Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 13 - 18. januar 2008 Mítt hjartamál Mítt hjartamál er, at ríkidømið í havinum verður um sitið sum varandi grundarlag undir føroyska bú skap inum. Hesin politikkur skal vera lívfrøðiliga og búskaparliga sjálvberandi, og skal í gjøgnum lógina skapa tryggar karmar til vinnuna at arbeiða undir. Síðani heilársøkisfriðingarnar og lógin um vinnu ligan fi skiskap komu í gildi í 1994, hevur tað gingist væl við fi skarínum. Tí kann tað ikki vera nøkur skila góð loysn at tosa um eina nýggja skipan í dag. Vit eiga heldur at rudda upp í verandi lóg. Tað, sum øsir fólk upp ímóti hesi skipan, er tann søla, sum fer fram av fi skiloyvum til svimlandi prísir. Hetta kemur at gera, at fi skirættindini verða samlað á nakrar fáar hendur. Tað verða neyvan vanligir fi ski- og útróðrarmenn, sum klára hesa kapping. Tað verða serliga strámenn fyri útlendsk áhugamál, sum fara at keypa fi skirættindini, og reka burtur av grunninum teir útróðrar- og fi skimenn, sum eiga skip og bátar sjálvir. Um føroyingar vilja eiga nøkur fi skirættindir sjálvir, so má hetta óskilið steðgast nú! www.tjodveldi.fo/heini Heini O. Heinesen