Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juni 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 104 - 2. juni 2001 Nr. 104 - 2. juni 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 -Tað eru nøkur mørk í politiskum arbeiði, sum man má halda seg til. Ein lands- stýrismaður er noyddur at taka hædd fyri sínum starvi og ikki bara virka út frá sínum egna temperamenti og sínum egna ego sigur løgmaður, sum tó við- gongur, at viðhvørt manglar tað í politisku skipanini í Føroyum at kunna taka eina avgerð. - Tórbjørn Jacobsen hevur so víst, at hann hevur mans mót at taka avgerðir LANDSSTÝRISMAÐUR LEGGUR FRÁ SÆR Jan Müller -Eg havi ikki biðið Tórbjørn Jacobsen fara frá og eg havi heldur ikki heitt á formannin í Tjóðveldis- flokkinum um at koyra mannin frá. Men tað er greitt, at eg havi tosað við formannin í Tjóðveldis- flokkinum men bara ikki um hetta seinasta málið. Hetta sigur Anfinn Kalls- berg, løgmaður, nú enn ein landsstýrismaður í sam- gonguni leggur frá sær. Løgmaður hevur annars havt liggjandi eitt annað mál viðvíkjandi Tórbjørn Jacobsen á borðinum at taka støðu til. Tað er tað hann segði í tinginum her- fyri og sum varð harðliga á- talað. Løgmaður viðgongur, at tað er óheppið at skifta út landsstýrisfólk ov oftani og tað skapar eisini ein turbu- lens í sjálvum stýrinum. Men hvat hevur løg- maður so at siga um Tór- bjørn Jacobsen sum polit- ikara! -Hann er ein litfagur persónur í politikki. Hann hevur verið øðrvísi enn tað vit vanliga hava upplivað á politiska pallinum. Hann hevur sín serstaka facon. Summi dáma henda væl og onnur dáma hann als ikki. -Men er tað tá ikki upp- frískandi í politikki at hava ein slíkan mann sum Tór- bjørn Jacobsen millum sín? -Jú tað kann tað vera. Men tað eru nøkur mørk, sum man má halda seg til. Ein landsstýrismaður er noyddur at taka hædd fyri sínum starvi og ikki bara virka út frá sínum egna temperamenti og sínum egna ego. Tað hevur hann ikki dugað. Hann hevur sjálvandi ein lívshátt. Hann er skipari og er vanur at geva ordrar og er vanur við, at tað hann sigur, tað verður gjørt. Tá kann tað vera eitt rættiliga stórt umskifti at koma í politikk, har talan oftani er um eina langa og seiga process, og har avgerðirnar kanska ikki fella fyrr enn sera langt aftaná eftir, at øll møgulig fólk hava verið uppií. Tað er tí helst ein trupulleiki fyri gerandisdagin hjá einum slíkum persóni, sum ikki er vanur við hetta men við eina aðra process. Løgmaður sigur annars, at Tórbjørn Jacobsen hevur eisini víst, at hann hevur torað at taka nakrar av- gerðir, sum eru rættiliga ó- traditionellar. Her sipar hann m.a. til at flyta Al- manna- og heilsuskúlan til Suðuroyar uttan at taka nakran annan við uppá ráð. -Tað tekur tú sum ein positivan eginleika? -Tað velst sjálvandi um, tí tað at taka avgerðir er altíð knýtt at einum ávísum vága. Ein skjót avgerð kann verða røtt, men hon kann so sanniliga eisini vera skeiv, alt eftir hvussu tað hepnast. Men Tórbjørn Jacobsen hevur víst, at hann hevur mans mót til at taka eina avgerð. -Tað er kanska nakað, sum manglar í føroyskum politikki? -Tað veit eg ikki rætti- liga. Processin er kanska í so lang oftani. Men eg skal tó viðganga, at viðhvørt manglar tað at kunna taka eina avgerð. -Eisini hjá landsstýris- monnum? -Hjá landsstýrismonnum kanska minni enn hjá tí politisku skipanini. Tí ein landsstýrismaður er væl eisini noyddur til at skeita eftir, hvat politiskt er møguligt. Tað kann vera ein avvegan. Men vit hava nøkur dømi um, at ein manglandi avgerð ger ikki tingini greiðari. -Nú er hann so farin frá. Hann hevur verið partur av tínum teami. Hvussu hevur hann roynst sum lands- stýrismaður? -Vit hava eitt ótrúliga gott samarbeiði. Eg havi ikki nakað at útseta uppá okkara samarbeiði uttan tað, sum var frammi í fjøl- miðlunum tá. Vit hava eisini havt eina aðra kon- frontatión, sum var tá hann uttan nakað avtók grund- lógardagin hjá lærarum. Tað er so aftur eitt dømi um, at man handlar bara uttan yvirhøvur at taka nakran við uppá ráð. Tann avgerðin var ikki ein gang løgfrøðiliga uppá pláss. -Men tá ein persónur ger slíkt, tá stingur spurning- urin seg upp, um hann er kompetentur at vera júst landsstýrismaður? -Nú koma vit aftur inn á hetta at taka skjótar av- gerðir. Eg trúgvi ikki, at nakar var involveraður í tí avgerðini um grundlógar- dagin. Hatta var bara ein fiks idé, og so ger hann tað. Tað er ikki tann rætti mátin at gera tingini uppá, tí tá fær tú nakrar trupulleikar, sum tú annars kanst vera fyriuttan. Og vit vita, at Tórbjørn er ein bráður maður. Tórbjørn Jacobsen mans mót at taka avgerð Avloysarin í sessinum sum landsstýris- maður í mentamálum verður helst aðal- stjórnarformaður Tjóðveldisfloksins, Óli Holm MENTAMÁLASESSUR John Johannessen Óli Holm, varaskúlastjóri í Vági og aðalstjórnarfor- maður Tjóðveldisfloksins, verður um vikuskiftið vald- ur at avloysa Tórbjørn Jacobsen í sessinum sum landsstýrismaður í menta- málum. Hetta veit Sosialurin frá keldum innarliga í Tjóð- veldisflokkinum. Sum skilst verða tvey uppskot til nýggjan lands- stýrismann. Ein partur av Tjóðveldisflokkinum ætlar sær at skjóta upp, at Signar á Brúnni, sum misti lands- stýrissessin vegna illgruna um óreglusemi, men síðani varð reinsaður, skal fáa landsstýrissessin aftur. Men tekur Signar sessin aftur, sleppur Tórbjørn Jacobsen, sum í gjár reyk út úr føroyskum politikki, í løgtingið sum varamaður fyri Signar á Brúnni. Og av tí, at tað er ógvuliga kalt í- millum Signar á Brúnni og Tórbjørn Jacobsen, kann hugsast, at Signar á Brúnni sigur »nei takk« til at fáa landsstýrissessin aftur, fyri at sleppa undan, at Tór- bjørn Jacobsen kemur á ting og verður ein hóttan móti honum í Eysturoyar valdømi til komandi løg- tingsval. Verið upp á tal fyrr Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at tað er upp á tal í Tjóð- veldisflokkinum at velja Óla Holm til landsstýris- mann. Longu tá samgongan varð skipað, vóru fólk í flokkinum, ið ynsktu, at Óli Holm skuldi gerast lands- stýrismaður í undirvísing- ar- og mentamálum. Men ymisk viðurskifti gjørdu, at hetta varð av ongum. Tá Signar á Brúnni fór úr landsstýrissessinum í mars í fjør, og Tjóðveldisflokk- urin skuldi seta nýggjan landsstýrismann, var aftur upp á tal, at Óli Holm skuldi fáa landsstýrissessin. Men tingmaðurin, Hergeir Nielsen, sum eisini er úr Vági, skipaði saman við ørðum í flokkinum fyri, at Óli Holm heldur ikki hesa- ferð fekk sessin. Sosialurin skilir frá keldum í Tjóðveldisflokk- inum, at Hergeir Nielsen kendi Óla Holm sum eina hóttan móti sínum tingsessi til komandi val. Hesa triðju ferð rokna fólk í Tjóðveldisflokkinum kortini við, at tað fer at eydnast at fáa Óla Holm í landsstýrissessin. Drúgvar royndir Hóast Óli Holm ikki hevur verið serliga nógv frammi í politisku myndini í Føroy- um, hevur hann kortini drúgvar royndir innan politiskt arbeiði. Í 1993 varð Óli Holm valdur til formann í flokkinum. Hendan sessin varðveitti hann til í fjør, tá skipanin varð broytt, og flokkurin fekk politiskan formann. Óli Holm hevur kortini enn álitissess í Tjóðveldis- flokkinum. Tá nýggi bygn- aðurin bleiv samtyktur, vað Óli Holm valdur til for- mann í aðalstjórn floksins. Óli Holm er føddur í apríl 1945, hann er útbúgvin lærari og hevur verið varaskúlastjóri í Vági síðani 1973. Óli Holm er kendur sum ein ógvuliga umhugsin og róligur mað- ur, ið fremur síni avrik í tí stilla, uttan at varpa ljós á seg sjálvan. Flest fólk kenna helst Óla Holm frá arbeiði hansara í Fótbólts- sambandi Føroya. Sosialurin hevur roynt at fáa viðmerking frá Óla Holm um tíðindini um, at hann skal gerast lands- stýrismaður, men hann hevur onga viðmerking. Óli Holm verður landsstýrismaður 56 ára gamli varaskúlastjórin og aðalstjórnarformaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Óli Holm, verður eftir øllum at døma nýggjur landsstýrismaður í mentamálum C M Y K 11 10