fríggjadagur 18. januar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 13 - 18. januar 2008
- Eg visti ikki, at tað
stóð so illa til við
útróðrinum kring
landið. Nógvir bátar
liggja, og fleiri eru
bert fáar túrar á útróð-
ri. Ein orsøk er, at smá-
ligt er við fiskiskapi,
og ringt er at fáa fólk
at støðast. Tað sigur
Sonni Johansen, sum
hevur verið útróð-
rarmaður alt sítt frís-
ka lív
Útróður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sum stórur smádrongur
hevði strandingurin Sonni
Johansen eina lítla jollu,
sum hann plagdi at royna
eftir sild við. - Hetta dámdi
ikki foreldrum mínum nak-
að serligt. Tey vóru bangin
um meg. Tí gjørdu tey av at
keypa mær eitt 8-mannafar,
sum eg brúkti nógv í mínum
ungu árum
Giktin plágar
Sum blaðungur var hann
við Grunningi, og longu
sum umleið 15 ára gamal
keyptu foreldrini honum
eitt 8-mannafar úr Leirvík.
- Eg hevði eina lítla jollu,
sum eg plagdi at royna eftir
sild við. Hetta dámdi ikki
foreldrum mínum nakað
serligt. Tey vóru mangan
bangin um meg. Tí gjørdu
tey av at keypa mær eitt 8-
mannafar.
Sonni sigur, at hann brúk-
ti hendan bátin nógv, bæði á
Skálafjørðinum, eysturi í
Álinum, og um várarnar var
hann onkuntíð á Norðhavi-
num við honum.
- Í dag eri eg ringur av
gikt og kann næstan ikki
fara í bát. Giktin er serliga
gingin út yvir armar og
bein. Eg læt glastrevjabát
byggja í Íslandi fyri fáum
árum síðan, men noyddist
at selja bátin aftur eftir
umleið tveimum árum, tí
likamið heldur ikki til hetta
longur.
Hann vísir á, at ein slitin
útróðrarmaður ella fiski-
maður fær ongan tryggingar-
pening nakrastaðni.
Bjóðar seg fram
Nú løgtingsval er í morgin,
er Sonni Johansen millum
teirra, sum bjóða seg fram
at stýra Føroya landi kom-
andi fýra árini.
- Eg stilli upp fyri at hjál-
pa fólki, sum á ein ella ann-
an hátt – og í breiðari merk-
ing - eru komin illa fyri.
Hann dylur ikki, at hansa-
ra áhugi ikki minst brennur
fyri útróðrar-og fiskimann-
inum, men eisini fyri øðrum
samfelagsborgarum, sum á
ein ymiskan hátt hava brúk
fyri, at onkur stendur við
teirra við.
Støðan hjá útróðrinum nú
er soleiðis vorðin, at tað
almenna noyðist at grípa
inn, um útróðrinum skal
verða lív lagað. Neyðugt er
at gera tað meira spennandi
og fjølbroytt at vera útróðr-
armaður.
Sonni heldur, at eitt, sum
kann gerast, er at lata teir
stóru útróðrarbátarnar róg-
va út við línu frá desember
til mars og síðan beina teir í
aðra vinnu.
- Nakrir bátar kundu fing-
ið garnaloyvi eftir havtasku,
aðrir kundu sloppið at trola
eftir flatfiski, og uppaftur
aðrir kundu fingið loyvi at
farið til Íslands.
Hann heldur, at okkara
fiskivinnumyndugleikar
soleiðis áttu at latið menn
sloppið at roynt seg.
Eitt lítið ljós
- Vit hava heimsins bestu
veiðimenn, eingin ivi um
tað, men vit troyta ikki allar
møguleikar. Ein trupulleiki
er eisini, at vit seta ikki ung
fólk við, og tað er neyðugt,
um vinnuni skal verða lív
lagað.
Sonni heldur, at vit eisini
mugu gagnnýta okkara til-
feingið nógv betur, enn vit
gera í dag, og hann tekur til,
at her mugu aðrir bollar í
suppuna.
- Eg veit, at eg geri mun,
har eg eri. Komi eg á ting,
veit eg, at eg hevði verið
eitt lítið ljós, sum nógv kun-
du stýrt eftir og hildið seg
til,
bæði
útróðrarmenn,
fiskimenn og nógvir sam-
felagsborgarar í síni heild,
sigur royndi útróðrarmaðu-
rin á Strondum, sum nú
bjóðar seg fram í landspo-
litikki.
Sonny Johansen er ikki
óroyndur
í
kommunal-
politikki, tí á seinasta komm-
unuvali varð hann fyrst
valdur í Sjóvar kommunu,
har hann nú situr í bygdaráð-
num.
Útróður má
gerast meira
fjølbroyttur
- Neyðugt er at gera tað meira spennandi og fjølbroytt at vera útróðrarmaður, heldur Sonni Johansen, sum hevur verið
útróðrarmaður alt sítt lív Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit hava heimsins bestu
veiðimenn, men vit troyta
ikki allar møguleikar. Ein
trupulleiki er eisini, at vit seta
ikki ung fólk við, og tað er
neyðugt, um útróðrarvinnuni
skal verða lív lagað, heldur
útróðrarmaðurin
Deyvatulkur til valfund
Fríggjadagin 17. januar frá 17-19 verður valfundur í
Sjónleikarhúsinum, og har verður deyvatulkur til staðar.
Á einum valfundi hjá Rás 2 í Sjónleikarhúsinum herfyri
gjørdi ein spyrjari vart við, at ein stórur samfelagsbólkur
verður hildin uttanfyri valstríðið. Tey tunghoyrdu og
deyvu hava ongan møguleika at fylgja við í, hvat fer fram
á valfundum. Elin Winther Poulsen, sum var orðstýrari á
fundinum, var skjót at lova, at til næsta valfund, sum Rás
2 skuldi hava í Sjónleikarhúsinum, skuldi ein deyvatulkur
vera til staðar. Og nú fæst sjón fyri søgn.
Oljugrunnurin fyrimynd
Norski oljugrunnurin hevur havt stóra ávirkan á
íløguvirksemi kring heim, og tað er alment kent, at fleiri
íløgugrunnar í Evropa og USA hava brúkt norska grunnin
sum fyrimynd í sínum virksemi. Tað kom fram á einari
ráðstevnu um íløgur í Oslo í gjár. Millum annað hava
fleiri tikið við regluni hjá grunninum um at seta í mesta
lagi fimm prosent í hvørt einstakt felag og at brúka
langtíðaríløgur. Grunnurin eigur nú í 7.000 fyritøkum.
- Ynskidreymurin er,
at handilin stendur
liðugur til jólar, men
um vit náa so langt í
ár, dugi eg ikki at siga,
sigur Niels Morten-
sen, stjóri í SMS
Handil
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Niels Mortensen eigur stó-
ru bygningarnar á Borðoyar-
vík, har gamla spinnaríið
er, og har studio hjá Rás 2
er.
Í eina tíð hevur verið
alment kent, at SMS-maður-
in arbeiðir við eini ætlan,
sum í fyrsta lagi hevur til
endamáls at hýsa einum
nýggjum Bónus-handli í
øðrum av hesum bygning-
um.
Niels Mortensen váttar
fyri Sosialinum, at tekning-
ar í løtuni verða gjørdar av
einum felag í útlandinum,
sum SMS samstarvar við.
- Vit hava sett ferð á hetta
arbeiði, og eg vænti, at fyri-
bils tekningar fyriliggja
seinni í hesum mánaðinum.
SMS-maðurin vil einki
siga um, hvussu heildaræt-
lanin sær út, fyrr enn tekn-
ingarnar eru á borðinum, tí
enn veit hann ikki, um tað,
sum teir skjóta upp, letur
seg gera.
Hann dylur kortini ikki,
at tað í fyrsta lagi verður
ein nýggjur Bónus-handil,
sum lunnar verða lagdir
undir á Borðoyarvík.
Spurdur, um hugsandi er,
at talan kanska verður um
eina avmarkaða handilsmið-
støð, sigur hann, at tað vil
hann einki siga um í løtuni.
- Áðrenn vit kunnu siga
nakað um ítøkiligu verkæt-
lanina, er neyðugt, at vit fyr-
st fáa at vita, hvat er møgu-
ligt, sigur Niels Mortensen.
SMS-stjórin sigur, at teir-
ra ætlan á Borðoyarvík ikki
verður ávirkað av, hvat Før-
oya Keypssamtøka ella aðr-
ir útbjóðaðar fara at gera í
Klaksvík.
- Vit hava í fyrsta lagi
okkara ætlanir við einum
nýggjum og tíðarhóskandi
Bónus-handli, og vit vóna,
at hesin stendur liðugur og
kann takast í nýtslu áðrenn
langt um leingi.
Spurdur, um hugsandi er,
at nýggjur Bónus-handil
stendur liðugur til jólar í ár,
sigur hann:
- Tað hevði sjálvandi ver-
ið ein ynskidreymur, men
eg tori ikki at siga, um vit
náa so langt í hesum árin-
um, sigur Niels Mortensen,
stjóri.
Nýggjur Bónus-handil á Borðoyarvík