Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2008 19 Ein stórur meiriluti av før­ oysku veljarunum ynskir at avtaka verandi skipan, har reiðarar, sum fara út úr vinnuni kunnu selja veiði­ rættindi fyri stóran privatan vinning. Men somu veljarar ætla at stuðla flokkum, sum annaðhvørt halda skipan­ ina, har privatir kunnu selja fiskiloyvir, vera í lagi, ella sum ikki halda málið hava nakað at týða og sum tí ikki fara at gera nakað við tað. Privata sølan av veiði­ rættindum gevur ogn Føroya fólks til einstak­ lingar og er skaðilig fyri fiskivinnuna. Tað er í valstríðnum staðfest fleiri ferðir, at verandi skipan førir til, at nøkur fá fólk kunnu vinna hundraðtals milliónir við at selja veiðirættindi, sum tey hava fingið fyri einki frá landsstýrinum. Um nøkur ár kunnu tey keypa og eiga alt føroyska vinnulívið um tey tíma tað. Skipanin førir til, at teir sum koma inn í fiskivinnuna koma at skylda sera stórar upphæddir, og ger tað ómøguligt hjá ungum fólki at koma inn í fiskivinnuna. Fólkaflokkurin heldur verandi skipan vera góða Fólkaflokkurin heldur tað vera í fínasta lagi, at teir reiðarar, sum fara út úr fiskivinnuni kunnu vinna fleiri hundraðtals milliónir, meðan fiskimenn, sum hava verið við skipunum, einki fáa. Teir halda so sjálvandi eisini, at tað er í lagi, at nýggir reiðarar vera skuldarbundnir upp til skorsteinin og tí skjótt koma í trupulleikar. Fólka­ flokkurin hevur tí í val­ stríðnum veitt trygd fyri, at hann skal forða fyri, at nøkur broyting verður í fiskivinnupolitikkinum. Sambandið, javnaðar­ flokkurin og miðflokk­ urin vilja ikki lova at gera nakað við málið Nøkur umboð frá hesum flokkum siga seg skilja, at verandi skipan er skaðilig. Flokkarnir vilja tó ikki lova, at teir vilja gera nakað við málið. Til dømis fóru javnaðarflokkurin og sambandið í samgongu við fólkaflokkin seinast, men teir kravdu ongar broyt­ ingar í hesum partinum av fiskivinnupolitikkinum. Somuleiðis kann nevnast, at javnaðarflokkurin ynskir samgongu við fólkaflokkin eftir valið, sjálvt um fólkaflokkurin hevur gjørt greitt, at hann er trygdin fyri, at verandi reiðarar skulu eiga vinningin av sølu av veiðirættindum. Sjálvstýrisflokkurin og tjóðveldisflokkurin halda tað vera neyðugt at broyta lógina Hesir flokkar halda tað vera av stórum týdningi at broyta lógina um vinnu­ ligan fiskiskap. Sjálvstýris­ flokkurin samtykti á lands­ fundi í 2006 at arbeiða fyri, at landskassin skal fáa ágóðan av sølu av fiskiloyvum. Stuðli bert samgongu, um hon tekur stig til, at landskassin fær ágóðan av sølum av fiskiloyvum Sjálvur havi eg gjøgnum alt valstríðið víst á skaði­ ligu ávirkanina, sum ver­ andi skipan hevur á før­ oysku fiskivinnuna. Somu­ leiðis havi eg víst á, at heldur verandi skipan fram, so fer hetta at føra til, at nøkur fá fólk koma at eiga alt føroyska vinnu­ lívið. Persónliga haldi eg málið hava so stóran týdning, at um eg verið valdur á løgting, so fari eg heild einfalt ikki at stuðla einari samgongu, um hon ikki tekur stig til, at lands­ kassin í framtíðini fær ágóðan av sølu av veiðirættindum. Um samgonguflokkarnir halda fram, so heldur privata sølan av veiðiloyvum eisini fram Veljarakanningar vísa, at stórur meiriluti av føroying­ um halda, at landskassin skal eiga ágóðan av sølu av fiskiloyvum. Kortini vilja javnaðarflokkurin og sam­ bandsflokkurin ikki lova, at teir fara at gera nakað við privatu søluna av fiski­ loyvum. Kanska tí at teir meta onnur mál vera av størri týdningi. Um sam­ gongan heldur fram, so má ein rokna við, at privata sølan av fiskiloyvum eisini heldur fram. Tann besta trygdin fyri, at landskassin fær ágóðan av sølu av fiskiloyvum er tí at velja sjálvstýrisflokkin 19. januar. Sjálvstýrisflokkurin Kári Petersen Val Boðskapurin hjá politisku flokkunum kann tykjast heldur fløkjastligur hjá vanliga føroyinginum Tá lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi í 1994, var rætturin latin teimum, sum tá høvdu skip, í 10 ár. Hetta varð gjørt fyri at fáa gongd á aftur í fiskivinnuni eftir kreppuna. Nógv skip vóru sanerað, og somu eigarar keyptu hesi somu skip aftur frá bankunum fyri lítið og lætt. Bæði at sanera við almennum pengum og lata ókeypis fiskirættindi í 10 ár, vóru sera góðar treytir. Boðskapurin var greiður: "Fiskirættindini, latin sambart hesi lóg, veita ikki einstøkum bólkum ella einstaklingum ognarrætt" í allar ævir. Rætturin at fiska, sum varð latin nøkrum reiðarí­ um ókeypis at umsita, og sum skuldi falla aftur til landið, er vorðin kapital­ iseraður. Hann verður í roynd og veru umsitin, sum var hann privat ogn ­ beint ímóti lógarinnar bókstavi, og beint ómóti Løgtingsins vilja. Løgtingið hevur ongan­ tíð samtykt, at rætturin at fiska skal gerast ogn hjá ávísum reiðarum at kapitalisera. Hetta kann man ikki lasta teimum reiðaríum fyri, sum virka í vinnuni, tey virka sjálvandi sambært teimum signalum, politikarar senda út. Myndugleikarnir hava stillisliga góðtikið, at fiskiloyvini í veruleikanum eru endað sum privat ogn og harvið eisini sum privat handilsvøra. Myndugleikarnir kunna bara takka sær sjálvum fyri, at støðan er vorðin, sum hon er. Men Løgtingið, sum samtykti lógina um vinnuligan fiskiskap í 1994, hevur eisini skyldu til at bøta um skaðan, tí skaðin er stórur. Privata kapitaliseringin av rætti­ num at fiska hevur við sær sera stór og álvarslig vandamál fyri fiskivinn­ una, fyri fólk, ið starvast í fiskivinnuni, og fyri alt samfelagið. Vinnuligur fiskiskapur Tjóðveldi www.tjodveldi.fo/niklai niKlái Petersen Val Vinnan skal hava góðar og støðugar karmar at virka undir, somuleiðis sum trivnaðurin hjá okkara vinnulívsfólki skal vera í hásæti. Soleiðis, at vit ikki missa okkara vinnulívs­ fólk, sum leita sær í onnur lond at gera seg galdandi, har karmarnar og trivnað­ urin er betri. Nei lat okkum gera alt tað vit eru ment fyri at halda uppá okkara vinnulívsfólk, umframt at eggja altjóða fyritøkum at seta búgv í Føroyum. Hvat meini eg so við góðar karmar: Vinnan skal hava støðugar og greiðar karmar at virka undir. Góð røkt av nátúrgivnum tilfongi, fyri so langt sum menniskjaligt møguligt at tryggja støðuga rávørutilgongd. Atgongd til arbeiðsmegi. Neyðugt er við einum góðum skúlaverki fyri at tryggja leiðslu og starvsfólki góða útbúgving. Ansingar møguleikar skulu eisini víðkast, soleiðis, at øll tey sum ynskja at sleppa til arbeiðis, sleppa til arbeiðis, tað veri seg eisini í feriutíð. Hvat hevur vinnan at bjóða okkum, - Og hvat bjóða vit vinnuni Valevni fólkafloksins elsebeth GunnleyGsdóttur hansen Val Umráðandi er, at Føroyar fáa eina virkna politiska leiðslu, sum kann eyggja til framfýsni og samvinnu í øllum pørtum av samfelagnum. Einstaki borgarin, einstaka virkið og vinnufeløgini skulu hava góð kor at arbeiða undir. Tí er eisini neyðugt við tiltøkum, sum strimbra íløgur, útflutningi og vinnu, men samstundis varðveitur og mennir valferðarsamfelagið og tryggjar, at byrðarnar verða javnaðar so gott sum gjørligt. Neyðugt er tí við einari politiskari skipan, har fíggjarlig og sosial ábyrgdarkensla ikki verða settar upp ímóti hvørjari aðrari, men sum tvinnandi síður av somu søk. At loysa hesar felags upp­ gávur eru m.a. hesar leiðir gongdar: Neyðugt er at seta í verk tillaging av skatti og almennu gjøldum, so at hetta kann eggja til størri arbeiðshug og at fólk fara at tora at gera íløgur. Ein inntøkupolitikk, sum komið verður fram til við samráðingum má skapa fyritreytir fyri at halda fast um, at kostnaðarstøði ­ eisini í framtíðini, verður lægri enn hjá okkara týdn­ ingarmestu handilssambondum. Men fyritreytin fyri hesum er ein framskygd álítandi politisk leiðsla, sum er før fyri at fáa í lag skilagóða hjálp frá arbeiðsmarknaðinum og vinnulívinum. Til ber hvørki at taka størri partar burtur úr øllum tiltøkunum ella at trótandi samarbeiðs­ vilji skal valda hjá umráð­ andi tættum í samfelagnum uttan at fíggjarliga heildin og sosiala javnvágin kemur í vanda. Vit hava brúk fyri einari álítandi virknari politiskar leiðslu. Ein virkin politisk leiðsla Fólkaflokkurin rodmundur nielsen Val Løgtingsvalið 19. januar 2008 Hvørjir flokkar vilja, at samfelagið skal eiga ágóðan av sølu av veiðirættindum?