Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2008 43 tíðindi Løgtingsvalið 19. januar 2008 2 Tað skal vera gott at eldast í Føroyum, hetta eisini um vit fáa ellisbrek at dragast við. Tað er ein mannarættur, at hava munagóð tilboð til pør. Tað er ikki rætt at skilja eldri fólk at, sum hava liva saman í 50 - 60 ár, fyri tað um annar parturin fær einhvønn trupuleika at dragast við, sum ger, at viðkomandi heur ilt við at klára at búgva heima. Her skal tilboðið vera ein íbúð, innrætta til fólk við brekið, har bæði kunnu flyta inn og fá tað hjálp teimum tørvar Einlig eldri eiga at hava sama tilboð um íbúð. Hyggja vit eftur Danmark, Svøríki, Norra og Ìslandi hvat tey gera á hesum økið, er áhugavert at síggja munin á, hvar tey eru komin, í mun til okkum í Føroyum. Røktarheim, sum vit kenna tað og framvegis ætla at brúka nógvar mill. til verða niðurløgd ella umbygd til íbúðir, sum tey eldru leiga seg inn á.Hetta sjálvt um tey hava røkt fyri neyðini alla 24 tímanir í døgninim. Røktina fá tey, tí íbúðinar eru tá gjørdar í samband við felagsrúm, manna við røktarstarvs- fólkið alt døgni. Fyrimunurin við hesum er. Tey eldru hava fullan ræðisrætt yvur sínum lívið. Hetta er teirra heim, tey hava bert skift adressu. Børn, ommu og abba- børn kunnu vitja og gista har, sum tey kanska eru von við. Hetta kan alt lata seg gera eisini her hjá okkum, gera vit tað eftur sama leisti, sum í hinum lond- unum og er tað ikki dýrari enn tað vit gera nú, serliga ikki fyri kommununar. Eitt av teimum bleytu virðunum Tvøroyri Valevni hjá Sambandsflokkinum Marjun Olsen Val Regin bóndi á Skála var í Útvarpinum og fanst at mínum sjónarmiðum. Sum altíð vísti Regin hvussu hugaður bóndi hann er. Men eisini vísti hann, at hann ikki er hin frægasti at lesa ella lurta. Mítt sjónarmið er ikki, at bøndur hava fingið eina milliard. Mítt sjónarmið er, at landið hevur latið sær av hondum ikki bara eina men helst 4-5 milliardir. Sakin er tann, at landið eigur besta byggilendið ið eftir er bæði í Havn, við Skálfjørðin og nær Klaksvík. Bøndur hava uttan sam- sýning fingið "umsetilig festibrøv" - og tey kunnu helst umsetast til annað enn týskt. Fylgjan av lógini er millum annað, at bóndin kann krevja endurgjald fyri mist festibræv, tá ið lands- jørð skal brúkast til land- sendamál. Fylgjan er eisini, at til ber at leggja landsjørð undir seg við at keypa (umseta) festibrøv. Fylgjan er eisini, at ógreitt er, hvør støðan er hjá leigutraðunum. Besta dømið um tað galna er, at tá ið Stóratjørn var seld - 600.000 fermetur - var onki alment útboð, ongin virðismeting, men knappliga eftir eina ljós- myndasýning var jørðin seld. Tað ið landið hóast alt fekk - 60 milliónir - var sett á festikonto og er tí markað til nakað so himmalrópandi vanvittugt sum búnaðaríløgur millum hús í Hoyvík. Fyri hesar pengarnar kundi landið fingið 10-15 serstónar, og upphæddin svarar til tríggjar ferðir árligu játtanina hjá Fróð- skaparsetrinum. Hesi sjónarmið vísti eg á í arbeiðnum at gera nýggja lóg. Men búnaðar- stovan, hinir nevndarlim- irnir, og vinnumálaráð- harrin hildu viðmerkingar mínar aftur frá Føroya løgtingi. Tí ber eisini til at lúgva fyri meiniga bónda- num um sjónarmið míni - og harvið bóndafanga hann og hansara at stemma uppá sp/f Fólka- flokkin enn eina ferð - meðan A-partaeigararnir fáa vinningsbýtið. Mín vilji er at siga teim- um bóndum upp ið búgva nærhendis stórplássum - og teir skulu fáa so ríkiligt í endurgjaldi, kanska 10 árslønur sum reiðarnir. Síðani selja vit almennu jørðina í almennum útboði og brúka nakað av hesi landsjørðini til landsenda- mál, stovnar, skúlar, og annað skilagott. Tann jørð ið ikki skal byggjast kann seljast - ikki minst smáu festini í felagshøgum og nakrir hagar á bygd ið gerast kunnu nýggir ognarhagar. Traðarmenn ið velt hava sína jørð eiga at sleppa at keypa eftir teimum góðu gomlu treytunum - og røskum bóndum skal sama standa í boði at keypa hús, fjós og velta jørð fyri rímiligan penga. Mín vilji er eisini at strika rakstarstuðulin; skal bóndin mutrast at mjólka kann hann tað sama gevast og lata aðrar sleppa framat. Fyri dugnamenn sum Regin bónda verður tá bíligari at keypa mjólka- kvotu og vinna kappingina. Samanumtikið tosa vit ikki um eina men fleiri milliardir. Vit tosa ikki um at bøndur hava fingið men at landið hevur mist og beinir virði síni burtur. Milliardir Millum Manna Sjálvstýrisflokkurin Kári á rógvi Val Verður gjørt nokk á hesum øki? Nei. Heimahjálpin eigur at fáa betur sømdir at virka undir so tey gomlu kunnu fáa tað hjálp teimum tørvar, um tað er á Eldrabýlum, Ellisheimum ella heima, sum nú er fáa okkara gomlu ikki tað viring teimum er uppiborið, tey sum hava lagt grundarsteinin til okkara vælferð, skjótt blíva tey gloymd, tíðan verri. Manglar tað arbeiðsmegi á hesum øki, so skuldi tað verið annsett fleiri heimafjálparar, eg meini ikki tað er so alneyðugt við at skúla øll, tí fleiri gomul sum heima eru, hava brúk fyri einari hond at vaska gólv rudda, ella ganga ørindir, og ikki minst eitt prát við tey einsamøllu gomlu, tað kundi verið ein uggi, hetta geldur eisini tey sum sjúk eru, sum hava mist sín førleika, tað skuldi verið gjørt nógv meiri fyri hesi, vit í Miðflokkinum vilja virka fyri at allir borgarnir í Føroyum kunnu hava tað gott, og ikki óttast fyri at blíva gamal ella gomul, tey sum hava mist førleikan, skullu eisini fáa hjálp, útbúgving og arbeiði eftir førimuni, hetta vilja vit arbeiða fyri, gott væl alt Føroya Fólk. Tey gomlu og sjúku Miðflokkurin H sigMund andreasen Val Ár 2006, 3. mars, legði Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, fram soljóðandi Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur ”§ 2. Stuðul verður veittur í mun til bíligastu almennu ferðaleið millum bústað og arbeiðsstað, tó soleiðis at stuðul ongantíð verður størri enn veruligar útreiðslur. Stk. 2. Landsstýris­ manninum verður heimilað í kunngerð at áseta upphæddirnar eftir hesi grein umframt neyvari reglur um fyrisitingina av hesi lóg.” Endamálið við hesum lógaruppskoti er at dag- føra og javnseta stuðulin, sum verður rindaður fólki, ið av arbeiðsávum hava regluliga farleið fyri hvønn arbeiðsdag, sum er longri enn 15 km. Allir borgarar landsins, sum hava ferðast til og frá arbeiði, hava ikki havt javnbjóðis stuðulsmøgu- leikar. T.d. er rættiliga stórur munur á endur- gjaldinum/stuðlinum, sum borgarar fáa, um eitt nú fjørður skilir heim og arbeiðspláss, ella ikki. Avleiðingin av upp- skotinum verður eitt rættari býti millum tey, sum til dagliga noyðast at ferðast til og frá arbeið- staði. Landsstýrismaðurin ásetir innan fyri eitt hægstamark stuðulin í kunngerð, tað er tí hann, sum avger, hvussu stórar tær samlaðu útreiðslurnar verða. Álitið frá fíggjarnevndini varð soljóðandi! Landsstýrismaðurin hevur víst við fleiri dømum, at stórur munur er á stuðli- num til ferðaútreiðslur alt eftir, um farleiðin er yvir land ella sjóvegis. Stuðul- in er munandi minni fyri tey, sum ferðast sjóvegis og gjøgnum tunnil, enn fyri tey, sum bara ferðast yvir land. Ein samd nevnd heldur, at rættari er, sum uppskotið eisini leggur upp til, at grunda stuðulin á útreiðslurnar í staðin fyri longdina av farleiðini. Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað. 3. viðgerð 4. mai 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. www. logting.fo/logtingsmal/ Logtingsmal05/Atkvgr/ 080.05%203.%20vg..tif" http://www.logting.fo/ logtingsmal/Logtings- mal05/Atkvgr/ 080.05%203.%20vg..tif Málið avgreitt. Summa summarum! Samd fíggjarnevnd og eitt samt løgting, um at allir borgarar landsins skulu vera javntsettir, tá ið tað snýr seg um stuðul til ferðaútreiðslur. Spurningurin er so hví landsstýrismennirnir hjá Sambandsflokkinum, Bárður Nielsen og Magni Laksáfoss ikki hava umsitið lógina sambært vilja løgting­ sins. Kann tað hugsast tí at hettar varð eitt av fáum andstøðuupp­ skotum, sum vann frama í farna tíðarskeiði!!! Neyvan er tað av illvilja móti øllum teimum, sum dagliga ferðast til og frá arbeiði, ella hvussu? Vit eru jú ein og sama tjóð, við somu rættindum. Stuðul til ferðaútreiðslur. Sambandsflokkurin sveik løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi Páll á reynatúgvu Val