hósdagur 17. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 12 - 17. januar 2008 ]
Sea Star leingir við B68
Í gjárkvøldið undirskrivaðu B68 og fyritøkan Sea Star spon
soravtalu fyri komandi kappingarár. Tað vóru formaðurin í
B68, Jógvan Højgaard og annar av eigarunum av fyritøkuni
Sea Star, Jákup Martin Kjeld, sum undirskrivaðu avtaluna.
Teir, sum eiga fyritøkuna Sea Star, eru brøðurnir Jákup
Martin og Høgni Kjeld, og saman við teimum var eisini Jan
Danielsen, stjóri, við til undirskrivingina. Jógvan Højgaard,
formaður í B68, sigur, at hetta helst er hin besta sponsorav
talan, sum felagið hevur gjørt, og hann segði seg vóna, at fyri
tøkan eisini kemur at fáa nakað burtur úr avtaluni.
Newcastle valdi Keegan
Tað verður 56 ára gamli Kevin Keegan, sum framyvir skal
venja Newcastle. Hetta kunngjørdi felagið í gjár. Leitað hevur
verið eftir avloysara fyri Sam Allardyce, sum fekk sekkin
herfyri. Kevin Keegan er ein høgt virðismettur venjari, og
hevur m.a. bæði leikt á enska landsliðnum, og verið venjari
hjá tí í tíðarskeiðnum 1999 til 2000. Fram til 2005 var hann
venjari hjá Manchester City, og eftir at hava gingið
arbeiðsleysur síðan tá, er hann nú aftur venjari, hesaferð hjá
Newcastle, sum skal lyfta seg av einum vónbrótandi 11.
plássi í Premier League.
Nú hava teir mált
hvussu nógv áskoð
arnir á teimum
ymsu leikvallunum
í Onglandi larma.
Manchester United
er bert nr. 17 á hes
um listanum
???
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Alex Ferguson hevur givið
áskoðarafjøldini á Old
Trafford av grovfíluni. Tá
Manchester United leiktu
sín heimadyst ímóti Birm
ingham City, tók Ferguson
til orðana, at tað mest av
øllum minti um eina jarð
arferð. Og desibelmáting
arnar á teimum ymsu leik
vøllunum
í
Premier
League geva Ferguson lut
víst rætt. Desibelmátingar
nar á Old Trafford hava
eitt meðal áljóðandi 117,5
desibel, sum er eitt sindur
meir enn ein borimaskina,
men eitt sindur minni enn
eitt flogfar á einari land
ingarbreyt. Men Ferguson
hevur rætt, at United
áskoðarafjøldin
hevur
nógv at læra av øðrum
heimaáskoðarum.
Sunderland best
Hóast tað einki stendur til
ítróttarliga hjá Sunderland,
so er rómurin stórur á Stadi
um of Lights. Sunderland
hevur eitt meðal áljóðandi
129,2 desibel. Hetta er á
markinum til pínslu fyri
menniskjaliga oyra. Av
teimum fýra oddaliðunum
er tað bara Chelsea, sum er
í ovaru hálvu, tá tað kemur
til
desibilmátingarnar.
Liverpooláskoðarnir
kunnu tó reypa av, at eiga
desibilmetið
við
ein
einstakan
dyst.
Hetta
hendi, tá John Arne Riise
skoraði í 1. minutti av
LigaCup
finaluni
á
Millenium Leikvøllinum í
Cardiff í 2005. Rómurin
og gangurin av Liverpool
áskoðarunum
náddi
tá
uppá 130,7 desibel, sum er
heimsmet. Gamla metið
áttu
áskoðarnir
hjá
amerikanska
fótbólts
liðnum, Denver Broncos.
Tað metið var frá 2000.
Kanningin hjá »118 – 118«
vísti eisini, at áskoðarnir
hjá Everton eru teir, sum
syngja oftast!
Desibel-listin:
Sunderland
129,2
Tottenham
128,2
Manchester C
127,4
Aston Villa
126,5
Everton
126,1
Chelsea
125,8
Middlesbrough
125,4
Derby
124,7
Newcastle
124,5
West Ham
123,8
Birmingham
122,7
Arsenal
122,3
Portsmouth
120,9
Blackburn
119,5
Bolton
119,1
Liverpool
118,9
Manchester U
117,5
Wigan
116,8
Reading
116,2
Fulham
115,4
Áskoðarnir hjá
Sunderland
larma mest!
42 ára gamli Jakob
Jónsson verður partur
av mansliðnum hjá
Neistanum seinastu
6 og møguliga 8 dyst
irnar av kappingar
árinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast Neistin enn er á øðr
um plássi í Atlantic Air
wayskappingini, so hevur
gongdin hjá liðnum ikki
verið eins góð seinastu dyst
irnar, sum hon var tað fyrsta
partin av kappingini.
Og líkt er til, at leiðslan í
felagnum avgjørt hevur ætl
anir um at styrkja um hópin,
nú seinastu og kanska
avgerandi dystirnir standa
fyri framman.
Fyri stuttum var greitt, at
Jacob Larsen nú verður aftur
at síggja í málinum, og nú er
so greitt, at ein annar Jakob
eisini fer at gera um seg á
vøllinum. Hóast 42 ára
gamal, so telist Jakob Jóns
son enn millum fremstu
hondbóltssnillingarnar í Før
oyum. Í vetur hevur hann
virkað
sum
venjari
hjá
Neistakvinnunum,
sam
stundis sum hann hevur hugn
að sær á 2. deildarliðnum hjá
Kyndli, men nú setir hann
ferðina upp í so máta.
Ingi (Olsen, blðm.)
spurdi meg, um eg ikki
hevði hug at taka eitt tørn
afturat. Og tað hevði eg.
Sum kappingin er skipað, so
ber eisini til hjá mær at vera
venjari
hjá
kvinnunum,
samstundis sum eg spæli við
monnunum. Og tað ætli
mær so at gera í seks og vón
andi átta dystir, sigur Jakob
Jónsson.
Jakob ger come-back
Harpiskið var annars sett
á hillina, men nú verður
Jakob Jónsson aftur at síggja
í fremstu røð í føroyskum
hondbólti
Sjáldan man Kyndil
hava havt tað somikið
lætt móti VÍF, sum
varð sent norður
við rættiligum
avsmurningi
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan gjørdist ongan tíð um
nakran spennandi dyst í
Ítróttarhøllini á Hálsi í
Havn
mikukvøldið.
Tá
mansliðini hjá Kyndli og
VÍF hittast, plagar hetta
annars at borga fyri int
ensiteti og spenningi, men
tað var nú hampuliga langt
millum snapsirnar miku
kvøldið. Ja, somikið langt,
sum tað sømir seg einum
avhaldsfelag.
Høgni við
Sæð burtur frá fyrstu rótutu
10 minuttunum, har liðini
kappaðust
um
at
gera
mistøk, so var tað nevnliga
Kyndil, sum var greitt
omaná. Teir grønu spílaðu
seg sum so ongan tíð veru
liga út, men fyri tað mest
var talan um lítla og onga
mótstøðu. Eli Müller í VÍF
málinum hevði hópin av
góðum bjargingum, men
hetta munaði lítið, tá restin
av ilðnum als ikki livdi upp
til góða málmansavrikið.
Hjá Kyndli var hugaligt
at síggja, at Høgni Klein
aftur er at síggja á liðnum.
Enn er orkan ikki til hond
bólt við fullari ferð í 60 min
uttir, men tað var sjónligt,
at tað gav meira flog, breidd
og djúpd í spælið, at hann
nú aftur er tøkur.
Hvussu langt hesin styrk
urin røkkur, er kanska ilt at
siga, tí tað er als ikki víst, at
Høgni verður í Føroyum
kappingarárið á tamb. Men
tvær hálvfinalur í steypa
kappingini standa fyri fram
man, og tað er helst fyrst og
fremst í hesum, at Kyndil vil
bjargað sær kappingarárið.
Langt til FM-finaluna
Tí í landskappingini er mun
urin framvegis dekan ov
stórur uppeftir. Her hevur
Kyndil sjálvandi møguleik
an, men tað krevur, at liðið
mest sum als ikki missir
stig seinasta partin av
kappingini.
Her var VÍF nakað nógv
betur við undan mikukvøld
inum. Og við einum sigri í
Havn kundu teir veruliga
lagt trýst á Neistan og H71,
sum fara at dystast um viku
skiftið. Men skulu vest
menningarnir leggja trýst á,
so fer tað krevja avrik, ið
eru nakað nógv betri, enn
tey vóru tað mikukvøldið.
Kyndil-VÍF 31-25 (16-11):
Kyndil sveittaði ikki
Kyndil-VÍF 31-25 (16-11)
10 min: 3-3
20 min: 10-7
40 min: 20-12
50 min: 28-20
Málskjúttar
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 10(6), Janus Einar
Sørensen 9, Finnur Hansson 4, Josef Abrahamsen 3, Høgni
Klein 3, Hanus Johansen 1, Hjalti M. Jacobsen 1
VÍF: Áki Olsen 5(2), Agnar Joensen 4, Johan P. Høgnesen 4,
Niels Andreasen 3, John M. Andreasen 2, Daniel Rapa 2,
Regin Joensen 2(1), Rói Lamhauge 1, Rúni Joensen 1, Bjarti
Hansen 1
Brotskøst: Kyndil 6, VÍF 3
Útvísingar: Kyndil 1, VÍF 3
FAKTA
Høgni Klein var aftur við hjá
Kyndli, og tað kann væl hava
við sær, at meistararnir nú
fara at gera meira um seg
Mynd: Álvur Haraldsen