Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2008 49 Løgtingsvalið 19. januar 2008 2 Tað verða ikki tær stóru plakatirnar, sum fara at loysa tykkara trupulleikar Jú dýrari og størri reklaman er, minni er hjartað fyri júst tykkum. Dysturin stendur millum bygdirnar og Havnina. Tað verður ikki yvir­ klassin á teimum bonaðu gólvunum í Havn, ið betrar tykkara kor. Velji tær prangandi lýsingarnar leygardagin, og tit eru gloymd sunnudagin. Velji ein bygdamann, ið altíð hevur verið trúgvur móti hugsjónini. Ein ið livir millum tykkum og kennir tykkara kor bæði á sjógvi og landi. Vel tey sonnu javnaðarvirðini, sum undirritaði stendur fyri. Verkafólk, sjófólk, reisið tykkum! javnaðarmaður Dan R. PeteRsen Val Hesar tveir seinastu dagar­ nar hevur sonn øsing stað­ ist av einum tvílittum korti, sum skal eitast at vísa á ymiskligu politisku grund­ sjónarmiðini, við heitinum “politiska landslagið”. Hóast kanningar eru settar í verk, veit eingin hvaðani kortið stavar, hvør hevur latið tað inn til posthúsið og hvør ætlanin er við hesum. Av fólkið verður hildið, at hetta er heldur ófrætta­ kent, tí eingin vil kennast við tað. Ógvuliga ymisk kort Annað kort er komið í føroysku heimini, har eg havi loyvt mær at greiða frá, mínum politikki. Tí fari eg enn einaferð at heita á mínar føroysku veljarar, um ikki at sita heima valdagin, men geva mær fullan stuðul. Mínum korti fara Tygum ikki skeivur av! Mínum korti fer eingin skeivur av Løgtingsmaður og fólkafloksvalevni – List A KjaRtan joensen Val Javnaðarflokkurin hevur ikki patent uppá vælferðaskipanina. Men, tað er ein ítøkiligur og søguligur veruleiki, at tað eru javnaðarflokkar, ið hava tryggja okkum ta vælferðina, ið vit hava í okkara parti av heiminum. Javnaðarflokkurin hevur ikki patent uppá ein mennandi vinnupolitik. Men, tað er ein ítøki­ ligur og søguligur veru­ leiki, at tað eru javnaðar­ flokkar, ið hava verið drív­ megin í tí framburði, sum m.a. hevur gjørt at tey skandinavisku londini – tað skandinaviska modell­ ið, hevur sigrað. Onga aðrastaðni er vælferðin so stór og ríkidømi so javnt býtt, sum í teimum skand­ inavisku londunum – al­ oftast við javnaðar­ flokkunum á odda. Enn eru vælferðartiltøk neyðug og býtast skal javnari, men fíggjarligur framburður og økt væl­ ferð í síðsta valskeiði er prógv um, at vit eru á rættari leið. Velji tí javnaðarflokkin PATENTIÐ (ið ikki var til) løgtingsmaður og valevni KRistian Magnussen Val Ungur nemur gamal frem­ ur, sigur orðatakið. Aðalmálið hjá okkum, ið nú ætla at taka politiskar avgerðir, verður av nýggjum at raðfesta peninganýtslu landsins. Øll vita, at givna upphæddin til ymsu økini eru raðfestingar innanfyri fíggjarlógina. Prógvgrundin, ið ofta hoyrist í kjaki, at peningur er ikki tøkur, er sjálvdan allur sannleikin. Rætta svarið er heldur, hvussu tann tøki peningurin verður raðfestur. Ongantíð áður hava vit havt so nógvan tøkan pening í Føroyum. Tí tora vit nú at raðfesta nýtsluna av nýggjum. Sjálvstýrisflokkurin raðfestir útbúgving høgt. Í stevnuskrá okkara er málið, at allir skúlar verða skipaðir eftir føroyskum tørvi – tí tora vit eisini í komandi valskeiði at rað­ festa útbúgving á føroysk­ ari grund hægri enn nakrantíð sæð áður. Hetta merkir sjálvandi ikki, at onnur øki onki fáa. Tað er raðfesting, ið vit skulu tora betri at gera. Altjóða vitanarsamfelag­ ið mennist stórliga. Tí eiga vit at fyrireika okkara út­ búgvingar og arbeiðsmegi til tær broyttu avbjóðing­ arnar. Tann gløggi eygleið­ arin hevur longu sæð, at vitan kann bæði skapa menniskjalig virði og útflutning. Sjálvstýris­ flokkurin lítir á føroya fólk, sum kann taka sær av hesum avbjóðingum eisini. Lærdómur er lættur at bera, sigur orðatakið. Vel tí við tíni vitan – vita nú. X við Sjálvstýrisflokkin og Kristinu Toftegaard Larsen. Útbúgving og vitan Sjálvstýrisflokkurin KRistina toftegaaRD LaRsen Val Er tú ein av teimum mongu sum eisini starvast innan heilsuverkið í Føroyum? Tað eri eg, og tað eri eg glað fyri og ikki minst stolt av. Heilsuverkið í Føroyum er viðvirkandi til væl­ ferðina hjá okkum. Tí er tað neyðugt at raðfesta heilsuverkið høgt, um vælferðin skal halda áfram. Starvsfólkini innan heilsuverkið eru somuleið­ is við til at tryggja okkum vælferðina. Uttan okkum er trupult at halda áfram við vælferð her á landi. Eg vil gera mítt til, at vit sum starvast innan heilsuverkið verða hoyrd og sædd frá politiskari síðu. Vit eru og skulu verða ein viðspælari tá avgerðir verða tiknar innan heilsuøkið. Hetta er ein av orsøk­ unum til at eg havi valt at stilla upp. Orsøkin til at eg havi valt at stilla upp fyri Javnaðarflokkin er tann, at Javnaðarflokkurin er tann flokkurin sum kann tryggja okkum framhaldandi vælferð. Javnaðarflokkurin er garantur fyri vælferðini. Heilsuverkið er raðfest høgt í valskránni hjá Javn­ aðarflokkinum, hetta er eitt av okkara hjartamálum. Nú vali nærkast, hava allir flokkar eina meining um okkara heilsuverk, og tað er at fegnast um. Heilsuverkið kemur undir tey bleytu virðini her í samfelagnum. Vit sum starvsfólk eru tey sum hvønn dag arbeiða við teimum bleytu virðinum.. Eg og tú, so í felag kunnu vit røkka langt. . Í tøttum samstarvið ynski eg, at vit komandi valskeið kunnu fáa okkara heilsuverk til at virka enn betur, og fáa tey bleytu virðini inn í okkara politik.. Eg meini at eg sum sjúkrarøktarfrøðingur, kvinna og starvsfólk á Landssjúkrahúsinum eri tann rætti at umboða heilsuverkið á tingið komandi valskeið. Tí er mítt ynski at tú fer á val leygardagin og settur tín kross fyri Javnaðarflokkin. Vit kunnu ikki verða nøgd við tað næstbesta, men tað allarbesta, tí skal tú velja meg. Títt umboð á tingið. Tú sum starvast innan heilsuverki Javnaðarflokkurin Listi C jóngeRð nieLsen Val Nógv sambýlir í landinum hava í dag fleiri búðfólk, ið størri ella minni mun krevja røkt. Hetta er ein trupuleiki hjá starvsfólki og búðfólki. Starvsfólkanomeringin tekur ikki hædd fyri øktu starvsbyrðuni ið stendst av hesum. Hølisinnrætningurin er í mongum førum óhóskandi av somu orsøk. Sum dømi kann nevnast, at hurðaopini eru so trong at sengur mugu skrúvast sundur fyri at sleppa ígjøgnum. Alt hetta elvir til verri trivna millum tey overvaðu starvsfólkini ­ umframt verri tænastu og trivna hjá búðfólkunum. Veruleikin er at tað gerast alt fleiri eldri fólk í Føroyum, so hetta er ikki ein fyribilstrupuleiki. Eldraøki má tí alsamt dagførast. Tað er umráðandi at neyðug játtan og normering tillagast uppgávubýti hjá starvsfólkunum so trivnaðurin gerst betur hjá øllum pørtum. Trivnaðurin hjá búð-og starvsfólki á sambýlunum hóttur Sambandsflokkurin Hans aLbeRt Hansen Val