hósdagur 17. januar 2008síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Løgtingsvalið 19. januar 2008
2
Umráðandi er, at Føroyar
fáa eina virkna politiska
leiðslu, sum kann eyggja
til framfýsni og samvinnu í
øllum pørtum av
samfelagnum. Einstaki
borgarin, einstaka virkið
og vinnufeløgini skulu
hava góð kor at arbeiða
undir.
Tí er eisini neyðugt við
tiltøkum, sum strimbra
íløgur, útflutningi og
vinnu, men samstundis
varðveitur og mennir
valferðarsamfelagið og
tryggjar, at byrðarnar verða
javnaðar so gott sum
gjørligt.
Neyðugt er tí við einari
politiskari skipan, har
fíggjarlig og sosial
ábyrgdarkensla ikki verða
settar upp ímóti hvørjari
aðrari, men sum tvinnandi
síður av somu søk. At
loysa hesar felags
uppgávur eru m.a. hesar
leiðir gongdar:
Neyðugt er at seta í verk
tillaging av skatti og
almennu gjøldum, so at
hetta kann eggja til størri
arbeiðshug og at fólk fara
at tora at gera íløgur.
Ein inntøkupolitikk, sum
komið verður fram til við
samráðingum má skapa
fyritreytir fyri at halda fast
um, at kostnaðarstøði -
eisini í framtíðini, verður
lægri enn hjá okkara
týdningarmestu
handilssambondum.
Men fyritreytin fyri
hesum er ein framskygd
álítandi politisk leiðsla,
sum er før fyri at fáa í lag
skilagóða hjálp frá
arbeiðsmarknaðinum og
vinnulívinum. Til ber
hvørki at taka størri partar
burtur úr øllum tiltøkunum
ella at trótandi
samarbeiðsvilji skal valda
hjá umráðandi tættum í
samfelagnum uttan at
fíggjarliga heildin og
sosiala javnvágin kemur í
vanda.
Vit hava brúk fyri einari
álítandi virknari politiskar
leiðslu.
Fólkaflokkurin
RodmunduR
nielsen
Val
Ein virkin politisk leiðsla
Frælsið hjá tjóðini og hjá
einstaklinginum hongur
saman. Føroyar skulu
vera ein sjálvstøðug tjóð,
har rúm er fyri okkum
øllum. Persónliga frælsið
er ein av hornasteinurin
undir liberalistisku hug-
sjónini. Vit eiga at vísa
frílyndi og tolsemi og
stremba eftir at tryggja
øllum í Føroyum tey
rættindi, ið eru fevnd av
altjóða sáttmálum. Hetta
er besta fortreytin fyri
einum nýmótans og
mennandi vinnulívi.
Tjóðskaparligt og
persónligt frælsi
Fólkaflokkurin
Poul
michelsen
Val
Hjartamál míni:
Almannamál:
Barnaverndarlógin skal
broytast við atliti til rættar-
trygd barnanna
Barnaumboðsmaður skal
setast á stovn
Rættartrygdin hjá fólki
við menningartarni og
breki annars skal styrkjast
Rúmligi arbeiðsmarkn-
aðurin skal skipast við
kvotu fyri almenn
arbeiðspláss
Fólkapensjónin og
fyritíðarpensjónin skulu
endurskoðast og hækkast
Styrkjast skal um korini
hjá støkum uppihaldarum
Skúlamál:
Karmarnir hjá fólkaskúla-
num skulu nútíðargerast
Byrjast skal beinanvegin
at byggja nýggjan
miðnámsskúla í Havn
Játtanin til Fróðskapar-
setrið skal økjast og fleiri
útbúgvingar setast á stovn
Arbeiðaramál:
Ófaklærdir arbeiðarar
skulu hava møguleika fyri
førleikamenning
Rættindini hjá sjómonn-
um at fáa útgjald úr ALS
skulu staðfestast
Sjómansskatturin skal
varðveitast
Revsimál:
Revsingin fyri kynsliga
misnýtslu av børnum skal
herðast
Tey, ið dømd eru fyri
kynsliga misnýtslu av
børnum, skulu ikki kunna
starvast við børnum
Løgtingsskipan:
Løgtingsumboð skulu
ikki hava annað starv,
meðan tey er vald á ting
Ikki skal bera til at sita á
løgtingi og fólkatingi
samstundis
Tekur tú undir við hjarta-
málum mínum, so eri eg
ein møguleiki á løgtings-
valinum hin 19. januar.
Ein rødd, ið hoyrist
– eisini á tingi
valevni hjá Tjóðveldi
www.tjodveldi.fo/maria
maRia
Jacobsen
Val
Tað sum kostar nógvan
pening skal skattaborgarin
gjalda, meðan, tað sum
gevur pening í alla framtíð,
verður latið til eitt privat
partafelag at byggja og
reka.
Tað hevur verið nógv
orðaskifti um bummgjald í
samband við gjøgnum-
koyring av undirsjóðar-
tunnlum. Tað var ein
kanning gjørd umleið 1986
-87 yviri í Noreg. Henda
kanning var brúkt í sam-
bandi við at farast skuldi
undir at gera Vága-
tunlinum í 1988.
Henda kanning vísti, at
tað var bert í einum stað í
Føroyum, tað loysti seg at
krevja bummgjald, soleiðis
at hetta var til rímiligan
prís. Tað var á innkoyrinar-
vegnum til Tórshavn.
Henda ferðsla er meira enn
10 falda síðanni tá.
Úrslitið av hesu kanning
gjørdi, at avgjørt var ikki
at krevja bummgjald í
samband við vágatunnilin.
Tað var komið so langt í
1988 -89 at klárt var at
skjóta fyrsta skoti. Av tí at
fíggjarkreppa var við at
taka seg upp í landinum
var arbeiðið støðg, til
fyrimuns fyri gomlu Rætt.
Samstundis sum tað var
stórt arbeiðsloysið í
landinum.
Ein eftirmeting var gjørd
av Vágatunnlinum í sam-
bandi at Norðoyatunnilin
skuldi latast upp fyri
ferðslu. Henda kanning
vísti, at tað koyra meira
bilar til Vestmanna, enn
ígjøgnum Vágatunnilin.
Tað búgva umleið 1200
fólk í Vestmanna og umleið
3000 fólk vesturi Vágum.
Herafturat kemur ferðslan
til og frá flogvøllinum.
Nú er talan um at gera
tunnil inn á Skálafjørðin.
Hesin kann geva inntøkur í
alla framtíð, uttan at gerða
skaða fyri nakað virksemi.
Sambært tí ætlan sum ABC
samgongan hevur, skal
hetta business projekt
leggjast til eitt privat
partafelag, at byggja og
reka. Hetta er ein
peningamaskina sum kundi
gjørt tað, at øll í Føroyum
kundi koyrt ella silgt til
havnar, fyri sama kostnað.
Tað skuldi bert verði tvær
gjaldstøðir tá koyrt var
ígjøgnum, ein á
norðurleiðini og ein á
suðurleiðini.
Politikkurin hjá ABC
samgonguni er, at tey
prosjektini sum kosta
nógvan pening skal
skattaborgarin gjalda,
meðan tey sum kunnu geva
pening í alla framtíð, vera
latin til eitt privat parta-
felag. Uppá longri sigt
kann peningamaskinan
skálafjarðartunnilin, verða
við at gjalda fyri víðari
útbyggjingar av samferðslu-
netinum í Føroyum.
Bummgjald
fyrv. løgtingsmaður
heini o.
heinesen
Val
Líkasæla er verri enn
vanvirðing
Tað var við stórari sorg, at
eg las um pápa Rúnu F.
Holm í Sosialinum 8. jan.
Umleið 100 føroyingar
verða raktir av heilaskaða
árliga og koma sostatt
ígjøgnum sjúkrahúsverkið.
Í tí akuttu perioduni er
als eingin líkasæla. Har
verður sett alt inn á ein
hátt, sum vísir, at um vit
bert kendu tann partin av
sjúkrahúsverkinum, høvdu
vit meint, at hetta mátti
vera verðins besta sjúkra-
húsverk. Men so er eisini
alt sagt!
Fyri hesar lívbjargarar
er sjálvur andadrátturin
týdningarmiklari enn
sjálvt lívið hjá hesum nú
heilaskaddu. Hvøkkurin
hjá avvarðandi gerst
stórur, tá tey nú uppliva ta
líkasælu, sum valdar, tí
sjúkrahúsleiðslurnar, sum
fyrst spardu reingerðina
niður, so hon gjørdist ein
stór skomm, halda nú
áfram við sparingum á
røktarøkinum.
Tað er jústt hesi viður-
skifti, Rúna skrivar um.
Tað mest mannminkandi í
verðini er, tá røktarstarvs-
fólkið, sum tú ert bundin
av, sigur: ”Pissa bara í
buks!” Hetta kann bara
hann føla, sum hevur roynt
tað. So kemur dagurin, tú
skalt útskrivast í morgin.
”Jamen, jamen!” ”Einki
jamen, vit bjargaðu tínum
andadrátti. Tað má vera
nokk. So út.” Heimaftur-
komin: ”Hvat so?“ „Hvar
skal eg fara? Hvønn veg
skal eg ganga? Hvat skal
eg liva av? Hvørji eru tey,
sum ganga rundan um
meg? Hví síggi eg ongar
litir longur? Hví kann eg
ikki ganga? Hví kann eg
ikki tosa?”
Her eru als ongi skipað
og lógarfest tilboð til
henda stóra skara av
føroyingum! Ongin
neurologiskur lækni við
skil fyri heilaskaðum,
eingin neuropsykologur,
sum er tann besti á
økinum at samskipa heilan
og kroppin aftur. Tað
finnast eingi ergo- og
fysioterapeutisk almenn
tilboð til heilaskadd. Tað
finnast ongi psykologisk
tilboð til heilaskadd og
teirra avvarðandi, hóast
tað finnast útbúgvin fólk
bæði í Føroyum og
Danmark.
Í longdini hevði hetta
spart almennu Føroyum
pengar. Heldur tú eisini,
at hetta skal broytast nú?
So vel Elin Vang á
lista A
Fólkaflokkurin
elin
Vang
Val
„Pissa bara í buks!“
Nr. 12 - 17. januar 2008