Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2008 47 tíðindi Løgtingsvalið 19. januar 2008 2 At flogvallarmálið hevur stóran áhuga fyri vágafólk, gav fundurin seinasta fríggjadag greið boð um. Komuhøllin var stúgvandi full av fólki, sum vóru komin at lurta eftir hvat vit, sum bjóða okkum fram, høvdu at siga. Tað kom tíðuliga til sjóndar, at fólk vóru ónøgd um, at einki var hent í hesum máli, sum Fólka­ flokkurin hevur umsitið í 6ár ella meir. At yvirtaka málsøkið 1 mai og bera tað niðan í tingið 2 november og ikki koma til 1 viðgerð fyrr enn 22 november er nakað, sum vekur mistanka og ans hjá fólki. Vit mugu bara staðfesta, at eitt fýra ára skeið er farið afturum, og einki er hent í hesum máli, men eg yvist onga løtu í, at sein­ astu krampatrekningarnir í eini seinastu roynd at yvirtalaðð veljaran um, at tað var Sambandsflokkurin sum steðgaði flogvalla­ rmálinum. Hetta er ikki rætt. Sambandsflokkurin steðgaði fíggjarliga ørskap­ inum hjá Fólkaflokkinum. Liðformaðurin á A liðnum hevur ein trupull­ eika.Teir spæla ímóti hvørjum øðrum, tí skulu teir helst av vøllinum,hvat flogvallarmálum viðvíkur, og B liðið skal framat,.Teir vunna jú seinasta dyst. Góða Kitty May. Fólka­ floksumboð koyra við slagorðum­ royndir geva ùrslit­ Hvar eru úrslitini, hvat flogvølli viðvíkur? Fólkaflokkurin hevur havt eina 10 ára tíð í flogvallar­ málinum. Ein løgmann, sum hevði fleiri rýkis­ fundir, men einki hendi. Ein landstýrismann, sum ikki kláraði at flyta eitt komma, og nú til seinast ein fornermaðan nevndar­ formann. Hví kláraði tú ikki at purra landstýris­ mannin og floksformannin út? Vit hava ikki ráð til eitt 4 ára skeið við málrætt­ aðum forðingum og tómgongdartosi. Sambandsflokkurin Eivin JacobsEn Val Kitty May - tit tora - men gera einki Nú veit eg væl, at man skal vara seg fyri at hava hugs­ anir um mál, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu loysa í sínámillum samráðingum. Í einum samansettum og kompleks­ um samfelag, eru viður­ skiftini ofta tengd saman kortini. Eg haldi, at tann polit­ iska skipanin kann loyva sær at boða frá, at hon held­ ur tað vera eitt gott hugskot, um partarnir á arbeiðsmarknaðinum fara undir at samráðast um eina fastlønarskipan í fiskiídnaðinum. Skal tað eydnast, er óivað neyðugt at førleika­ menna arbeiðsmegina, og í tí sambandinum er tað, at tað almenna kann og skal geva sítt íkast, og skipa fyri neyðugari førleika­ menning, so at vit fáa loyst hetta fyri tann føroyska arbeiðsmarknaðin so týðandi mál. Hóast vánaligt hagtals­ grundarlag í Føroyum, so hevur Samtak boðað frá, at ein meðalinntøka hjá flakakvinnu í Føroyum í dag er 8.000 kr um mán­ aðin. Er hetta einasta inntøkan hjá húskinum, so liggur hon langt undir hungursmarkinum – sum vit bara ikki hava ásett. Tað liggja stórar uppgávur fyri framman hjá einum samhaldsføstum Javnaðarflokki at bøta um hesi kor, og at minka um stættargjónna. Hesar kvinnur eru ein av grund­ stuðlunum í høvuðsvinnu okkara. Og henda stættin hevur meira enn nøkur onnur stætt uppborið trygg livikor. Eg havi í valstríðnum greitt frá, at spurningarnir um ein ov heitan búskap og um útlendska arbeiðsmegi hanga saman, og mugu loysast við atliti hvørt at øðrum. Er búskapurin ov heitur, má man annaðhvørt minka um ferðina við at tálma almennum íløgum, ella innflyta útlendska arbeiðsmegi. Tað ber ikki til at gera hvørki! Semjast partarnir um eina fastlønarskipan, verður tað munandi lættari at fáa í lag avtalur um at loyva útlendska arbeiðs­ megi til Føroyar. Fastlønarskipan í fiskiídnaðinum Javnaðarflokkurin HElEna Dam á nEystabø Val Ljóðar gott og sera sjálv­ støðugt. Tú eigur teg sjálvan, og tín egna búð­ stað. Fyrigev mær mítt franska: Piss og pappír. Hesin avoldaði bústaðar­ politikkurin hevur gjøgnum alt ov langa tíð verið við til at stygt alt ov nógvar føroyingar av landinum, og eisini forða alt ov nógvum føroyingum at koma heim aftur á klettarnar. Tað er eingin sjálvsagdur rættur í Føroyum í dag, at hava ein bústað. Vilt tú hava ein bústað, noyðist tú at skaffa tær hann sjálv/ur. Knokkla døgnið runt einans fyri at hava tak yvir høvdið? Lívið er meir enn tað meina vit í Javnaðarflokkinum. Javnaðarflokkurin vil burtur frá hesum, sum tekur alt ov nógva orku frá okkara barnafamiljum og ungu. Geva teimum ein kjans at velja sjálvi: Egnan bústað (sum bankin í veruleikanum eigur) ella at búgva til leigu, og hava tíð til at liva, vera saman við familju síni. Javnaðarflokkurin fer næstu fýra árini millum annað at virka fyri, at bústaðarpakkin við luta­ íbúðin, bjálviungarstuðli, leigulóg og bygging av leiguíbúðin verður veruleiki. Vit lata okkum ikki steðga. Bústaðarpakkin skal vera eitt alternativ til núverandi støðu. Ert tú nøgdur við at búgva til leigu, ella vilt tú “eiga” sjálv/ur? Tað skal vera upp til tín. Javnaðarflokkurin vil hava eitt alternativ til núverandi bústaðarmøguleikar har bankin eigur teg við høvd og gørnum, tann besti parturin av lívi tínum. Vel tí Javnaðarflokkin. Vit vilja hava teg við, ikki bara í hjørtum okkara, men eisini í verkum. Tú og tíni og telja fyri framtíð Føroya. Set tí krossin við lista C. Gott val ,,Føtur undir egið borð”? Valevni Javnaðarfloksins RanDi í Jógvanstovu Val Eitt nýtt løgting eigur skjótast gjørligt at endurksoða livukorðini hjá fólkapensjónistum Tey eldru mugu fáa tryggari kor. At stakir fólkapensiónistar ikki fáa meira enn 101.937 krónur at liva av og giftir pensión­ istar 86.044 kr í ársintøku sigur so mikið at vit ikki eru eitt framkomið land. Neyðugt er beinanvegin at taka stig til at fólkapensión­ istar fáa eina munandi hækking av ellislønini. Samtíðis sum tey í eru arbeiðsfør sleppa at arbeiða fyri uttan at tey missa ov nógv at sínari eftirløn. Hetta eru fólk sum hava lagt lunnar undir okkara framtíð. Ístaðin fyri at geva teimum eina viður­ kenning, tykist tað sum ein álmussa hesi fólkini fáa. Eitt nýtt løgting eigur skjótast gjørligt at endurskskoða livikorðini hjá fólkapensiónitum. Hugsa vit okkum at hesi fólkini sita við einum sethúsum sum treingja til umfatandi umvælingar, ja, hvussu er støða hjá teimum tá? Ein og hvør sum treingir ábøtur á síni hús veit hvat tað kostar, har til er tað er sera trupult at fáa fólk at gera slíkt arbeiðið í dag. Lønin verður sjálvsagt ikki lækka fyri umvæling­ ararbeiði, men sum natúrligt er, so hækkar hon heldur enn lækkar. Nógvar natúrligar eyka­ útreiðslur eru hja fólkapen­ siónistunum t.d. hava tey ein bil sum flest øll húski í landinum hava, ja so eru útreiðslurnar ikki so lítlar av tí. Ein bilur hoyrur til eitt og hvørt húsarhald í dag. Fólkapensiónistar eiga ikki bara at fáa eina mun­ andi hækking í eftirløn. Nei tey eiga eisini í minstalagi, at fáa frítt útvarps­ og sjónvarpsgjald sum er álagt teimum og okkkum øllum við lóg at gjalda í dag. Byrðarnar hava verið nóg tungar hjá hesum samfelagsbólkinum frammanundan og tí eiga vit at geva hesum undangongu fólkunum hjá okkum eina viðurkenning fyri at tey slóðaðu fyri okkum. Á tann hátt kunnu vit eisini gleða okkum til tann dagin tá vit fáa ellis­ løn. Men í dag eru mong óttafull, tí ikki ber til hjá øllum at leggja fæ undur koddan til framtíðina. Hetta er eitt av mínum hjartamálum. Fólkapensiónistar skullu fáa betur livikor Valevni fyri Tjóðveldi Elis PoulsEn Val