Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2008 39 Eg veit ikki, um tað er tí at allur tíðindaflutningurin verður stýrdur úr høvuðsstaðarøkinum. Men tað sær soleiðis út, tí higartil hevur ikki verið nevnt eitt orð um kommunala útjavning í øllum valkjakinum, ið miðlarnir hava skipað fyri. Eitt alt avgerandi tiltak fyri at skapa vøkstur uttan fyri miðstaðarøkið, eina miðspjaðing, er, at allir borgarar fáa somu møguleika, óansæð hvar í landinum teir búgva, tí er ein ella onnur útjavningarskipan alneyðug. So seint sum í síðstu viku var uppgerð frá Innlendismálaráðið kunngjørd. Henda uppgerð vísir, at inntøkurnar eru ógvuliga ólíkar millum tey ymisku økini í landinum. Uppgerðin kann síggjast á imr.fo. Henda vísir, at rættast hevði helst verið at avtikið kommunuskattaskipanina og heldur havt eina umfordeiling eftir fólkatalinum, so øll fólk fingu líka virði her í landinum. Tað er upp á tíðina, at flokkarnir klárt melda út, hvat teir ætla at gera á hesum øki. Og tað skal verða nú, áðrenn valið, so vit kunna síggja teirra støðu, so vit síggja hvør er verdur at velja. borgarstjóri, Miðvágur NapolioN MagNusseN Enn einaferð hoyrdu vit um, hvussu tann staki uppi­ haldarin skal stuðlast, soleiðis at hann (ella hon) kann fáa sær eina útbúgv­ ing og hava sama livistøði sum giftir uppihaldarar – hesa ferð frá Helenu Dam á Neystabø. Alt gott um tað. Tað er ikki lætt at vera einsamallur um allar tær (uppgávur og) útreiðslur, sum fylgja við, tá ein skal forsyrgja sær sjálvum og einum barni (ella kanska fleiri børnum ). So er tað, at eg má spyrja: hvar eru tær røddir­ nar, sum skulu eitast at tala søk teirra, sum tó at tey eru gift, ikki fáa endarnar at røkka saman? Á tingi tosa tey um, at Føroyar skal verða heimsins besta samfelag at liva í um nøkur heilt fá ár, men hvar eru teir pengarnir farnir, sum skulu brúkast til at fremja hetta mál? Er tað virkuliga meira neyðugt at tveita pengarnar í eitt hol fyri og annað eftir, heldur enn at stuðla har tað veruliga er tørvur á tí: hjá tí meiniga føroyinginum? So ofta hava vit hesa seinastu tíðina hoyrt um, hvussu ringt tað er at vera stakur uppihaldari. Eg veit av royndum, at tað er minst líka trupult at verða hjún við tveimum vanligum arbeiðsmannainntøkum og 5 børnum. Tað er tyngri enn at vera stakur uppi­ haldari !!! og serliga tá fleiri av børnunum skulu á stovn hvønn dag. Tað mugu tey jú, um bæði tvey skulu til arbeiðis fulla tíð hvønn dag. Tey støku fáa hóast alt stuðul til brillur, húsarhaldstól, dóp, kon­ firmatión o.a. Tær stóru smábarnafamiljurnar fáa ONKI !!! Og fara vit so at tosa um at útbúgva seg, tá ein hevur smá børn, so er heilt galið. Gamaní, barnastudningurin er komin – vónandi fyri at verða. Tað hjálpir eitt sindur, men eg má spyrja: hvat barn brúkar fyri minni enn kr. 600,­ um mánaðin fyri mat og klæði? (tá er onki sagt um ansing, frí­ tíðarítriv og blæður) Hámarkið fyri hvat tú kanst tjena (samlað inntøka fyri bæði hjúnini) fyri at fáa frípláss á stovnunum er sett so lágt, at skulu øll fara mett í song um kvøld­ ið, so mugu td. lánini bíða til eftir lokna útbúgving. Og gert tú so bara eitt lítið veiggj fyri at tjena nøkur eyka oyru, so at tað skal verða lættari at liva, so verður tú straffaður við eini rokning frá myndug­ leikunum, sum umsita fríplássið/­ini, tí “tú hevur bara loyvið til at tjena so og so nógv, skalt tú varveita fríplássið!” Vit hava við øðrum orðum ongan møguleika at tjena nøkur eyka oyru fyri at lætta um fíggjarliga, so leingi vit hava barn/børn á stovni. At bjóða føroysku barna­ familjunum hetta í 2008 líkist ongum ! nú bert 7 ár eru eftir til 2015, tá Før­ oyar skulu eitast at verða heimsins besta land at búgva í. Stuðla vit ikki teimum, sum so ella so hava ábyrgd av børnunum, so kunnu vit vænta, at tey leita burtur hiðani – úr Føroyum. Og hvussu nógv av teimum koma aftur tá? Minnist bara til kreppu­ árini, tá 7000 føroyingar flýddu úr Føroyum – 2000 komu aftur! Tunlarnar (holini) kunnu vit vera fyri uttan – eina tíð í øllum førum. Vit kunnu ikki vera børnini fyri uttan. Tey eru jú okkara framtíð! Hvar eru tit, sum hugsað um og vilja stuðla og hjálpa giftum uppihaldar­ um við stórum húsar­ haldi???? Eg fari tí at heita á tykkum, sum verða vald á ting, um eisini at hugsa um tær stóru familjurnar, tí tær hava tað heldur ikki lætt fíggjarliga! Føroya størsta skomm! Tað er fríggjadagur 15 desember 2006 og Kl er 09.50 Føroya Løgting sessast til fund nr 41, uppskot frá Annitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum, um “Kynsliga orientering” tiltikna grein 266 B. Eftir drúgva viðgerð við broytingaruppskotum aftur og fram, verður Føroya størsta skomm nakrantíð, samtykt. Og sum tað eisini bleiv sagt beint aftaná av mongum – hetta er bert byrjanin, og livst so spyrst, tí longu nú eru røddir frammi um at loyva skrásettum parlag og allari aðrari óhumsku, sum ikki hoyrir heima í einum kristnum landi, og tí er tað so sera umráðandi, ­ nú val stendur fyri durum, at vit velja fólk sum standa fyri tí kristna arvinum, tí Gud letur seg ikki spotta, og hann hevur heldur aldrin signað – hvørki land ella fólk, har siðloysi ræður. Sjálvur valdi eg tjóðveldið í eini 30 ár ella meira, ­ men so fekk eg eyguni upp fyri hvørja leið hesin flokkur vildi halda í etiskum, moralskum og bíbilskum spurningum, og tá var eg skjótur at velja hann frá. Ja heldur samband á einum kristnum støði, enn tjóðveldi og loysing við siðloysi. So mín áheitan til øll tey trúgvandi í Føroya landi ­ veljið við umhugsni tey sum uppstillaði eru og kannið eftir, hvat tey standa fyri í hesum álvarsmáli, sum er við ella ímóti Guds orðið. Tey, ið atkvøddu fyri grein 266 B. Vóru. Annita úr Fríðriksmørk. Tjóðveldi Finnur Helmsdal. Tjóðveldi Heidi Petersen. Tjóðveldi Hergeir Nielsen. Tjóðveldi Høgni Hoydal. Tjóðveldi Páll á Reynatúgvu. Tjóðveldi Torbjørn Jacobsen. Tjóðveldi Edmund Joensen. Sambandsfl. Johan Dahl. Sambandsfl. Olav Enomoto Sambandsfl. Kai Leo Johannesen. Sambandsfl. Lisbeth Petersen. Sambandsfl. Andrias Petersen. Javnaðarfl. John Johannesen. Javnaðarfl. Kristian Magnussen. Javnaðarfl. Vilhelm Johannesen. Javnaðarfl. Poul Mikkelsen. Fólkafl. Íalt 17 atkvøður fyri “Siðloysi”. Tey, ið atkvøddu ímóti grein 266 B. Vóru. Alfred Olsen. Sambandsfl. Marjus Dam. Sambandsfl. Anfinn Kallsberg. Fólkafl. Jógvan við Keldu. Fólkafl. Jørgen Niclasen. Fólkafl. Kjartan Joensen. Fólkafl. Óli Breckmann. Fólkafl. Heðin Zachariassen. Fólkafl. Gerhard Lognberg. Javnaðarfl. Henrik Old. Javnaðarfl. Sverri Midjord. Javnaðarfl. Jenis av Rana. Miðflokkurin. Bill Justinussen. Miðflokkurin. Karsten Hansen. Tjóðveldisflokkurin – nú í Miðflokkinum. Kári P Højgaard. Sjálvstýrisfl. Íalt 15 atkvøður ímóti “Siðloysi”. Løgtingsformaðurin er oftani frammi, nú seinast í samband við eina vallýsing, um “Tignina” í løgtinginum og løgtingshúsinum, ­ fyri mítt viðkomandi síggi eg onga “Tign” á hesum stað, fyrrenn øll tey, ið atkvøddu fyri grein 266 B, eru vald út úr Løgtinginum. Gott val og Gud signi mítt føðiland. Føroyar. Einaferð heitti kendur før­ oyskur skipari á stýrimann sín, um at føra skipið fyri seg meðan hesin var í landi ein túr. Nei, tað hætti eg mær ikki. svaraði stýrimað­ urin. Tað er í fínasta lagið, svaraði skiparin, so fari eg at leita mær eftir nýggum stýrimanni. Tá ið stýrimaðurin hevur loyst skiparin av á brúnni, hevur hesin alla ábyrd av skipi, manning og ferða­ fólki, Tí krevst at stýrimað­ ur kann og skal taka á seg somu ábyrd sum skiparin. Í øllum smáum reiðaríum er tí vanligt og náttúrligt at gjørd verður ein fram­ flyting av yvirmonnum. Royndir er mannagongdin. Tað er bara í stórum reiða­ ríum sum t.d. Mærsk, har ein so og so stórur blokkur er av kapteinum, at hesir flyta millum størvini. Tá ið gingið verður uttan um stýrimennninar á Smyrli, at taka við sum skiparar eftir teir, ið leggja frá sær, kemur tú ikki til aðra niðurstøðu, enn, at: framferðarhátturin hjá fyrrverandi og núverandi stjóra á SSL, er ein dis­ kvalisering av verandi stýri­ monnum. Grundað á roynd­ ir teirra og at teir hava søkt, er eingin omanfyri ella við síðuna av teimum ­ teir er bestu boðini uppá skiparar har umborð. Illveður av landsynningi og mysing er ikki eitt óheld men ein verðuleiki. Her krevst skil, ikki minst, tá ið dekkið er fult av bilum og trailarum. Siglingar­ leiðin millum Glyvursnes og Frobiarnýpuna kann mangan vera buldraslig og als ikki vandaleys. Talan er um tríggjar streymharðar firðir, ið renna saman. Her krevjast drúgvar royndir. Tí er ta mær ein gáta, hví farið verður eftir útisiglar­ um fram um okkara egnu stýrimenn. Mær vitandi hava nógvir av útisiglarun­ um ongantíð sjálvir lagt skip at bryggju. Tað eru sleipibátar, sum toga tey til kei. Framferðin við stýri­ monnunum á Smyrli má tí sigast vera vánaligasta handfaring í gjørd er í áralongu siglingarsøgu Føroya. Tað skuldi avgjørt verið krav, at stjórar á einum skipsreiðaríi hava kunnleika til havið, men her tykir mær, at hønan er set á básin og kúgvin á vaglið Innlit má og skal fáast í eitt slíkt mál, eitt mál, ið kostað hevur størv. Torir eingin at lata málið upp­ aftur? Partísku fjølmiðl­ arnir í Havn fingu blóð á tonna, tá ið teir sóu møgu­ leikan at fáa ein landsstýris­ mann í guillotinina hjá løgmanni sum straff fyri, at hann flutti ein stovn út um Havnina, og teir góvust ikki, fyrr enn málið var nátt. So teir hava fingið tað burtur úr, sum teir vildu. Men tað mátti verið onkur annar, serstakliga í hesum lyftisríku døgum, nú menn ­ og ikki minst kvinnur, siga seg skulla til at rudda upp í samfelagnum. Undirritaði hevur áður biðið um eina reiðiliga frágreiðing frá leiðsluni á SSL, hví stýrimenninir ikki fingu størvini. Er tað tí teir hava ikki førleika at vera skiparar? Um so er, so hava teir heldur ikki før­ leika at vera stýrimenn. Tí eigur at vera sagt við teir, sum skiparin segði við stýrimannin: so mugu vit fara at leita okkum eftir nýggjum stýrimonnum. Ella? Kári KjelNæs Einki nevnt um kommunala útjavnin í valstríðnum Eru stakir uppihaldarar so nógv øðrvísi enn aðrir uppihaldarar? Syðrugøta Halda s. dalbø Størsta misálit í føroysku siglingarsøguni joHN s. MyllHaMar viðmerkingar