Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2008 21 tíðindi kað – betri og bíligari vit saknaðu at fáa ordiligt sunt breyð við góðari føðslu. So tá kom veruliga gongd á bakaríið her heima, greiðir Bjørg frá. Fía omman var ein so ser­ liga góður kokkur og hugs­ aði nógv um heilsugóðan kost. Bjørg minnist at hon bakaði breyð, stutt áðrenn hon doyði. Tá var hon farin at royna seg við at blanda bloyttar rugkjarnur í deigg­ ið. ­ Hetta havi eg eisini roynt, men tað dámar børnu­ num ikki. Tó eri eg farin at nýta vistfrøðiligt mjøl.Tað smakka børnini ikki, sigur snilda mamman. Samstarv og samanhald Tað er ikki bara mamman, omman og langomman hjá Bjørg, sum hava verið ófør­ ar at bakað. Eisini í familj­ uni hjá manninum eru tey von at baka breyð sjálvi. ­ Vermóðir mín hevur eisini verið røsk at baka breyð. Og verður okkara súrdeiggj ov gamalt, so læna vit eitt sindur frá henni, greiði Bjørg frá. Tá hon og maðurin fluttu heim aftur til Føroya, keypti vermamman teimum eina stóra lekra rørimaskinu, sum tey altíð brúka í dag, so sleppa tey undan tunga arbeiðnum at elta breyði. ­ Í dag er tað verfaðir mín, Petur, sum bakar breyð­ ini heima hjá teimum. Hann er 82 ár. Breyðini eru so væl dámd, at tá stórar veitslur og føðingardagar eru í familjuni, eru breyðini eftir­ spurd, tí – sum Bjørg sigur – einki er betri enn okkara heimabakaða til føroyskt viðskera. Bíligt og heilsugott Bjørg og tey eru fimm fólk í húsi, børnini eru hálvvaks­ in vaksin. Og heimabakaðu breyðini eru vældámd, men metta eisini so væl, at tvey breyð eru nóg mikið. ­ Vit frysta ikki breyðni, og liggur ein turrur endi eftir, fóðri eg fegin smá­ fuglarnir við honum, tí breyðini eru jú so bílig, sigur Bjørg. Vistfrøðiliga tilfarið til hesi breyðini kosta henni 20 krónur. Sostatt kostar hvørt breyðið 10 krónur. Tá hon bakar breyðini sjálv, veit Bjørg eisini júst, hvat er í. Hon kann geva familjuni breyð við góðari samvitsku, tí hon veit, at bara vistfrøðiligt og heilsu­ gott tilfar er í. ­ Tað eru so nógvar góðar grundir til at baka títt egna breyð, sigur Bjørg avgjørd. ­ Breyðini smakkar betri, eru bíligari, hava meira føðslu. Tey halda sær eisini longri og fylla húsini við hugnaligum heimligum anga. Og so er tað sum við øllum øðrum, sum vit gera sjálvi: Vit vera meiri nøgd og sjálvbjargin sum menn­ iskju av at skapa nakað og at síggja úrslit, sigur Bjørg Djurhuus at enda. Príshækkingar Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Gerandisvørurnar eiga ikki at vera dýrari í Føroyum enn í Danmark. Hetta sigur Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya, sum heldur prískanningina hjá Sosialinum av gerandisvør­ um vera sera áhugaverda og rættiliga sigandi um støðuna hjá føroyska brúkaranum. ­ Einasta gjaldið, sum eigur at koma afturat inn­ fluttum vørum er flutning­ urin. Restin eru vinningur til handlarnar og so ein­ stakar vørur, sum hava hægri avgjøld enn aðrar, sigur Hermann Oskarsson. Men, sum hann sigur, fyri brúkaran er tað líka feitt, um tað er ein ella annar, sum fær ágóðan. Tí eftir standa vit við, at hvør vunnin króna er væl minni verd her í landinum enn í Danmark. ­ Hetta ger, at keypiorka føroyinga er væl lægri enn tann hjá dønum, og harvið eisini livistøðið. Tí framm­ anundan er BTÚ’ið, sum er inntøka pr. borgara, umleið 85 prosent í Føroyum, í mun til Danmark. Tá umræð­ ur gerandisvørur, sum talan er um her, er tað tí hugstoytt at síggja, at ikki bara er inn­ tøkan lægri – tað er eisini dýrari at keypa mat og líkn­ andi í Føroyum, sigur Her­ mann Oskarsson. Hann vísir á, at so vilja fólk kanska siga, at aðrar útreiðslur eru lægri í Før­ oyum, skattatrýstið er ymiskt og so framvegis. ­ Men tað er floytandi líkamikið fyri brúkaran, tí hetta snýr seg um hesar mat­ og brúksvørurnar, og gevur heldur ikki loyvi til at skrúva prísirnir upp á teim­ um. Ongin kapping Spurdur, hví hetta er so í Føroyum, sigur hann, at allar útlendskar kanningar vísa, at kapping fær prísin niður. Hetta var eitt nú tað sum danir umbóru seg við í nógv ár, tí har var nógv dýrari at keypa enn í Svø­ ríki. Men nú hava tær stóru matvøruketurnar í Danmark fingið rættiliga stóra kapp­ ing frá smáum innvandrara­ handlum. ­ Men vit hava í roynd og veru onga veruliga kapping í Føroyum, tí her eru tvær stórar ketur, sum sita á næst­ an øllum marknaðinum. Og tá kunnu vit ikki forlanga kapping, sigur Hermann Oskarsson. Og hann vísir í hesum sambandi eisini á bakaríini, sum nú eru savn­ að í nógv størri eindir enn fyrr. ­ Og enn einaferð er brúk­ arin taparin, sigur Hermann Oskarsson. Men summi vilja vera við, at tað hevði verið eitt hugskot at lækkað MVG’ið á ávísum neyðsynjarvørum. Hvat heldur stjórin á Hag­ stovuni um tað? ­ Tað er absolutt ongin loysn, tí handlarnir kunnu framvegis leggja akkurát tað omaná vørurnar, sum teir vilja – og tí teir kunnu! Mangla stovn Men hvat skal til, fyri at bøta um hesa óhepnu støð­ una? spyrja vit Hermann Oskarsson. Og hann greiðir frá, at í øðrum londum hava tey ávís amboð at regulera slíkt við. Eitt nú javnar prís­ kanningar, eitt sterkt brúk­ araráð og kappingarráð. ­ Men vit hava valt, at onki av hesum skal virka nóg væl í Føroyum, sigur Hermann Oskarsson. Og hann greiðir frá, at um rætt var, so valdu vit at styrkja munandi um Hagstovuna, sum eigur at gera prískann­ ingar, og um Kappingar­ ráðið, sum í roynd ov veru hevur eina fína lóg at halda seg til. ­ Men Kappingarráðið hevur ikki orku og fólk til at røkja uppgávuna til lítar. Tí í veruleikanum átti ráðið at verið ein veruligur stovn­ ur við eftirlitsmyndugleika, sum eisini kundi tikið upp samráðingar við handilsfólk­ ini, og kravt prísirnir niður, um teir eru ov høgir, sigur Hermann Oskarsson. Hann kundi sostatt hugs­ að sær, at tað almenna setti á stovn eitt sterkt kapping­ arráð, sum bæði virkaði sum brúkarastovnur og eftir­ litsmyndugleiki. Hann held­ ur ikki, at ein brúkarastovnur er loysnin, og als ikki, sum vit hava sæð tað nógvar ferðir nú, at tað eru sjálv­ boðin fólk, sum taka stig til brúkaravernd í Føroyum. – Búskaparráðið hevur fleiri ferðir gjørt vart við hendan trupulleikan. Tí hvørja ferð vit fáa BTÚ’ið eitt vet upp­ eftir, verður tað útholað av vantandi kapping, og einum uppaftur hægri prísstøði, sigur Hermann Oskarsson við Sosialin. Fíu’sa breyð 2 rugbreyð Tilfar 1½ l. av flógvum vatni 2-3 tk. av salti súrdeiggj 1 kg. av rugmjøli 1 kg. av hveitimjøli Koyr súrdeiggj og salt í flógva vatnið og rør runt. Elt síðani alt rugmjølið og 150 g. av hveitimjølinum í deiggið. Tak nú súrdeiggj frá í somu mongd, sum varð koyrt í. Restin av hveitimjølinum, uml. 850 g. verður nú koyrt í deiggið. Tá ið tað er elt væl, verður tað latið í tveir smurdar breyðformar, sum taka tríggjar litrar hvør. Legg eitt klæði yvir breyðini og set tey at ganga á flógvum stað í 3-4 tímar. Baka breyðini í heitum ovni í 175 stigum í 1½ tíma. Tá ið breyðini eru bakað, verða tey løgd á síðuna á eina bakirist at kólna. Lat súrdeiggið standa náttina yvir, áðrenn tú leggur lokið á og setir tað í kuldaskápið. Við tíðini havi eg ment bakingarháttin. Onkuntíð koyri eg ein lítlan mola av geri í deiggi at fáa tað at ganga betri. Eisini er gott at elta deiggið um kvøldið og seta tey út í hjallin at ganga til morgunin eftir, tá ið eg baki tey. Soleiðis ber eisini til at fáa nýbakað breyð tíðliga á degnum. Og nýbakað breyð er sjálvandi tað allarbesta. vera dýrari í Føroyum 2