Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Løgtingsvalið 19. januar 2008 2 Ferð eftir ferð hava kanningar víst, at neyðugt er við avger­ andi framburði í Suður­ oynni, skal oynni vera lív lagað. Serfrøðingar hava gingið kropp á kroppi og víst á, at nú – og tað merkir altso nú – má gerast nakað, so fólkavøksturin ikki minkar, men nýggj arbeiðspláss verða skapt. Hetta kann ikki henda ov skjótt! Sum skilst, ganga allir teir stóru politisku flokkarnir inn fyri tí nógv umrøddu vakstraravtaluni fyri Suðuroynna, hóast synd er at siga, at nógv er víst í verki enn. Men ein semja kann sjálvandi brúkast og skal brúkast, tí tað er veruliga umráð­ andi, at meira ferð kemur á – ikki minst í Suðuroynni. Skulu vit halda okkum til samhaldsfasta hugs­ unarháttin, so er ongantíð ov skjótt, at tær 50 milliónir krónurnar verða settar í grunnin, sum skal leggja botn undir vakstrar­ ætlanina. Land og komm­ unur eiga í felag at lyfta, so Suðuroyggin – sum tann perla, hon er – kann gerast enn sjónskari á Føroyakortinum, tá vit tosa um virksemi, arbeiðspláss, vælferð og framburð. Nógvar spennandi ætlanir eru longu í stoypi­ skeiðini, sum kunnu skunda undir, at nakað hendir. Her kann nevnast miðnámsskúlin, sum er í gerð, og ikki minst er umráðandi, at gongd eisini kemur á málið um Atlantic Adventure Eftirskúlan í Hvalba, sum kemur at hýsa 80 næm­ ingum og skapar eina rúgvu av dynamikki við arbeiðsplássum, mentan, góðum ungdómsum­ hvørvi og øllum tí, ið eigur at fylgja við einum slíkum skúla. At tað nú skal spyrjast so øgiligt kjak burturúr, hvør tekur undir við eftirskúlanum og ikki, skilji eg púrt einki av, tí her átti full semja at verið. Er nøkur ósemja, so má tað sigast at vera ein fabrikerað ósemja, sum botnar í ongum! Sjálvandi skulu vit hava eftirskúlan í Hvalba, og sum virkin partur í málinum, mestsum frá fyrsta degi av, kenni eg málið sera væl, og kann bara viðmæla, at arbeitt verður skjótari við tí á løgtingi og í landsstýri í komandi valskeiði, enn gjørt hevur verið higartil. Eingin veit betur enn vit í Tórshavnar komm­ unu, at ein slíkur eftir­ skúli ikki bert kemur at gagna Suðuroynni, men øllum landinum. Fyri okkara part hava vit stóran tørv á hesum møguleika, so tá eftir­ skúlin kemur, fer okkara partur heldur ikki at liggja eftir, tí eg eri sannførdur um og veit, at tað ikki minst vera næmingar úr Havnini og Suðurstreymoy, ið fáa mikla gleði av hesum eyka skúlaárinum suðuri í Hvalba. Umframt omanfyri nevndu mál, so stendur Suðuroyggin framman fyri einari hendingarríkari tíð, har millum annað spennandi ætlanin við gomlu saltsiloini á Drelnesi kann gerast eitt av avgerandi átøkunum. Eisini har havi eg verið so heppin at hava verið við, so tí kenni eg tað málið til fulnar og kann bert viðmæla, at tað frá øllum síðum fær fullan stuðul. Sum nevnt, so er í tøkum tíma, at meira ferð verður sett á í Suður­ oynni, og mín partur skal ikki liggja eftir. Við einari góðari vakstrar­ avtalu fyri alla oynna, einum nýggjum mið­ námsskúla, einum nýggjum eftirskúla og einum enn størri innsatsi á mentanarøkinum kunnu sanniliga standa ljósar tíðir fyri framman hjá Suðuroynni. Tað krevur bara, at meira ferð verður sett á, og at arbeitt verður allan vegin, til komið er á mál. Hesum vil eg virka fyri, fái eg álit og verði valdur á ting. Meira ferð á – eisini í Suðuroynni valevni Javnaðarfloksins www.hedinmortensen.com Heðin Mortensen Val Flestu lond í framkomna heiminum eru rík, tí vinnu­ lívið støðugt skapar nýggj­ ar uppfinningar og ger verandi produkt betri. Føroyska vinnulívið og føroyska vælferðin eru harafturímóti í stóran mun grundað á náttúruríkidømi. Skulu Føroyar klára at fylgja við framkomna heiminum, mugu vit fáa vinnur, sum skapa nýggja vitan og nýggjar uppfinn­ ingar. Fáa vit fram tílíkar vinnur, so kunnu vit bæði fáa búskaparvøkstur og somuleiðis fáa nýggj arbeiðspláss, so tey sum hava tikið langar útbúgv­ ingar í útlondum koma aftur til Føroyar. Fiskivinnan tryggjar ávíst inntøkustøði, men tryggjar ikki støðuga framgongd Føroyska samfelagið byggir sín ríkdóm á tann ávøkstur, sum er í føroysk­ um sjóøki á hvørjum ári. Náttúruríkidømið er nóg mikið at tryggja eitt ávíst inntøkustøði, men vera vit verandi í hesum tilfeingisbúskapi, so fara Føroyar longur og longur afturum grannar okkara, og fólkafráflytingin fer í gongd aftur. Vinnulív, sum skapar uppfinningar, skapa støðugan vøkstur Føroyar tørva nýggjar vinnur, sum ikki eru grund­ aðar á náttúrutilfeingi. Flestu av grannalondum okkara byggja sítt ríkidømi á, at vinnulív teirra skapar vitan og uppfinningar, sum eru nyttugar, og sum fólk vilja gjalda fyri. Henda støðuga skapan av nýggj­ um og betri vørum tryggjar eina støðugan vøkstur í virðisskapanini og framleiðsluni. Vitanargrundaðar vinnur brúka arbeiðsmegi við hægri útbúgvingum við tekniskari vitan Skulu vit fáa føroyingar heimaftur, sum hava tikið hægri útbúgving, so er neyðugt, at vit hava eitt vinnulív, sum krevur arbeiðsmegi við slíkum útbúgvingum. Fáa vit eitt vitanargrundað vinnulív, so fer hetta vinnulív í stóran mun at brúka fólk við hægri útbúgvingum. Før­ oyingar fara tí ikki longur at lesa seg av landinum sum í dag. Bert við at menna nýggjar vinnur, ið brúka fólk við hægri útbúgving­ um, kunnu vit rokna við at fáa føroyingar við longum útbúgvingum heimaftur. Nýggju vinnunar mugu byggja á fyrimunir í verandi vinnufyritøkum Fyri at nýggju vinnurnar skulu veksa fram, er í fyrsta lagi neyðugt at hava fólk við neyðugu útbúgv­ ingunum. Í øðrum lagi mugu tær byggja á fyri­ munir í verandi vinnulívi. Tvey øki, sum Føroyar hava eitt gott støði at byggja á, er innan kunning­ artøkni og innan ílegugen­ gransking. Føroyar hava longu fyritøkur innan kunn­ ingartøkni, sum eru kapp­ ingarførar í altjóða høpi. Somuleiðis eru Føroyar við sínum lítla fólkatali og góðu skráseting av ættar­ talvum sera vælegnaðar at gera gransking í arvaegin­ leikum. Nógvur stuðul verður veittur til tiltøk, sum ikki geva nakran vøkstur Undanfarin landsstýri hava givið og geva framvegis nógvan stuðul til vinnu­ lívið. Tíverri verður bert veittur stuðul til verandi vinnur, og eingin vøkstur stavar frá hesum stuðulstiltøkum. Sjálvstýrisflokkurin vil skapa grundarlag fyri nýggjum vinnum Sjálvstýrisflokkurin ynskir at styrkja útbúgvingar­ tilboðini á fróðskapar­ setrinum innan kunningar­ tøkni. Harumframt ynskir sjálvstýrisflokkurin at fáa til vega eitt hóskandi infrakervi, sum kann gera tað lættari hjá fyritøkum at gera granskingararbeiði í arvaeginleikum í Føroyum. Somuleiðis ynskir sjálv­ stýrisflokkurin at økja granskingarjáttanina og veita íverksetarastuðul til nýggjar vinnur. Sjálvstýrisflokkurin ásannar, at skulu Føroyar ikki gerast eftirbátur og missa ungfólkið av landi­ num, so er neyðugt, at vitanarvinnurnar verða mentar og gerast ein týð­ andi partur av føroyska búskapinum. Tí er neyðugt at velja ein sterkan sjálv­ stýrisflokk á ting 19. januar. Sjálvstýrisflokkurin Kári Petersen Val Familjan er kjarnin í sam­ felagnum, og familjan skal hava tað gott. Hevur fam­ iljan tað gott, so hevur samfelagið tað gott. Stakar mammur og stakir pápar hava ikki nóg góð kor í Føroyum. Hetta gongur út yvir alla familj­ una – ikki minst børnini. Ein virkin familjupolitikk­ ur skal eisini tryggja støk­ um uppihaldarum góð kor. Øllum børnum í Føroy­ um skal tryggjast ein góður uppvøkstur og grundleggjandi rættindi. Øll børn skulu hava eina góða byrjan í lívinum. Tí er tað týdningarmikið, at familjan hevur ein tryggan grundvøll at byggja á. Tað er týdningarmikið, at stovnar og skúlar rúma bæði teimum veiku og sterku børnunum, og at fólk við útbúgving eru um børnini. Vit skulu hava ein virkn­ an barna­og ungdómspoli­ tikk soleiðis, at tey, ið varða av politisku skip­ anini altíð eru dagførd um, hvussu okkara børn hava tað í samfelagnum. Tað er neyðugt at gera kanningar og hagtøl, sum lýsa umstøðurnar hjá okk­ ara børnum, um tað skal eydnast at hjálpa og fyri­ byrgja nógvum av teimum trupulleikum, sum nógv børn hava at dragast við. Javnaðarflokkurin vil, at øll skulu hava ein tryggan grundvøll at byggja á. Børnini eru framtíðin Valevni Javnaðarfloksins Ann elisAbetH Joensen Val Føroyska vinnulívið má fjøltáttast Sum valdur politikari seinastu 6 árini havi eg arbeitt fyri allar Føroying­ ar, og um eg verði valdur aftur 19. Januar komi eg eisini at halda fram við hesum arbeiði. Virka fyri at vit hava ein sterkan og virðiligan høv­ uðsstað, sum vit allir Før­ oyingar kunnu gleðast um at eiga og vera stoltir av. Virka fyri at vit hava sterkar kommunalar eindir, sum megna at umsita tær uppgávur, sum vera lagdar út til kommununar. Virka fyri at okkara vinnulív fær sterkar og tryggar karmar at virka í, nú og í framtíðini, og á henda hátt menna samfelagið alt. Politikkur er at raðfesta, taka avgerðir, avgerðir sum byggja inn í framtíðina. Góði veljari, set tín x við Heðin Zachariasen á lista A og fá eitt umboð, sum umboðar allar Føroyar. Framá Føroyar Fólkaflokkurin Heðin ZAcHAriAsen Val Nr. 12 - 17. januar 2008