leygardagur 2. juni 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult17 cyan17 magenta17 svart17
Sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2001
17
17
gult16 cyan16 magenta16 svart16
16
Sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2001
C
M
Y
K
16
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Eirikur Lindenskov
EG MEINI TAÐ
At fólk sjálv velja so
nógv sum gjørligt viðvíkj-
andi sínum egnu lívskor-
um er eitt nútíðar krav.
Men ikki tykist, sum allir
føroyskir politikkarar
hava skilt hetta. Enn eru
dømi um, at teir við lóg-
geving velja fyri fólk.
Geva enntá ymsum sam-
felagsbólkum ymsar val-
møguleikar. Tað tykist
mær lítið demokratiskt.
Eitt, sum undrar meg,
er, at stuðul til barnaans-
ing bert verður latin teim-
um, sum hava børn í dag-
stovni ella dagrøkt. Lat
okkum taka eitt dømi,
sum vit nevna familjuna
Hansen. Hon hevur valt at
hava børn síni á stovni;
eitt barn í barnagarði og
eitt í vøggustovu. Al-
menni stuðulin til familj-
una Hansen er einar
80.000 kr. um árið fyri
barnaansing. Hitt dømið
nevna vit familjuna Jo-
ensen. Har eru eisini 2
børn; og hon hevur valt,
at mamman er heima hjá
børnunum. Tað fáa tey
ikki eitt oyra í almennum
studningi fyri.
Men nú er so ein nýggj
lóg komin. Nú kann fam-
iljan Joensen fáa stuðul
til, at mamman er heima,
men har eru tvær treytir,
sum skulu verða uppfylt-
ar: 1) Harra og frú Joen-
sen eru gift. 2) Harra Jo-
ensen hevur eina høga
inntøku.
At vera heima hjá børn-
unum er framvegis eingin
valmøguleiki hjá einsa-
møllum uppihaldarum og
fólki við lágari inntøku.
Heldur ikki er at fara aft-
ur til arbeiðis nakar val-
møguleiki hjá teimum,
sum einki pláss fáa á dag-
stovni, hóast tey gjalda
sama skatt sum tey, ið fáa
pláss.
Vit kunnu eisini royna
at síggja tað frá sjónar-
miðinum hjá barninum.
Vit kunnu hugsa okkum
eitt bræv, sum landsins
lóggevarar senda hvørjum
nýføðingi:
“Vælkomið, lítla barn.
Tú hevur gjørt tað rætta;
tú hevur latið teg føða av
foreldrum, sum eru gift.
Pápi tín hevur eina høga
inntøku, og tí hava vit
avgjørt at geva honum ein
stóran skattalætta, um so
er, at mamma tín velur at
vera heima hjá tær. Um
mamma tín trívist betur
við at fara aftur til ar-
beiðis, og tú fert á dag-
stovn, so má pápi tín
gjalda fullan skatt.”
Ella:
“Vælkomið, lítla barn.
Tú hevur gjørt ein verri
brølara, tá ið tú valdi fam-
ilju. Foreldur tíni eru ikki
gift; og um tey funnu
uppá at giftast, so hjálpti
tað teimum einki. Tí pápi
tín er undir útbúgving, og
mamma tín forvinnur ikki
so mikið, at hon kann
koyra 140.000 av sínari
inntøku yvir á hansara. Tú
fært onga gleði av nøkr-
um skattalætta.”
Tað sigst, at hesin skatt-
alættin til høgt løntar,
giftar menn kostar einar
30 mill. kr. Um meiningin
var at geva øllum landsins
borgarum somu viðferð
og somu valmøguleikar,
so kundi væl borið til at
býtt hesa upphædd øðr-
vísi. T.d. kundi hon verið
býtt javnt millum øll ný-
fødd børn, og tey kundu
tá øll fingið hesa heilsan:
“Vælkomið, lítla barn.
Tú sleppur at vera heima
hjá foreldrum tínum tað
fyrsta hálva árið; tað
tryggjar barnsburðar-
grunnurin. Og nú fara vit
at leggja eina skattafría
upphædd omaná, sum ger,
at tú kanst vera heima, til
tú verður 1 ár. Og ber tað
ikki til, so hava vit pláss á
dagstovni.”
Hendan heilsanin hevði
ikki kostað meira enn tær
omanfyri. Men inntil hon
verður veruleiki, skjóti eg
upp, at einsamallir uppi-
haldarar, sum ikki hava
nakran mann at flyta
toppin av inntøku síni
yvir á, sleppa at lata
barnið / børnini verða
skattað av helvtini í
staðin.
– Jeg kan godt li’ Stauning…
Hvør velur, um mamma
skal arbeiða úti ella heima?
Elin Henriksen, leiðari á
Barnagarðinum á Velbastað
Í grein í Politikken 21.
juni 1938 greiðir 80
ára gmal Maria
Hammer úr Nólsoy
frá, hví hon á høgum
aldri á fyrsta sinni
vitjar Danmark.
Greinin nevnist : »Fra
Færøerne til Køben-
havn for at se en
Elefant«
En gammel Bondekone,
som aldrig har været uden
for Færøerne før og aldrig
har gaaet í Skole. Fru Mar-
ia Hammer fra Nolsø for-
tæller om sine mærkelige
Oplevelser i København
En mærkelig Kvinde sad
over for os i Gaar, en jævn
færøsk Bondekone med et
levende Ansigt, fuldt af
spillende Lune af mynter
Ironi, af ægte menneske-
lighed.
Hun har aldrig gaaet i
Skole, hun her firs Aar
gammel, og nu er hun for
første Gang uden for Fær-
øerne. Jeg spurgte Maria
Hammer, hvordan hun var
kommet ud paa den lange
Rejse fra Nolsø til Køben-
havn. Hun svarede:
– Jeg har levet et langt
og lykkeligt Liv sammen
med andre Færinger paa
vor lille Ø, Nolsø, uden for
Thorshavn. Jeg er tilfreds
med mit Liv, men jeg vilde
ikke dø, før jeg havde set
Danmark med mine egne
Øjne.
– Men hvad sagde deres
Mand?
– Det er jo nettop det,
sagde Maria Hammer og
lo, medens lystige Smile-
rynker trak sammen i det
sunde, brune Ansigt; hver
Gang, jeg kom til ham og
sagde, jeg vilde rejse, slog
han det hen med disse
Ord:
– Aarrh, Sludder og
Vrøvl.
Saa turde jeg jo ikke
rejse. Men for tre Aar sid-
en døde min Mand, og saa
tog jeg Mod til mig, over-
lod Pasningen af mine Kø-
er, Høns og Ænder til and-
re og rejste herned med
Tjaldur. Jeg havde Billet til
anden Klasse, men der var
ikke Plads, saa rejste jeg
paa første. Konerne hjem-
me paa Nolsø skulde blot
ha’ set mig.
– De taler udmærket
dansk – hvor har De lært
det?
– Det har jeg lært mig
selv. Jeg har aldrig gaaet i
Skole. Da min Mor var
Konfirmeret, blev Skolen
nedlagt og den kom først
igen, da min egen Datter
var voksen. Saa jeg maate
lære mig selv alt. Jeg har
lært mig selv at læse og
skrive Dansk gennem de
danske Læger og andre
Embedsmænd, jeg i Aar-
enes Løb er kommet i
Forbindelse med. Det er
ikke saa faa. Jeg er en
Slags klog Kone paa Nols-
ø.
– Hvordan?
– Ja, jeg er da hverken
tosset eller Kvaksalver.
Min Mand var Odelsbon-
de, og medens han drev
Bedriften, det var halvand-
en Mark Jord, var jeg Jord-
emoder og Apoteker for de
300 Sjæle paa Nolsø, jeg
havde Udsalg fra Thors-
havn Apotek. Jeg var nu
ikke Jordemoder af Ud-
dannelse. Alligevel ordn-
ede jeg alene 12 Fødsler
og bistod ved 160 andre.
Bare man er rask paa
Hænderne, saa gør det
ikke saa meget, at man
ikke har læst.
Jeg ka’ ikke
fordrage Pickles
– Hvad har De saa oplevet
paa denne Rejse til Dan-
mark?
– Jeg har faaet saa meget
at spise, som jeg aldrig har
smagt før. Om Bord paa
Tjaldur fik jeg noget mod-
bydeligt surt og bes noget,
som jeg ikki ku’ fordrage –
men man sagde, det var
Pickles. Det ku’ jeg ikke
li’. Men Agurkesalaten!
Jeg spiste saa meget andet
dejligt, jeg aldrig havde
smagt før.
Maria Hammer sad over
for os uden et eneste graat
Haar, hendes Haar er end-
nu kulsort som i de unge
Dage, skønt hun er blevet
80 Aar gammel. Køben-
havnske Venner tog imod
hende ved Baaden, og da
hun for første Gang i sit
Liv saa en Sporvogn,
spurgte hun kort:
– Hvad er det for en
Tingest?
– Det er en Sporvogn –
Linje 10.
– Naa!
– Er der ikke noget her-
nede, som overrasker
Dem? spurgte vi den gam-
le Bondekone.
– Jeg er ikke imponeret
af noget. Jeg kan ikke for-
staa, at de kalder Bispe-
bjerg for er Bjerg. jeg har
været paa det højeste Fjeld
paa Færøerne, Slattara-
fjeld, og jeg var 880 Meter
oppe over Havet, Det er et
Bjerg. jeg var mellem 60 -
70, da jeg sammen med
andre klavrede øverst op.
Det var trættende. Solen
skinnede, men aldrig har
jeg drukket saa koldt Vand
som af en Kilde langs med
Stien op til Toppen. Aller-
øverst oppe var der ikke et
grønt Straa. Der var saa
klodt, saa koldt.
Ikke bange for de
brølende løver
– Men var der ikke noget
særligt, De gerne vilde se i
Danmark?
Da smilte den 80 aarige
undseligt og sagde:
– De ler vist ad mig,
men jeg vilde saa gerne se
en levende Elefant. Det har
jeg ønsket hele mit Liv,
siden jag var en lille Pige
og saa et Billede af en Ele-
fant i et dansk illustreret
Blad. Inden jeg rejste,
sagde alle til mig, at jeg
vilde blive bange, naar
Løverne brølede i Zoolog-
isk Have. Men det var slet
ikki uhyggeligt at høre
dem brøle. Det gør de gale
fyre da ogsaa derhjemme.
– Hvad syntes De saa
om Elefanten?
– Den var dejlig. Og
Flodhesten. Tænk, at der
virkelig lever saadanne
Dyr. Man gaar jo hjemme i
Nolsø og tror, at det er
Løgn altsammen.
– Har De kørt med vore
Tog?
– Ikke endnyu, men jeg
har kørt to Gange med Bil,
og jeg sad hver Gang foran
hos Chaufføren.
Den gamle Kone
bliver bestyrtet
– De er stedse paa Farten?
– Jeg skal jo se mest
muligt i disse fjorten
Dage. Forleden Aften var
vi i Cirkus – aah, hvor jeg
morede mig. Der var en
lille Klovn, han lignede
grangiveligt Skolelæreren
hjemme i Nolsø. Jeg maat-
te holde mig for Munden,
for at han ikke skulde tro,
at jeg sad og grinede ham
lige op i hans aabne
Ansigt.
– Er der intet, som har
overrasket Dem?
– Jo, jeg forstaar ikke, at
Fiskehandlerne i Køben-
havn er saa frække, at de
tager en Krone og halv-
fems Øre for to smaa Rød-
spætter, dem faar vi hjem-
me i Nolsø for 10 Øre i alt
– hvis vi da ikke smider
dem væk. Vifaar fem store,
dejlige Rødspætter for 50
Øre.
– Fiskerne tager dem jo
ogsaa lige op af Havet og
sælger dem fra Baaden...
– De maa langt bort for
at fiske dem, op til Grøn-
land eller Island. Der er
ingen Fisk uden om Fær-
øerne mere, dem har de
engelske Trawlere taget...
– De har jo Inspektions-
skibet Beskytteren til at
beskytte Fangsten i de fær-
øske Farvande?
– Fanden i Vold med Be-
skytteren. Naar han kom-
mer til Stede, er Trawlerne
altid for længst væk…
Københavnerne
er go’e nok
– Hvad synes De saa om
os?
– Jeg ka’ godt li Køben-
havnerne, men sikke
Svæklinge, I er. Men ellers
ka’ jeg godt li’ jer, ogsaa
jeres Tyre ude paa Bella-
høj. De saa saa milde ud i
Øjnene, slet ikke gale og
vilde som vore egne.
– Saa er De ikke
Danskerhader?
– Ah, dette Danskæderi,
det er noget dumt Vrøvl.
Vi skal lære at forstaa hin-
anden, ikke at slaas. Vi
maa lære at fatte, at ingen
af os er enten-eller, men
baade-og.
– Hvad synes De om Jo-
hannes Patursson, der helst
vilde slagte os alle?
– Han er noget forskruet
til Tider, men god nok til
andre. Han skal lære at
forstaa, at Københavnerner
er flinke nok. Jeg synes
ogsaa godt om Stauning –
med det Skæg. Det er
næsten lige saa flot som
min afdøde Mands.
Finn.
Maria Hammer úr Nólsoy vitjaði í Keypmannahavn stutt fyri
kríggið – helst í 1938 og greiddi frá í donskum blað
Samtíðin hevði ikki
stóra virðing fyri J. P.
Gregoriussen ella Jó-
an Peturi uppi í Trøð
sum hann varð nevnd-
ur, men eftirtíðin
minnist hann við há-
tíðarhaldi 2. hvítu-
sunnudag, nú 100 ár
eru liðin síðani hann
doyði
HÁTÍÐARHALD
Turið Kjølbro
Í ár eru 100 ár síðani ein
av okkara merkismonnum
J. P. Gregoriussen ella Jóan
Petur uppi í Trøð sum hann
varð nevndur á manna-
munni andaðist. Í hesum
sambandi skipa kvívíking-
ar og skyldfólk hansara
fyri hátíðarhaldi, fólka-
fundi og myndaframsýning
í Kvívík annan hvítusunn-
udag. Byrjað verður við
gudstænastu, har Marjun
Bæk prædikar. Klokkan
13.30 letur myndaframsýn-
ing upp í Glæmuni við
myndum, sum Jóan Petur
uppi í Trøð hevur tikið av
fólki, bygda- og landslagi í
Kvívík.
- Hann tók eina ør-
grynnu av myndum seinnu
árini, hann livdi, og tað
hevur eydnast at viðgjørt
hesar við nýtímans tøkni
soleiðis at tær í dag eru
rættiliga góðar, sigur Heini
Holm, borgarstjóri í Kví-
vík.
- Tað var rættiliga sjáld-
samt tá á døgum, at fólk
tóku myndir. Men Jóan
Petur uppi í Trøð legði eftir
seg eitt stórt og forkunnugt
savn av myndum, sigur J.P.
Gregoriussen, bróðursonur
Jóan Petur uppi í Trøð og
stigtakari til hátíðarhaldið.
Fyri hálvt hundrað árum
síðani reistu fólk minnis-
varða yvir Jóan Petur uppi
í Trøð, sum Janus Kamban
hevur gjørt, og á hesum
staði verður skipað fyri
fólkafundi kl. 15.00. Heini
Holm býður vælkomin,
Eyðun Andreasen, fólka-
lívsfrøðingur sigur nøkur
orð um skaldskapin hjá Jó-
an Peturi, og Jógvan Dur-
huus og Høgni Hoydal
halda røðu. Eisini fer Ják-
up Pauli Nielsen, skyld-
maður Jóan Petur, at røða
um ættina hjá Jóan Peturi
uppi í Trøð. Um kvøldið
verður føroyskur dansur,
sum Norðstreymoyar
Dansifelag skipar fyri.
Jóan Petur uppi í Trøð
var føddur í Kvívík 1. juni
1845. Tíðliga sást, at hann
hevði góð evni, ógvuliga
næmur var hann og hevði
sera góðan hug at lesa.
Hann las alt hann fekk
hendur á, skrivar M. A.
Jacobsen í formæli í bókini
við yrkingum eftir Jóan
Petur uppi í Trøð. Nógvi
lesnaðurin og góða sam-
bandið við V. U. Hammers-
haimb, ið var prestur í
Kvívík og vinmaður pápa
Jóan Peturs, tendraði í sál
hansara ein alskur til før-
oyskt mál og mentunarlív.
Tjóðskaparmaður var hann
um ein háls og íðin limur í
Føringafelag.
- Jóan Petur var nógvar
túrar í Kirkjubø saman við
pápa sínum, gamla Græk-
arisi, og haðani hevur hann
fingið íblástur. Hann fóðr-
aði tjóðskaparrørsluna við
sangum, og boðskapurin í
teim flestu sangunum er at
fáa føroyska málið til sín
rætt, sigur J.P. Gregorius-
sen.
Sum ungur var Jóan Pet-
ur nakrar túrar til skips.
Eitt sindur av jørð átti
hann, frálíkur træ-, jarn-
og bátasmiður var hann
eisini, og eftir at hava
roynt sjólívið, var hann
verandi í Kvívík.
- Hann var ein framúr
handverkari. Dreyilagið,
hann brúkti, er framvegis
til. Hann hevur gjørt tvey
arbeiði í Sørvágs kirkju,
eitt nú knapparnar, sum
eru á stólunum. Eisini hev-
ur hann gjørt fittar barna-
stólar, greiðir J. P. Greg-
oriussen frá.
Tókst hann ikki við
handaligt arbeiði, sat hann
inni og las og skrivaði. Í
seinnu helvt av 19. øld
tóku fólk stig til at gera
eina bók um føroyska
landalæru, sum ongantíð
kom út á prenti. Jóan Petur
uppi í Trøð skrivaði um
Norðstreymoy á føroysk-
um. Hinir partarnir vórðu
skrivaðir á donskum.
Greinir skrivaði hann til
føroysk bløð, og í holt fór
hann at yrkja, kvæði og
fosturlandssangir, sum
hann sendi Fuglaframa og
Føringatíðindi. Nógvar
sangir yrkti hann til fólka-
fundir, kendasti er uttan
iva “Við Kaspiska havið”.
Av táttum og kvæðum
kunnu vit nevna “Gentu-
kæti” og “Waagen” og
“Tróndur og Sigmundur á
Havnartingi. Eisini yrkti
hann føroysku brúðarvís-
una. Hann tókst eisini við
annað bókmentaligt arbeiði
og týddi nógv úr øðrum
málum. Meginparturin,
hann hevur yrkt, er savnað
í “Yrkingar”, ið felagið
Varðin gav út í 1928.
Samtíðin hevði ikki
stóra virðing fyri fólki, ið
hevði góðan hug til lesnað
og fyri andligum gripum.
Alt, ið ikki var beinleiðis
til nyttu, var vanvirt. Tí
hildu samtíðarfólk hansara
ikki nógv um skriving
hansara og áhaldandi stríð
hansara fyri føroyska máli-
num.
- Kvívíkingar eru ernir
av honum í dag, og børnini
í Kvívík vita, hvør hann
var, sigur Heini Holm.
Heilsuveikur skrivaði
Jóan Petur uppi í Trøð
hetta ørindið, sum hann
sendi Fuglaframa stutt áðr-
enn hann doyði: “Jóan
heilsar tykkum øllum
somlum, dreingjum, gent-
um, ungum monnum,
gomlum. Hann sjálvur
heima liggur, tað fellur
honum tungt, hann pennin
bara tyggur, men blóðið
rennur ungt. Føroya mál
fáið upp at liva! Føroya
mál biðji eg øll skriva.
Føroyamál!”
Jóan Petur uppi í Trøð
giftist í 1873 við Jóhonnu,
ættað úr Kvívík. Hon
doyði í 1895, tey áttu eingi
børn. Jóan Petur andaðist í
1901, bert 56 ára gamal.
Kvívíkingar minnast Jóan Petur uppi í Trøð
Bygdin Kvívík síðst í 19. øld. Jóan Petur uppi í Trøð hevur myndatikið
Gomul mynd av
Jóan Petur uppi í Trøð
Heini Holm, borgarstjóri í Kvíkvík avmyndaður frammanfyri standmynd av Jóan Petur uppi í
Trøð, sum Janus Kamban gjørdi í 1951. Mynd: Jens Kristian Vang