Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2008 11 Stórt trýst er á politik­arum og valevnum, nú valdagurin nærk­ast. Sálarfrøðingurin Eyðun Joensen heldur, at valevnini, sum fáa eitt minni gott løgtingsval, sk­ulu ik­k­i meta hetta sum eitt persónligt niðurlag, men tað slepst ik­k­i undan, at summi fara at k­enna seg vónsvik­in á valinum Sálarfrøðingur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tey flestu av teimum stív­ liga 170 fólkunum, sum bjóða seg fram á løgtings­ valinum leygardagin, verða ikki vald í løgtingið. 33 løg­ tingslimir skulu veljast, og harvið kom eisini sløk 140 at standa uttanfyri eftir valið um vikuskiftið. Spenningurin er tí stórur, nógv av valevnunum kenna trýst á sær í hesum seinastu døgunum fyri valið, og tá ið dómurin so fellur leygar­ kvøldið, verða summi fólk vónsvikin. Sálarfrøðingurin Eyðun Joensen heldur, at valstríðið kann samanlíknast við ítrótt. ­ Tey flestu valevnini munnu verða spent nú beint áðrenn valið. Tey eru móð og strongd í positivari merk­ ing. Tey eru uppsett sum áðrenn ein ítróttardyst ­ ella sum áðrenn eina próvtøku. Men summi kunnu blíva eisini – Tað er krevjandi at skula spíla seg út í longri tíð. Valstríðið hevur verið seks vikur, men nógv hava fyrireikað seg í longri tíð áðrenn tað eisini. Nú eru vit komin til endan av valstríðn­ um, og summi kunnu blíva fjálturstungin av trýstinum, men tað er ymiskt frá fólki til fólk. ­ Hetta kann samanlíknast við ítrótt – til dømis at spæla ein dyst ella at rógva kapp. Fólk eru við á liðnum, og tað er ikki við vist, at mann skorar hesaferð. Kanska kann mann leggja upp til eitt mál ella verða við til at fáa stavnin fram um ein annan bát, sigur Eyðun Joensen. Persónur standa ikki fyri falli Uppliva valevnini, at teirra persónur og meiningar skulu veljast ella vrakast leygardagin? ­ Tað vóni eg ikki. Valið nýtist ikki at verða persón­ ligt, men kann verða floks­ politiskt, og valevnini eru við á liðnum, og tí er tað liðið sum tapir ella vinnur, og ikki ein persónur. Tó haldi eg, at livibreyðspolit­ ikarar – politikarar, sum hava verið við í nógv ár – kunnu uppliva, at eitt tap kennist nógv meira persón­ ligt. ­ Um fólk hava ímyndað sær, at politikkur hevur ver­ ið teirra lív, og vit onnur ikki tosa um ein persón, men um ein politikara, so er tað klárt, at hjá hesum fólkum kann tað níva nógv meira, um tey ikki verða vald aftur leygardagin. Skulu fólk royna at hava frástøðu millum seg sum persón og seg sum valevni? ­ Tað haldi eg avgjørt, at tey áttu at gjørt. Fólk eru so nógv ymiskt, og mær dámar ikki, tá ið alt verður sett upp á eitt brett. Fólk hava góðar síður og minni góðar síður, og tað má bera til at verða politikari og standa fyri falli, uttan at tað er persónurin sjálvur, sum stendur fyri falli. ­ Eitt vónsvik er lutfallið ímillum tað mál, sum mann setir sær, og tað, sum mann røkkur. Hevur tú høg mál, so skal eisini nógv til fyri at brøkurin skal blíva positiv­ ur, og tú skalt verða nøgdur. Um politikarar hava roknað við, at teir skulu blíva valdir aftur og aftur, og teir nú falla, ja, so er avgjørt møgu­ leiki fyri vónsviki hjá onkrum á valinum leygar­ dagin. Tungt at bíða eftir úrslitinum Leygardagin fellir dómurin hjá veljarunum, og valevnini kunnu koma at uppliva ein strævnan og stressandi valdag. ­ Valdagurin verður sum at biða eftir einum karakteri eftir eina próvtøku – ella einum dómi. Fyri nógv av valevnunum fer valdagurin at kennast ógvuliga hekt­ iskur, og tey fara at royna sítt ítarsta fyri at reka í seinastu løtu. Onkur tekur tað kanska meira róligt, og onkur hevur helst uppgivið upp á forhond, sigur Eyðun Joensen. ­ Tá ið valið er liðugt, so eru terningarnir kastaðir, og so kunnu fólk bara bíða eftir úrslitinum. Og vit kenna tað frá eini próvtøku. Tað kann verða stressandi at bíða, og tíðin kennist ofta long. Hjá summum verður tað jubul, og hjá summum verður tað vónsvik og misnøgd. ­ Men vit skulu minnast til, at orsøkin til vónsvik og misnøgd er munurin mill­ um málini, sum mann hev­ ur sett sær, og tað sum mann røkkur. Um fólk rokna við at sleppa í løg­ tingið, og tey als ikki náa hesum máli, so kunnu tey uppliva misnøgd, øði og hava hug at kasta alt frá sær. Ber tað til hjá valevnunum at fyribyrgja vónsviki og misnøgd eftir valið? ­ Eg havi fylgt væl við í valstríðnum, og eg havi hoyrt fleiri av teimum ungu valevnunum tosa um, hví tey eru farin upp í politikk. Tað er ikki tí, at tey rokna við at verða vald hesaferð, men tey hava áhuga fyri valinum, og hetta er ein roynd. Gongur tað ikki hesa­ ferð, so herji eg á aftur næstu ferð. Tað er ein hug­ burður, sum ger at vónsvikið og fallið ikki verða so ógv­ uslig, um tey ikki verða vald. ­ Nú eru Føroyar eitt val­ dømi, og tí verður ivaleyst eisini gjørdur ein listi yvir øll valevnini, og tá nøkur at uppliva, at tey liggja heilt har afturi á listanum, og tað kann sjálvandi kennast tungt, men vónandi duga tey at taka tað. Kunnu uppliva misnøgd og øði Eyðun Joensen heldur ikki, at fólk kunnu blíva sálarliga sjúk av einum niðurlagi á valinum, men summi kunnu ivaleyst koma at uppliva stóra misnøgd. ­ Eg rokni við, at ógvulig­ asta avleiðingin kann verða, at fólk tveita alt tað politiska frá sær, venda sær frá sínum politisku sjónarmiðum, koyra tey í eina skuffu og føla, at tey hava brent seg. Men tað vóni eg ikki, at tey gera. ­ Valstríðið hesaferð hev­ ur verið friðarligt og sámi­ ligt. Eingin er lopin fram av, og valevnini kunnu verða væl nøgd við tað, sum tey hava borið fram. Tí vóni eg ikki, at hesi fólkini kasta frá sær eftir valið, men halda fram í samfelags­ kjakinum og í arbeiðnum í flokkunum. Sannlíkt er, at onkur av teimum nýggju valevnunum og kemur í løgtingið, og tey koma so eisini í eina serliga støðu. ­ Fremsta málið hjá teim­ um flestu valevnunum er at náa upp um tingsins gátt, og náa tey tað, so vakna tey til eitt stórt forpliktilsi og stórar avbjóðingar. Er hend­ an tíðin undan valinum strævin, so verður tíðin eftir valið ikki minni strævin og krevjandi hjá teimum ný­ valdu, og summi fara helst at uppliva, at tey eru komin úr øskuni og í eldin, sigur Eyðun Joensen. Summi valevni verða vónsvikin - Um fólk rokna við at sleppa í løgtingið, og tey als ikki náa hesum máli, so kunnu tey uppliva misnøgd, øði og hava hug at kasta alt frá sær, men tað vóni eg ikki, at tey gera, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur