fríggjadagur 18. januar 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 13 - 18. januar 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Fólkaræði í verki
Morgindagurin er fólkaræðisins merkisdagur,
dagurin, tá veljarin einsamallur hevur orðið.
Fyri nøkrum er dagurin at meta sum politiskur
dómadagur. Har ein glæsilig starvsleið kanska
endar, meðan dagurin fyri uppaftur onnur
gjørdist byrjanin til eina heilt nýggja lívsleið í
politikki.
Vit hava sonevnt umboðandi fólkaræði, har vit,
tað vil siga øll, sum hava valrætt, velja fólk á
løgting at umboða okkum. Grundsjónarmiðið
er, at vit velja eftir politiskari áskoðan, og at
vit býta okkum upp í politiskar flokkar alt eftir
politiskari áskoðan, tvs. eftir hvussu vit halda,
at samfelagsvirðini skulu býtast. Føroyar eru
við teimum politisku avmarkingum, sum ríkis-
felagsskapurin ber í sær, eitt av heimsins elstu
demokratium. Føroya Løgting, sum stovnur er
ikki bert elsta ting í Norðurlondum men elsta
lóggávuting í Europa og hartil møguliga elsta
ting í heiminum.
Tað liggur tí ein sera stór ábyrgd á teimum, sum
í morgin verða kosin at manna hetta gamla
parlament. Hesi fólk skulu taka stórar og álvars-
samar avgerðir okkara vegna, og hvør einasta
avgerð tikin á løgtingi ávirkar hvønn einasta
føroying. Tingmenn, konur sum menn, eiga
støðugt at hava hetta í huga, nevniliga, at tey
sita á tingi ikki fyri teirra egnu skuld men fyri at
umboða alt Føroya fólk. Tingmenn hava vælferð
Føroya fólks í sínum hondum og ráða í stóran
mun fyri lagnum okkara. Tað ræður tí um, at
tey, sum í morgin á demokratiskan hátt verða
vald, taka sína uppgávu í allarstørsta álvara og
onga løtu gloyma, hví tey eru vald og hvønn
tey umboða. Hetta merkir eisini, at tingmenn
eiga at sýna hvørjum øðrum og sjónarmiðjunum
hjá hvørjum øðrum virðing og hartil eiga at
samstarva í mest møguligan mun.
Tað liggur eisini ein serstakliga stór ábyrgd á
veljaranum í morgin. Valrætturin telist millum
fremstu mannarættindi. Dagliga hugsa vit tíverri
lítið um, hvussu djúpt priviligerað vit eru, sum
búgva í einum fólkaræði. Í fólkaræði er valdið
hjá fólkinum, og fólkið útinnir hetta vald við
at fara á val hvørja ferð, ið val til lóggávuting
verður hildið. Latið okkum tí øll, kvinna sum
maður, ung og gomul fara mansterk á val í
morgin. Stór valluttøka er stimbrandi og menn-
andi fyri fólkaræðið. Tá morgindagurin er av,
verða nøkur ovurfegin, meðan onnur verða djúpt
vónbrotin. Soleiðis eru treytirnar. Tað ræður tí
um, at teir flokkar og teir persónar, sum fáa álit
og vald á valinum, eftirfylgjandi liva upp til sína
ábyrgd og stýra soleiðis, at næsta valskeið verður
allari tjóðini til gagns og vælferðar.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Tá samgonguslit var í
1980, segði Atli Dam, sáli,
seg ikki kunna liva við
bara at umsita fólkafloks
politikkk.
Tað sum ikki bar til tá,
ber kortini væl til í dag, tí
jvfl. hevur slept øllum
sosialum medviti, meðan
fófl. er vorðin
heimastýrisflokkur.
Vit keypa fyri eina
milliard meira enn vit selja
fyri á hvørjum ári, og
landshúsarhaldið verður
rikið við dundrandi halli.
400 mió.kr. eru brúktar í
skattalættum til at skapa
ein søguliga ókendan
stættamun í Føroyum.
Milliardir eru drenaðar
út úr vinnuni, skipini hava
fleirfalda skuldina, og eiga
nú ikki fyri olju.
Almanna, heilsu og
skúlaverkið liggja í ovur
stórum ráðaloysi, fólk
rýma úr størvunum, og
sorgarsøgur eru gerandis
kostur.
Kaos valdar inneftir, og
kaos valdar úteftir.
Alt vald varð lóggivið
burtur frá føroyingum í
Føroyum og Norður
landaráðið, EFTA og EBS
eru tí ikki nakað fyri
føroyingar.
Altjóða sáttmálar, Kyoto
og Lívfrøðiligt margfeldi,
eru galdandi á umhvørvis
økinum, men vit liva og
láta, sum um teir als ikki
vóru til.
Tilvildin valdar á øllum
økjum, og ikki so frægt
sum eitt uttanríkispolitiskt
orðaskifti hevur verið á
tingi í samfull fýra ár.
Og soleiðis kundi vit
hildið fram.
Øvugt orð er ikki fallið
millum fólkaflokkin og
javnaðarflokkin á nøkrum
fundi nakrastaðni.
Vit skulu ikki læra av
mistøkunum, siga teir og
vit skulu ikki tosað um tað
farna. Gera vit tað kortini,
so grenja vit, siga
kaospilotarnir.
Vit skulu bara hyggja
frameftir. Alt aftanfyri og
til viks er ikki nakað fyri
okkum, verður sagt. Vit
halda fram, og alt gongur
upp á stás, siga tey sjálv
klóku.
Fýra ár koma tó ikki upp
á tal, tí føroyska sam
felagið rennur seg fast
innan stytri tíð enn so.
Eg vil heita á allar
føroyingar at tonkja seg
væl um tann 19. januar. Vit
í Danmark høvdu val síðst
í 2007 og har var stóra evni
í valstríðnum, at lækkaði
man skattin, so minsti man
vælferðina, men tað er
prógvað, at soleiðis er tað
ikki. Føroyar og Danmark
hava aldrin upplivað so
góðar tíðir sum júst nú, og
eg pástandi, at høvuðs
orsøkin er tann, at bæði
londini miðvíst hava
lækkað skattin.
Lækkar man skattin,
so veksur vælferðin, og
arbeiðsloysi minkar. Fólk
hava hug at arbeiða meira,
og hetta førir við sær, at
meira pengar koma í
landskassan. Mín áheitan á
Føroya fólk er, veljið
flokkar sum vilja lækka
skattin, hetta ger, at
Føroyar vera
kappingarførar við
útlandið, og á tann hátt
varðveita vit vælferðina.
Gott val øll somul.
Skattalættið = Vælferð
Tranbjerg J.
SÍMUN Á
HøvdANUM
Dag og nátt og øktir tvær í hørðum Húnastríði
Tjóðveldi
HERgEIR
NIELSEN
Val
Veðurmaðurin Petur
Skeel boðar frá nógv
um vindi í nátt, og
ófýsiligum veðri í
morgin, sjálvan val
dagin
Seinastu dagarnar eru býir
og bygdir prýdd við alskyns
valplakatum. Men óhugs
andi er ikki, at skulu fólk
njóta hesar, so má tað gerast
í dag.
Í nátt verður nevniliga
sagt frá nógvum vindi,
kanska upp í storm av
vestri, serliga sunnanfyri
oyggjarnar.
Tað verður nógvur vind
ur í nátt, kanska heilt upp í
20 m/s, sigur kendi veður
maðurin.
Í morgin minkar hann
vindin nakað, niður í eini
13 til 15 m/s. Tað verður
eisini ælingur, partvíst sum
kavi. Hitin verður beint
oman fyri frostmarkið.
Tí kann væntast at val
veðrið verður eitt sindur ófýsi
ligt, sigur veðurmaðurin.
Sunnudagin verður kort
ini frægari veður við vindi
av útnyrðingi, kavaælum og
sólarglottum.
sb.
Ring nátt fyri valplakatirnar