Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2008 45 tíðindi Løgtingsvalið 19. januar 2008 Við hesum søki eg starv á tingi. Vanliga verður hetta týdningarmikla og alneyð­ uga starv bert boðið út fjórða hvørt ár. Hesaferð vil eg fegin sleppa upp í part. Orsøkirnar til at eg stilli upp eru at: Mær dámar væl at gera mína ávirkan galdandi Brennandi hugurin at kjakast og undra meg gev­ ur mær orku Politikkur og samfelags­ viðurskifti hava mín stóra áhuga Eg vil bøta um skúla­ verk, familjupolitikk, arbeiðsmarknaðin Eg ynski, at í Føroyum skulu føroyingar ráða Eg veit, at talan er um eitt starv sum 33 menn­ iskju skulu røkja, og at alneyðugt at hava góð samstarvsevni. Í øllum teim størvum eg havi havt, er samstarv, virðing og hollur menniskjakunnleiki eitt MUST. Her hugsi bæði um hitt einstaka menniskja, heildarloysnir og botnlinj­ una. Eg eri von at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Mær dámar væl at gera mína ávirkan galdandi. Vælvitandi at fleiri skilagóð fólk eru á tingi, sakni eg eitt meiri nuansera kjak og øðrvísi raðfest­ ingar. Tá avgerðir skulu takast er eftir mínum tykki altavgerandi, at evni verða lýst við alskyns próvførsl­ um, hugburði og fjøl­ broytni. Hesum hevði eg avgjørt viðvirka til. Lat meg eisini siga beinanvegin, at hóast eg eri sosialráðgevi, eru umframt almannaøki mong onnur øki eg veruliga brenni fyri. Alt sum hevur við arbeiðsmarknað, skúla og heilsuverk at gera, hevur eisini mín størsta áhuga. . Við royndum mínum veit eg, hvar lógarkarminum krevur ábøtur. Arbeiðs­ royndir mínar til í dag stava primert úr arbeiði mínum við: Sálarsjúkum, heilaskaddum, HIVpositiv­ um, avvarðandi, flóttar­ fólki, fangum, arbeiðs­ leysum og fólki sum hóast sjúku gera alt tey eru ment til tess ikki at blíva arbeiðsleys. Øki eru, har eg enn ikki eri hin hollasta, men eg veit, at eg sera sjáldan loypi upp um, har garðurin er lægstur. Eg leggi dentin á at vera væl fyrireikað og seti meg inn í tey mál eg taki støðu til, og ómaki mær til tess at liva upp til ta ábyrgd mær verður litið upp í hendi. Má siga, at eg haldi meg kunna bjóða Tinginum nakað av tí, fleiri okkara sakna í dag. Nevniliga skilagóðar raðfestingar í enn størri mun og eitt konstruktivari kjak. Um meg sjálva er at siga, at eg eri 36 ár, havi mann og 2 børn og eri útbúgvin sosialráðgevi. Eisini havi eg tvær eftir­ útbúgvingar – sum super­ visari og trætuloysari. Sera viðkomandi eisini í politikki ímyndi eg mær. Í frítíðini dámar mær best at vera saman við mínum kæru, renna, baka bollar og annars at njóta lívið. Sum starvsfelagi eri eg vanliga glaðlynt, fyrikomandi og eldhugað. Gleði meg at frætta aftur frá tykkum 19. januar ’08! Umsókn til starv á tingi Tjóðveldi Bergtóra Høgnadóttir Joensen Val Í ár 2000 komu 23 flótta­ fólk til Føroya. Hesi vóru fýra serbiskar familjur sum vóru rýmdar undan krígn­ um í herjaða landinum Kroatia. Hesi menniskju fingu arbeiði og hava sett seg í búgv í Føroyum, børnini ganga í skúla í Føroyum, tosa føroyskt mál, eru ein integreraður partur av tí samfelagnum tey liva í, og kenna seg sum Føroyingar. Ongi rættindi Men enn í dag, eftir nærum átta árum í landinum, hava tey ongi rættindi. Tey eru bundin at ávísum arbeiðs­ plássum, uttan at hervið at siga at nakað eg galið við hesum plássum, so hava hesi fólkini ongan rætt at finna sær annað arbeiðs­ pláss. Onkur av hesum fólkunum hevur góða akademiska útbúgving, men í Føroyum geva vit ikki rúm fyri at tey kunna nýta sína útbúgving á røttum staði. Ótti og ótryggleiki Samstundis sum tey liva uttan rættindi í samfelag­ num, so liva tey eisini við dagliga óttanum, ótryggleik­ anum og stóra sálarliga trýstinum, tí tey ikki vit um tey framhaldandi kunna liva her hjá okkum. Óvissan um arbeiðs­ og uppihaldsloyvi, tá tey á hvørjum ári skulu søkja um endurnýggjan av loyvum, er óvirðilig og ótolandi. Hetta skal hava ein enda, og eg kenni tað sum mína ábyrgd sum politikari at loysa hesi fólk úr tí hafti tey liva undir í Føroyum í dag. Minsta krav er at flótti, sum hevur verið í landinum í so nógv ár, fær endaligt arbeiðs­ og uppihaldsloyvi, so trælatilveran kann halda uppat. X við E ­ Heidi P Flótti uttan rættindi, sammetast við trælahald í Føroyum? Tjóðveldi www.tjodveldi.fo/heidi Heidi Petersen Val Í gjárkvøldið hugdi eg saman við verfaðiri at sending har Anna Louisa Joensen tosaði um føroysk ross. Føroysku rossini eru um at hvørva. Føroyingar hava kastað hatur á tey og vilja heldur ríða á útlendskum. Landið ið eigur helvtina av allari jørð í Føroyum vil hvørki lata lendi ella pengar til rossa. At vit hava tikið undir við altjóða ásetingum um at verja djórasløg tykist bara at hava undirstrikað at føroy­ ingar altíð kunnu vera bæði eitt ávíst og so júst tað øvugta í senn. Vit vilja liggja í golf­ streyminum men eisini loftdálka so heimurin hitnar og streymurin steðgar. Vit vilja yvirskot í handli men eisini hava so nógv skip í vinnu at tey mugu avmarkast við døgum og kvotum og hava betri ráð at streyka enn sigla. Vit vilja hava altjóða virkisføri men samstundis gera alt øvugt av altjóða viðtøkum. Nær skilja vit, at vit hvørva um ikki vit byrja at umhvørva? At vit hava latið skipini fingið ódýra olju í so mong ár hevur bert út­ sett pínuna at laga antin støddina á ella orkubrúkið hjá flotanum ella bæði til alsamt hækkandi og sveiggandi oljuprísir. Landið brúkar umleið tvær ferðir so nógv til sethúsastuðul sum til hægri útbúgving og gransking. Uttan at krevja at hitapumpur, spariperur, ljóskyknur og bjálving verða nýtt at avmarka tørvin á olju. Vildi hildið, at slík krøv saman við lægri gjøldum á útgerðina kundu viga uppímóti stuðlinum ið jú ikki kemur fólki til góðar alt eftir tørvi uttan heldur fáa vit størri stuðul jú størri oyslið og harvið lánið er. Varandi og endurnýtt orka mugu mugu gerast lyklaorð. Tá ið vit nú fara at byggja nýggjan mið­ námsskúla, fróðskapar­ setur og granskingarlund í Marknagili ­ umframt líknandi deplar á Kambs­ dali, í Hovi og aðrastaðni, so skal hetta vera partur av ætlanini. Tíbetur kunnu allir góðir lutir samvirka. Við at gevast við vinnuligum tvangstankum og lata flotan minka, lata vinnu­ liga landbúnaðin minka, lata húsastøddir minka, kunnu vit samstundis síggja gjaldsjavnahall minka, rossavandan minka, sethúsaútreiðslur minka, útlát minka, vakstarhúsárin minka ­ og búskap og skúlas­ kap veksa. Valið er greitt: antin umhvørva vit... ella hvørva vit. Hvørva Ella Umhvørva Sjálvstýrisflokkurin Kári á rógvi Val Herfyri var tosa um, at avtaka rentustuðulin. Her eri eg als ikki samd og tað er javnaðarflokkurin heldur ikki. Barnafamiljurnar hava tað trupult nokk fíggjarliga sum er. Ì Føroyum er tað sera kostnaðarmikið at hava børn. Ikki allar kommunur hava systkinafrádrátt og ansingar plássini kosta nógv. Hóast barnafrádráttur er partur av skattinum her, so er stórur munur á at hava børn í Føroyum og t. d. í Danmark. Har verður ein verulig roynd gjørd, fyri at venda tí skeivu gongdini sum er, at ov fá børn verða fødd. Sama gongdin, við minkandi burðartalið, er eisini sjónlig í Føroyum. Skulu barnafamiljurnar missa rentustuðulin, verður tað sera trupult hjá teimum og neyvan livuligt her á landið. Rentustuðulin má ikki avtakast Javnaðarflokkurin Maria Joensen Val Føroya løgting eigur at ganga á odda fyri, at okkaru dugnaligu listarfólk fáa betur karmar at virka undir. Mentan kann skjótt gerast til eina vinnu í nógv størri mun enn í dag.. Hygg bara eftir tónleiki­ num í øðrum londum. Vit eiga at virða listafólk sum skaparar av virðum á sama hátt sum vit virða tey sum virka pengar í vinnulívi­ num. Tað eigur at vera ein heiður og ikki ein skomm at velja eina listaliga grein sum vinnuveg. Hvussu gera vit hetta? Vit eiga at sláa fast, at tey sum arbeiða innan mentan hava somu løn uppiborið sum tey, ið arbeiða innan vanligt vinnulív. Nógv fleiri fólk eiga eiga at fáa starvslønir frá tí almenna, soleiðis at tey í frið og náðum kunnu arbeiða við teirra list og á hendan hátt gera Føroyar kendar úti í heimi. Vit kunnu brúka íslendingar sum fyrimynd á hesum økinum. Mentanin fer við einum fittum parti av íslendsku fíggjarlógini, nógv størri parti enn á tí føroysku. Tónleikurin skal berast út í heim valevni Fólkaflokksins á Lista A, sjálvandi! rodMundur nielsen Val 2