Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juni 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult15 cyan15 magenta15 svart15 15 14 Nr. 104 - 2. juni 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 C M Y K 14 Allan Simonsen roknar bara við smávegis broyt- ingum, nú landsliðið skal stríðast uttan Toda Jónsson LANDSDYSTUR Jóannes Hansen Tey seinnu árini er tað ikki ofta komið fyri, at Allan Simonsen og hansara menn hava tapt stórt. Men í Sveis 7. oktober í fjør taptu før- oyingar 5–1. Tann dystin hevur landsliðsvenjarin ofta spælt umaftur, og hann er ikki í iva um, hvat tað var, sum var høvuðsorsøkin til, at tað gekk so illa: – Vit komu á odda beinanvegin. Tað átti at verið ein fín støða, men tí- verri gloymdu okkara spæl- arar í óvandu støðuni tað, sum vit frammanundan høvdu avtalað. Ætlanin var, at vit, soleiðis sum vit altíð royna at gera, skuldu halda okkum so frammarlaga á vøllinum, sum tað bar til. Av beinkinum royndu vit at rópa liðið fram, men leiðslumálið hevði við sær, at alt liðið datt langt aftur á vøllin. Sveisararnir dugdu væl at gera nyttu burturúr tí støðuni. Teir spældu flatar bóltar á fremstu menninar. Um teir høvdu verið úti á vøllinum, tá teir fingu bóltin, so hevði talan ongantíð verið um meiri enn fríspørk. Nú royndu okkara menn at verja ímóti teimum í egnum brotsteigi, og so varð fleiri ferðir brotsspark í staðin fyri frí- spark, staðfestir landsliðs- venjarin. Allan Simonsen heldur tað siga seg sjálvt, at tað ikki ber til at verja í 90 minuttir, og hann vil hesa ferð hava, at føroysku spæl- ararnir leita aftur til tað, sum teir eru best til. Fer tað at ávirka spæli- stílin, at Todi ikki er við? – Tað fer ikki at bera til at leggja spælistílin radikalt um. Vit hava fleiri ferðir verið noyddir at klára okk- um uttan Toda. Tá rætta vit álopsspælið eitt sindur øðr- vísi inn, og soleiðis gera vit eisini hesa ferð. Ein royndan og ein ungan Uni Arge og Kurt Mørkøre eru álopsspælararnir við mestu royndunum. Men tað tykist greitt, at teir fara ikki báðir at vera ímillum teir fyrstu ellivu. Teir eru báðir tað, sum verður kallað boksspælarar. Vanliga er bara ein sovorðin á liðnum. Ætlanin er ivaleyst, at Christian Høgni Jacobsen skal vera við síðuna av Una Arge, men tað er treytað av, at ungi NSÍ maðurin verður tøkur. Undir venjingini í gjár og í fyrradagin varð Christian Høgni spardur eitt sindur, men tað er greitt, at hann verður ikki ímillum teir fyrstu ellivu, um hann ikki er púra frísk- ur at spæla. Allan Simonsen vil ikki gera viðmerkingar til upp- stillingina, men hann er fegin um at hava Jón Róa Jacobsen sum ein møgu- leika. – Eg havi altíð sæð tað sum ein fyrimun, at spæl- ararnir kunnu brúkast fleiri staðni á vøllinum. Jón Rói er ein góður og skjótur á- lopsspælari, og vit hava seinastu tíðina sæð, at hann eisini er skilagóður og tryggur í miðverjuni. Um Christian Høgni ikki verður tøkur, kann roknast við, at Jón Rói Jacobsen verður í álopinum, og so verður hann yngsti spælarin nakrantíð á føroyska lands- liðnum. Helgi L Petersen verður neyvan ímillum teir fyrstu ellivu. Um hann skal skrá- setast fyri sín fyrsta lands- dyst, so verður tað ivaleyst sum innskiftari fyri ein av miðvallarunum. Næstan sama manning Allan Simonsen sigur seg altíð hava eina áskoðan um, hvussu liðið skal síggja út, tá landsliðið fer undir venj- ingina. – Ætlanin er grundað á tað, sum eg havi sæð og hoyrt, og á tað, sum Jógvan Martin hevur sæð og hoyrt. Venjingin undan dystinum verður brúkt at staðfesta, um ætlanin er brúkilig, ella um okkurt skal rættast, og tað kemur meiri enn so fyri, at ein ella tvær broytingar verða gjørdar. Í Luksemburg í mars sá liðið soleiðis út: Jákup Mikkelsen – Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Johan B. Hansen – Allan Mørkøre, Fróði Benjamin- sen, John Petersen, Julian Johnsson, Øssur Hansen – Kurt Mørkøre, Todi Jóns- son. Ta ferðina vóru Uni Arge og Sámal Joensen í ferða- lagnum, men teir vóru sjúk- ir og tískil ikki nóg væl fyri at spæla. Tá Todi varð skaddur, kom Christian Høgni í hansara stað. Uni og Sámal verða helst báðir á liðnum hesa ferð. Ivaleyst má Kurt víkja, og so er spurningurin, um venjarin fer at geva Johan B. Hansen, sum varð settur uttanfyri í Moskva, tá Pól Thorsteinsson var tøkur aftur, ein nýggjan møgu- leika, ella um hann fer at seta Fróða Benjaminsen aftur í miðverjuna fyri at geva pláss fyri Sámali Joensen á miðvøllinum. Johan B. Hansen hevur ikki verið á superligu liðnum hjá OB í ár, men hann er kortini væl fyri. Í mai mánað hevur hann spælt tólv dystir á talentlið- num hjá OB Og landsliðsvenjarin er ikki bangin fyri, at málverjin fer at verða arbeiðsleysur, tí tað ofta vísir seg at ganga skjótt við keypi og sølu av fótbólts- spælarum LANDSDYSTUR Jóannes Hansen Næstsíðsta týsdag vistu vit her í blaðnum at siga, at nú var málverjin, Jákup Mikkelsen, vorðin arbeiðs- leysur. Jákup kom týsdagin heim til Føroya, og saman við Kurt Mørkøre vandi hann við KÍ fyrrapartin av vikuni. Um tað verður KÍ ellla okkurt annað av føroysku feløgunum, sum Jákup eftir summarsteðgin fer at verja málið fyri, ella um hann framvegis verður málverji í útlandinum, er ein opin spurningur. Jákup Mikkelsen er bundin at Herfølge inntil síðst í hesum mánaðinum, og í løtuni er tað avgjørt ikki útilokað, at hann og familjan flyta heim aftur á klettarnar. Men landsliðs- venjarin, Allan Simonsen, kvígur ikki fyri, at hesir báðir dystirnir ímóti Sveis og Jugoslavia eru teir síðstu hjá Jákupi Mikkelsen á landsliðnum: – Royndirnar hava nógv at siga í fótbólti. Ikki minst hjá málverjum hava tær al- stóran týdning. Jákup er ein góður málverji, og tað verður hann framvegis, um hann fer at spæla í útland- inum, ella um hann fer at spæla í Føroyum. Hvussu metir tú vánirnar hjá honum at halda fram uttanlands? – Um ein málverji verður seldur og keyptur er ikki altíð ein spurningur um dugnaskap. Tað er ofta ein spurningur um hepni og at vera tøkur røttu løtuna. Nú hevur tað verið púra greitt í einar tvær vikur, at Jákup ikki fer at halda fram í Her- følge. Jákup verður í Dan- mark mettur at vera ein góður málverji, og dygd- irnar hjá fótbóltsspælarum í Danmark eru eisini kendar aðra staðni í Europa. Nógv- ar kappingar eru loknar, og longu nú eru feløgini farin undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Komandi mánaðirnar verð- ur tað lívligt viðvíkjandi keypi og sølu, og tað skuldi ikki undra meg, um boð verða onkrastaðni frá eftir Jákupi Mikkelsen. Men ávirkar tað støðuna hjá Jákupi á landsliðnum, at hann ikki longur er fyrsti málverji í Herfølge? – Tú fært meg ikki at siga nakað um liðið ímóti Sveis. Heldur ikki um tað verður Jákup Mikkelsen ella Jens Martin Knudsen, sum skal verja málið. Men Jákup er ikki settur av í Herfølge, tí hann ikki er nóg góður. Venjarin hevur valt at spæla nýggja málverjan inn á lið- ið, nú teir fyrireika seg til nýggja kappingarárið. Tað kann væl vera, at eg hevði gjørt tað sama, um eg hevði ábyrgdina av liðnum, sigur Allan Simonsen, sum í sama andadrátti undir- strikar, at Jákup Mikkelsen á ongan hátt hevur spælt seg av landsliðnum. Men er tú ikki bangin fyri, at hugsanin um fram- tíðina fer at darva Jákupi í hesum báðum landsdystun- um? – Eg plagi at siga við spælararnar, at teir skula savna seg fullkomuliga um dystin, sum stendur fyri framman, og at teir einki skulu hugsa um møguleik- arnar fyri at verða seldir. Um teimum gongst væl á landsliðnum, so er tað upp- lagt, at feløg aðra staðni fáa eyguni upp fyri teimum. Soleiðis rokni eg støðuna at vera undan hesum dyst- inum, og hon er ikki minst soleiðis hjá Jákupi Mikkel- sen. Jákup Mikkelsen sigur, at hann tekur tað róliga. Hann sigur seg vera fegnan um tað, sum hann hevur upp- livað í Herfølge, men hann heldur framvegis, at hann ikki hevur nakra framtíð í felagnum, sum hann fyri einum ári síðani var við til at vinna DM fyri. – Í løtuni sær tað út til, at vit fara at flyta heim, men eg eri opin fyri øllum. Vit vera í Danmark í nakrar vikur afturat, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður. Brotsspørkini skulu ikki endurtakast Jákup spælir fyri framtíðini Landsliðsvenjarin vil enn ikki avdúka, hvussu liðið fer at síggja út leygardagin Mynd: Jens Kr. Vang - Vit vera í Danmark í nakrar vikur afturat, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður. Mynd: Jens Kr. Vang Jóna Joensen úr Gøtu hevur í fýra ár búleik- ast í Sveis. Í hesum døgum er hon vertur fyri stórum sveisisk- um ferðalag, sum fyrst er fremst er komið higar at síggja land okkara VITJAN Jákup Mørk Fyri fýra árum síðani fór Jóna Joensen úr Gøtu utt- anlands í arbeiðsørindum. Saman við eini vinkonu gekk leiðin til Sveis, har tær báðar í eitt tíðarskeið skuldu arbeiða á eini mat- stovu, men fyri Jónu gjørd- ist talan um eina vitjan, sum gjørdist væl longri enn ætlað. Jóna varð nevnliga trú- lovað í Sveis, og tá vinkon- an setti kósina aftur móti Føroyum, varð Jóna hang- andi eftir. Nýggi bústaður hennara gjørdist Treiten, sum er ein lítil bygd nær- hendis Bern, og í dag fæst hon við at selja føroysku pløggini frá Tøting til sveisarar. Stóran persónligan týdning Sum sagt er Treiten eitt líti bygdarsamfelag í Sveis, og í slíkum hevur sosiali part- urin av tilveruni ofta betri fastatøkur, enn í so nógv- um stórbýum, og Jóna tyk- ist eisini at hava fingið hópin av vinfólki. Maður hennara, Thom- as, er limur í einum ítrótta- felagsskapi, sum fyri tað mesta fæst við fimleik, men har talan eisini er um ítrótt av øllum møguligum slag. Umvegis Jónu hava hesi so fingið nakað av kunnleika til Føroya, og so við og við er hetta fórvitni vorðið alsamt størri. Tá so lutakastið til inniverandi HM-undankapping í fót- bólti hevði verið, og tað gjørdist greitt, at Føroyar og Sveis vóru í bólki sam- an, varð avgerð tikin um, at nú skuldu tey øll til heimlandið hjá Jónu. Jóna greiðir frá, at tey fyrst kannaðu, hvussu ferð- in kundi skipast. Tað vísti seg, at ein ferðamanna- stova eisini arbeiddi við ætlanum at gera ferðir í samband við landsdystin, og tí varð sum so ikki talan um nakað stríð hjá før- oysk/sveisiska parinum at skipa fyri hesum. Tey kannaðu eftir, hvussu nógv høvdu áhuga at koma við, og so vórðu ferðaseðlarnir bílagdir. Hóast talan er um eina hampuliga dýra ferð, so kann ikki sigast annað enn, at áhugin hevur verið stórur. Eini 13 fólk eru við í ferðalagnum hjá Jónu, og sjálv er Jóna ikki sørt errin um hetta. - Tað er stuttligt at sleppa at vísa sitt egna land fram, og tað er so av- gjørt nakað, sum merkir nógv fyri meg, heldur Jóna. Spurd, um hon kanska kennir seg sum eitt slag av ambassadøri fyri Føroyar, sigur hon, at tað ger hon so avgjørt. - Føroyar eru so ikki tað landið, sum sveisarar hugsa fyrst um, tá tey skulu ferðast. Um so er, at tey ætla sær norðureftir, er talan oftast um okkurt av hinum Norðanlondunum, men kanska kann ein slík ferð broyta eitt sindur Fáa vit øll eina góða ferð, kunnu hesi greiða øðrum frá ferðini, og um so er, kann eg ikki annað enn vera fegin heldur hon. Fýra strævnir dagar Tað er greitt, at skal Jóna geva gestunum eina hóm- ing av føðilandi sínum, so hevur hon eina hampuliga stóra uppgávu fyri framm- an. Steðgurin er bert fýra dagar, og umframt at vitja Svangaskarð, tá landsdyst- urin er á skránni, verður talan um fleiri aðrar vitjan- ir. - Jú, vit hava longu lagt skránna til rættis. Fríggja- morgunin fara vit út í Vest- mannabjørgini. Eisini skulu vit til Skálavík, har mostir mín hevur eini hús, og hon hevur eisini hjálpt okkum við onkrari útferð har. Leygardagin skulu vit til bæði Saksunar, Gjáar og sjálvandi eisini til Gøtu, áðrenn vit fara á Svanga- skarð, og ímillum alt hetta skulu vit so eisini uppliva býarlívið í Havn, so tað er ikki fyri at sova, at tey eru komin higar, sigur hon flennandi Halda við teimum smáu Sum skilst, so er tað ikki akkurát fótbólturin, sum hevur størstu atdráttarmeg- ina í ferðalagnum. Heldur verður hetta nýtt sum eitt høvi at koma til Føroya, og Jóna er eisini skjót at siga, at fótbóltur ikki er tað, sum sveisarar hugsa mest um í gerandisdegnum. - Tað er kanska mest ís- hockey og skí-ítróttur, sum hevur størsta áhugan í Sveis, tó at mannfólkini eisini er sera áhugaði í Formel 1. Tað tykist sum um einstaklingaítróttur hevur størri áhuga enn lið- ítrótt, haldi eg. Spurd, um tað er soleið- is, at tjóðskaparkenslan er minni, tá talan er um fýra mál, sum verða tosað í landinum, sigur Jóna, at tað er tað ikki. - Tað er rætt, at málini eru nógv í tali, og eisini er tað knívsskorið, hvar hvat mál verður tosað. Har vit búgva er tað til dømis týskt, men bert tvær bygdir longri burturi tosað tey franskt og einki annað. Tað kennist kanska eitt sindur løgið, men hóast hetta, so er vanliga fatanin, at talan er um eina tjóð, sigur Jóna. Hóast hetta, so er svarið avgjørt ikki »Sveis«, tá vit, áðrenn vit takka fyri okk- um, spyrja, hvørjum tey fara at halda við, tá lands- dysturin verður leygardag- in. - Vit mugu halda við pinkulingunum, halda tey flestu. Sjálv er Jóna eitt sindur varin, og sigur seg vóna, at okkara menn fara at fáa javnleik, men hon verður tó skjótt stemmað niður av restini. »Nei, nei. Føroyar fara at vinna« tykist breið semja at vera um. Nr. 104 • leygardagur • 2. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Leskiligur vellingur av góðum ráðvørum Lesið á síðu 22-23 Stuttligt at sýna land sítt fram Ferðalagið, sum hósdagin var komið á vitjan í Føroyum. Fríggjadagin løgdust trý afturat, og so gongur leiðin kring Føroyar Mynd: Jonhard Hammer Fáa vit øll eina góða ferð, kunnu hesi greiða øðrum frá ferðini, og um so er, kann eg ikki annað enn vera fegin Mynd: Jonhard Hammer