Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2008 19 Ert tú spent til valið? Sjálvandi eri eg sera spent. Hetta hevur verið partur av okkara lívi í skjótt 18 ár. Hevur tú eisini ein leiklut sum ráðgevi hjá Jóannes? Ja í ein ávísan mun. Aftaná valfundir og valsend­ ingar. Plaga tú og Jóannes at gera eina eftirmeting saman? Ja, tað gera vit sjálvandi. Hvat er títt hjartamál í hesum valstríðnum? At tann veruliga javnaðarboðskapurin kemur so týðiligar fram sum gjørligt. Brúkar tú nakra tíð og orku til at agitera fyri Javnaðarflokkinum? Ikki nøkur frammanundan fyrireikað agitatión, men fólk tosa ofta politikk við meg. Hvussu nógv fyllir politikkur við døgurðaborðið heima við hús? So ymiskt, Vanliga als ikki, men er okkurt serligt á skrá, so brúka vit eisini ta løtuna. Hvussu hava børnini tikið tað, at pápin er ein kendur politikkari? Nú eru tey vaksin og so von við tað. Nú eru tað ommubørnini, sum skulu venja seg til tað. Hvat ítriv fæst tú við, ella hvat gert tú fyri at avstressa frá politikki? Eg gangi til okurt ítriv í Kvøldskúlanum, men annars eri eg so inngrógvin partur av politikkinum, at eg vil faktisk vera við. Kemur tú úr einum heimi ella umhvørvi, har tey valdu sama politiska flokk, sum maður tín umboðar í dag? Ja. Koma ofta ókend fólk, sum tú ikki hevur sæð fyrr í lívinum til tín á gøtuni, og byrja at tosa um politikk? Ja tað gera tey: Serliga hesar dagarnar upp undir val. Hvørji framtíðar ynski hevur tú fyri Føroyar? At Føroyar framhaldandi skal kunna menna seg til eitt gott samfelag fyri allar føroyingar. Vit skulu øll eiga møguleikan at trívast og virka. Ert tú spent til valið? Ja ordiliga spent. Hevur tú eisini ein leiklut sum ráðgevi hjá Kári? Ja inn í millum. Onkuntíð, um hann er í iva! Aftaná valfundir og valsendingar. Plaga tú og Kári at gera eina eftirmeting saman? Eg kann gott siga okkurt við hann aftaná. Sindur av eftirmeting hava vit. Hvat er títt hjartamál í hesum valstríðnum? Familjupolikkur og vælferðarmál. Brúkar tú nakra tíð og orku til at agitera fyri Sjálvstýrisflokkinum? Nei, havi ikki loyvi at agitera undir arbeiði. Tó eitt sindur við familjuna Hvussu nógv fyllir politikkur við døgurðaborðið heima við hús? Ótrúliga nógv, alt ov nógv vil eg siga. Hvussu hava børnini tikið tað, at pápin er ein kendur politikkari? Tað er øgiliga ójavnt. Vit eiga 6 børn. Summi klára tað ikki. Summi halda tað er spennandi. Fyri tey gerst tað ovboðið við hvørt. Kári var so ræðuliga upptikin á Jólum, og tað var keðiligt fyri tey. Hvat ítriv fæst tú við, ella hvat gert tú fyri at avstressa frá politikki? Bindi . Fari á kvøldskúla. Fari út at vitja fólk! Kemur tú úr einum heimi ella umhvørvi, har tey valdu sama politiska flokk, sum maður tín umboðar í dag? Nei Koma ofta ókend fólk, sum tú ikki hevur sæð fyrr í lívinum til tín á gøtuni, og byrja at tosa um politikk? Nei. Tað eri eg tíbetur spard fyri. Hvørji framtíðar ynski hevur tú fyri Føroyar? At vit hava tað gott. Og at búskapurin kemur at vaksa, og at vælferðin kemur at standa við. Ert tú spent til valið? Ja, men ikki fyrr enn sjálvan valdagin føli eg meg orduliga spenta Hevur tú eisini ein leiklut sum ráðgevi hjá Jørgin? Ja tað havið eg nokk meira ella minni. Klæðir og framførðslu havi eg viðmerk­ ingar til. Havi onguntíð sagt við hann, at hann ikki skal rykkja pannuna, og hann lurtar, tí nú gerð hann tað ikki so ofta. Og vil jú at tað skal gangast honum væl. Aftaná valfundir og valsendingar. Plaga tú og Jørgen at gera eina eftirmeting saman? Tá plaga vit at tosa um hvussu gingist hevur hjá honum og eisini mótstøðuflokku­ num. Hvat var gott og hvat kundi verið betri. Hvat er títt hjartamál í hesum valstríðnum? Tað er sjálvandi nógv, men at maður mín verður afturvaldur, er nokk tað ið vil frøða okkum mest. Brúkar tú nakra tíð og orku til at agitera fyri Fólkaflokkinum? Eg agiteri ikki nógv. Tá eg eri saman við starvfelagum og vinkonum, haldi eg ikki at eg skal troytta við politikki. Tey vita hvar eg standi. Hvussu nógv fyllir politikkur við døgurðaborðið heima við hús? Alt ov nógv. Men eri glað fyri regulin vit hava innført. Ongin telefon við døgurða­ borðið, tá skal familjan hugna sær saman. Hvussu hava børnini tikið tað, at pápin er ein kendur politikkari? Haldi tey taka tað pent og eru sjálvandi eisini spent.Tey eru tó onkuntíð ørg inn á at pápin, at hann er so nógv upptikin og at hann næstan altíð tosar í telfon heima við hús. Annars kenna tey ikki annað, tey eru fødd við einum pápa sum politikkara. Hvat ítriv fæst tú við, ella hvat gert tú fyri at avstressa frá politikki? Vit hava ein bindiklub. Har er sera hugna­ ligt og stuttligt og ein góð avveksling frá tí dagliga. Kemur tú úr einum heimi ella umhvørvi, har tey valdu sama politiska flokk, sum maður tín umboðar í dag? Nei, tað kann man ikki siga. Bæði mamma og pápi vóru í mínum uppvøkstri ivri í politikki og tey valdu Tjóðveldis­ flokkin. Koma ofta ókend fólk, sum tú ikki hevur sæð fyrr í lívinum til tín á gøtuni, og byrja at tosa um politikk? Ja, tað kemur fyri. Oftast er tað hugnaligt. Hvørji framtíðar ynski hevur tú fyri Føroyar? Eg ynski, at Føroyar skulu verða eitt land, har tað er gott at liva hjá øllum va baklandið við sær Ja, sjálvandi geri eg tað – men alt eftir hvar eg eri stødd Hvussu nógv fyllir politikkur við døgurðaborðið heima við hús? Við døgurðaborðið fylla synirnir meira enn politikkur Hvussu hava børnini tikið tað, at pápin er ein kendur politikkari? Enn eru teir so smáir, at teir skilja ikki so nógv av tí heila. Men teir vita, at val er fyri framman, og teir halda sjálvandi við “Babba”! Hvat ítriv fæst tú við, ella hvat gert tú fyri at avstressa frá politikki? Eg dugi ikki so væl at avstressa, men viðhvørt seti eg meg niður við stokkum. Kemur tú úr einum heimi ella umhvørvi, har tey valdu sama politiska flokk, sum maður tín umboðar í dag? Nei so avgjørt ikki. Men Kaj Leo hevur klárað at fingið nakrar atkvøður yvir í Sambandsflokkin. Koma ofta ókend fólk, sum tú ikki hevur sæð fyrr í lívinum til tín á gøtuni, og byrja at tosa um politikk? Ja, tað kemur meira enn so fyri. Hvørji framtíðar ynski hevur tú fyri Føroyar? At øll hava tað gott, og at Føroyar framhaldandi verða eitt gott land at liva í! Simona: Politikkur fyllir ov nógv við døgurðaborðið Mynd: Sunnleiv Højgaard Anita: Nú eru tað ommubørnini, sum skulu venja seg við politikkin Mynd: Kalmar Lindenskov Annelena: Bindiklubburin er ein avvekslingur frá tí dagliga Mynd: Kalmar Lindenskov