Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 13 - 18. januar 2008 Oljugrunnurin fyrimynd Norski oljugrunnurin hevur havt stóra ávirkan á íløguvirksemi kring heim, og tað er alment kent, at fleiri íløgugrunnar í Evropa og USA hava brúkt norska grunnin sum fyrimynd í sínum virksemi. Tað kom fram á einari ráðstevnu um íløgur í Oslo í gjár. Millum annað hava fleiri tikið við regluni hjá grunninum um at seta í mesta lagi fimm prosent í hvørt einstakt felag og at brúka langtíðaríløgur. Grunnurin eigur nú í 7.000 fyritøkum. Munur á hjartaviðgerð Stórur munur er á, hvussu sjúklingar við blóðproppi í hjartanum verða viðgjørdir. Tað vísir ein nýggj kanning frá Statens institut for Folkesundhed. Sjúkrahúsini hava sera ymiskar mannagongdir, tá tað snýr seg um hjartasjúklingar. Kanningin er bygd á trý sløg av hjartamedisini, og er gjørd frá 1995-2004. Úrslitið fyriliggur nú, og tað er púra greitt. Nøkur sjúkrahús geva næstan øllum sjúklingum hjartamedisin, meðan onnur nærum ikki geva nøkrum sjúklingum medisin. Kanningin leggur alstóran dent á, at læknar gera sær greitt, hvussu stóran týdning tað hevur, at sjúklingarnir fáa medisin beinanvegin eftir blóðpropp í hjartanum, og tilmæli er, at sentralisera hjartasjúklingar so nógv sum gjørligt, fyri at byggja eina veruliga servitan upp, sum kann koma øllum sjúklingum til góðar. Handilsmenninir vilja ikki hava sitandi á sær, at teir eru gribbar. – Tað eru mongu avgjøldini, farma­ gjøldini og so tað at vit eru smá­ og fáment sum ger, at tað er dýrari at vera brúkari í Føroyum, siga teir báðir størstu handilsstjórarnir Brúkaramál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í blaðnum í gjár vístu vit á, at tað er hundadýrt at keypa í Føroyum. Vit høvdu sam- anborið sama innkeyp í ávikavist Føroyum og Dan- mark, og var niðurstøðan greið, at ein donsk eittkróna er ikki tað sama verd í Føroyum og Danmark. Niels Mortensen, stjóri í SMS, er ómetaliga harmur um, at Ingeborg Winther og Hermann Oskarsson í blað- num siga, at vantandi kapp- ing og eftirlit eru orsøkin til, at tað er dýrari at keypa gerandisvørur í Føroyum. Og at tey siga, at hetta ger, at handilsfólkini kunnu leggja akkurát tað omaná prísin, sum teimum lystir. Niels Mortensen sigur, tað er ikki so einfalt, sum tey vilja vera við. - Tað passar ikki, tá sagt verður, at vit kunnu leggja tað omaná prísin, sum vit vilja. Vinningur á matvørum er harafturímóti sera lágur í Føroyum, sigur Niels Mort- ensen. Hann heldur tað vera órættvíst, at vit á Sosialinum velja vørur, sum hava eyka avgjøld, so sum kips og siggarettir, og at vit saman- bera breyðprísin hjá før- oyskum og donskum brúk- arum. Natúrligt í valtíðum Finn Nielsen, stjóri í FK, fegnast harafturímóti um, at vit samanbera prísirnir í londunum báðum. Tí, sum hann sigur, tað er natúrligt at varpa ljós á prísstøðið í hesum valtíðum. Men hann er eisini ósamdur við Her- mann Oskarsson og Inge- borg Winther um, at orsøkin til prísmunin er, at handl- arnir bara kunnu okra prís- irnir, sum teir vilja. - Her er sanniliga hørð kapping í Føroyum. Hetta síggja vit millum annað í postkassunum, sum standa at bresta við lýsingarbløðum hvørja viku. Vit eru bussimenn Báðir handilsmenninir siga, at orsøkin til, at føroyski og danski brúkarin ikki fær somu vøru fyri somu krónu, fyrst og fremst er at finna í avgjøldunum, sum verða løgd á gerandis- og matvør- ur í Føroyum. Niels Morten- sen greiðir frá, at á øllum morgunmatarvørum eru góðgætisavgjøld, og at tá ein føroyingur fer í bað, skal hann rinda 20 prosent meira í avgjøldum uppá sáp- una enn danin, umframt at føroyingar rinda 20 prosent eyka í GATT tolli, av vørum úr triðja londum. - Eg havi sagt tað fleiri ferðir: tað eru vit handils- fólk, sum standa eftir sum bussimenn, hvørja ferð mann politiskt fer inn og leggur eyka avgjøld á ávísar vørur, sigur Niels Morten- sen. Og hann greiðir frá, at hann er púra samdur við Samvit, tá tey siga, at mvg’ið á mat- og øðrum neyðsynjarvørum átti at verið lækkað. – Altjóða príshækkingar á matvørum gera, at landið fær nógv meira inn í mvg’ið enn vanligt. Tí hevði verið upplagt, at regulerað á summum økjum, so tað ikki rakar so meint, sigur Niels Mortensen. Og hann vísir á, at enn eitt lógaruppskot um hækkandi avgjøld lá klárt í tinginum, tá valið varð útskrivað. - Teir rópa tað heilsuátøk, men í veruleikanum hendir tað, at avgjøldini verða skrúvað upp, tá ið pengar mangla í landskassanum. Og tað rakar tey, sum hava lítið frammanundan, sigur Niels Mortensen. Og hann greiðir frá, at bæði í Norra og í Íslandi verður mvg’ið regulerað, og tí átti tað eis- ini at borið til her. Alt verð- ur stýrt á teldum í dag, so tað átti ikki at verið verri at minka avgjaldið á mvg’inum á ávísum vørum, enn at leggja eyka avgjøld á summar vørur, heldur Niels Mortensen. Finn Nielsen, stjóri í FK, heldur harafturímóti ikki, at tað hevði verið ein loysn at differentiera mvg’ið, tí tað hevði verið ov nógv umsit- ing, umframt at tað hevði kravt eitt eftirlit. - Heldur áttu vit at kann- að, hvørjir samfelagsbólkar eru harðast raktir av høgu prísunum. Um til dømis tað vísir seg at vera barnafamilj- urnar, so átti at borið til at regulerað tað við skattinum, sigur hann. Handil á hvørjum tanga - Tað er ikki av praktiskum orsøkum, at vit búgva í Før- oyum. Hetta orðafellið brúk- ar Niels Mortensen, tá ið hann skal greiða frá nøkrum av orsøkunum til, at mat- og gerandisvørur eru so nógv dýrari í Føroyum. Og báðir eru teir samdir um, at tað hevur nógvar avleiðingar við sær, at vit eru so smá- og fáment. Millum annað sigur Finn Nielsen, at fólk ynskja at kunna keypa inn kring alt landið, men tað sjálvandi er dýrari at reka smáar handl- ar. - Men vit halda, at tað er týðandi, at handlar eisini eru á smáplássunum. Og hóast teir eru dýrari at reka, so skulu prísirnir á vørunum vera teir somu í øllum deild- unum kring landið. Handverk ella verksmiðja Og Niels Mortensen vísir í hesum sambandi eisini á, at tá ið landið er so lítið, ber ikki til at hava risastórar verksmiðjur til eitt nú at baka okkum breyð. Tí noyð- ast næstan allir føroyingar at keypa breyð, sum verður bakað av einum bakara, og ikki sum í donsku handlun- um, har virkini kunnu fram- leiða túsundavís av breyðum hvønn tíma. - Skulu vit innflyta breyð- vørur, so halda tær sær ikki, sigur hann. Og Finn Nielsen vísir á: - Tá ið vit bíleggja breyð úr Danmark, so verður eitt eyka avgjald á 2 krónur lagdar omaná hvørt kilo. Hetta ger eisini, at tað inn- flutta breyðið er væl dýrari enn niðri. Í prískanningini í blað- num í gjár var eisini munur á prísinum á mjólkarúrdrátt- um í Danmark og Føroyum. Hetta er vøra, sum vit sjálvi framleiða, men sum kortini er dýrari hjá føroyska brúk- aranum enn danska. - Vit kundu valt at innflyta mjólkavørur, men so sigur landið, at vit skulu rinda 1,20 kr. fyri hvønn litur, um- framt 20 prosent av virði- num. Og hetta er áðrenn eg leggi vinning og mvg oman- á, sigur Finn Nielsen, sum eisini vísir á, at høvdu tey innlutt róma úr Danmark, vórðu 7,20 kr. lagdar afturat hvørjum kilo, pluss 20 pro- sent í avgjaldi, umframt mvg og flutning. Fjarskotna landið Handilsmenninir siga báðir, at í mun til flutning, er hetta avgjørt eitt øki, sum dýrkar um vøruna í Føroyum. - Hygg eftir Eimskip, sum umsetur fyri 250 mill. kr. ella tak Samskip og Smyril Line. Hatta er tað tað kostar okkum at frakta vørur til Føroya. Vit mugu ikki undirmeta, at fraktina, sum teir umseta skal kundin gjalda. Harefter kemur okk- ara vinningur og mvg og onnur avgjøld, sigur Niels Mortensen. - Vit fáa onki gjørt við flutningskostnaðin. Tað eru Smyril Line og tvey íslendsk feløg sum umsita allan flutn- ingin. Vit hava ikki verið ónøgd við tænastuna frá teimum, og fegnast til døm- is um, at vit hava lægri prísir enn eitt nú flutningur millum Danmark og Ísland, sigur Finn Nielsen. Eftir standa vit við teirri staðfesting, at gerandis- og matvørur eru dýrari í Før- oyum enn í Danmark. Tá ið vit spyrja Finn Nielsen um hetta er nakað, sum vit brúk- arar bara skulu góðtaka, so heldur hann, at vit alla tíð- ina skulu royna at keypa har, sum tað er bíligast. - Og eru handlarnir kapp- ingarførir, mugu vit seta prísin niður ella gevast við at vera handilsfólk, staðfest- ir hann. Landið fer við vinninginum - Eg havi sagt tað fleiri ferðir: tað eru vit handilsfólk, sum standa eftir sum bussimenn, hvørja ferð mann politiskt fer inn og leggur eyka avgjøld á ávísar vørur, sigur Niels Mortensen, stjóri - Her er sanniliga hørð kapping í Føroyum. Hetta síggja vit millum annað í postkassunum, sum standa at bresta við lýsingarbløðum hvørja viku, sigur Finn Nielsen