Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2008 31 tíðindi til tey næstu - Eitt gott grundøki - Eg vóni at kunna flyta inn seint í summar, sigur eigarmaðurin, Poul Henning Jacobsen SethúS Snorri Brend Syðrugøta: - Eg havi eitt gott grundøki við sera góðum útsýni, sigur Poul Henning. Hinvegin so er rættiliga vindhart í hesum økinum, men Poul Henning hevur tikið hyggjuráð fyri hes- um og hevur stoypt tey allan vegin upp. - Tey eru sterkt bygd, so tí skuldu vindurin ikki gjørt nakað, slær hann fast. Her við Gerðaveg eru sethúsini hjá Poul Henn- ingi als ikki tey einastu, haðani ein hoyrir hamar- sløgini gella. Ikki færri enn fýra onnur eru í gerð í løtuni! - Eg gleði meg at flyta inn, sigur hann og brosar. Tað er altíð trupult at siga ein prís fyri eini slík sethús. - Alt kostar í dag, og tað vísir seg at tað sjáldan heldur. Men eg ætlaði at sleppa nakað undir 2 mió krónur, sigur spenti húsa- eigarin. Nógv tíð Sethúsini hjá Poul Henn- ingi eru 120 fermetrar til støddar í niðaru hæddini, meðan loftið er nakað minni, einar 75 fer- metrar. Trý kømur eru á loft- inum og eitt niðriundir. Umframt hetta er stórt bilhús uttanfyri. Poul Henning er sjálv- ur ættaður higani úr Syðrugøtu, men býr nú í Saltangará. Hann siglur sum mask- inmeistari umborð á Finni Fríða, og hevur fasta skipan, so at hann altíð veit, nær hann er heima. - Tá eg eri heima mill- um túrarnar, fer ein rættiliga stórur partur av tíðini til húsini, sigur hann. Trygvi Jóhanson (vinstrumegin) og Poul Henning Jacobsen til arbeiðis í kuldanum týsdagin. - Hetta má ein bara taka við, tá ein hevur valt eitt slíkt arbeiði í Føroyum! Poul Henning hevur sjálvur stoypt húsini. Tá hann er heima millum túrarnar, nýtir hann ein stóran part av frítíðini í nýggja heimi sínum í Syðrugøtu ið hesi sethúsini í Syðrugøtu, liggja fleiri ” Áðrenn jól vóru nógvir keðiligir dagar við regni og vindi. Tá var eitt sindur óinteressant at arbeiða úti (Trygvi Jóhanson, timburmaður, Leirvík) ” Eg havi eitt gott grundøki við sera góðum útsýni (Poul Henning Jacobsen, Syðrugøta) ” Arbeiðini hava fyri tað mesta verið her í økinum - Leirvík og Gøtu, og so havi eg eisini verið úti á Toftum og í Runavík og arbeitt (Trygvi Jóhanson, timburmaður, Leirvík)