevði verið strangliga bannaður, um tað ikki vóru pent greiddir unglingar, sum skríggjaðu Jesus millum annaðhvørt orð, og jazztónleikarar, ja teir eru jú bæði ólátaðir og taka stoffir og eru heilt vist ikki rætttrúgvandi. O.s.fr. Country hevði helst sloppið innum perluportrið fyri tað mesta, tað nógva er av sama leisti sum “Skýmingarløturnar”. Sjónleikur de Miðflokkin Sjónleikur hevði ikki verið ein trupulleiki, sum føroyingurin skuldi taka støðu til, tí hann hevði ikki verið spældur aftur her á landi. Ongin sjónleikari við respekt fyri sær sjálvum hevur hug at spæla bíbliuleikir ella “Lítla Gutta” alla tíðina. (onki ilt um Lítla Gutta kortini J) Frælsi d’Miðflokkurin Nú sigur Miðflokkurin so pent: »Hvat fólk finna uppá privat, kann politiski myndugleikin ikki gera so nógv við.....« Altso, listafólk kunnu sleppa at gera, hvat teimum lystir, tí tað vildi helst verið eitt sindur ov ódemokratiskt at taka allan tann frælsa viljan frá fólki, men tey skulu bara ikki hava pengar til tað. Nú eru fólk her í landinum (eg tori ikki longur at siga føroyingar, tí føroyingurin er so rætttrúgvandi, at man nokk ikki longur er partur av hesum bólki) ikki býttari enn fólk flest. Tey vita væl, at list ikki er nakað, sum tú verður ríkur av. Nevn mær EITT føroyskt listafólk, sum er millióningur! Nei, ha? Tú finnur onki. Har eru lítlir og ongir pengar at tjena hjá teimum, sum fegin vilja nýta gávur sínar til at undirhalda og ríka lívið hjá øðrum fólki her á landinum. At gera góða list krevur tíð og fyri at fáa hesa tíðina, so noyðist eitt lítið land sum Føroyar, at stuðla sínari list. Tú verður ikki úrmælingur av at arbeiða átta tímar hvønn dag við at skera fisk ella sita á skrivstovu og so nýta náttartímarnar (eftir at dagliga húsarhaldið er fingið til høldar) til at útinna tína list, hetta duga sjálvt tey góðtrúnastu skilja. Og góða list vilja vit hava nú á døgum, tí vit fáa so nógva góða list uttanlands bæði gjøgnum miðlarnar, til keyps í handlunum og tá vit ferðast. Vit vita væl, hvat góð list er. Vit fara ikki longur hvørt mansbarn av húsum, um eitt bygdafelag setur upp áhugaleik, nei, vit vilja, at leikarar okkara spæla eins væl og teir, vit síggja í sjónvarpinum og pallurin skal vera samsvarandi vælgjørdur. Hetta kostar pengar, nógvar pengar! Men listafólk í Føroyum skulu ikki hava pengar til at gera góða list, um tey ikki »samsvara okkara kristna grundstøði«. Tann svarta miðøldin Eitt má Miðflokkurin gera sær greitt, og tað er, at um tann vanlukkan skuldi hent, at teir fingu nóg nógvar atkvøður til at gjøgnumføra valskrá sína á mentanarøkinum, so høvdu vit havt eina massiva útflytan, fyrst av listafólkum og síðani av øllum við hægri útbugving og øllum við einum sindri av viti í heysinum, tí tey høvdu ikki tímað at búð her, nú alt mentanarlív var sensurerað og vongskotið. Men tað er kanska tað Miðaldarflokkurin vil. Avfólka landi fyri øll skilafólk, tí teimum einføldu er himmiríkið givið, ella okkurt slíkt stendur jú skrivað. Tey einføldu eru í hvussu so er øgiliga nógv lættari at billa alt møguligt inn og ræða til at tiga. Miðflokkurin vil ikki, at mentanin og listin avspeglar veruleikan, sum hann er, soleiðis sum øll góð alheimslist onkursvegna ger. Nei, Miðflokkurin vil hava fitta og elskuliga list, líkamikið hvør sannleikin og veruleikin er. Tann elskuliga Dolores Miðflokkurin minnir meg mest um skaldsøgupersónin Dolores Umbridge, lærari í skúlanum Hogwarts, (sum jú eisini skal sensurerast burtur). Hon er so elskulig, so elskulig. Hon elskar ljósareytt og kettlingar á plattum, hon sigur, at onki ilt kann henda næmingum hennara (hóast øll við skili vita betur), og at tey ongantíð mugu lúgva, (les: siga nakað, sum hon ikki hevur loyvt teimum at siga). Tey skulu akta, verða góð og skikkilig uppá hennara máta. Gera øll sum Umbrigde sigur, so gongur alt gott. Sannleikin er bara tann, at Umbridge sjálv er ófatiliga ónd undir allari elskuligheitini, og at hon kávar út yvir sannleikan. Tey, sum ikki hugsa sum Umbridge verða revsaði. Dolores Umbridge hevði stórtrivist í Miðflokkinum, har alt er fitt og elskuligt og tey, sum ikki síggja tingini við teirra eygum verða revsaði (les: fáa ongan stuðul). Nú er tað tíbetur soleiðis, at Miðflokkurin ikki fær meira enn 3-4% av atkvøðunum og tí ikki kann gjøgnumtrumfa nakran elskuligheitsmentanar- politikk, so hetta var sjálvandi bara eitt »worst-case- scenario«. Brot úr bók eftir Olav Hammer, professara í heimspeki við universiteti í Odense. Guttormur Djurhuus er í gongd við at umseta bókina, sum snýr seg um at hugsa intuitivt og atfinningarsamt. Bókin kemur eftir ætlan út í summar Umsett: A. Guttormur Djurhuus Ein tryggur og nógv brúktur máti at gera propagandu fyri sínum egnu hugsjónum, er at vísa til virðir, sum vit øll fegin vilja standa fyri. Retoriski vinningurin er eyðsæddur. Við at halla meg til Skriftina, Gud, Siðvenjuna, Fólksins vilja ella fyri alt tað til Vísindina, kann eg fáa lesaran við í tí følsku trúgv, at vit av røttum skuldi verið samdir. Eitt serliga vanligt frábrigdi er at leita eftir svarum í best dámdu tekstunum hjá tí bólki, sum tú vendir tær til, tað kann vera Bíblian, Koranin, Das Kapital ella samlaðu verkini hjá C. G. Jung. Men hetta er eisini villleiðandi. Ein og hvør orðahópur, ið er av hampuligari stødd, kann tulkast ótrúliga nógvar vegir. Vandin er stórur fyri, at tú finnir tað í skriftini, sum tú longu frá byrjanini av leitaði eftir. Ella hvat ið verri er, man finnur tað, sum onkur tulkingarserfrøðingur heldur, at man átti at funnið í henni. At halda at man kann »bara lesa tað sum stendur í tekstinum« er ein góðtrúgvin støða at hava til tað skrivaða orðið. Politikarar hava lært seg til fulnar nakað, sum vit øll duga meira ella minni: At fáa kámar og sjálvsagdar útsagnir at ljóða, sum um tær eru av stórum týdningi. Av og á vilja afturhaldssinnaðir politikarar halda fast um at skúlin vildi verðið betri við einari kristnari siðalæru. Spurningurin hevur enntá smoygt sær inn á politisku dagsskránna. Men hvat merkir veruliga ein kristin siðalæra. Bíblian er eitt drúgt savn av tekstum, sum kristnir viðmerkjarar hava lisið og tulkað á teir mest skiftandi mátar nú í skjótt tveytúsund ár. Hvat er tað, sum í øllum hesum mótstríðandi tilfari, sum eru tey kristnu virðini? Og hvussu skulu gomlu moralboðini í Bíbliuni flytast inn í skúlaheimin? Er ein kristin siðalæra altíð at venda hin kjálkan til? Í Apostlasøguni 5: 40 – 41 taka apostlarnir við fylgjunum av hesum boði, eru glaðir um at hava verið húðflongdir. Er tað kanska so, at vit skulu eggja teimum happaðu til at við gleði lata seg eyðmýkja av sínum plágum og frøðast um verða blivin bukaði? Er tað at fylgja boðunum í Matteusevangeliinum 7:1: »Dømið ikki, at tit ikki skulu verða dømd«? Vit skuldu kanska avtikið rættarskipanina og havt álit á, at brotsmenn fáa sítt hinumegin. Lærarar kunnu gevast við at finnast at sínum ófriðarligu næmingum og loyva teimum at týggja sær, sum teimum lystir. Luther helt hinvegin, at kristna siðalæran kravdi, at myndugleikarnir revsaðu sínar fíggindar við svørði. Bíblian boðar okkum at vera ófyrigevandi hørð. So sum tað ógvusliga verður sagt í Matteusevangeliinum 5:29: »Men um høgra eyga títt freistar teg, tá slít tað út og kasta tað frá tær«. So tað er kanska øvugt, at vit skulu vera hørð og uttan miskunn móti ólýdnum næmingum? Ella er tað tann etikkur man kann hóma í líknilsinum um víngarðin í Matteusevangeliinum 21: 33 – 46? Í hesi sera løgnu frásøgn leigar ein maður út víngarðin hjá sær til nakrar arbeiðarar. Men tað vísir seg, at arbeiðararnir eru brotsmenn. Teir buka tænaran hjá eigaranum og drepa sonin. Jesus sigur, at brotsmenninir ikki skulu revsast. Tvørturímóti, tað eru hesir neyðars syndarar, ið skulu lønast. Eiga vit sostatt at lønt fólki, líkamikið um tey hava tað uppiborið ella ikki? Avleiðingin fyri skúlan er greið: Øll fáa hægsta karakter uttan mun til dugnaskap. Helst er henda tulking av líknilsinum ikki nóg víðgongd. Skulu ikki júst dovnir og óflýggjaligir næmingar verða heiðraðir við skart og skreyt, meðan hinir, sum hava lært nakað, bara sleppa at hyggja at? Í Lukasevangeliinum 14: 7 – 11 sigur Jesus frá, hvussu man hóskandi ber seg at fyri at fáa eitt gott pláss við borðið til eina veitslu. Man skal vera so eyðmjúkur sum gjørligt við vón um, at okkurt fólkaligt og samkennandi vertsfólk skal leiða ein fram til eitt meira tygnarligt pláss við borðið. Merkir tað, at næmingarnir skulu vera útroknandi og royna at ávirka læraran til egnan fyrimun? Ella skulu vit festa okkum við eitt Jesusorð sum Matteusevangeliið 10; 35 – 36: »Tí eg eri komin at elva stríð millum mann og faðir hansara, millum dóttir og móðir hennara, millum sonarkonu og vermóðir hennara; og húsbóndin skal fáa sítt egna húsfólk til óvinir«? At liva rætt er ikki at gera semjur við nakran, sum hevur annað sjómarmið, sjálvt um – ella serliga um – viðkomandi er limur í familjuni. Men sjálvandi trúgvi eg ikki eina løtu uppá, at nakar politikari heldur, at skúlin skal fáa næmingar at góðtaka happing, at verða revsaðir miskunnarleyst, at fáa teir at avsiga sær familjuna, at læra seg at snobba og at so verða løntir við hægsta karakteri, um teir próvfast ikki duga nakað og ikki hava kýtt seg. Illgrunin kemur krúpandi, at alt hetta tos um kristna siðalæru bara er ein hátíðarligur máti at siga, at tað er neyðugt hjá næmingunum at læra seg vanligan fólkaskikk. Dømið við kristna etikkinum er bert eitt av nógvum. Orð hava villandi eginleika. Um tú nevnir tín egna politikk fyri framsøknan, verður av sær sjálvum politikurin hjá mótstandarunum dømdur at vera afturhaldssinnaður. Og hvussu nógvar einaræðisstjórnir hava ikki sagt, at tær í roynd og veru umboða fólkið? Politikkur og kristin siðalæra