Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 12 - 17. januar 2008 Eitt av teimum málum, sum tíverri datt niðurfyri, nú varð varð útskrivað, var løgtingsmálið um Fróðskap­ arsetur Føroya, har Lærara­ skúlin, Sjúkrarøktarfrøði­ skúlin og Fróðskaparsetrið skulu leggjast saman í ein stovn undir navninum Fróð­ skaparsetur Føroya við enska undirheitinum The Uni­versi­ty of The Faroe Islands. Tað var sera hugaligt at sita í tingsalinum og lurta tann dagin málið var lagt fram. Tað er sum um hug­ burðurin hjá tingfólki av álvara er broyttur. Øll tey sum tóku orðið vóru sera positiv og ein fekk eina fløvandi kenslu av at ting­ fólk nú kenna seg at eiga hetta barn, sum er tað nýggja Fróðskaparsetrið. Onkur harmaðist at Vinnuháskúlin ikki eisini var partur av hesi fusión, men tað man fara at koma Eg vóni eisini at ein partur av handilsskúlanum verður uppstigaður til at fáa uni­ versitetsstatus, so vit eisini fáa handilslærugreinir á hægri stigi á nýggja setri­ num. Vit sum standa fyri Fróð­ skaparsetrinum og hinum hægru lærustovnunum vóna at sami positivi andi heldur sær kemur av álvara at gera vart við seg eftir valið, uttan mun til hvør samgonga verður. Prógvini Prógvini sum skulu kunnu takast á nýggja Fróðskapar­ setrinum eru bachelor­ prógv, masterprógv og doktaraprógv. Bachelor­ prógvið tekur 3 ár, master­ prógvið 2 ár omaná bache­ lorprógvið og doktara­ prógvið er 3 ár omaná masterprógvið. Sjálvur kundi eg hugsa mær at tað eisini skuldi borið til at tikið eitt diploma­prógv, sum skuldi verið fyrra helvtin av einum master­ prógvi. Er longri starvs­ venjing uppi í, kann saml­ aða lestrartíðin verða longd nakað. Prógvini skulu kunnu verða vend beinleiðis móti einum starvi í samfelag­ num, sum eitt nú lærara, miðnámsskúlalærara, sjúkrarøktarfrøðingi, skips­ førarara, maskinmeistara, journalisti, sosionom, sak­ førara, savnsvørði, ment­ anarvørði ella hvat alt eitur ella kann koma at eita. Hinvegin skal tað eisini bera til at seta saman fríari útbúgvingar av ymiskum slag. Hesar skulu kunna verða settar saman av lestri bæði í Føroyum og aðrastaðni. Eitt felags krav skal kortini verða og tað er eitt minstamát av vísinda­ ástøði og –háttalagi. Eisini skulu bachelorar skriva eina bachelorritgerð og í masterútbúgvingunum skal verða kravt ein masterrit­ gerð av eini ávísari stødd. Persónliga haldi eg at Fróðskaparsetur Føroya í framtíðini ikki eigur at verða alt ov formalistiskt, tá tað ræður um góðkenn­ ingar av útbúgvingarpart­ um, men tað ræður um kvalitet eigur ikki at verða slakað. Kvalitetur er annað enn formalisma og krakka­ sjón. Tað er ofta á marki­ num millum útbúgvingar at tað nýggja sprettur. Hetta er eisini teir tankar sum eru frammi í løtuni. Flestu halda nú at tað er høpis­ leyst at lata ungfólk taka meginpartin av tí tey hava nomið aðrastaðni umaftur, bert tí at tað ikki passar inn í eitt ella annað formalist­ iskt system. Her eiga vit á Fróðskaparsetrinum at verða fræls, frí, nýskapandi og kreativ. Modul Fyri at fáa sum mest nyttu burturúr skal undirvísing­ ina skipast í modul ella samanhangandi lestrarnám við virðisáseting í ECTS. (ECTS er ein stytting av tí enska European Credi­t Transfer and Accumulati­on System). Eitt heilt lestrarár fevnir um 60 ECTS. Lestrarnámini skulu helst ikki vera minni enn 5 ECTS og ikki størri enn 30 ECTS, men alt har ímill­ um. Tey skulu skipast sum grundskeið og serskeið á bachelor­ og masterstigi. Fróðskaparsetrið skal hava eitt katalog við nágreinilig­ um yvirliti yvir útbúgving­ ar og modul og tað skal bera til at seta tey saman til prógv eftir forskriftum sum Fróðskaparsetrið ásetur. Taka vit læraraskúlan til dømis so hevur skúlin tær lærugreinir, sum eru neyð­ ug fyri at seta saman eina bachelor útbúgving sum lærari og námsfrøðingur, her skal í summum førum ein broyting fara fram, soleiðis at lestrarnámini verða tikin samlað yvir styttri tíð, soleiðis at tað skal bera til at spara tíð við at seta tey saman sum byggiklossir. Hesar útbúgv­ ingar geva rætt sum starv sum lærari og námsfrøð­ ingur innanfyri ávísar karmar. Á sama hátt skulu útbúgvingarnar sum sjúkra­ røktarfrøðingur, skipsfør­ ari, maskinmeistari føra til ávís størv. Masterútbúgvingarnar sum koma omaná bachelor­ útbúgvingarnar skulu verða bæði ein breiðkan av fak­ økinum og ein spesialiser­ ing. Her kunnu vera fleiri møguleikar og summar masterútbúgvingar skulu verða beinleiðis starvs­ vendar. Umframt starvsútbúgv­ ingar skal vera møguleiki fyri fleiri fakútbúgvingum, sum kunnu verða settar saman av einum ella fleiri fakum, sum stuðla undir hvørt annað, tað verið seg innan hugvísindi, samfe­ lagsvísindi, náttúruvísindi, handilsvísindi, vinnuvís­ indi, verkfrøði, heilsuvís­ indi o.s.fr. Her skal verða møguligt at seta saman eina útbúgving av øllum teimum modulum sum eru á setrinum, umframt tí sum tey lesandi taka við onnur universitet. Skil skal sjálv­ andi verða í og útbúgv­ ingarnar skulu góðkennast. Gransking Undirvísingin skal sjálv­ andi eisini hava støði í teirri gransking sum fer fram á setrinum, men tað er ikki neyðugt at aftanfyri øll modul, sum tað verður undirvíst í, skal verða ein granskari. Í summum før­ um ber til at klára seg við minni. Men Fróðskapar­ setrið nýggja eigur, tá tað kemur til gransking við stórum G at konsentrera seg um ávís granskingar­ øki, har vit byggja upp ein førleika á altjóða stigi. Fyri at kunna tað er neyðugt frá byrjan at seta við Ph.D­ lesandi, sum verða knýtt at teimum eldru granskaru­ num, sum kunnu taka yvir og menna granskingar­ økini, so hvørt sum tey eldru fara frá fyri aldur. Eisini eigur setrið at taka upp nýggj øki at satsa uppá. Vísir tað seg t.d. at vit í starvi hava eitt fólk sum undirvísir í kristni og lívshugsjónum, sum hevur eitt stórt granskingarligt potentiali, so eiga vit at menna hetta øki. Vit mugu verða skjót og taka okkum av teimum tallentum sum vit hava og fáa. Tallentrøkt má verða ein partur av virksemi setursins. Hetta er sjálvandi ikki ókeypis, men hin vegin vísir tað seg allastaðni, at hevur tú góða hægri undirvísing og góðar granskingarmøguleikar í landinum, so gevur tað landinum nógvan pening aftur, sum gevur okkum íløgurnar aftur bæði við vinningi og rentum. Vit, sum fáast við hægri undirvísing og gransking, frøast yvir broytta hugburð­ inum millum politikarar og vóna at hann heldur og styrkist í framtíðini. Latið tey bestu fólkini vinna valið. Fróðskaparsetur Føroya University of The Faroe Islands Rektari á Fróð­ skaparsetri Føroya Jóan Pauli Joensen Tað, vit í dag so hábarsliga kallað “list”, er ein náttúr­ ligur hugur at skapa, sum frá tíðarinnar morgni hevur styrkt menniskja og sam­ felag. Í modernaðari verðins­ søgu hava kongar, keisarar, tzarar, greivar, politikarar, filosoffar, lærarar og arbeiðsfólk gjøgnum øldir virðismett list. Vanligt var at ´kultivera´ listarlig verk, og er hetta samstarvið grundarlagið undir flestu listarligu stórverkum. Balletskúlar og sjónleikar­ hús vóru stovnaði av kong­ um; komponistar og rit­ høvundar stuðlaðir av greivum. Listafólkið sjálvt varð ikki altíð høgt í metum, men virðing var fyri arbeiðinum tey gjørdi. Í dag tykist sjónarmiðið hjá summum at vera, at tað sum ikki kann nertast við, kann ikki brúkast til nakað, og er tað kanska ein óhepp­ in leivd av vesturlendska industriella rákinum. Í veru­ leikanum njóta føroyingar feitt av teimum íløgum, ið størri lond gera innan ´abstrakt´ øki, sum gransk­ ing og list. List virkar sum ein kreativ innspræning í heilan og sálina, soleiðis at skilja, at list er orkuskap­ andi fyri móttakaran: vinnu­ lívsmannin, arbeiðaran og skúlanæmingin. List er eitt útrykk fyri identiteti og ein orka, ið setur spurningar við viðurskifti og tankar innan í og rundan um menniskja og samfelag. Ein staðfesting og ískoytan til, heilt einfalt, at hugsa. Tankar og kreativitetur detta ikki av himni niður í føroyingin. Alt tað vit ikki gera sjálvi, tað gera onnur fyri okkum, og so kemur tað hendavegin seinni. Trupuleikin er bara í hes­ um førðinum, at útheim­ urin kann ikki skapa okk­ ara mentan. Sleppa fólk ikki at útrykkja seg her á klettinum, so rýma tey. Tey tíma ikki at vera her. Samfelagið verður ov eins­ táttað, tí lítið og einki verður ruskað í verðandi diskursir, gamlar manna­ gongdir og hugsunarhættir. List er ein súla í einum skapandi samfelag og skal hendan súlan styrkjast við m.a. listarligum bóka­ savnið, verkætlanum har evni skulu lýsast gjøgnum list, samstarvi við privata vinnu viðvíkjandi møgu­ leika at leigu tøkni og pláss, venjingarhølum til tónleik og dans og ikki minst einum sterkum sjónleikarhúsi. Fyrsta stigið kundi verið at sundurskilt Mentamála­ ráði, soleiðis at listarliga umsitingin fær greiðari karmar at arbeiða undir og harvið betur úrslit. Feløgini í Samtak lýsa sín fulla stuðul til Havnar Arbeiðsmannafelag í sam­ bandi við málið um portørar og ambu­ lansustarvsfólk. Í málinum um portør­ arnar hevur Havnar Arbeiðsmannafelag havt samráðingarrættin í meir enn 40 ár, tí er átaluvert, at Starvsmannafelagið ro ynir at troka HAF úr teirra egna øki. Tí heita vit á Starvsmannafelagið um at halda seg burtur frá sáttmálaøkinum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Fakfeløg eiga, eins og Havnar Arbeiðsmannafelag, heldur at birta undir samstarv og saman stríðast fyri fleiri rættindum heldur enn at spjaða fakfelagsrørsluna. Tí mæla vit øllum fakfeløgum í Føroy­ um til at standa saman, og ikki at gera seg inn á øki har annað fakfelag hevur havt sáttmála í áravís. Vegna feløgi­ni­ í Samtak, Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag Vit skulu fáa útisetarnar heimaftur. Soleiðis hevur ljóðað upp í saman, síðani val­ stríðið byrjaði. Allir flokk­ ar eru rungandi samdir um, at tað hevur alstóran týdn­ ing at fáa lesandi føroy­ ingar aftur til Føroya eftir loknan lestur. Meðan tað ikki skortar við føgrum orðum, so er ómetaliga langt frá orðum til gerð. Føroyingafelagið í Århus er samansett av fólki, sum sjálvboðin hava tikið stig og seta tíð av til at arbeiða við føroyskari mentan. Tíverri er tað ómetaliga tungt at fáa felagið at mala runt. Politiski myndugleik­ in í Føroyum er ikki áhug­ aður at stuðla hesum felags­ arbeiði, sum allir hálova. Einasta orsøkin til, at felag­ ið ber seg, er, at Århus kommune stuðlar virksemi felagsins, og limir felagsins taka stór tøk fyri at fáa pening til vega. Hesin fæst oftast frá barrvirksemi og limagjaldi, sum alt kroystir pengar frá hart kroystum lesandi. Arbeiðið hjá føroyingafelagnum í Århus gagnar so at siga bara føroyska samfelagnum. Komandi vitanarsamfelagið eigur eina ríka tilfeingiskeldu í Århus. Men eingin tilfeingisrenta skal rindast. Tað skal bara ein evarska lítil upphædd, mált í mun til ágóðan. Um lærd fólk skulu venda aftur til Føroya, so er neyðugt at røkka teimum, meðan tey enn eru lesandi. Tey lærdu hava heimin sum teirra arbeiðspláss, og tað skortar ikki við tilboðum. Hví skulu tey lata nakað til Føroya, tá eingin áhugi verður vístir teimum? Hví skulu tey venda heimaftur? Tískil er tað einfalt. Lættasti og bíligasti mátin at fáa føroysk lesandi aftur til Føroya, er at stuðla teimum, sum longu vísa føroyska samfelagnum og mentanini áhuga. Hjá okkum lesandi er svarið sera einfalt. Føroyingafelagið í Århus Mentanarbólkurin Hví skulu lesandi venda heimaftur? Yvirlýsing: Stuðul til Havnar Arbeiðsmannafelag List hevur altíð verið til Jóna K. Thomsen viðmerkingar