leygardagur 2. juni 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 104 - 2. juni 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
C
M
Y
K
12
gult13 cyan13 magenta13 svart13
Nr. 104 • leygardagur • 2 juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Hóast hann í ár hevur
vunnið tríggjar stórar
steypasigrar, so er 26
ára gamli Stephane
Henchoz ikki bangin
um at taka ov lætt
upp á komandi
uppgávuna
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Hóast ferðalagið við sveis-
iska landsliðnum var nakað
seinkað hósdagin, so komu
bæði leikarar, venjarar og
tíðindafólk fram í øllum.
Eftir at hava fingið sær eitt
lítið ábit á Hotel Føroyum,
skuldi vøddarnir mýkjast
nakað, og í hálvan annan
tíma vandu mótstøðumenn-
inir hjá Føroyum so á Tórs-
vølli.
Sum tíðindamaður er
talan í slíkum førum ofta
um langa bíðitíð, og í so
máta var hendan venjingin
einki undantak. Bíðitíðin
tóktist tó at vera til fánýtis
fyri okkara viðkomandi, tí
beint eftir lokna venjing
hildu at kalla allir leik-
ararnir beina kós móti
bussinum, sum skuldi føra
teir niðan aftur á hotellið.
Ein sveisisk radiostøð fekk
okkurt orðið á ein av leik-
arunum, men annars tóktust
teir ikki at vísa fjølmiðlu-
num serliga ans.
Við góðari hjálp frá
einum sveisiskum tíðinda-
manni, eydnaðist okkum tó
at fáa ein av best kendu
sveisarunum út úr aftur
bussinum, og tá alt kom til
alt, so tóktist Stephane
Henchoz ikki á nakran hátt
at vera serliga stórlætin.
Heldur ikki hóast hann
longu nú hevur vunnið ein
stóran part av tí, sum vinn-
ast kann í fótbólti.
Við enska felagið sínum,
Liverpool, hevur hann í ár
verið partur av søguskriv-
ing í fótbóltshøpi. Liðið
hevur
verið
í
trimum
steypafinalum, og hevur
vunnið hesar tríggjar, og
hetta hevur einki enskt lið
megnað áður.
Eingin løtt uppgáva
Ein skuldi tí kanska hildið,
at ein landsdystur móti eini
pinkutjóð norðarliga í At-
lantshavinum
ikki
var
nakað, sum ein slíkur spæl-
ari sá fram til, men hetta
tóktist als ikki at nerva tann
sera fyrikomandi Stephane
Henchoz.
- Sjálvandi hevur tú rætt
í, at hetta er øðrvísi enn eitt
nú FA Cup finalan. Atmos-
feran kann ongantíð verða
hin sama, men hetta ger tó
ikki, at eg ella liðfelagarnir
taka lætt upp á uppgávuna.
Hóast eg havi vunnið trý
steyp við Liverpool, so er
hetta nakað heilt annað, og
málið hjá landsliðnum er at
koma til HM-endaspælið.
Skulu vit tað, so krevur tað
helst trý stig her, og hetta
verður eisini setningurin
hjá okkum.
Hetta ljóðar jú sum ein
ógvuliga fábroytt standard-
útsøgn frá einum yrkisleik-
ara, men hóast vit royndu at
orða hetta enn einaferð, so
tóktist verjuleikarin ikki at
vika í hesum. Heldur ikki
hóast Sveis longu hevur
vunnið 5-1 á okkara monn-
um.
-
Sjálvandi
eru
vit
favorittar, men vit hava sera
stóra virðing fyri teimum
úrslitum, sum føroyska
landsliðið hevur fingið
seinnu árini, so talan verður
ikki á nakran hátt um ein
lættan dyst fyri okkara við-
komandi.
- Sum eg segði, so hava
vit eina uppgávu at loysa
her, og eg eri ikki í iva um,
at skal hendan loysast, so
krevur tað eitt gott avrik frá
okkum. Tað er so eisini tað,
sum vit ætla at gera. Vit
verða noyddir at spæla ein
góðan dyst, har vit ikki
kunnu loyva okkum at taka
nakað fyri givið, sigur
fryntliga Liverpool-stjørn-
an at enda.
Stríðsmaðurin úr
Sogndal kennir seg at
vera væl fyri, men
hann hevur fingið at
vita, at vandin er
stórur fyri, at
liðbondini í fót-
liðnum dragna
uppaftur meiri
LANDSDYSTUR
Jóannes Hansen
Tað hevur ikki verið so
nógv at hoyr til hansara
síðstu tíðina, men undir
venjinginii á Svangaskarði
í fyrradagin og í gjár tóktist
hann at vera væl fyri. Tað er
Julian Johnsson, sum vit
tosa um. Stríðsmaðurin,
sum plagar at tuska og
renna uppaftur meiri enn
allir hinir á landsliðnum.
Í vár hevur hann havt
trupulleikar við beininum.
Hetta hevur havt við sær, at
hann ikki hevur spælt í
tippuliguni í meiri enn ein
mánað. Men nú er hann
tøkur aftur. Undan heim-
ferðini til Føroya hevur
hann spælt ein dyst á 2. liði
hjá Sogndal, og hann sigur
seg ikki kenna nakað til
skaðan.
– Eg havi fingið at vita,
at liðbondini í fótliðnum
ikki hava tað heilt gott. Um
hesin
veikleikin
skal
hvørva, so skal eg binda
frið í fleiri mánaðir, ella
kanska verður tað neyðugt
við skurðviðgerð. Tað ber
væl til at venja, soleiðis
sum støðan er, og tað havi
eg valt at gera. Um skaðin
versnar, og tað ikki fer at
bera til at spæla, so má tað
fáa tær avleiðingarnar, sum
eru neyðugar, men fyribils
spæli eg við fullari ferð,
sigur Julian Johnsson.
Í Hvidovre var
ætlanin, at Óli
Johannesen skuldi
spæla við teimum
komandi hósdag, sum
er dagin eftir dystin
ímóti Jugoslavia
LANDSDYSTUR
Jóannes Hansen
Síðani hann seinast var í
Føroyum og spældi lands-
dyst, er Óli Johannesen
fluttur úr einum felag í
superliguni og til eitt felag í
næstbestu donsku deildini.
Men eingin ivi kann vera
um, at aftasti verjuskansin,
sum fyri tveimum mánum
síðani í Moskva spældi fyri
50. ferð á landsliðnum, er
betri fyri enn nakrantíð.
Í AGF var hann síðstu
tíðina fyri tað mesta á
beinkinum, meðan hann í
Hvidovre er í miðverjuni
hvørja ferð. Venjingarstøð-
an er eisini góð, tí í Hvid-
ovre venja teir sjey ferðir
um vikuna.
– Viðurskiftini í felag-
num eru á allan hátt sera
professionell, og eg trívist
stak væl. At Frank Skytte er
venjari var mær til fyri-
munar, tá eg í fyrstu tíðini
eftir skiftið úr AGF og til
Hvidovre skuldi stríðast
fyri at koma á liðið, heldur
Óli.
Frank Skytte hevur verið
venjari hjá TB. Fyri stuttum
hevur hann longt sam-
starvsavtaluna við Hvid-
ovre inntil komandi summ-
ar. Hvidovre skal spæla á
Tórsvølli
ólavsøkuaftan.
Og sambært Óla Johanne-
sen, so er venjarin fram-
vegis áhugaður í Føroyum
og
føroyskum
fótbólti.
Hetta sæst m. a. í, at hann
er væl kunnaður um gongd-
ina í bestu deildini í Før-
oyum.
Óli Johannesen var lið-
formaður á landsliðnum í
Moskva. Hesa ferð eru
hvørki Jens Kristian Han-
sen ella Todi Jónsson við,
og tí kann roknast við, at
Óli aftur fer at vera høvuðs-
álitið á vøllinum.
At Hvidovre eisini hevur
stórt álit á Óla Johannesen
sæst aftur í, at teir ætlaðu at
fáa hann at spæla við teim-
um dagin eftir, at landsliðið
komandi mikudag hevur
spælt ímóti Jugoslavia.
Í Danmark eru reglurnar
soleiðis, at eitt felag hevur
loyvi at biðja um at fáa
landskappingardyst fluttan,
um tveir spælarar á liðnum
eru upptiknir av landsdyst-
um. Í síðstu viku var Stefan
Andersen, sum er málverji
hjá Hvidovre, úttikin til
danska U–21 landsliðið. Tá
Óli Johannesen framman-
undan var úttikin til før-
oyska landsliðið, bóðu teir í
Hvidovre um, at lands-
kappigardysturin hjá teim-
um 2. hvítusunnudag varð
fluttur, men grundarlagið
undir áheitanini datt burtur
síðsta vikuskifti:
– Tá fekk eg gula kortið,
og tað hevði leikbann við
sær. Tí var tað bara mál-
verjin, sum ikki kundi vera
við 2. hvítusunnudag, og
harvið verður tað ikki
neyðugt hjá mær at spæla
bæði mikudagin og hós-
dagin, greiðir Óli Johanne-
sen frá.
Arbeiðið skal gerast
- Sjálvandi eru vit
favorittar, men vit hava
sera stóra virðing fyri
teimum úrslitum, sum
føroyska landsliðið
hevur fingið seinnu
árini.
- Um hesin veikleikin skal hvørva, so skal eg binda frið í fleiri
mánaðir, ella kanska verður tað neyðugt við skurðviðgerð
Mynd: Jens Kr. Vang
Julian spælir upp á lænta tíð Óli skuldi spæla
mikudag og hósdag
13