Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 12 - 17. januar 2008 Handlarnir kunnu smyrja akkurát so tjúkt upp á vørurnar, sum teir vilja. Hetta rakar fyrst og fremst tey tímaløntu og pensjónistarnar, og tað hevur ongantíð havt so stóran týdn­ ing at hava eitt muna­ gott príseftirlit. Men politikararnir hava fullkomiliga slept brúkarunum upp á fjall, sigur forkvinnan í Føroya størsta fak­ felag Príshækkingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Politikararnir hava full- komiliga slept okkum brúk- arum upp á fjall. Tað staðfestir Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, nú Sosialur- in hevur gjørt eina prískann- ing í Føroyum og í Dan- mark, sum verður umrødd aðrastaðni í blaðnum. - Nú kann staðfestast, at prísirnir eru farnir heilt yvir gevind seinastu tíðina og tey, sum hava skil fyri slík- um, meta eisini, at næsta árið fara matvøruprísirnir nógv longur upp afturat. Men Ingeborg Vinther staðfestir eisini, at hóast prísvøksturin er so ógvus- ligur, sum hann er, hava før- oyingar als onga skipan, sum verjir brúkararnar. - Vit hava eitt kappingar- ráð, men tað nyttar lítið tí tað hevur so lítlar pengar at arbeiða við, at tað fær ikki fáa røkt sínar skyldu sum veruligir príseftirlit. - Tí hava handlarnir full- komiliga fríar ræsur at smyrja so tjúkt upp á vørur- nar, sum tað passar teimum, uttan at nakað, sum helst eftirlit er við, um príshækk- ingarnar eru væl grundaðar ella ikki. Serliga hart rakt Hon sigur, at hetta er ein gongd, sum rakar tey veiku í samfelagnum serliga hart. - Hetta rakar serliga tey tímaløntu og onnur láglønt og so sjálvandi eisini pen- sjónistarnar og hesir bólkar fáa tað hart í næstu fram- tíð. - Tað sær ikki gott út hjá vanligum verkafólki og tá ið árið er úti, vænti eg, at støðan verður vánalig nógvastaðni, leggur hon aft- urat. Ingeborg Vinther átalar harðliga, at politikararnir ikki vilja taka stig til at verja brúkararnar betri. Hon átalar harðliga, at politikarar eftir øllum at døma, hava slept ætlanini um at seta ein brúkaraum- boðsmann, sum kann røkja áhugamálini hjá brúkaran- um og hon átalar eisini, at politikarar ikki vilja seta eitt veruligt príseftirlit á stovn, ella at geva kappingar- ráðnum so mikið stóra játt- an, at tað eisini fær virka sum ein effektivt príseftirlit á stovn. - Vit eru fullkomiliga giv- in upp til skutil og tí er tað átaluvert, at politikarnir ikki vilja taka stig til at verja okkum. Keypiorkan má tryggjast Men nú eru tað mong, sum føra fram, at brúkarin er sjálvur tann besti prísansarin og at kappingin er so hørð, at prísirnir verða hildnir niðri? Hesum ivast Ingeborg Vinther í. Í øllum førum bera príshækkingarnar sein- astu tíðina ikki boð um hetta. Hon vísir eisini á, at hóast handlarnir eru nógvi ber til at gera avtalur um, hvussu nógv vørur skulu kosta. Tað fekst prógv fyri, tá ið ein rúgva av bakarum nakað síðani vórðu dømdir fyri at hava sett kappingina út av kraft, tí teir høvdu avtalað, hvussu nógv breyðini skuldu kosta. Samstundis sum prís- hækkingarnar eru ógvuslig- ar, er skipanin eisini avtikin, har lønirnar verða prístals- viðgjørdar, so at tær hækka, so hvørt sum prísirnir hækka. - Sostatt er øll verja tikin frá brúkarunum og tað skilji eg ikki, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at tað rætta hevði verið, at vit fáa eina skipan, sum tey hava í Íslandi, har tað er staðfest, at fara prísirnir upp um eitt vist, skal samráðast um sátt- málarnir av nýggjum fyri at byrgja upp fyri, at keypi- orkan fellur. Hon sigur, at arbeiðarafe- løgini hava roynt at tala fyri eini slíkari skipan, men tað hevur verið ómøguligt. - Men ein slík skipan skuldi verið gjørd sum ein trípartaavtala ímillum Ar- beiðsgevarar, fakfeløg og landsmyndugleikarnar. Og taka arbeiðsgevarar ikki undir við tí, eigur tað at verða ásett við lóg, leggur Ingeborg Vinther afturat. Ongin ivi er um, at føroysk handilsfólk leggja tað oman á prísin, sum fólk vilja gjalda, sigur Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya. Hann vísir á, at vantandi kapping er orsøkin til høga prísstøðið her á landi Fer at hevna seg aftur í 2010 Høvdu arbeiðarafeløgini vitað, at prísirnir fóru at hækka so nógv, høvdu tey ongantíð havt skrivað undir ein trý ára sáttmála, men tað fer at hevna seg aftur í 2010 , Príshækkingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Høvdu vit vitað hetta, høvdu vit aldrin gingið við til hendan sáttmálan. Í dag viðgongur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, at hon angrar, at í fjør vár gingu við til at skriva ein nýggjan trý ára sáttmála við arbeiðsgevar- arnar, sum ikki kann sigast upp fyrrenn 30. apríl 2010. Hon sipar til tær stóru príshækkingarnar, sum hava verið í seinastuni og sum vit umrøða aðrastaðni í blað- num. - Men sum ikki einaferð, vildu vit vísa samfelagssinni við at tryggja frið á arbeiðsmarknaðinum í heili trý ár. Men í dag mugu vit tíverri staðfesta, at vit hava fingið tað afturlønt í gráum kálvsskinni. - Lønarhækkingarnar eru langt síðani upp etnar av príshækkingunum og sum útlitini eru fyri framtíðina, eru enn fleiri hækkingar í væntu, sigur Ingeborg Vinther. - Sostatt er grundarlagið fullkomiliga máað undan sáttmálanum, sum varð gjørdur í fjør. Hinvegin ásannar Ingeborg Vinther, at borðið fangar og sostatt er tað onki, sum arbeiðarafeløgini kunnu gera við støðuna. Men hon staðfestir eisini, at tað er púra greitt, at arbeiðarafeløgini fara ikki aftur at gera ein sáttmála, uttan at fáa eina áseting um, at tað skal bera til at sam- ráðast um lønirnar í sáttmálaskeiðnum um so er at fortreytirnar í samfelagnum broytast munandi. Hevnir seg aftur Ingeborg Vinther sigur, at enn ber illa til at siga, hvussu gongdin fer at ávirka næstu sáttmálasamráðingarnar í 2010. Men hon sigur, at tað er onki at ivast í, at arbeiðara- feløgini fara at royna at byrgja upp fyri, at vit fáa tað innaftur, sum vit hava mist í keypiorku. - Tá ið næstu samráðingar verða, fara vit at gera nágreiniligar metingar av, hvussu nógv, keypiorkan er minkað og tað fara vit at krevja at fáa innaftur, staðfestir Ingeborg Vinther. Hví keypa óhugnaliga dýru breyðini hjá bakarinum, tá tú sjálv/sjálvur kanst baka breyð, sum eru minst líka lekkur og nógva ferðir bíligari Príshækkingar Dorit Hansen Rigmor Dam Húsini fyllast av vælangandi og fjálgum anga av heima- bakaðum breyði, og tú sparir fleiri túsund krónur um árið. Í nógvum føroysk- um familjum eru breyðupp- skriftir farnar í arv ígjøgnum fleiri ættarlið, men nógvar ungar barnafamiljur meta seg ikki hava tíð til at baka breyð hvønn dag. Heima hjá Bjørg Djurhuus fáa tey heimabakað breyð hvønn dag. Uppskriftina hevur hon fingið frá lang- ommuni, Fíu, og fyri Bjørg er tað púra náttúrligt at bakað breyð. Hon er triðja ættarlið í familjuni, sum matar familjuna við nýbak- aðum breyði hvønn dag. - Líka síðani vit settu búgv, hava vit bakað breyð sjálvi. Tó hevði tað ein heilt serligan týdning fyri okk- um, tá ið vit í 1993 fluttu til Svøríkis at búgva. Har eru matvanarnir øðrvísi, har tey tvær heitar máltíðir um dag- in og hava bert hvítt breyð. Tað dámdu okkum ikki, tí Politikarar- nir hava slept okkum upp á fjall - Tey tímaløntu og pensjónistarnir fáa tað ringt í framtíðini. Handlar kunnu skalta og valta við prísum sum teir vilja, men politikarar gera onki fyri at verja brúkaran ímóti órímiligum príshækkingum, staðfestir Ingeborg Vinther Heimaba Eigur ikki at - Breyðini smakkar betri, eru bíligari, hava meira føðslu. Og so er tað sum við øllum øðrum, sum vit gera sjálvi: Vit vera meiri nøgd og sjálvbjargin sum menniskju av at skapa nakað og at síggja úrslit, sigur Bjørg Djurhuus Fyri brúkaran er tað líka feitt, um tað er ein ella annar, sum fær ágóðan av dýru vørunum. Tí eftir standa vit við, at hvør vunnin króna er væl minni verd her í landinum enn í Danmark, sigur Hermanna Oskarsson, stjóri á Hagstovuni.