hósdagur 17. januar 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 12 - 17. januar 2008
Ætlanin hjá mær við hes
um skrivi, er ikki at fara í
eitt alment kjak við býráðs
formannin og leiðarin av
teknisku deild í Tórhavnar
Kommunu, men eg kenni
meg noyddan at taka til
orðanna móti tíðindaskrivi,
ið Tórhavnar Kommuna
hevur sent til fjølmiðlarnar.
Í tíðindaskrivinum eru
nakrir skeivleikar, og vil eg
umrøða teir her:
Lat meg taka seinasta
reglubrotið fyrst. Har verða
trygdarumboð(undirritaði)
og skúlaleiðsla ákærd fyri
at hava ført fram, at talan
er um álvarsligan heilsu
vanda og á tann hátt loypt
ræðslu á næmingar, for
eldur og starvsfólk uttan at
hava nakran fakligan
førleika at meta um
heilsuvandan.
Til hetta vil eg eg siga:
Tað er rætt, at vit ikki
hava fakligan førleika til at
meta um heilsuvandan á
skúlanum, men vit hava
álit á, at arbeiðsmedisin
arin á Arbeiðseftirlitinum
hevur nóg góðan fakligan
førleika, og tí vísa vit eis
ini til hansara í okkara
útsøgnum.
Í lógini um arbeiðarav
ernd stendur m.a. soleiðis:
Trygdarnevndin skal
fyriskipa, leiða, ráðgeva,
kunna og hava eftirlit við tí
trygdar og heilsuliga
arbeiðinum á virkinum.
Arbeiðsplássið skal vera
soleiðis innrættað, at tað
lýkur øll trygdar og heilsu
lig krøv.
Viðurkendar normar og
fyrisett mát, ið hava trygd
ar ella heilsuligan týdning,
skulu fylgjast.
Sum trygdarumboð fyri
starvsfólkið í Tórshavnar
Kommunuskúla havi eg
skyldu at kunna um viður
skifti, sum kunnu vera
heilsuskaðilig. Tað kann
væl vera, at býráðið ikki
hevur eina juridiska skyldu
at kunna tey, ið dagliga eru
inni í Kommunuskúla
num, men tað finst eisini
nakað, ið vit kalla ein
moralsk skylda, so í hesum
sambandinum er tað veru
liga bert ein spurningur
um, hvørjum støði moral
urin er á.
Í tíðindaskrivinum verð
ur ført fram, at blámusopp
ur ikki er akutt skaðiligur
og yvirhøvur verður tann
møguligi heilsuvandin av
soppavøkstri tónaður sera
langt niður. Eg eri ótrúliga
imponeraður av hesum
útsøgnum hjá býráðnum,
eg visti ikki av, at býráðið
hevði ein soppaserfrøðing í
starvi, hvørs fakligi kunn
leiki lá langt oman fyri
vitanina hjá øllum øðrum
serfrøðingum.
Eg gjørdi mær tann
ómak at fara á alnótina at
leita eftir tilfari um blámu
sopp, og tað var ikki smá
vegis eg fann, allastaðni
verður blámusoppavøkstur
í bygningum mettur sum
ein heilsuvandi.
Kanningin sum Tekno
logisk Institut hevur gjørt
fyri Tórshavnar Býráð var
framd
3. august 2007, t.v.s., at
skúlin hevði staðið tómur í
ein góðan mánað og har
aftrat hevði tað eisini verið
lutfalsliga turt í nakrar
vikur. Um hesi viðurskifti
hava nakran týdning fyri
kanningarúrslitið eri eg
ikki førur fyri at siga við
vissu, men eg rokni við, at
hetta hevur eina ávísa
ávirkan.
Eitt annað, sum eg
undrist á er, at býráðið ger
eina tílíka kanning, tá
úrslitið av henni ongan
týdning hevur. Tað er at
søpla burtur pengarnar hjá
skattaborgarunum í Tórs
havnar Kommunu.
Hvør er so veruleikin?
Veruleikin er, at kann
ingin er bert gjørd á 20
ávísum støðum í skúlanum.
Á tveimum støðum í gong
ini er soppavøksturin væl
oman fyri markvirði, í
sangstovuni og í einari
floksstovu er soppavøkst
urin oman fyri markvirði.
Teknologisk Institut mælir
eisini til, at kanningin
verður víðkað til at umfata
allan bygningin. Vert er at
leggja sær í geyma, at tað
ikki er soppurin sum so, ið
er helsuskaðiligur, men
sporarnir, sum eru so lætt
ir, at teir sveima í luftini.
Hesir sporar kunnu sam
bært upplýsingum okkara
gera skaða á andingar
leiðina hjá fólki, og serliga
eru tað tey, ið framman
undan hava trupulleikar
við andingarleiðini t.d. tey,
ið hava astma, astma/
bronkitis og cystiska
fibrosu. Við hesum í huga
sigur tað seg sjálvt, at tað
er als ikki uttan vanda at
ganga har, ið blámusoppur
er staðfestur. Í gongini í
Kommunuskúlanum ganga
fólk líka frá kl. 8 á morgni
til kl. 10 – 11 á kvøldi.
Lívstreytirnar hjá soppa
vøkstri eru hesar: Har skal
vera vætukent, har skal
vera lívrunnið tilfar og
luftskiftið skal vera vána
ligt. Allar hesar treytir eru
til staðar fleiri staðni í
Kommunuskúlanum.
Flestu vindeygu eru so
rotin, at væta seyrar inn
gjøgnum, tá ættin stendur
á. Væta setir eisini inn
gjøgnum klædningin, sum
ikki er serliga gamal. Bjálv
ingin á útveggunum er sera
vánalig. Í hvørjari stovu
eru 22 – 25 næmingar.
Luftskifti er sera vánaligt.
Innast á útvegginum er
træbetong, sum inniheldur
lívrunnið evni. Alt hetta
ger at vakstrarumstøður
nar hjá soppum eru næstan
optimalar. Haraftrat eru
onnur brek, sum skyldast
vánaligt viðlíkahald, t.d.
lekur takið í eyri og seyri.
Tá eg lesi tilráðingina í
rapportini frá Teknologiskt
Institut, er ongin ivi. Citat:
Er årsagen til skimmel
væksten alene mangefuldt
vedligehold, må der straks
rettes op på dette.
Saman við frágreiðingini
er eisini ein tilráðing til
handverkarar, tá teir
arbeiða á støðum við
blámusoppi. Henda tilráð
ing vísir greitt, hvussu
álvarsliga Teknologiskt
Institut metir vandan.
Niðurstøðan hjá mær er
framvegis: At Tórshavnar
Býráð skuldi kunnað øll,
sum hava nakað við skúlan
at gera um kanningar
úrslitið, ístaðin fyri at gera
hetta til eitt klandursmál,
og harvið skyldar býráðs
fomaðurin og leiðarin fyri
teknisku deild okkum eina
umbering fyri orðingina í
seinasu reglubroti í tíð
indaskrivi teirra.
Vónandi hevur Tórshavn
ar Býráð funnið nøktandi
loysnir upp á teir akuttu
trupulleikarnar. Lat ongan
iva verða um, at øll, ið nýta
hølini í Kommunuskúla
num fegin vilja samstarva
um skilagóðar loysnir.
lærari og
trygdarumboð
Páll
Poulsen
Viðmerkingar til tíðindaskriv frá Tórshavnar
Býráð um soppavøkstur í Kommunuskúlanum
Summarfestivalurin fór í
luftina - G! Festivalurin
fór á heysin og Prixið fór
í søguna
Vit kunnu ikki hevja tann
pástand, at føroyskt
tónleika og mentunarlív
hevur tað serliga GOTT –
ella?
Eg fari at senda eina
inniliga áheitin til ØLL tey,
sum lata seg stilla upp fyri
ymsu flokkarnar – kring
landið.
Endurtøkur eru, sum eg
havi sagt áður, neyðugar,
um ein veruliga vil hava
hava eitt kjak ígongd, og tí
fari eg at royna at seta eitt
slíkt ígongd, til tess at gera
enn eina roynd, at skapa
okkara tónleikarum og
føroysku listini betri
karmar.
Tað skal, enn einaferð,
staðfestast, at tað er alment
kent úr øðrum londum, at
verða karmarnir víðkaðir
fyri mentanini, gevur hetta
eina synergieffekt yvir á
vinnuliga virksemið, so
hvar er veruligi trupul
leikin?
Eg kann bara koma við
teirri niðurstøðu, at fer
mentanin og listin fyri
bakka í okkara samfelag,
fer hetta at taka nógv við
sær í fallinum, og so mugu
tit mongu valevnini taka
støðu til, um vit kunnu liva
við hesum?
At umstøðurnar hjá
festivalunum og Prix´inum
er ein ímynd fyri tí hótta
falli okkara tónleikalív er
fyri, í løtuni, skal eg ikki
taka støðu til, men fær
føroyska mentanin ikki
størri rúmd í politisku
skipanini, kemur hetta at
skaða okkara samleika, og
fara nógv av okkara
listafólkum at missa seg
sjálvi, tí fíggjarligu og
fysisku umstøðurnar fara
at spenna bein fyri mong
av teimum.
Eg ynski sjálvandi, at
bæði Summarfestivalurin
og G! Festivalurin koma
sær úr truplu støðuni.
Tað er ongin loyna, at
byrja vit at tosa um mentan
og tónleik, eru tað fleiri,
sum yppa øksl og síggja
hetta sum ein
luksustrupulleika – tað er
tað IKKI!
Mong hava sett hesum
fólkum spurningin, nær
hesi ætla sær at finna sær
eitt veruligt arbeiði.
Hetta sigur nakað um,
hvussu stutt vit eru komin
á leiðini, og tí er neyðugt
við eini munadyggari
hugburðsbroyting, so vit
ØLL byrja at síggja
mentanina og listina at
vera ein tíðandi part í
okkara gerandisdegi.
Gevið mentanini tað –
henni tørvar!
Eg vil bara, enn einaferð,
senda eina áheitan til
politiska myndugleikan
um, at skapa tónleikinum
og listini so góðar
møguleikar, sum gjørligt,
so hesi kunnu geva okkum
og øllum føroyska
samfelganum nakað gott
og burðardygt á leiðini.
GOTT VAL ØLL
SOMUL!
Ein áheitan til ALLAR politisku flokkarnar og valevnini
Fríðálvur
Jensen
Bíblian innblást av Gudi
- ikki mannaorð um Gud
Sætti partur
1. sámuelsbók byrjar við at ein kvinna, Hanna,
biður Gud geva sær ein son, so skal hon geva
Gudi hann aftur. Hanna varð bønhoyrd, fekk
sonin Sámuel, og gav Harranum hann aftur, sum
hon hevði lovað. Sámuel vaks tí upp í
tabernaklinum hjá Eli presti, og tíðliga byrjaði
Harrin at tala til hendan unga dreingin.
1
So gjørdi nú drongurin Sámuel tænastu fyri
HARRANUM undir Eli. Orð HARRANS var
sjáldsamt á teimum døgum sjónir vóru fáar.
2
So var tað ein dagin, meðan Eli lá og svav, har
sum hann var vanur at liggja eygu hansara vóru
nú so farin, at hann sá einki;
3
og lampa Guds var enn ikki sløknað; Sámuel lá
og svav í halgidómi HARRANS, har sum ørk
Guds stóð
4
tá rópti HARRIN á Sámuel, og hann svaraði: ”Ja,
her eri eg!”
5
Hann skundaði sær so til Eli og segði: ”Her eri
eg tú rópti meg!” Men hann svaraði: ”Eg havi
ikki rópt teg far bert aftur og legg teg!” So fór
hann og legði seg.
6
Tá rópti HARRIN uppaftur: ”Sámuel!” Og
Sámuel fór upp og til Eli og segði: ”Her eri eg
tú rópti meg!” Men hann svaraði: ”Eg havi ikki
rópt teg, sonur mín far bert aftur og legg teg!”
7
Sámuel hevði enn ikki lært HARRAN at kenna,
og orð HARRANS var enn ikki opinberað
honum.
8
Tá rópti HARRIN triðju ferð: ”Sámuel!” Og
hann fór upp og til Eli og segði: ”Her eri eg tú
rópti meg!” Tá skilti Eli, at tað var HARRIN, ið
rópti á drongin.
9
Eli segði nú við Sámuel: ”Far aftur og legg teg,
og rópar Hann á teg, so sig: ”Tala, HARRI
tænari Tín hoyrir!”” So fór Sámuel og legði seg,
har sum hann átti at liggja.
10 Tá kom HARRIN og stóð har og rópti nú sum
áður : ”Sámuel, Sámuel!” Og Sámuel svaraði:
”Tala tænari Tín hoyrir!”
11 So segði HARRIN við Sámuel: ”Nú skal Eg gera
nakað í Ísrael, sum skal fáa tað at ringja fyri
báðum oyrum alra teirra , ið hoyra um tað!
1.sámuelsbók 3,111.
Her síggja vit, at Harrin talar til ein ungan mann,
kanska smádrong. Hesin drongurin gjørdist tann stóri
gudsmaðurin Sámuel profetur og dómari í Ísrael.
Søgan, sum vit lesa um í 1. sámuelsbók, er, sum
alla aðrastaðni í bíbliuni, prógvað av hendingum,
sum vísa, at Harrin stóð aftanfyri sítt verk og
prógvaði, hvør hann var. Her lesa vit m.a. hendingina
um, tá ið filistarar tóku sáttmálaørk Guds og fóru til
filistaraland við henni og settu hana inn í tempul
Dagons. Men hvat hendi. Jú tveir morgnar upp í slag
lá Dagon fram eftir rommum á gólvinum
frammanfyri ørk Guds. Høvdið og báðar hendurnar
lógu á gáttini tann seinra dagin. Harrin slerdi eisini
filistarar við sjúku, soleiðis at teir máttu senda ørkina
aftur til ísraelsmenn. Tað var gjørt á tann hátt, at tvær
kýr, ið nýliga høvdu kálvað, vóru spentar fyri ein
vagn, kálvarnir vóru læstir inni í fjósinum. Men
kýrnar hildu av stað við ørkini og steðgaðu ikki,
fyrenn tær vóru komnar um markið til Ísrael og
steðgaðu í BetSemes.
Jú sanniliga, bíblian er ein bók full av undrunar
verdum hendingum, sum prógva Guds allmektiu
hond. Gud kann lætt seta náttúrulógir úr gildi. Skuldi
hann ikki kunna gjørt tað, hann sum sjálvur er
arkitekturin og byggimeistarin aftanfyri alt, sum vit
síggja og ikki síggja.
Bíblian er ísraelssøga og Guds tala til okkara, sagt
frá av jødunum eftir boði frá Harranum yvir allari
jørðini.
Hann hevur kunngjørt Jákupi orð Sítt, Ísrael boð
Síni og lógir Sínar;
tað hevur Hann ikki gjørt við nakra aðra tjóð; lógir
Hansara kenna tær ikki. Halleluja! Sálm. 147,1920.
Framhald.
richard
danielsen
viðmerkingar