leygardagur 2. juni 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 104 - 2. juni 2001
Nr. 104 - 2. juni 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Anfinn Kallsberg er
tann løgmaðurin,
sum hevur mist flest-
ar landsstýrismenn
fyri borð…
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
Í gjár mistu vit enn ein
landsstýrismann. Fyri aðru
ferð í hesum valskeiðinum
legði ein mentamálaráð-
harri frá sær, tí ivi var um
hansara trúvirði.
Tað er sjálvandi hent fyrr,
at landsstýrismenn hava
lagt frá sær, men tað hevur
ikki hent so ofta fyrr, at
fólk leggja landsstýris-
starvið frá sær, tí tey ikki
røkja tað til fulnar, tí tey
lúgva, ella tí tey verða
dømd í fongsul.
Í fimmtiárunum legði ein
landsstýrismaður frá sær, tí
hann varð valdur í Fólka-
tingið.
Í sekstiárunum doyði ein
løgmaður, í sjeytiárunum
doyði ein landsstýrismaður,
ein annar legði frá sær av
heilsuávum, og ein triði
legði frá sær, tá hann varð
valdur í Fólkatingið.
Í áttatiárunum fóru før-
oyskir politikarar at undir
at slíta samgongur í úrtíð –
og vórðu sostatt fleiri
landsstýrismenn útskiftir av
teirri
orsøk,
og
hetta
»óskilið« helt fram í níti-
árunum. Fyrsta samgongu-
slitið tá var í 1993, tá Fólk-
aflokkurin fór úr samgong-
uni við Javnaðarflokkin.
Í samgonguni hjá Ed-
mundi Joensen frá 1994
vórðu eisini fleiri lands-
stýrismenn skiftir út: Óli
Jacobsen legði frá sær, tí
hann vildu aftur røkja for-
mansstarvið í Fiskimanna-
felagnum.
Eftirmaður
hansara, Axel Nolsøe legði
frá sær, tí hann helt seg ikki
megna uppgávuna nóg væl.
Eftirmaður hansara, Krist-
ian Magnussen, legði frá
sær, tí hann skifti flokk. Og
Edmund Joensen koyrdi
Sámal Petur í Grund frá, tí
hann sum løgmaður ikki
var nøgdur við eitthvørt,
hann hevði gjørt.
Men eingin hevur havt so
nógvar
trupulleikar
av
sínum landsstýrismonnum,
sum Anfinn Kallsberg,
løgmaður:
Fyrst var tað partamaður
hansara, John Petersen,
sum varð dømur í fongsul
fyri neyðtøku.
Síðani var tað Signar á
Brúnni. Ivi varð sáddur um
embætisførslu hansara, og
Tjóðveldisflokkurin vildi
hava hann frá, meðan málið
varð kannað. Stutt áðrenn
niðurstøðan, sum fríkendi
hann, kom alment fram,
varð Tórbjørn Jacobsen
settur í hansara stað.
Síðani var tað Finnbogi
Arge, sum legði frá sær fyri
aftur at taka við sum stjóri í
egnu bilasølufyritøku síni.
Síðani varð ivi sáddur um
embætisførsluna hjá Hel-
enu Dam á Neystabø. Tað
vísti seg, at hon hevði
brotið sína embætisskyldu,
og legði hon tí frá sær.
Og í gjár legði Tórbjørn
Jacobsen frá sær. Hann
hevur havt trupulleikar av
sínum knappa sinni. Hann
heldur ikki, at hann kann
broyta sinnnalagið, og valdi
hann tí at leggja frá sær.
Eitt knapt ár er nú eftir av
hesum valskeiðnum. Skal
statistikkurin haldast við
líka, so missir Anfinn
Kallsberg ein ella tveir
landsstýrismenn afturat –
og skal býtið verða rættvíst,
so fellur valið á Eyðun
Elltør. Men verður nýggi
landsstýrismaðurin
hjá
Sjálvstýrisflokkin
eins
óheppin,
og
Tórbjørn
Jacobsen, so fellur valið
kanska á Sámal Petur í
Grund.
Livst so spyrst…
NØVN Í VIKUNI
Tórbjørn Mikkelsen
65 ár
Í morgin, 3. juni verður
Tórbjørn Mikkelsen í Havn
65 ár.
Tórbjørn er kendur havn-
armaður, føddur og upp-
vaksin á Tinghúsvegnum
og í tí sjálvsagt føddur
B36’ari.
Tórbjørn hevur øll árini,
síðani hann fór úr Realskúl-
anum starvast á Gjaldstov-
uni, og er hann nú stjóri á
Toll- og Skattastýrinum,
sum húsast í glasborgini á
Argjum
Hann var kendur hond-
bóltsleikari í Neistanum,
men tá hondbóltsfelagið
Kyndil varð stovnað, var
hann rættiliga skjótt eitt av
álitinum hjá teimum í mong
ár.
Vit kenna hann ikki
minni sum virkna losjulim-
in og í almenna politiska
lívinum hevur hann í mong
á sitið í líkningarnevndini í
Havn,
hann
umboðaði
Sambandsflokkin.
Tórbjørn er formaður fyri
Meginfelag hjá sjúkra-
kassunum, og tað er at siga,
hann er heilur, har hann er.
Hóast 65 ár, so er hann
hin sami virkisfúsi – og er
ein fittligur partur av ar-
beiðinum at umboða al-
mennu Føroyar í teimum
høvum, ráðstevnum og
fundum til at leggja til
rættis viðurskifti um toll-
oig skattamál.
Eisini nú føðingardagin
er hann á ferð – og tí ikki at
hitta á Gundadalsveg 27
henda dagin - tillukku við
degnum.
Ingvør Nolsøe 50 ár
Mánadagin 4. juni verður
Ingvør Nolsøe í Havn 50 ár.
Ingvør er helst mest kend
frá sínum yrki sum reklam-
uteknari, men hevur hon
eisini ofta traðkað fram og
sagt sína hugsan, ikki
minst, tá tað um kvinnu-
sakina ræður – og Ingvør
hoyrist, tá hon sigur sína
hugsan.
Ingvør er ættað úr Klaks-
vík, men hevur tó røtur
suðureftir. Hon er dóttir
fyrrverandi løgtings- og
landsstýrismannin,
Eli
Nolsøe úr Vági og konuna
Lis úr Klaksvík.
Ingvør man vera ein tann
fyrsti føroyingurin, ið fór
burtur at læra til reklamu-
teknara – og eisini tann
fyrsti at etablera seg við
einum reklamuvirki burtur
av. Hesum vóru tað ikki
nógv, sum dugdu at síggja
framtíð í fyri fjórðingsøld
síðani.
Men í dag er hetta ein
nógv brúkt og respekterað
vinna, og kann ikki sigast
annað, enn at Ingvør hevur
verið við til at merkt før-
oysku reklamuvinnuna.
Fimm fallin landsstýrisfólk…
John Petersen, dømdur í
fongsul fyri neyðtøkur – legði
tí frá sær
Signar á Brúnni, legði frá
sær, tí ivi varð sáddur um
embætisførslu hansara
Finnbogi Arge, legði frá sær,
tí hann vildi aftur taka við
sum stjóri í egnari fyritøku
Helena Dam á Neystabø
legði frá sær, tí hon hevði
brotið embætisskyldu sína
Tórbjørn Jacobsen, legði frá
sær vegna ringa sinnalag sítt,
sum hann ikki kann broyta
Eingin løgmaður í Føroyum
hevur havt so nógvar
trupulleikar av sínum
landsstýrisfólkum, sum
Anfinn Kallsberg…
C
M
Y
K
3
2
Býráðið í Havn leggur
stóran dent á at
útvega fleiri íbúðir í
Havnini. úrslitið av tí
er, at um tvey ár eru
einar 400 nýggjar
íbúðir og nýggj hús
til taks í høvuðsstað-
num, sigur Jan
Christiansen, borgar-
stjóri
ÍBÚÐARNEYÐ
Áki Bertholdsen
Um tvey ár eru einar 400
nýggir bústaðir bygdir í
Havnini.
Jan Christiansen, borgar-
stjóri í Havn, sigur, at hetta
er fyribils úrslitið av tí mið-
vísa arbeiði, sum Tórshavn-
ar Býráð ger fyri at nøkta
tað ovurhonds stóru íbúðar-
neyðini, sum er í Havnini.
Jan Christiansen, borgar-
stjóri í Havn ásannar, at
tann stóra flytingin til
høvuðsstaðin hesi seinastu
árini, hevur eisini ført eitt
stórt íbúðartrot við sær.
– Vit eru fullgreiðir yvir
íbúðarneyðina í Havn. Vit
ásanna trupulleikan og
hetta er eisini eitt mál, sum
vit
raðfesta
rættiliga
frammarlaga í býráðnum
fyri at loysa.
Hann sigur, at fyribils er
ein úrslitið av hesum ar-
beiðnum er, at skjótt verður
ein útstykking upp á 170
grundstykkir klár at byggja
á í Hoyvíkshaganum.
Somuleiðis er ætlanin at
byggja yvir 100 íbúðir á
Berjabrekku. Eitt privat
byggifelag er í ferð við at
byggja um 60 íbúðir.
Samstundis er ein íbúðar-
grunnur í ferð við at byggja
aðrar 60 íbúðir á Berja-
brekku. Hesar seinastu 60
íbúðirnar eru leiguíbúðir,
sum fólk, ið ikki hava hug
at byggja, kunnu leiga.
At enda hava onnur
privat byggifeløg í umbúna
at byggja aðrar 100 íbúðir.
– Sostatt hava vit einar
400 nýggjar íbúðir í Havn-
ini um tvey ár ella tað.
Jan Chistiansen sigur, at
spurningurin um íbúðir ,er
eisini ein spurningur um
útboð og eftirspurning.
– Og tá ið eftirspurn-
ingurin á íbúðum er so
stórur, sum hann er og
útboðið so lítið, hevur tað
eisini trýst prísleguna heilt
upp ígjøgnum.
– Tá ið vit nú útvega
fleiri íbúðir afturat, lættir
tað ikki bara um trotið á
íbúðum. Tað skuldi eisini
lætt trýstið á prísirnir, so at
teir lækka.
Jan Christiansen leggur
dent á, at tá ið arbeiðið at
útvega hesar 400 íbúðirnar,
er liðugt, fer býráðið at
halda fram og at gera enn
fleiri útstykkingar.
Hann sigur, at býráðið
hevur um 300 umsóknir frá
fólki, sum vilja hava grund-
stykkir. Men hann heldur,
at tað verður ikki meiri enn
gott helvtin av teimum,
sum vilja hava grundstykki
beinanvegin men at hinir
umsøkjararnir mest hava
søkt fyri at tryggja sær eitt
stykki seinni.
– Som, tá ið vit hava
útvegað hesi 170 grund-
stykkini, meti eg, at tørv-
urin á grundstykkum er
nøktaður fyribils.
– Men hetta loysir ikki
sjálva íbúðarneyðina, og tí
fara vit at halda á við fleiri
útstykkingum beinanvegin,
sigur Jan Christiansen.
–Tað er rætt og slætt
ein ómøgulig upp-
gáva hjá okkum at
útvega hvørjum
einstøkum bogarar
tak yvir høvdið. Men
vit hava sett okkum
eitt djarvt mál og tað
er at nøkta tørvin á
grundstykkum, sigur
borgarstjórin í Havn,
Jan Christiansen
ÍBÚÐARNEYÐ
Áki Bertholdsen
– Vit fáa tíverri ikki hjálpt
Marjuni at fáa eina íbúð.
Jan Christiansen, borgar-
stjóri í Havn ásannar, at
hann fær onki gjørt fyri at
hjálpa Marjuni Joensen og
hennara fýra børnum at fáa
tak yvir høvdið.
Vit hava biðið hann um
viðmerking til neyðarrópið
hjá Marjuni Joensen í Havn
í Sosialinum í gjár. Hon er
einsamøll mamma at fýra
børnum og er húsvill. Søgd
upp at fara úr húsunum á
Norðasta Horni í gjár, 1.
juni. Hon hevur ongastaðni
at fara. Hóast hon hevur
gjørt alt, ið stendur í
hennara makt, hevur hon
onki annað fingið at búgva
í og skal hon tí ikki enda á
gøtuni, sær hon tí ongan
útveg enn at blíva verandi
í húsinum, til hon verður
tveitt út við makt.
– Vit vita, at íbúðar neyð-
in í Havnini er ómetaliga
stór. Men tað kann ikki
vera okkara okkara upp-
gáva at útvega hvørjum
einstøkum borgara tak yvir
høvdið, tí tað er rætt og
slætt ein ómøgulig upp-
gáva, sigur Jan Christian-
sen, borgarstjóri.
Fóru vit í holt við tað,
høvdu tað skjótt staðið
túsund fólk inni í Býráð-
num við kravi um at fáa
íbúð og tað er ómøguligt
Men hann ásannar, at
íbúðarneyðin í Havnini er
stór.
–Vit eru fullgreið yvir
trupulleikan og tað er eisini
raðfest rættiliga frammar-
laga í arbeiðnum hjá bý-
ráðnum at útvega fleiri
bústaðir til fólk.
– Vit hava sett okkum tað
djarva mál í Býráðnum, at
vit skulu nøkta tørvin á
grundstykkjum,
so
tað
arbeiða vit við av fullari
kraft.
Hann sigur, at býráðið
hevur tveir mátar at loysa
hendan trupulleikan upp á.
Annar
er
at
byggja
sosialar íbúðir í stórum
blokkum, sum vit kenna tað
úr Grønlandi, men tað ætlar
Býráðið ikki, tí vit halda
ikki at tað er rætt at stúgva
fólk saman í lítlum íbúðum.
– Vit ætla ikki, at
skattaborgarin skal beala
fyri at útvega øðrum íbúðir,
men vit royna eisini at
byggja øðrvísi, so at fólk,
sum ikki vilja byggja,
kunnu leiga. Sí eisini
greinina um 400 nýggjar
íbúðir í Havn.
Hinbegin ætlar býráðið at
skapa karmar og at útvega
stykkir, sum onnur kunnu
byggja á, tí vit halda ,at tað
er rættast, at fólk gjalda
tað, sum tað kostar at
byggja, ella at leiga, sigur
Borgarstjórin í Havn.
– Vit fáa ikki
hjálpt Marjuni
400 nýggjar íbúðir
í Havn um tvey ár