fríggjadagur 18. januar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2008
13
At síggja valevni Fólka
flokksins gera sær dælt á
Vágaportalinum, og
ákæra aðrar flokkar fyri at
hava ábyrgdina av, at Sør
vágs bygd eftir einari nátt
misti 80 prosent av trolara
flotanum, tað er milt sagt
ótrúligt.
Tí tað var júst flokkurin
hjá Jóanis Nielsen og teirra
fiskimálaráðharri, ið vat
arkitekturin aftanfyri tí av
flokkinum hálovaðu um
setiligheitina í fiskiflota
num. Henda óskipaða
umsetiligheitin legði lunn
ar undir spekulatións
motivið, sum í nærmastu
framtíð hóttir við at koyra
ein stóran part av flotanum
á húsagang.
Millum annað, so
vóru fiskidagar hjá gomlun
dangum fluttar yvir á
stórar stállínubátar, soleiðis
at kapitaliseringin av fiski
skipaflotanum rættiliga tók
dyk á seg, soleiðis at
støðan ídag er hon, at skip
verða handlað fyri ein
óverðuligan prís, við tað,
at sjálvt fiskiloyvi hevur
eitt virði, sum er tveir
triðingar av prísinum uppá
skipi ella meira enn tað.
Tað vóru ikki bara
teir fimm trolararnar, ið
Sørvágs bygd misti. Eisini
eyðkenda navnið Vestur
vón og stolta felagið frá
1959 av sama navnið
vórðu rænd eftir einari nátt
av Íslendska stórkapitali
num. Hesin var væl hjálpt
ur av strámanni, ið eisini
keypti Krúnborg. Til sam
ans vórðu Vesturvón og
Krúnborg handlaðir fyri
eina hálva milliard krónur,
samstundis sum ”strá
mannafelagi” hevði ein
partapening uppá einans
80.000 krónur.
Sambært tí frísinnaðu
ideologiini hjá Fólkaflokki
num er tað í tráð við teirra
stevnumið.
Var spekulasjónsmotivið
ikki lagt inn í fiskiflotan av
Fólkafloks og fullveldis
samgonguni, hevði Sør
vágs bygd framvegis havt
ein stoltan fiskiflota við
flaggskipinum Vesturvón
og seks øðrum trolarum.
Og ongin sum helst ivi er
um, at var tað gingið
reiðiliga fyri seg, so høvdu
reiðarin, manningarnar
eins og sørvingar allir
keypt trolararnar aftur, um
teir fingu møguleikan.
At nevndi flokkur nú
roynir at billa fólki inn, at
”brúk er fyri øllum”, eins
og flokkurin sigur seg vera
sosialan, er beinleiðis
láturligt.
Tað sokallaða fría
initiativið, sum nú kallar
seg Aliðið, var ikki so
frægt, at tað fíggjarliga
kláraði at reka Dagblaðið,
ið hevði sum endamál at
jagstra og spilla fólk út,
serliga tey alment løntu
tey við ryggsekkjum og
partisanhúgvum vóru helst
lærarar og pedagogar, tey
fótformaðu vóru kvinnu
fylkingarnar. Ein bólk
kallaði Dagblaðið tey hvít
kitlaðu, sum eisini vóru
drigin gjøgnum runudýkið
av blaðnum. Jú sanniliga
ein flokkur við broyttum
visjónum í mun til blað
etikkin hjá stavnamanni
num, ið nú tykist at vera
frá eini farnari tíð eins og
Dagblaðið sjálvt.
Tað seinastu hálvu
øldina hevur Javnaðarflokk
urin sitið við landsins
leiðslu, og saman við verka
fólki bæði á sjógvi og landi
verið við til at lagt lunnar
undir eitt samhaldsfast
samfelag.
Vit, Javnaðarflokkurin,
fingu fyrst í 1990árunum
eftir tógvið stríð Samhalds
fasta settan á stovn.
Sambandsflokkurin ynskti
hann har, ið piparið grør,
eins og Fólkaflokkurin
vildi broyta navnið fyri at
samtykkja hann teir
endaðu tó við at góðtaka
navnið.
Vit fingu, og tað var í
tøkum tíma, sett ALS á
stovn. Fólkaflokkurin setti
sum treyt, at ALSútgjaldið
ikki skuldi upp um 50
prosent av eini arbeiðara
løn. Men sum tann sterki
politikarin Atli var, vóru
Svend Aage Ellefsen og
John Petersen voks í hond
um Atla, ið segði minimum
70 prosent, og harvið bleiv
tað.
Hvussu nógvir føroying
ar hava ikki í hesi 15 árini
havt stórt gagn av útgjald
inum frá ALS, ið nú hevur
eitt stovnsfæ omanfyri eina
hálva milliard krónur.
Samhaldsfasti og ALS
koma at standa sum varar
yvir tey fólk, ið hugsaðu
um verkafjøldina í ringastu
árum í nýggjari føroyskari
søgu.
Latið tykkum ikki tøla
av gyltum vallyftum, men
seti ein sterkan Javnaðar
flokk inn aftur á Føroya
Løgting nú leygardagin
flokkurin hevur royndirnar
og besta løgmansevnið at
vísa á.
Gott javnaðarval.
viðmerkingar
Leingi havi eg havt eina
kenslu av, at hetta valstríð
ið er tað skitnasta nakran
tíð, har farið verður heldur
eftir manninum, enn eftir
bóltinum. Nú Dimmalætt
ing er komin í sjálvsving,
havi eg so eisini merkt
hetta á egnum kroppi. Og
tað er ikki tespiligt!
Tá tú ert politikari og
situr sum borgarstjóri, snýr
tað seg millum annað um
at vera til reiðar at svara
spurningum frá fjølmiðla
fólki. Tað verður gjarna
ikki spurt eftir, um tað er
seint ella tíðliga, tí hetta er
ein náttúrligur partur av
politikkinum.
Vanligt er eisini, at báðir
partar hava virðing fyri
hvørjum øðrum, og tað er
eisini ein fyritreyt fyri, at
nakað samskifti kann vera.
Men tá talan er um ta
aldargomlu Dimmalætting,
eru spælireglurnar eftir
øllum at døma broyttar
avgerandi.
Mikudagin var eg upp
ringdur av Liljuni Weihe,
blaðkvinnu á Dimmalætt
ing, sum kom við øllum
hugsandi løgnum og óbein
leiðis spurningum, sum eg
hvørki fekk høvd ella hala
á, hvat málið snúði seg um.
Og tað havi eg framvegis
ikki, hóast blaðið nú hevur
prentað sína søgu!
Samrøðan er í heilum
líki, beinleiðis avskrivað av
bandi, prentað í Dimma
lætting, og hóast eg skal
standa við hvørt orð, eg
har havi sagt, er júst hetta
eitt gott dømi um nýggjar
og skitnar tónar í mínum
samskifti við blaðið. Til
dømis kom tað ongantíð
blaðkvinnuni til hugs, at
hon kundi sagt mær, at
samrøðan varð tikin upp á
band.
Nógv havi eg upplivað
míni 35 ár í politikki, men
henda viðferð, eg fái frá
Dimmalætting hesa ferð, er
størsta bakbit, eg nakrantíð
havi fingið. Makan til
óseriøsan og ómoralskan
journalistikk skalt tú leita
leingi eftir, men nú vita vit
so, at hann finst í livandi
líki á Smyrilsvegi 13!
Mítt stóra misbrot
Í stuttum er mítt stóra mis
brot, at eg eftirlíkaði einari
áheitan frá bæði starvsfólk
um og foreldrum, um at
koma at hyggja at einum
vátrúmi á frítíðarskúlanum
Smílibýlinum, tí har var
eitt hol komið í gólvið,
sum børnini kundu fáa
snuddir av, vóru tey óhepp
in.
At vitja stovnar og
arbeiðspláss hjá býráðnum
er ein náttúrligur partur av
mínum gerandisdegi sum
borgarstjóri – ikki minst, tá
starvsfólk og enntá foreld
ur heita á meg. Tí fór eg
sjálvandi á staðið fríggja
dagin, og stig eru longu
tikin til at loysa málið, tí
nú verður bara bíðað eftir,
at ein múrari verður tøkur,
so hann fæst at gera gólvið
aftur.
Sum so mong onnur
valevni, hevði eg ein lítlan
valfaldara við mær, sum eg
gav starvsfólkunum, sum
vóru til staðar. Tá nøkur av
børnunum sóu hetta, vildu
tey eisini hava faldarar, og
tá eg bara helt hetta vera
stuttligt, dugdi eg ikki at
síggja nakra orsøk til at
nokta teimum tað.
Einki óvanligt er við hes
um faldara, sum forrestin
eisini er borin í hvørt hús í
Suðurstreymoy, og mín
síðsti tanki var, at hetta
skuldi blivið ein forsíðu
og høvuðssøga í Dimma
lætting. Um eg nú noktaði
at geva børnunum eitt
pappír í part, hevði tað
helst eisini blivið ein søga,
tí hjá Dimmalætting skal
opinbart alt brúkast, sum
brúkast kann!
Svínskt valstríð
Leingi havi eg havt eina
kenslu av, at hetta valstríð
ið er tað skitnasta nakran
tíð, har farið verður heldur
eftir manninum, enn eftir
bóltinum. Og nú Dimma
lætting er komin í sjálv
sving, havi eg so eisini
merkt hetta á egnum
kroppi, og tað er ikki tespi
ligt!
Dimmalætting leggur á tí
mesta av forsíðuni og allari
triðju síðu eftir mær per
sónliga, og skuldsetir meg
fyri at hava býtt valtilfar út
til børn. Ein skuldseting,
sum er so langt úti, at eg
ikki havi orð fyri tí. Men
tað hevur Dimmalætting
opinbart, tí har verður ikki
smávegis smurt uppá.
Hvørji motivini hjá land
sins elsta blað eru, dugi eg
ikki at hugsa mær til, men
eg eri sera vónsvikin av
hesi viðferð, mær er givin.
Í mínari verð er eingin ivi
um, at ein duld dagsskrá
liggur aftanfyri, sum
onkursvegna hevur til
endamáls at skaða meg
persónliga. Tað sær ið
hvussu er ikki út til at vera
serliga tilvildarliga, at
Dimmalætting gera hetta
til sína høvuðssøgu tveir
dagar fyri løgtingsvalið…
Ikki minst harmar tað
meg tó, at mín samgongu
felagi í býráðnum, Hildur
Eyðunsdóttir, letur seg
brúka til hesa søgu í
Dimmalætting. Hon hevur
í øllum førum ikki hildið
tað verið neyðugt at sett
seg í samband við meg, um
hon skuldi hildið, at eg
havi gjørt nakað átaluvert.
Men hon úttalar seg kortini
fegin vegna býráðið!
Farvæl!
Eftir stendur, at eg so sanni
liga meti meg at hava allar
orsøkir til at umhugsa, um
tað er vert at svara aftur
eina aðru ferð, tá Dimma
lætting spyr. Tá ein sovorð
in null og nonsens søga
spyrst burturúr, er botnurin
náddur og eingin orsøk til
at taka blaðið seriøst.
Sjálvt reypar blaðið sær
av at vera journalistiskt
óheft av politiskum, átrún
aðarligum, vinnuligum og
fíggjarligum áhugamálum,
men mínar royndir kunnu
nú ikki vera aðrar enn tær,
at Dimmalætting hvørki er
óheft ella álítandi, men eitt
kærkomið amboð í útspill
ing av mær persónliga. Eg
spyrji til fánýtis meg sjálv
an, hvør man standa aftan
fyri, tí hetta er bara so
ófatiliga langt úti.
At slatur og sleyg eru
partur av einum valstríði,
samstundis sum valevni
prika eftir hvørjum øðrum
her og har, kann eg saktans
liva við. Men tá landsins
næststørsta blað velur at
ganga undan í útspilling og
skitnum journalistikki, er
tað dropin, sum í øllum
førum fær mítt bikar at
flóta yvir.
Farvæl, Dimmalætting!
Vit kenna okkum
misbrúkt!
Í hósdagsútgávuni hevur Dimmalætting við
blaðgreinini »Heðin Mortensen býtir út valtilfar til
børn«, saman við tveimum øðrum greinum, valt at
blást eina lítla og meinaleysa hending upp, sum vóru
tað stórtíðindi.
Av tí at frítíðarskúlin Smílibýlið er drigin upp í
søguna, kenna vit okkum noydd at tala at, tí vit vilja
hvørki so ella so verða brúkt sum lopfjøl til tíðindi, ið
einki hald hava í veruleikanum.
Søgan er í stuttum tann, at síðsta fríggjadag kom
borgarstjóran, Heðin Mortensen, eftir áheitan frá
okkum í Smílibýlið at hyggja at einum breki í einum
av hølunum, sum vit fleiri ferðir hava gjørt vart við, tí
tað kundi vera bæði børnum og vaksnum til skaða.
Sum so mong onnur valevni gera tað í hesum
døgum, gav hann okkum vaksnu, sum starvast í
Smýlibýlinum ein lítlan faldara. Tá børnini sóu, at vit
vaksnu fingu ein faldara, vildu tey eisini hava, og –
uttan at nakað meira lá í tí – fingu børnini eisini hvør
sín faldara.
Hetta var í okkara eygum ongantíð nakað, ið hendi
tilætlað, men tá børnini bóðu um tað, fingu tey eisini
faldarar. Vit fingu tey enntá at standa fitt í bíðirøð, so
øll fingu hvør sín. Eingin okkara hevði í tonkunum, at
nøkur gøla skuldi spyrjast burturúr.
Men nú hevur Dimmalætting valt at gjørt hetta til
eina stóra søgu, og tí vilja vit tala at. Ikki minst, tí
blaðkvinnan hjá Dimmalætting millum annað hevur
ringt til leiðaran á Smílibýlinum fyri at fáa
»stórtíðindini váttað«.
Blaðkvinnan var óhøvisk og ætlaði at endurgeva
leiðaran í greinini, hóast leiðarin gjørdi vart við, at tað
undir ongum umstøðum fór at koma upp á tal, tí tað er
ikki upp á nakran hátt okkara ætlan at leggja rygg ella
navn til, at ein pinkulítil hending soleiðis verður blást
upp.
Ongantíð segði blaðkvinnan heldur, hvørji ørindi
hennara vóru ella at talan var um eina formliga
blaðsamrøðu, tá hon ringdi, men við sniðfundugum
spurningum royndi hon at fáa »sína søgu« fram.
Hóast leiðarin á Smílibýlinum ikki verður
endurgivin beinleiðis í teimum trimum greinunum í
Dimmalætting, eru partar av samrøðuni við
blaðkvinnuna brúktir – bara uttan at nevna leiðaran við
navni. Hetta er eisini váttað av øðrum, blaðkvinnan
hevur tosað við.
Vit, sum starvast í frítíðarskúlanum, taka frástøðu
frá hesi skrivingini og kenna okkum slett ikki aftur í tí,
ført verður fram. Samstundis hava vit sagt frá okkum
Dimmalætting, sum skúlin annars helt, tí vit kenna
okkum misbrúkt í hesum máli.
Starvsfólkini á frítíðarskúlanum Smýlibýlið
Barbara Dahl, leiðari
Joan Heinesen, varaleiðari
Elinborg Ljósstein, pedagogur
Maria Forrestal, hjálparfólk
Heidi Glerfoss, hjálparfólk
Rebekka Vang, hjálparfólk
Farvæl, Dimmalætting!
Heðin
Mortensen
Sorgarleikurin um Vesturvón
fyrrverandi løgtings
limur, Sørvágur
Frank
DaviDsen