Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2008 21 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Erling Winthereig, Skopun andaðist á Áargarði á Sandi hósdagin, 92 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Thomina Højgaard Vanliga nevnd »Mina« andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi mikudagin 16. jan. 97 ára gomul. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík fríggjadagin 18. jan. kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Rituvíkar kirkju leygardagin 19. jan. kl. 13.00. Familjunnar vegna Børnini Tey, ið vilja minnast Minu, kunnu lata Eysturoyar Røktar og Ellisheimi eina gávu. Konta í peningastovunum. Mánakvøldið 14. januar 2008 and­ aðist Uni Vestureið, politiinspektørur, á Ríkissjúkrahúsinum, bert 58 ára gamalur. Uni bleiv sjúkur seinasta summar – og tað var ikki smávegis sjúka. Man kann næstan siga – og tað er kanska synd at siga nú – at tað sum Uni gjørdi, var ordiligt – og tað lógu ongir snøklar eftir. Soleiðis eisini tá ið sjúkan kom, ið boygdi hesa kempu heilt til jarðar – soleiðis at hann ikki orkaði meira. Tá ið eg frætti, at Uni var vorðin sjúkur seinasta summar – og eg ringdi til hann, og spurdi hann um sjúkuna og segði við hann, at eg helt ikki, at hann – eins og vit onnur – kundi blíva sjúkur – flenti hann, og segði, at hann hevði sama rætt sum onnur – eisini tað, at blíva sjúkur. Tá ið Uni kom heim til Føroyar – eftir lokna útbúgving í Danmark í 1972 ­ arbeiddi eg á Politistøðini í Tórshavn, og kom soleiðis at kenna hann alla hansara tíð í føroysku løgregluni. Vit arbeiddu bert fáar mánaðir tá saman, áðrenn eg fór til Klaksvíkar – men tú sá við tað sama – at hesin ungi maður, ið var komin í føroysku løgregluna – var ein sannur fongur – og “vildi” nakað. Tú sá við tað sama, at hann var sera dugnaligur – nærlagdur – tók við læru frá teim eldru, men hevði eisini sína meining um, hvussu ting­ ini skuldu gerast. Skjótt sást, at honum dámdi best at arbeiða við kriminellum sakum – og eftir eitt stutt skifti sum vaktleið­ ari, bleiv hann settur sum varaleiðari hjá Súna Vinther á kriminaldeildini. Og tá ið Súni bleiv støðleiðari í Havn, bleiv Uni leiðari av kriminal­ deildini, har hann var, til hann var settur sum politiinspektørur fyri Før­ oyar fyri umleið 10 árum síðan. Hettar er hægsta starv tú kann fáa innan løgregluna, sum “vanligur” politimaður – tvs. tá ið tú ikki er løg­ frøðingur. Hettar starv krevur sín mann – og tað er ikki altíð so takk­ samt – og Uni hevði sín máta at “takla” hesa uppgávu uppá. Ikki vóru øll samd við hann – men ongin var í iva um, at tú hevði við ein “kapasitet” at gera. Havi arbeitt ikki so lítið saman við Una – var m.a. eitt ár á kriminaldeild­ ini saman við honum – og eisini í “størru” sakum á bygd – og eg má siga, at eg sjáldan havi møtt einum so dugnaligum politimanni sum Una. Uni vildi hava úrslit – og hann gavst ikki fyrrenn hann var komin á mál. Hann var sera hugnaligur at vera saman við – hevði humør – og mang­ an var nógvur látur saman við Una. Nú er hann farin – og tað tykist heilt óskiljandi, at hann skuldi fara so tíðliga. Saknurin er stórur, men mest hjá tær, Cecilia, og tykkara børnum, teim nærmastu og kollegum. Mátti Hann, ið kennir hvørt tár og hvørt hár á høvdum okkara, stuðla og styrkt tykkum í hesi stóru sorg. Við seinasta versi í sanginum “Eg skar mítt navn í grein ta hvítu”: Og tá meg fellir deyðin sterki, og alt í grøv er dult og gloymt, gev, Guð, tú tá títt navnamerki í hjarta mínum finnur goymt! Góði vinur og starvsfelagið. Hvíl í friði. Jógvan E. Ósá Føroya fremsti politimaður farin Fríggjadagin 18. januar eru liðin 40 ár síðan Óli Kristian Jacobsen, vanliga nevndur Óli Ki, byrjaði á støðardeild­ ini hjá Telefonverki Føroya Løgtings. Hann byrjaði tann 18. januar 1968, tá Telefonverkið helt til á Tinghús­ vegnum, har sum Løgtingshúsið er í dag. Telefonin var tá bert automatiserað í Havn, Klaksvík og í Runavík. Frá 1969 til 1979 arbeiddi Óli á støðardeildini, har hann var við til at seta automatstøðir upp kring alt land­ ið. Tá digitaliseringin av telefonkerv­ inum byrjaði í 1986, var Óli við í hes­ um arbeiði til tað varð liðugt. Seinastu fimm árini hevur hann arbeitt á instal­ latiónsdeildini hjá FT­Net, sum m.a. hevur við innstallatión av breiðbandi at gera. Í fjør var Óli við til at seta tvær støð­ ir upp í ávikavist Hetlandi og Oyrkn­ oyggjunum í sambandi við ”SHEFA2” kaðalin millum hesar oyggjar og Føroyar. Óli sigur, at hann hevur trivist væl í sínum arbeiði. Tað hava verið nógvar spennandi avbjóðingar, og hann heldur at tað hevur gingið so væl, tí hann hevur altíð havt gott fólk rundan um seg. Óli er úr Havn, sonur Juliu, f. Han­ sen, úr Nólsoy, og Jákup Jacobsen (hjá Ki) úr Havn. Hann er giftur Jónu, f. Magnussen, úr Streymnesi. Tey eiga trý børn: Guðrun, Gunnvør og Jógvan, sum øll búgva í Havn. Barnabørnini eru fýra í tali. 40 ára starvsdagur á Føroya Tele Aftur í ár komu saman íslendingar og föroyingar, sum eru búsettir her á Norð­ urlandinum til at eta ræst kjøt og súpan. Hesin matur er ókendur flestum íslend­ ingum, men langt teir flestu sum smakka hendan matin dáma hann væl. Kjøtið sum borðreitt varð við, er virkað á oyggj í Breiðafjörðinum. Í fjør vóru tað 30 fólk sum komu saman at eta, men nú 12. januar vóru tað 40 fólk, sum komu saman. Um hildið verður áfram við hesum árliga tiltaki, má roknast við at ræst kjøt og súpan verður, um ikki so mong ár, komið á sama stað og ræst skata sum nú verður etin um alt Ísland, men var fyrr bundin til Vestfirðin. Tað er Niels J. Erlingsson, búsettur á Akureyri, sum hevur staðið fyri hesum royndum, kanska verður seinni loyvt at flyta kjøt og annan mat úr Føroyum. Ræst kjøt í Íslandi Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra Sigga Maria Joensen Leirvík andaðist mikudagin 16. januar 2008 á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, 83 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju sunnudagin 20. januar kl. 13.30 Vegna tey avvarandi Familjan Lesið