Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juni 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 104 - 2. juni 2001 Nr. 104 - 2. juni 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 Umleið 1.100 fólk eru i blóðgevaraliðnum á Landssjúkrahúsinum. Hesi hava nú møguleika at gerast limir í felagnum Blóðgevi HEILSUMÁL Edvard Joensen Landssjúkrahúsið: Teir umleið 1.100 blóðgevarar- nir á Landssjúkrahúsinum fáa nú høvi at skipa seg í felag. Her fyri varð felagið Blóðgevi stovnað. Felagið hevur til endamáls at út- vega sjálvbodnar blóðgev- arar til Landssjúkrahúsið og saman við øðrum tílík- um feløgum í Føroyum at tryggja, at sjúkrahúsini í Føroyum fáa nóg mikið av blóði. Tað steðgar ein bilur uttanfyri. Hann er sendur av Blóðbankanum á Lands- sjúkrahúsinum eftir blóð- gevanum (donorinum), sum eftir avtalu skal lata blóð í Blóðbankanum. Blóðbankin heldur til á triðju hædd á Landssjúkra- húsinum. Har er, sum van- ligt teir dagarnar, tappað verður, væl av fólki . Onk- ur situr í gongini og bíðar. Onkur situr við eitt borð í rúminum við síðuna av sjálvum tappirúminum og fyllir út eitthvørt spurnar- skjal, meðan upp aftur onk- ur annar liggur í stólinum, meðan tappað verður. – Ger so væl og set teg niður, sigur fryntligi bio- analytikarin, sum tekur ímóti. Hon setir seg við eina teldu og spyr um navn og føðingardag. Løtu seinni kemur eitt ark, sum nú er vorðið eitt spurnarblað, úr prentaranum. Har eru ymsir spurningar, blóðgevin skal svara uppá. Navn, bústaður og føð- ingardagur eru longu á. Rímiligt. Tey hava tað jú liggjandi frammanundan. So er at svara, um ein hevur verið sjúkur seinastu tíðina. Verður heiligvágur tikin? Hvusu við fremm- andum konufólki? Hvar hevur tú ferðast seinasta hálva árið? Konufólkini skulu svara, um tey eru - ella hava verið - upp á vegin, síðan seinastu tapp- ing. Alt samalt spurningar sum svaraðir eru so mang- an. Og so ein nýggjur niðast á blaðnum: Ynskir tú at gerast limur í felagnum Blóðgeva? Svarið er greitt: Ja! Brúk fyri blóðgevarum Tað verður farið inn í tappingarrúmið. Tríggir stólar standa á rað, har blóðgevarin kann leggja seg í, meðan tappað verður. Ein fryntlig kvinna tekur í móti og biður blóðgevaran finna sær pláss, har best er. Ein stólur er upptikin, so tann mittasti verður valdur. Hon kemur við blóðpos- unum. Teir eru tríggir, tí blóðið verður sentrifuger- að, eftir at tað er tappað. Tá liðugt er, eru tríggir ymsir úrdráttir, sum allir kunnu brúkast hvør sær, greiðir hon frá. Og teir fara so í hvør sín posa, uttan at neyðugt er at seta hol á nakran teirra. Posin veðrur lagdur á eitt tól, sum er ein vekt, ið samstundis ristir blóðið. Ein hálvur litur av blóði, ið er nøgdin, tappað verður hvørja ferð, vigar út móti einum pundi, so tað lættari verður ein helst í dag, verður semtandi tikið til. So smyr hon spritt á armin og setir ein nál í, haðani ein kløn slanga gongur niður í posan. Og tað er beinanveg, at tað fer at renna gjøgnum kláru slanguna. Marita Simonsen, bio- analytikari í Blóðbank- anum - sum forrestin man vera einasti bankin, nógvir gevarar seta inn í - er ein stigtakari til felagið Blóð- gevi. Hon er eisini nevnd- arlimur í felagnum. Í nevndini sita umframt Maritu Simonsen eisini Gunrið Jóanesarsson, bio- analytikari, sum eins og Marita umboðar Blóðbank- an, Heðin Thomsen, um- boðandi læknarnar á Landssjúkrahúsinum, Jóan Hendrik Winther Poulsen og Randi H. Jakobsen, sum umboða vanligu blóðgev- ararnar. Nevndin hevur ikki skipað seg enn. Marita greiðir frá, at allir nevndarlimirnir eru blóð- gevarar ella fyrrverandi blóðgevarar. Tað er nevni- liga soleiðis, at felagið eis- ini er fyri fyrrverandi gevarar. Ókeypis limaskapur Endamálið er at fáa so nógvar blóðgevarar á Landssjúkrahúsinum sum gjørligt at gerast limir í felagnum, sigur Marita Simonsen. Helst allar. Og ongum nýtist at ivast, tí limagjaldið er ókeypis. Hinvegin fylgja fyrimun- ir við gerast limur, sigur hon. Sum felag ber til at fá eina ávísa peningaupphædd frá Almanna- og Heilsu- málastýrinum, sum felagið so kann brúka til limarøkt av ymsum slagi. Eitt nú smálutum, sum kunnu gera tað áhugavert hjá fólki at tekna seg sum blóðgeva. Ella tryggja blóðgevarar- nar, um eitthvørt skuldi hent teimum, meðan tappað verður. Tað kann vera so Renna flógvan sveita Marita Simonsen er ein av stigtakarunum til felagið Blóðgevi Mynd: Jens K. Vang Sambært uppskotinu- m um framtíðar landbúnaðarpolitikk í Føroyum, er í grund- ini einki sum forðar fyri, at Joakim prinsur keypir øll kongsfestini í Føroy- um, um landsstýris- maðurin góðkennir hann sum egnaðan keypara LANDBÚNAÐUR Edvard Joensen Eitt av aðalmálunum í nýggja landbúnaðar-poli- tikkinum er, at festini skulu kunna seljast privatum. Og tað kunnu bæði vera privat- persónar, partafeløg ella onnur feløg, sum lands- stýrismaðurin góðkennir. Avleiðingin kann í ring- asta føri gerast, at eitt nú Joakim prinsur fer at keypa Dímun ella Koltur við vælsignilsi frá landsstýris- manninum við vinnumál- um. Sjálvandi eru avmarking- ar gjørdar, sum skulu forða slíkum handlum. Eitt nú við at lata verandi festara fáa forkeypsrætt, um hann annars verður mettur egn- aður til tess. Men ókent er ikki í øðrum sambandi, at fremmandur kapitalur og eigari koma inn í vinnuna gjøgnum strámenn. Og her kann orðið strámaður fáa bókstaviligan týdning. Lagt er kortini upp fyri slíkari sølu í tann mun, tað ber til. Í uppskotinum um framtíðar landbúnaðarpoli- tikkin, sum landsstýrismað- urin við vinnumálum hevur fingið, stendur, at søla av almennari jørð til privatar verður bert loyvd treytað av, at keyparin lýkur áset- ingarnar sambært lóg um sølu av almennari búnaðar- jørð. Tí givið er, at ognar- rættindi til búnaðarjørðina skulu vera varðveitt hjá teimum, sum hava neyðug- an førleika og annars lúka ásetingarnar í lóggávuni fyri at sita við garði. Hvørjar lógarásettu treyt- irnar eru, verður ikki sagt í niðurstøðuni, Sosialurin hevur fingið innlit í. Men um gingið verður eftir orð- ingini um, at keyparin skal hava neyðugan førleika til at reka jarðarbrúk, er eingin forðing fyri, at eitt nú Joakim prinsur, sum er útbúgvin á økinum, keypir bæði Dímun og Koltur. Tó er tað bert dyrkaða lendið og tilhoyrandi bygn- ingar og maskinur, sum keypast kunnu sambært uppskotinum. Men bóndin fær móti einum rímiligum árligum gjaldi beitisrætt í haganum. Hagi, fjøll og ódyrkað lendi veðrur varð- veitt á almennum hondum, stendur í uppskotinum. Hvussu verður við øðrum lunnindum so sum fugli, verður ikki nevnt í saman- dráttinum, Sosialurin hevur fingið innlit í. Nevnda dømi við prins- inum er sjálvandi eitt hugs- að dømi, og greitt verður sagt í uppskotinum, at ætlanin er ikki, at spekula- tón skal koma uppí. Uppskotið, sum gevur møguleika fyri keypi og sølu av almennari jørð, áleggur kortini ongum at keypa garðin, hann hevur fest. Og roknað verður eisini við, at fleiri festarar fara at halda fram eftir verandi skipan við festi- gjaldi. Men fyri at javnseta hes- ar festarar og teir, sum keypa jørðina, verður festi- gjaldið ásett javnt við rella gjaldið fyri yvirtiknu garð- arnar, soleiðis at sleppast kann undan kappingar- avlaging. einfalt sum at blóð kemur á eina skjúrtu og ikki fæst úr aftur, soleiðis at skjúrtan er oyðiløgd. – Tá kundi til dømis tryggingin hjá felagnum tikið við, heldur Marita Simonsen. Í endamálsgreinini í lóg felagsins stendur millum annað, at ....Felagið skipar fyri fundum og øðrum tiltøkum til frama fyri limirnar. Felagið skal umboða blóðgevararnar í øðrum feløgum so sum Blod- donorerne i Danmark og í altjóða feløgum fyri blóð- gevarar. Marita Simonsen greiðir frá, at hetta felagið er ikki tað einasta í Føroyum. Í grundini er íbláturin komin frá einum sera virknum felag, sum blóðgevarar við Klaksvíkar Sjúkrahús hava. So floytar í vektini niður við stólinum. Hon sigur frá, at posin er fullur. Marita setir eina klemmu á slang- una, so ikki rennir meira. Síðan tekur hon nálina úr og heftir eitthvørt á armin, so ikki bløðir. Eina lítla kurv við yms- um gløsum hevur hon, har hon hevur tikið ávísar blóðroyndir í. Alt verður merkt við nummari og blóðflokki, so ikki bland kemur í. Tá liðugt er, kemur hon við eini fløsku av Sisu, sum drukkin verður teir tíggju minuttirnar, bíðað verður í stólinum eftir at tappað er. Stólurin vinstru megin er upptikin. Maðurin, sum lá í stólinum høgrumegin, er farin, og annar komin í aftur. Og úti í gongini situr ein blóðgevi aftrat og bíðar eftir, at sleppa í tann mittassta stólin, sum veðrur tómur um nakrar fáar minuttir. Landssjúkrahúsið hevur altíð brúk fyri blóðgevarum Mynd: Jens K. Vang Joakim kann keypa Koltur C M Y K 5 4