Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 12 - 17. januar 2008 tíðindi Húsabygging Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Gerðavegur, Syðrugøta: At tað er kalt og ófýsið í veðrinum, sær ikki út til at bila her ovarlaga í bygdini. Við henda vegin í eini størri útstykking standa fleiri firmabilar, og ein skal ikki hava lurtað leingi fyrr­ enn ein fatar, at timburmenn eru í nánd. Her eru ikki færri enn fimm sethús í gerð, og í næstum verður farið undir eitt aftrat. Millum teir, ið arbeiða her er Trygvi Jóhanson, sum smíðar eini sethús fyri Poul Henning Jacobsen. Poul Henning hevur sjálv­ ur stoypt, meðan Trygvi síð­ ani hevur gjørt yvirtromuna, sett vindeygu í og hevur klætt húsini, umframt onnur arbeiði. Arbeiðið hevur gingið væl, men tað er ikki altíð eins hugaligt at arbeiða í tí skiftandi føroyska veðrin­ um. ­ Fyri jól var sera buldras­ ligt, men í dag er tað OK, sigur Trygvi. Arbeitt í økinum Áðrenn Trygvi byrjaði at arbeiða fyri seg sjálvan, hevði hann arbeitt í samfull 11 ár hjá byggifyritøkuni Articon. Í hesi fyritøkuni hevur hann verið við til mong ymisk sløg av arbeiði og á mongum ymiskum støðum. ­ Eg hevði líkasum hug at byrja fyri meg sjálvan, og í mai mánaði í fjør átók eg mær so mítt fyrsta arbeiði, greiðir Trygvi frá. Síðani hann byrjaði hevur hann havt úr at gera. Og fleiri arbeiði liggja eisini fyri framman júst innan tað, sum hann hevur arbeitt við frammanundan. ­ Arbeiðini hava fyri tað mesta verið her í økinum ­ Leirvík og Gøtu, og so havi eg eisini verið úti á Toftum og í Runavík og arbeitt, sigur Trygvi. Hann arbeiðir sum oftast einsamallur, men hevur hann brúk fyri fólki ­ um t. d. eini hús skulu reisast ­ fær hann aðrar mans at hjálpa sær við tí. Liðug henda mánaðin Í hesum døgum er Trygvi sjálvur í ferð við eini sethús ovarlaga í Syðrugøtu. Hann er vanliga einsa­ mallur til arbeiðis, men tá vit hittu hann seinnapartin týsdagin hevði hann fingið ein hjálpara aftrat sær ­ Poul Henning Jacobsen, sum eisini eigur húsini. ­ Vit byrjaðu uppá húsini seinasta summar, men eg havi ikki arbeitt her alla­ tíðina. ­ Tey vórðu fyrst reist, og síðani fór eg burturfrá til annað arbeiði, men eri so byrjaður aftur í desember mánaði, sigur hann. Sjálvur væntar Trygvi, at tá hesin mánaðurin er liðug­ ur, eru húsini liðugt inni­ lokað. Tá er arbeiðið hjá Trygva fyri sovítt liðugt við hesum húsunum. Men hann fer kortini at hjálpa Karl við millumbilum. Broytt hús Hóast Trygvi nú verður lið­ ugur við hesi sethúsini í Syðrugøtu, nýtist honum ikki at setast hendur í favn. Mong fólk hava brúk fyri einum góðum handverkara, og ynskja tí at teir gera skjótt av, soleiðis at tey kunnu fáa gjørt sítt arbeiði. Longu nú veit hann tí um fleiri arbeiði sum liggja fyri framman. ­ Tað fyrsta sum er á skránni er arbeiðið í einum sethúsum í Leirvík. Her skal køkurin skiftast, nýtt gólv leggjast á og onnur arbeiði. ­ Jú, hesi húsini verða munandi broytt, tá arbeiðið er liðugt, sigur Trygvi við einum brosi. Eftir hetta veit hann um onnur arbeiði, m.a. eini set­ hús, sum hann eftir ætlan fer undir út á várið. ­ Eg havi arbeiðið í fleiri mánaðir fram. Tað er so einki problem! Kalt og buldrasligt Í kuldanum týsdagin vóru Trygvi og Poul Henning í ferð við at klæða útveggirnar í hesum nýggju sethúsun­ um. Samstundis við hetta ordnaðu teir takrennur, vindfang og onnur arbeiðir. Trygvi hevur fyri tað mesta verið við til útiar­ beiðir, og tá má ein bara duga at laga seg eftir veðrin­ um. ­ Í dag er eitt sindur kalt til uttandura arbeiði, men soleiðis er tað bara, tá ein hevur valt sær eitt slíkt starv. ­ Tað var øgiliga buldras­ ligt áðrenn jól. Har vóru nógvir keðiligir dagar við regni og vindi. Tá var eitt sindur óinteressant at arbeiða úti, sigur Trygvi. Frá einum sethúsum - Vit hava úr at gera, og fólk eru sera ótolin eftir at fáa arbeiðir gjørd, sigur leirvíkingurin Trygvi Jóhanson. Hann arbeiðir fyri seg sjálvan sum timburmaður hjá TJ Smíð Trygvi Jóhanson hevur úr at gera sum timburmaður. Tá hann er liðugur vi onnur arbeiði og bíða. - Eingin tíð er at seta seg hendur í favn!