hósdagur 17. januar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
[ Nr. 12 - 17. januar 2008 ]
SAMBAND
NielS peterSeN
NielS@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
nøvn
Í morgun klokkan
09:00 var ein tíðinda
fundur í FSFhús
inum í sambandi
við, at Ovari Vøllur í
Gundadali í Havn nú
hevur fingið altjóða
FIFAgóðkenning
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Fjølmiðlarnir vóru allir til
staðar, tá føroyski umboðs
maðurin hjá týsku fyritøkuni
Polytan, Ásvald Simonsen,
handaði Heðini Mortensen
borgarstjóra í Havn prógvið
fyri, at altjóða fótbóltssam
gongan FIFA nú hevur góð
kent undirlagið á Ovara Vøl
li til at spæla altjóða dystir
á.
Talan er um eina sokallað
an FIFA two stargóðkenn
ing, og tað merkir, at einki
lið kann sýta fyri at spæla
ein UEFA ella FIFAdyst á
undirlagnum, tí tað er ítrót
tarliga fult í tráð við hvat
annars verður mett til at
vera forsvarligt, og kann
javnmetast við at spæla á
vanligum grasvølli.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, og Ísak Mikladal,
aðalskrivari í FSF, tóku ímó
ti FIFAgóðkenningini, og
vóru teir sera fegnir um het
ta slóðbrótandi stig innan
føroyskan fótbólt.
Fegin borgarstjóri
Heðin Mortensen fegnast
um, at Gundadalur nú er
komin á altjóða støði, eisini
hvat graslíki viðvíkur. Hann
sær stórar møguleikar í hesi
góðkenning, bæði fyri at
føroyskur fótbóltur kann
hækka í støði, men eisini í
útlendska áhuganum fyri at
koma higar at spæla dystir
ella venja.
Eg eri sera fegin um, at
vit her í høvuðsstaðnum
kunnu vera slóðbrótarar,
hvat góðum korum fyri fót
bóltin viðvíkur, sigur Heðin
Mortensen.
Nýtslan
Ísak Mikladal væntar ikki,
at landsliðini í fyrstu atløgu
koma at spæla sínar dystir á
graslíki, tó at Ovari Vøllur
verður ein góð trygd at hava
í bakhondini, um tað skuldi
hent at tað ikki kann spælast
á Tórsvølli ella Svanga
skarði. Men FIFAgóðkenn
ingin kemur at fáa nógv at
tíða í sambandi við lands
liðsvenjingar og í sambandi
við dystirnar hjá teimum
yngru landsliðunum. Eisini
fær FSF nógv betri møgu
leikar fyri at skipa fyri al
tjóða kappingum, tí at fleiri
dystir jú kunnu spælast
sama dag á graslíki.
Fyrstu altjóða
dystirnar
Havnafeløgini B36 og HB,
sum bæði skulu út í evro
peiska kapping í summar,
vóna at sleppa at spæla sín
ar heimadystir á Ovara vøl
li. Tí tað er undirlagið, sum
leikararnir eru vanir við í
teirra dagligu venjing og
dystirnar í Formuladeildini.
Uppgávan hjá feløgunum
nú er at finna útav, hvat
evropeiska
fótbóltssam
gongan stillar av krøvum
kring vøllin. Annars verður
dagliga trýstið á vøllin tað
sama, og tað er í dag. So
eftir vanligum fyritreytum
bendir alt á at vøllurin held
ur til trý til fimm ár, áðrenn
hann noyðist at skiftast, so
at hann aftur kann lúka
krøvini.
HB, sum gjørdist nummar
fýra í Formuladeildini í
2007, skal spæla Intertoto
Cup, og teirra fyrsti dystur í
fyrsta umfari verður ávika
vist 21./22. og næsti dystur,
28./29. juni.
B36 tryggjaði sær við
triðja plássi í Formuladeild
ini luttøku í UEFA Cup, har
fyrsta undanumfar verður
ávikavist 17. og næsti dyst
urin 31. juli.
Altjóða góðkenning til Gundadal
Ísak Mikladal (FSF), Heðin Mortensen (borgarstjóri) og Ásvald Simonsen, umboð fyri týsku fyritøkuna Polytan
Nú um vikuskiftið fer Fræls
ur Ítróttur Føroya við fýra
ungum rennarum til Íslands.
Kappast verður á stásiligu
innandurarennibreytini
í
Reykjavík, har størsta kapp
ingin av sínum slagi í
Íslandi – Stórmót ÍR – fer
fram. Harumframt er Bjørk
Herup Olsen boðin at vera
við í sterkari kapping á míl
ini í Reykjavík International.
Hetta er ein kapping, har
íslendingar savna sterkar
íðkarar, mest úr norðurlond
um, at manna tær ymsu
kappingarnar.
Hetta er aðru ferð, at FÍF
er við til Stórmót ÍR. Jóan
Karl Joensen, Rúni Seloy,
Bjørk H. Olsen og Rebekka
Fuglø umboðaðu føroysku
litirnar í januar 2007 við
sera góðum úrslitum:
Jóan Karl: Gull á 800m
og 400m
Rúni Seloy: Silvur á 800
og 200m
Bjørk H. Olsen: Silvur á
800m og 400m
Rebekka Fuglø: Gull á
800 og bronsu á 200m
Aftur hesaferð verður far
ið eftir heiðursmerkjum.
Føroysku luttakararnir í
Reykjavík verða hesir:
Rúni Seloy – dreingir 13-
14 ár: Leygardagin 60m
og 800m. Sunnudagin
200m
Regin Joensen – dreingir
13-14 ár: Leygardagin
60m og 800m. Sunnudagin
200m
Bjørk H. Olsen –
kvinnur: Leygardag
800m, Sunnudagin mílin
(1.609m)
Rebekka Fuglø – gentur
15-16: Leygardagin 800m.
Sunnudagin 400m
Ferðalagið kemur aftur
mánadagin. Við á ferðini
verða Guttorm Sørensen
vegna FÍF og Hallur Holm,
ungdómssamskipari.
Frælsur Ítróttur Føroya til Íslands
Bjørk H. Olsen