Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Løgtingsvalið 19. januar 2008 2 Nú eru bert 4 dagar eftir til valið. Sambandsflokkurin hevur 9 kvinnulig valevnir á listanum. Nógv hevur verið tosa um, at tað eru ov fáar kvinnur og ikki minst ung fólk í løgtinginum. Veljara­ kanningarnar vísa tíverri, at eingin kvinna fer at umboða sambandsflokkin í løgtinginum. Hetta er tó ikki endaliga niðurstøðan, tí einki er avgjørt fyrr enn valið er av. Um meg sjálvan vil eg siga, at eg vil gera mína ávirkan galdandi og tosa fyri okkum ungu og fyri okkum kvinnum. Eg eri framfúsin og brenni fyri, at vit føroyingar fáa best møguligar sømdir í okkara egna landi. Grundarlagið undir allari vælferð er útbúgving, og eg vil raðfesta sømdirnar hjá teimum lesandi høgt. Eisini vil eg tryggja at einlig foreldur hava ráð at lesa í Føroyum. Eg vil bert heita á tykkum sambandsveljarar at umhugsa støðuna. Tí eg meti, tað er av størsta týdningi, at vit eisini hava sambandskvinnur á tingi. Eftir er bert at ynskja øllum Føroya fólki eitt gott val. Vel lista B – Vel meg! Góðu Sambandsveljarar Sambandsflokkurin Maj-Britt jacoBsen Val Havi fingið nakrar við­ merkingar til lýsing mína ” Kom nú Havnin”. Tað er umráðandi at vit sum búgva í Tórshavnar Komm­ unu fáa tað neyðugu umboðanina á Føroya Løgtingi. Vit kunnu ikki rokna við, at onnur fara at taka um endan og hjálpa okkum ella at viðvirka til at Tórshavnar Kommuna fær betri sømdir. Hugsa um allan tann sosiala tørvin á barna og eldrarøkt og aðrari røkt, sum verður álagdur Tórshavnar Kommunu. Hugsa um at 1/3 av øllum lønum útgoldnar í Tórshavnar Kommunu vera skattaðar uttanfyri Havnina. Hetta eru uml. 200 mió.kr. sum Havnin kastar av sær til alt meginøki. Tí er Havnin tað kraftsentri sum kastar av sær um allar Føroyar. Vel Fólkaflokkin ­ vit byggja land fyri allar føroyingar. X við A Hví Havnin? Fólkaflokkurin Bjarti Mohr Val Virðingin fyri tí einstaka hevur størsta týdningin í einum framkomnum samfelag. Samfelagið skal liberali­ serast fyri at tryggja tí einstaka sítt frælsi Altjóða mannarættinda­ sáttmálar skulu fylgjast og tryggja øllum í føroyska samfelagnum Frílyndi er fortreytin fyri eitt framkomið og nýskapandi vinnulív Størsti búskaparvøkst­ urin, menningin og trivn­ aðurin eru í londum, har frælsið hjá tí einstaka og tolsemið er størst Opinleiki er fortreyt fyri, at tey ungu og vælútbúnu koma heimaftur. Frælsi og frílyndi Fólkaflokkurin Poul Michelsen Val Virðisøkingar av sam­ felagnum mugu raðfestast undir sjálvstýrislandsstýri num. Við fólkafloksløg­ manni á odda vórðu fyri umleið 40 árum síðani framdar fleiri virðisøk­ ingar. Millum annað studentaskúlin í Hoydølum, tunlarnir norð um fjall, tvey risaframstig í sektiárunum. Men í dag mugu bæði endurnýggjast. Í Hoydølum er vorðið ov trongt. Vit krevja betur umstøður og pláss nú. Og harafturat er skúlin niðurslitin. Gjøgnum tunlarnar koyra í dag, á einum spori, nærum 1200 akfør um døgnið. Her hevur eydnan verið betri enn vitið, at eingin ólukka hevur kravt mannalív. Tann, ið vil, at oman­ fyrinevndu skulu endur­ nýggjast og harvið virðis­ økja samfelagið enn meir, má lata A ˆ liðið standa á odda eftir komandi val. X við A ˆ X við RMA Virðisøkingar av samfelagnum Fólkaflokkurin rói Matras aBsalonsen Val Sum formaður í Brúkara­ samtakinum í fleiri ár havi eitt sera gott innlit í brúkaraviðurskifti. Á tingi vil eg arbeiða fyri, at sett verður á stovn eitt brúkaraumboð, ið skal savnað saman allar brúkaraverndarlógir, gera yvirlit yvir tær lógir, ið skulu yvirtakast, umframt yvirlit yvir manglandi lógir og manglandi dagføringar. Alt økið verður lagt undir Innlendismálaráðið, sum tó letur Brúkaraum­ boðnum myndugleikan á økinum at umsita. Eingin stjóri á øðrum óviðkom­ andi stovni skal vera yvir Brúkaraumboðnum. Tvær lógir mangla serliga. Tað eru Lóg um marknaðarføring og Lóg um kærunevnd. Marknaðarføringslógin setur leiðreglur fyri, hvussu fyritøkur kunnu marknaðarføra sínar vørur ella tænastur yvir fyri brúkaranum. Kærunevndin kann skjótt og bindandi taka sær av ósemjum millum brúkara og vinnurekandi. Fyri tykkum, ið brenna fyri brúkaramálum, er púra greitt, at omanfyri standandi einans er ein evarska lítil partur av heildini. Tó er hetta tað mest grundleggjandi av tí, ið vit mangla. Við at veita mær tín stuðul tann 19. januar, kann eg veita tær trygd fyri, at tíni rættindi sum brúkari verða vird og hoyrd. Vel tí tíni rættindi, vel Petur í Gong! Við ynskjum um eitt gott val fyri alt Føroya fólk. Brúkaravernd fyri byrjarar Tjóðveldi www.tjodveldi.fo/petur Petur í GonG Val Sjálvstýrisflokkurin leggur stóran dent á útbúgvin og gransking. Í kontraktini, sum øll valevnini hjá flokkinum hava gjørt við veljararnar, stendur m.a., at vit vilja menna føroyska fólkaskúlan og tvífalda lestrarplássini, at vit vilja gera fróðskaparsetrið til ein miðdepil og drívmegi innan útbúgving, og at vit vilja fleirfalda granskingar­ játtanina. Fólkaskúlin verður við­ gjørdur í aðrari valgrein, tí fari eg í hesi at greiða frá, hvussu vit kunnu betra framhaldsútbúgvingar og granskingina. Vit skulu skjótast gjørligt seta á stovn lærdan háskúla á altjóða støði. Hesin stovnur skal sam­ skipa allan hægri lestur í Føroyum, somuleiðis skal hann standa á odda fyri granskingarverkætlanum. Hesar skulu í stóran mun vera í samstarvi við læru­ stovnar uttanlands og við vinnulív og grunnar. Upplagdir møguleikar eru fyri granskingarsam­ starvi millum ein lærdan háskúla og vinnulívið. Vit kunnu nýta fiskivinnuna sum dømi. Eg vænti, at fiskivinnan kann betra sítt kappingarføri munandi, um samstarv er millum hana og granskingina, tí væntast kann, at krøvini til matvøruframleiðslu og matvøruútflutning verða herd framyvir. Men við skilagóðum granskingar­ verkætlanum kundu vit gingið hesum krøvum á møti og fingið í lag, at føroysk framleiðsla hevði havt betri marknaðaratgond og størri eftirspurning enn framleiðslan hjá okkara kappingarneytum. Vit skulu eisini leggja nógvan dent á gransking á orkuørkinum. Hetta økið verður væntandi eitt enn størri vakstrarøki um fá ár. Her hugsi eg bæði um at granska, hvussu vit kunnu spara og gagnnýta orku, og hvussu vit kunnu framleiða orku úr varandi orkukeldum. Lærdi háskúlin skal bjóða so nógvar útbúgv­ ingar sum gjørligt, møgu­ leiki skal eisini vera at taka partar av útbúgvingum í Føroyum í samstarvi við útlendskar lærustovnar. Góðir møguleikar skuldu eisini verið fyri at fingið útlendsk lesandi til Føroy­ ar, tí okkara samfelag, mentan, náttúra og um­ hvørvi eru so serstøk og spennandi, at áhugi er heilt vist fyri at granska føroysk viðurskifti. Fjarlestur skal mennast, so bæði útlendsk lesandi og føroyingar, sum ikki hava møguleika til at fylgja undirvísingini á lærustovninum, kunnu taka eina útbúgving ella partar av henni á okkara egna lærda háskúla. Vit skulu menna verandi útbúgvingar á Læraraskúla­ num. Vit vita øll, at stóru tørvur er á námsfrøðingum og lærarum, men kortini tekur læraraskúlin bert ein flokk av læraralesandi og ein flokk av námsfrøði­ lesandi upp um árið. Orsøk­ in sigst at vera vantandi fígging, tí skuldi verið lætt at fingið í hvussu so er 40 nýggj útbúgvingarpláss. Í grannalondunum – m.a. í Íslandi – eru tey farin at bjóða hesar útbúgvingar á masterstigi. Sjálvstýris­ flokkurin heldur, at hetta eisini er rætta leiðin at fara í Føroyum. Harumframt eigur gransking at vera á námsfrøðiliga økinum. Sjúkrarøktarfrøðiútbúgv­ ingin og aðrar útbúgvingar á heilsuøkinum skulu mennast; somuleiðis tann framhaldslestur, sum verður boðin á handilsskúl­ um og tekniskum skúlum. Veljið Sjálvstýrisflokkin og Karl A. Olsen, tí vit vilja menna útbúgvingar­ møguleikarnar og granskingina. Framhaldslestur og gransking Sjálvstýrisflokkurin Karl a. olsen Val Nr. 12 - 17. januar 2008