Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2008 41 Nú tað alment er komið fram, hvat kanningin av "Olshana-tilburðinum" fevnir um, kann tað longu staðfestast, at kanningin ikki fer at tæna framtíðar tilbúgvingini í landinum. Orsøkin er einføld: tann, sum spyr býtt, fær býtt svar. Politiskt kanningarsnið Ikki veit eg at siga, hvør er kokkur handan kanningar- setningin, sum næstsein- asta vikuskifti varð endur- givin í Sosialinum. Tað er so ikki fólk við skili fyri tilbúgving og almennum kanningum, sum hava ráðgivið tær í hesum føri. Sjálvur hevur tú óivað sum fólkaskúlalærari málsliga havt ein fingur við í enda- ligu orðingunum og stav- setingini. Eitt er tó púra vist, ein alment sett kann- ingarnevnd fer bara at geva svar uppá settu spurning- arnar, hóast onnur viðkom- andi evni eisini eiga at verða viðgjørd í sama við- fangi. Orsøkin er einføld: settu spurningarnir seta karmin um, hvussu frítt rásarúm kanningarnevndin hevur at virka inn anfyri. Skilaleysir kanningarsetn- ingar eru tíverri ikki nakað ókent fyribrigdið í føroysk- um politikki og fyrisiting. Tí kann ein loyva sær at spyrja, júst hvørjum skal henda kanningin av Olshana-tilburðinum tæna? Ella hinvegin, júst hvørjum, er hon "design- að" at leggjast eftir? Svart ella hvítt? At biðja eina kanningar- nevnd um at svara ja ella nei til spurningin um tað var rætt ella skeivt at toga skipið av Vestaru fles, áðrenn oljan varð tømd úr skipinum vísir meira enn nakað annað, at tað er ong- in dýpd í kanningarsetning- inum. Hvat nú, um spurn- ingurin ikki letur seg svara við einum greiðum ja ella nei? Hvat nú um ongin út- gerð fanst til hetta endamál eftir einari løtu, tímum ella døgum? Skal ódnin, sum blásti Summarfestivalin upp til himmals gloymast í hesi kanning? Eigur yvir- skipaða endamálið við eini og hvørjari almennari kann- ing ikki at vera at gera ting- ini betur fyri framtíðina? Spurningurin er, hví politiski myndugleikin hvørki hevu r áhuga í ella dirvi til at fordjúpa seg í øll viðkomandi viðurskifti kring Olshana-tilburðin, heruppií tað sum er skjal- fest, og ikki minst tey viðurskifti, sum ikki eru skjalfest. Er tað tí at MRCC Tórshavn og Tilbúgvingarstovnurin einsamallir skulu sita sum syndabukkar? Lat tað vera púra greitt. Uppgávan hjá MRCC Tórshavn er, eins og hjá øllum øðrum MRCC- støðum kring knøttin, at samskipa leiting og bjarging av mannalívum á sjónum. Hvussu nógv verður leikluturin hjá Fiski- veiðieftirlitinum kannaður sambært kanningarsetning- inum? Fiskiveiïeftirlitið varð av MRCC Tórshavn útpeikað sum On Scene Commander, ella skaða- staðsleiðari. Røktu teir hesa uppgávu til lítar? Hvussu nógv verður leik- luturin hjá øllum hinum kannaður? Hvussu nógv verða ábyrgdarviðurskiftini kannað tá um ræður bjarg- ing, oljutilbúgving og sleip? Orsøkin til vanlukkuna var.... Ymiskar meiningar eru um Jøkulfell-kanningina, sum varð gjørd av DNV. Men tað rós skal tann kanningin fáa, at hon fór so mi kið djúpt inn í spurningarnar, at til bar at koma við tilmælum um, hvat skuldi til fyri at betra um tilbúgv- ingina. Olshana-kanningin kann tíverri samanberast við, at spurt verður um, hví ein bilur rendi á í undan- brekku. Ein yvirfladisk kanning kann skjótt stað- festa, at ov nógv ferð varð orsøkin til vanlukkuna. Ein fakliga væl gjørd kanning kann hinvegin staðfesta, at feilur í bremsuskipanini førdi til, at bilurin rendi á, rætt og slætt tí ikki bar til at bremsa. Ein professionel kanning, sum hevur fyri- byrging og betran fyri eyga, kann eisini siga, hvat orsøkin varð til, at bremsu- skipanin ikki riggaði. Heilt erligt, lat eitt sindur av fakligheit sleppa at ráða, eisini tá almennir pengar verða brúktir til almennar kanningar. Ti Bjørn Kalsø, tann sum spyr býtt fær býtt svar. Eisini tá man er politikkari, fólkaskúla- lærari ella bóndi. Innanhýsis kanningar Hóast kanningarnevndin er mannað við fólki, sum ikki hoyra Fiskimálaráðnum til, so vil landsstýrismaðurin verða við, at talan er um eina innanhýsis kanning. Nógvar atfinningar hegl- aðu niður á Tilbúgvingar- stovnin frá politikkarum, fjølmiðlum og øðrum, tá boðað varð frá, at tvær innanhýsis eftirmetingar vóru gjørdar av Olshana- átakinum. Atfinningarnar gingu mest uppá, at ein ikki objektivt kann kanna seg sjálvan í slíkum føri og tí kann almenningurin, politikkarar og onnur ikki hava álit á niðurstøðum, sum verða gjørdar í innan- hýsis kanningum. Er støðan øðrvísi fyri innan- hýsis kanningar, sum Fiskimálaráðið leggur navn til? Ella skal uttanhýsis setta kanningarnevndin borga fyri góðsku tá kann- ingarúrslitið einaferð kemur, um tað nakrantíð kemur? Tað kann neyvan útihýsast, at um ein annar landsstýrismaður verður settur í Fiskimálaráðið eftir valið, so kann viðkomandi taka avgerð um, at kann- ingin ikki skal gerast, at kanningarsetningurin skal orðast øðrvísi ella at kann- ingin skal gerast av uttan- hýsis faklærdum fólki, ella hvussu? MRCC Tórshavn sum slóðbrótari Tað vik ast ikki burtur, at MRCC Tórshavn er fyrsti almennur stovnur í landi- num, sum fekk ISO-góð- kenning. Til øll tey, sum ikki kenna til slíkar skip- anir kann verða upplýst, at aðalmálið við at virka undir treytunum í ISO- góðskuskipanini er alsamt at gerast betur til tað virk- semi tú gert. Á donskum rópa tey tað "kontinuerlig forbedring". Ein fastur táttur í hesi stremban er júst at gera eftirmetingar av einum og hvørjum bjargingarátaki, har MRCC Tórshavn hevur ein leiklut. Eftirmetingin hevur sum endamál at gera MRCC Tórshavn betur til sítt arbeiði. Tí vóru umboð fyri øll, sum á ein ella annan hátt luttóku í Olshana- átakinum boðsend at taka lut í eftirmetingini. Umleið 50 fólk møttu og fingu tey øll høvi at koma við atfinn- ingum at leiklutinum hjá MRCC Tórshavn. Men tað vóru eisini onnur, sum vóru fyri atfinningum, hóast endamálið við eftir- metingini ikki varð at legg- jast eftir hinum. Men hvørji eru hini, tá talan er um føroysku sjótil- búgvingina? Ov nær skegginum? Tað ber ikki til at tosa um sjótilbúgvingina í Føroyum uttat at nevna Fiskiveiði- eftirlitið, sum fyrr gekk undir navninum Vaktar- og Bjargingartænastan. Fiski- veiðieftirlitið er í dag ein deild í Fiskimálaráðnum, altso beinleiðis undir landsstýrismanninum. Soleiðis er/var ikki við MRCC Tórshavn, sum varð lagt í Tilbúgvingar- stovnin, sum sjálvstøðugan stovn undir Fiskimála- ráðnum. Og her er munur á. At skipa eitt virksemi í stovn heldur í eina deild undir landsstýrismanninum borgar fyri, at skottið millum landsstýrismann og umsiting gerst meiri vatn- tætt. Við øðrum orðum, um landsstýrismaðurin nú fer at kanna Fiskiveiðieftir- litið, ja so kannar hann í veruleikanum seg sjálvan. Fær Fiskiveiðieftirlitið ábreiðslur fyri sín leiklut í átakinum, ja so er tað í veruleikanum ein ábreiðsla á landsstýrismannin sjálvan. Í slíkum føri kann landsstýrismaðurin ikki geva einum deildarstjóra eina nøs uttan at peika móti sær sjálvum eisini. Øðrvísi er við MRCC Tórshavn. Har kunnu stjór- ar og leiðarar av høvdast, tí so hevur landsstýris- maðurin ruddað upp - á pappírinum í øllum førum. Hvat við restini? Og so eru tað øll hini: kommunal sløkkilið, skip og bátar, bjargingarfeløg, Heilsufrøðiliga starvsstov- an, Innlendismálaráðið, reiðaríið ella umboðsmað- urin hjá Olshana, Politi, o. s.fr. Skal leikluturin hjá teimum kannast? Gjørdu tey øll tað, sum biðið varð um, ella vóru tey ikki før fyri at lyfta sína uppgávu, soleiðis sum tey áttu at gjørt i slíkari støðu? Ein kanning, sum ikki megnar at fara afturum fasaduna og bora í dýpd- ina, er ikki nøktandi og slett ikki tá talan er um at tryggja eina betri tilbúgv- ingartænastu fyri fram- tíðina. Neyðugt er at seta teir røttu spurningarnar fyri at fáa tey klóku svar- ini. Sum dømi kunnu hesir spurningar nevnast: Er verandi sjótilbúgving nøktandi við teimum almennu eindum, sum landið hevur til at taka? Hvat skal til fyri at betra verandi tilbúgvingar- skipan? Er heimildarbýtið millum MRCC Tórshavn, Fiskiveiðieftirlitið og aðrir myndugleikar nóg greitt og nóg væl lýst? Nær flytir ábyrgdin fyri einum átaki, sum bæði fevnir um fólk, umhvørvi og skip seg frá einum myndugleika til tann næsta? Skal tilbúgv- ingin liðast sundur í smáar eindir ella savnast? Hvat skal skipast við lóggávu og hvat skal skipast við avtal- um? Hvussu skulu komm- andovegirnir skipast? Hvørja útbúgving og venj- ing skulu almennu eindir- nar hava? Hvørja leiðbein- ing og tilboð skulu hini hava? Spurningar sum hes- ar hevur kanningin hjá Bjørn Kalsø als ikki for- mat til at svara, tí tann sum spyr býtt, fær býtt svar. Fyrisett drál ella politiskt sjálvmál? Ein kann hava illgruna um, at landsstýrismaðurin við vilja hevur drálað við at fáa kanningina gjørda, tí hvat nú um úrslitið varð klárt áðrenn løgtingsvalið? Tað kann jú hugsast, at landsstýrismaðurin er bangin fyri niðurstøðum, sum kunnu peika á hann sjálvan. Landsstýrismaðurin hevur annars havt sum "image" at hava eina hóvliga og seina framferð. Ei tt luksus, sum ongin í tilbúgvingini hevði tað kvøldið og ta náttina, tá Olshana stóð á vestaru Fles og í døgunum aftaná, tá oljan varð tikin upp. At landsstýrismaðurin skal brúka mánaðir og ár at grópa og leita eftir møgu- ligum skeivleikum og feilum, sum óivað vóru gjørdir av fleiri pørtum, meðan harðast leikaði á, er eftir mínum tykki spill av almennum pengum, serliga tá pengarnir ikki verða brúktir til at betra um til- búgvingina fyri framtíðina. Drál við kanningini er onki frægari enn eitt politiskt sjálvmál, tí landsstýris- maðurin kundi eins væl lagt á hin bógvin, og gjørt eina skjóta kanning - eitt mótálop. Eina kanning, sum longu varð klár, tá hann skuldi oman í løgting- ið at svara fyrispurning- inum frá stud.teol Jacob- sen, ein royndur havaristur, sum spurdi um kanning fór at vera gjørd. Men lands- stýrismaðurin misti yvir- litið, meðan harðast leikaði á, og tí spældi hann sjóvar- fallið av sær. Hann tók eitt politiskt "time-out" og brúkti næstu 14 dagarnar til at hugsa. Nú hevur hann sett seg afturá at bíða - ja, vit eru fleiri sum bíða, og bíða.... Spell at vit longu nú kunnu staðfesta, at nógvir spurningar eisini fara at standa ósvaraðir, tá ið kanningarúrlsitið fyriliggur. Tí, sum eg longu fleiri ferðir havi nevnt: tann, sum spyr býtt, fær býtt svar, Bjørn Kalsø. Banamaður Uttan mun til hvørji motiv- ir landsstýrimaðurin hevði, ella hvør ynskti avgerðina hjá honum, so hevur hann megnað at avhøvda lands- tilbúgvingina. Mær vitandi hevur tað ikki verið góður sambandspolitikkur fyrst at yvirtaka málsøki fyri síðan at avhøvda tey, í øllum førum ikki fyrr enn Bjørn Kalsø kom til valdið. Men Føroya løgting og lands- stýrið hava ábyrgdina av tilbúgvingini og lands- stýrismaðurin stendur til svars fyri tilbúgvingini, eisini um hon er avhøvdað. Tað munnu neyvan verða nógv fólk, sum hugagóð fara at bjóða seg fram at byggja føroysku tilbúgv- ingina upp undir teimum treytum, sum tú, Bjørn Kalsø, hevur at bjóða. Harmiligt at sambands- flokkurin ikk i valdi ein djarvan og skilagóðan persón í landsstýris- mannasessin, ein persón, sum er førur fyri at taka rættar avgerðir til frama fyri føroysku tilbúgving- ina. Hugstoytt er at stað- festa, at hin hóvligi, seini og vælumhugsaði bóndin av Kalsoynni skuldi gerast banamaður hjá tilbúgv- ingini longu fyrsta árið, málsøkið varð yvirtikið. Hugvekjandi er tað tó at staðfesta, at tann einasti tingmaðurin, sum sá skriftina á vegginum og mótmælti avhøvdanina av tilbúgvingini, var fyrr- verandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og núverandi formaðurin í fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen. Við vón um betri trygd og tilbúgving til øll á landi og sjógvi eftir løgtingsvalið. Tann, sum spyr býtt, fær býtt svar, Bjørn Kalsø Fyrrv. stkóri á MRCC Tórshavn Anni á Hædd viðmerkingar