hósdagur 17. januar 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Klóri mær í høvdinum tá
eg síggi sparigrísin, sum
Sambandið nýtir í sínari
valkampagnu.
Tað er øðiliga langt
síðani at tað var skilagott
at koyra pengarnar í ein
sparigrís, tí ein slíkur
gevur 0,00 kr í rentu, og
tað er tað sama sum 0
vøkstur. Við sparigrísa-
hugburði skilji eg væl, at
sambandsfólk óttast at
missa blokkin.
Men, búskapur er ikki
eitt statiskt hugtak, har tað
snýr seg um at seta 1 krónu
inn fyri at fáa 1 krónu út.
Ein sterkan búskap fært tú
við at fáa pengarnar at
veksa.
Skilagott er, at leggja
nakað til síðis, men tað
skal vera í ein búskapar-
grunn, sum kastar av sær,
og sum kann nýtast um
buffari, tá ið á stendur.
At savna pengarnar í
eina bússu skapar onga
vælferð. Pengarnir mugu
nýtast til íløgur í tað, sum
vit vita uppá longri sikt
kastar nógv av sær – eitt
nú til útbúgvingar, gransk-
ing og mentan. Tað skapar
fólkavøkstur og búskap-
arliga menning!
Sparigrísa-hugburður
sambandsins
Tjóðveldi
Bjørt
SamuelSen
Val
Løgtingsvalið 19. januar 2008
2
Vit mugu teljast millum
frægastu lond í heiminum,
tá vit hugsa um livistøði.
Vit føroyingar hava tað
so gott sum ongantíð fyrr.
Jú, her er trygt og gott at
búgva millum vinir og
skyldfólk.
Í dag kann ein selja
tryggleika.
Í nógvum londum, eisini
á okkara leiðum, hoyra vit
javnan um yvirgangs
ætlanir, trygdartiltøk og
ófrið. Tað ikki bert skapar
ótta millum manna, men
fær eisini ferðafólk til
ótrygg lond at setast aftur.
Tey vilja ikki seta seg sjálv
út fyri at verða rakt av
ágangi.
Lat okkum selja Føroyar,
ikki bert vit tess reinleika,
men eisini minna á
tryggleikan.
Kross við Fólkaflokkin.
Her virka vit!
Selja Føroyar sum
trygt land
Fólkaflokkurin
www.folkaflokkurin.fo
ÓSkar
eirikSSon
Val
Rákið í føroyskum og
donskum politikki er við
tjóðskaparmálinum.
Komandi árini skulu vit
yvirtaka øll málsøkir,
soleiðis at allur avgerðar-
rættur og ábyrgd verður her
heima í Føroyum. Tá fær
vinnulívið og
einstaklingurin størst
frælsi.
Sjálvberandi búskap.
Ein fólkaatkvøða skal
avgera okkara viðurskifti
við Danmark
Einskiljingartilgongdin í
Føroyum má halda fram.
Borgarligur tjóðskapur
Fólkaflokkurin
Poul
michelSen
Val
Í kontraktini, sum valevn-
ini hjá Sjálvstýrisflokki-
num hava gjørt við veljar-
an, lova vit at menna
føroyska fólkaskúlan. Ein
forðing fyri menningini er
tvíbýtta ábyrgdarbýtið
millum landsmyndugleikar
og kommunalar myndug-
leikar. Kommunurnar hava
ábyrgdina av bygningum,
innbúgvi, útgerð, skúlavørð-
um og vaskifólki, meðan
Mentamálaráðið hevur m.
a. ábyrgdina av lærarunum
og skúlaleiðslunum.
Eg haldi, at framskygda
loysnin er, at kommunur-
nar fáa ábyrgdina av
fólkaskúlanum eins í og
grannalondunum. Greiðar
avtalur mugu tó gerast,
hvussu henda yvirtøka skal
vera, harumframt mugu
landsmyndugleikarnir
binda seg til at tillaga
lógarverkið, so kommunur-
nar kunna taka ræðið á
fólkaskúlanum. Avtala má
eisini gerast um eina
skiftistíð, har m.a. eftir-
útbúgvingartørvur og
skeiðstørvur verður loystur.
Eg var fyri stuttum í
Íslandi og kunnaði meg um
teirra skúlaviðurskifti. Har
yvirtóku kommunurnar
fólkaskúlan í 1995. Tosað
varð við skúlaleiðslur,
lærarar, foreldur, komm-
unalpolitikarar og embætis-
fólk, øll vóru samd um, at
fólkaskúlin var nógv
betraður, síðani kommunur-
nar yvirtóku hann. Tey
vóru eisini samd um, at
fólkaskúlin var vorðin
nógv dýrari, men tíbetur
vildu kommunurnar gjalda,
har landsmyndugleikarnir
ikki guldu.
Fleiri orsøkir vórðu
nevndar, hví fólkaskúlin
var vorðin betri, eftir at
kommunurnar yvirtóku
hann. Tann orsøkin, sum
oftast varð nevnd, var, at
foreldrini høvdu fingið
størri ávirkan, tí lættari var
at ávirka lokalpolitikarar
enn landsmyndugleikar.
Ein onnur orsøk var, at
kommunur kappaðust um
at hava tann besta fólka-
skúlan, m.a. tí barnafamilj-
ur við góðum inntøkum í
ávísan mun valdu at
búsetast í kommunum við
góðum fólkaskúla.
Uttan mun til, um
kommunurnar yvirtaka
fólkaskúlan, ella at hann
framhaldandi er tvíbýttur,
so mugu vit tó gera
okkum greitt, at tað ikki
ber til at betra og menna
fólkaskúlan stórvegis, um
ikki játtanin til skúlaøkið
hækkar munandi. Ein
skipað og raðfest ætlan má
eisini gerast, hvussu ein
økt játtan munabest kann
gagnnýtast.
Sum nevnt fyrr, so haldi
eg, at kommunurnar skulu
yvirtaka fólkaskúla. Men
aðrir partar av skúlaøki-
num skulu framhaldandi
vera landsuppgávur.
Læraraútbúgvingin skal
sjálvsagt vera ein lands-
uppgáva. Læraraskúlin
eigur at gerast partur av
lærda háskúlanum, og
læraraútbúgvingin skal
vera á masterstøði. Lærdi
háskúlin skal í ávísan mun
skipa og samskipa eftir-
útbúgvingar, skeið og
førleikamenningar.
Landsmyndugleikarnir
skulu hava ábyrgd av at
gera undirvísingartilfar,
her skal játtanin hækkast
munandi. Teir skulu somu-
leiðis hava ábyrgd av próv-
tøkum og uttanhýsis
eftirmetingum.
Nógv størri samstarv og
samskipan eigur at vera á
barnaøkinum, tí eigur økið
at vera umsitið av sama
aðalráði. M.a. hevur tað
alstóran týdning, at børn
við lærutarni verða funnin
fyri skúlabyrjan, og at tey
alt fyri eitt fáa neyðuga
hjálp, og at tey framhald-
andi verða hjálpt, so leingi
henda hjálp er neyðug.
PISA
PISA úrslitið má sjálvandi
takast í álvara, tað er ikki
nóg gott, at vit eru so
niðarlaga. Eg haldi tó, at
úrslitið heldur skal metast
sum ein ávaring enn ein
kolldøming. Føroyski
fólkaskúlin er ikki nóg
góður, og hann hevur ikki
verið nóg góður í fleiri ár,
tí næmingarnir, sum vóru
kannaðir, hava jú gingið í
skúla í 9 ár. Vit mugu
eisini hava í huga, at sama
nberingargrundarlagið ikki
er eins, í flestu av hinum
londunum, sum PISA fevn-
ir um, fara næmingarnir í
skúla sum 6 ára gomul, og
nógvastaðni er tímatalið
hægri enn hjá okkum.
Vit skuldu lært meir av
Finnlandi, sum er ovast í
PISAkanningini. Mær
vitandi er orsøkin ikki, at
teir bestu næmingarnir í
Finnlandi eru nógv betri
ella fleiri enn aðrastaðni,
heldur er tað, at teir hava
væl færri veikar næmingar.
Sum eg havi skilt, so
leggja finnar størri dent á
at menna teir veiku næm-
ingarnar enn aðrastaðni.
Vit mugu ikki leggja ov
stóran dent á at fáa góð
PISAúrslit, tí PISA kann-
ingin leggur áherðslu á
ávísar lærugreinir og ávísar
førleikar. Vit mugu gera
eina heildarmeting av før-
oyska fólkaskúlanum, og eg
vænti ikki, at úrslitið er
so vánaligt, sum PISA
úrslitið kundi bent á.
Føroyingar klára seg jú
væl á arbeiðs-
marknaðinum og í fram-
haldslestri. Eg haldi, at
vit umframt fakligar før-
leikar skulu leggja størri
dent á, at okkara næming-
ar læra at gerast sjálv-
bjargin og at samskifta,
at tey læra tolsemi og at
finna sær kós í altjóða-
gjørda samfelagnum.
Mentamálaráðið setti
í juli 2007 arbeiðsbólk
at gera álit, tá vánaliga
úrslitið av PISA undan-
kanningini kom. Hesin
arbeiðsbólkur varð mann-
aður við umboðum fyri
umsitingina, skúlaleiðsl-
urnar, lærarafelagið,
kommunurnar, foreldrini
og sernámsfrøðina; øll
vóru skilafólk – eg var
enntá sjálvur í bólkinum.
Álitið varð handað lands-
stýrismanninum í
oktober. Ein partur av
álitinum vóru 43 til-
mæli, hvussu fólkaskúl-
in kundi betrast. Tían-
verri tóku politikararnir
ikki hesi tilmæli í nóg
stórum álvara; tó vóru
onkrar smávegis broyt-
ingar gjørdar, tá fólka-
skúlalógin varð broytt á
sumri í 2007, m.a. varð
tímatalið í 1. flokki
hækkað. Henda hækking
var tó ikki so stór, at
tímatalið verður eins
høgt sum í okkara
grannalondum.
Komandi mentamála-
ráðharri ella undirvísing-
armálaráðharri eigur at
taka hesi tilmæli fram
aftur, tað hevði verið ein
góð byrjan at menna
fólkaskúlan.
Veljið Sjálvstýrisflokk-
in og Karl A. Olsen, tí vit
vilja menna fólkaskúlan.
Fólkaskúlin og PISAúrslitið
Sjálvstýrisflokkurin
karl a.
olSen
Val
Viðgerðartrygd innan ávísa
freist - t.d. 2 til 6 vikur
sum uppskotið er hjá
Javnaðarflokkinum – vil
siga, at bíðilistarnir skulu
burtur, og sjúklingurin
hevur krav uppá at fáa
viðgerð innan hesa freist.
Ber tað ikki til innanlands,
skal tilboðið veitast
uttanlands.
Hetta setir stór krøv til
sjúkrahúsverkið, sum ikki
kunnu lúkast í dag. Tí er
hetta í veruleikanum eitt
krav, sum politiska skipan-
in setir sær sjálvum, at seta
neyðuga orku og pening av
til at gera kravdu upprað-
festingina av sjúkrahúsu-
num, bæði við serlækna-
økinum og røktarfakliga
økinum, umframt neyðuga
medicoteknisku útgerðina.
Ein av fyritreytunum fyri
neyvari uppgerð av bíði-
listunum er talgilda heilsu-
skipanin – elektroniska
sjúklingajournalin - sum
verður tikin í nýtslu í øll-
um sjúkrahúsverkinum í ár.
Viðgerðartrygd er eitt av
tilmælunum í álitinum um
Framtíðar sjúkrahúsverk.
Eg kann heilsa Jón á Steig,
yvirlækna, og siga, at tað
er ikki skrivað av politikar-
um, men fólki frá sjúkra-
húsverkinum sjálvum.
Javnaðarflokkurin vil seta
øll tilmælini í álitinum í
verk, herundir eisini
viðgerðartrygd. Øll 30
tilmælini eru mett at kosta
23 mió. kr. yvir eini 8 ár. Í
okkara valskrá vil Javnaðar-
flokkurin seta hesar 23
mio.kr. av í komandi val-
skeiði, so vit beinanvegin
kunnu fara undir at gera
neyðugu uppraðfesting-
arnar av sjúkrahúsverki-
num og seta viðgerðar-
trygdina í verk.
Jú, yvirlæknin, viðgerðartrygd
gagnar eisini sjúkrahúsunum
landsstýrismaður
Javnaðarflokkurin
hanS Pauli
Strøm
Val
Nr. 12 - 17. januar 2008