fríggjadagur 18. januar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 13 - 18. januar 2008
Ert tú spent til valið?
Ja
Hevur tú eisini ein leiklut sum ráðgevi
hjá Kaj Leo?
Ja, tað kemur fyri, at hann tekur míni ráð
til sín.
Aftaná valfundir og valsendingar. Plaga
tú og Kaj Leo at gera eina eftirmeting
saman?
Ja
Hvat er títt hjartamál í hesum
valstríðnum?
Skúlaverkið, sjúkrahúsverkið og
eldraøkið.
Brúkar tú nakra tíð og orku til at agitera
fyri Sambandsflokkinum?
Anna: Mítt ískoyti liggur
á heimafrontinum
Ert tú spent til valið?
Við tað at Føroyar eru eitt valdømi, so vænti eg eitt
annarleiðis og sera spennandi val.
Hevur tú eisini ein leiklut sum ráðgevi hjá Jenis?
Vit tosa nógv saman um, hvat rørir seg í samfelagnum, og
eg komi eisini við góðum hugskotum og ráðum, sum eg
meira enn so kenni aftur. Eisini biði eg fyri honum.
Aftaná valfundir og valsendingar. Plaga tú og Jenis at
gera eina eftirmeting saman?
Ja, altíð - hvussu kom tann politiski boðskapurin fram?
hvussu førdi hann seg fram? hvussu var klædnastílurin?
hvussu megnaðu journalistarnir/orðstýrarin sín leiklut?
Hvat er títt hjartamál í hesum valstríðnum?
Familjupolitikkurin: leingja barnsburðarfarloyvið til 52
vikur. Gera tað lagaligari at seta búgv.
Betri kor fyri einligar mammur. Minka gjónna millum rík
og fátøk.
Heilsu- og almannapolitikkurin: játtaði peningurin má
koma brúkaranum til góðar. Betri arbeiðsumstøður fyri
heilsustarvsfólkið, bæði innan sjúkhúsverkið og innan
primera sektorin.
Smidligari almannaverk, er alt ov stirvið.
Andaliga: at Føroyar verða varveittar á kristna
grundstøðinum.
Brúkar tú nakra tíð og orku til at agitera fyri
Miðflokkinum?
Geri allarhelst alt ov lítið av tí, mítt ískoyti liggur á
heimafrontinum, so Jenis kann hava meira tíð til politiska
arbeiðið.
Hvussu nógv fyllir politikkur við døgurðaborðið heima
við hús?
Rættuliga nógv, serliga tí synirnir eru sera áhugaðir í
samfelagsligum viðurskiftum.
Hvussu hava børnini tikið tað, at pápin er ein kendur
politikkari?
Teir eru stoltir og glaðir og geva pápanum sín fulla
stuðul, hava eisini uppliva bæði stuttligar og keðiligar
hendingar.
Hvat ítriv fæst tú við, ella hvat gert tú fyri at avstressa frá
politikki?
Havi eitt arbeiði at fara til, sum eg trívist sera væl í. Mær
dámar væl at lesa, at ganga, at svimja, møtist í bólki
saman við øðrum kvinnum, annars dámar mær at binda
og at seyma.
Kemur tú úr einum heimi ella umhvørvi, har tey valdu
sama politiska flokk, sum maður tín umboðar í dag?
Nei, tað kundu tey av góðum grundum ikki, tí
Miðflokkurin var fyrst stovnaður í 1992.
Koma ofta ókend fólk, sum tú ikki hevur sæð fyrr í
lívinum til tín á gøtuni, og byrja at tosa um politikk?
Havi aldrin verið úti fyri tí.
Hvørji framtíðar ynski hevur tú fyri Føroyar?
At vit verða ein fræls tjóð, sum varðveitir okkara kristnu
virðir. Vóni at Jenis verður afturvaldur, tí eg meti, at
hann við sinum gløggskygni og ofta annarleiðis máta at
meta um og loysa mál, hevur so nógv at geva føroysku
tjóðini.
Ert tú spent til valið?
Ja, eg eri sera spent. Tað er jú alt
øðrvísi hesaferð, so ilt er at spáa um
hvussu tingið fer at verða mannað
eftir valið. Mest spent eri eg tó uppá
samgongumøguleikarnar.
Hevur tú eisini ein leiklut sum
ráðgevi hjá Høgna?
Ja, tað loyvi eg mær at halda, hóast
tað ikki er sett beinleiðis orð á tað
millum okkara. Eg havi eisini mítt
fak og mítt arbeiðsumráði, og eg vil,
at Høgni skal vita alt um hvussu
umstøðurnar og korini hjá fólki við
menningartarni í Føroyum skulu
kunna betrast og gerast virðilig. Og
eg haldi, at Høgni hevur fingið eitt
eitt sera gott innlit í hesi viðurskifti
og hann hevur fingið persónligt
samband við menniskjuni sum
politikkur í síðsta enda snýr seg um.
Aftaná valfundir og valsendingar.
Plaga tú og Høgni at gera eina
eftirmeting saman?
Nei, ikki eina skipaða eftirmeting,
men eg havi nærum altíð eina
meining um, hvussu eg haldi at hann
kláraði seg, og tað sigi eg við hann.
Hvat er títt hjartamál í hesum
valstríðnum?
Mítt fremsta politiska hjartamál er og
hevur altíð verið at, vit fólkið í
Føroyum taka ábyrgd av okkum
sjálvum og okkara landi. Hetta síggi
eg sum eina treyt fyri at vit kunnu
røkka øllum okkara hjartamálum
sum hoyra til eitt samfelag har pláss
er fyri øllum og øll hava líka rættindi
at liva og virka.
Brúkar tú nakra tíð og orku til at
agitera fyri Tjóðveldinum?
Beinleiðis agitatión er tað ikki, men
eg eri í nógvum politiskum kjaki, og
tað økjst uppundir val. Eg havi
ongantíð biðið nakran um at velja
nakran ávísan persón, men eg loyvi
mær at siga mína meining um øll
viðurskfti, ið eg haldi meg vita nakað
um og havi eina meining um.
Hvussu nógv fyllir politikkur við
døgurðaborðið heima við hús?
Vit tosa sjáldan um politik við
døgurðaborðið. Ringt er at samla
familjuna at sita saman við døgurða-
borðið. Men tá valstríð, ítrottavenjing
og kvøldskúli loyvir at vit sum
familja sita við døgurðaborðið, so
tosa vit um alt millum himmal og
jørð.
Hvussu hava børnini tikið tað, at
pápin er ein kendur politikkari?
Tá Høgni fór upp í politikk, høvdu
vit ikki ímyndað okkum at lívið
skuldi broytast so nógv sum tað
gjørdi og als ikki í mun til børnini.
Men okkara børn eru helst sum børn
flest og liva við teimum umstøðum,
teimum verður bjóðað. Vit hava
mangan tosað um tað at pápin er
kendur, og at øll hava eina meining
um pápa teirra. Tað leggur sjálvsagt
eitt ávíst press á tey, men heima hjá
okkum er hann bara ein heilt vanligur
pápi, sum fær tær avbjóðingar sum
aðrir pápar fáa.
Hvat ítriv fæst tú við, ella hvat gert
tú fyri at avstressa frá politikki?
Eg eri so heppin at eg havi keramikk
sum eg fáist við og veruliga kann
avstressa við, men um tað akkurát er
frá politikki, tað veit eg ikki. Í øllum
førum fái eg nýggja orku, tá eg havið
fingist leir. Tað er ivaleyst at
politikkurin sleppur at stressa ein í
familjuni.
Kemur tú úr einum heimi ella
umhvørvi, har tey valdu sama
politiska flokk, sum maður tín
umboðar í dag?
Ja, heima hjá okkum hevur ongantíð
verið ivi um, at Føroyar gerast eitt
ábyrgdarfult samfelag, tá vit hava
tikið ábyrgd av okkum sjálvum og
skipa okkum sum tjóð.
Koma ofta ókend fólk, sum tú ikki
hevur sæð fyrr í lívinum til tín á
gøtuni, og byrja at tosa um politikk?
Ja, tað hendir meira enn so, til alt
held er tað oftast við tí góða
orðinum. Um eg eri úti í veitslulag er
tað stundum møðsamt, at ikki bara
kunna sleppa undan álvarstosinum og
heldur tosa um onnur virðir, ið ikki
eru partapolitisk heft.
Hvørji framtíðar ynski hevur tú fyri
Føroyar?
Ynskini og vónirnar og væntanirnar
eru nógvar, og tað er tengt at
hvørjum øðrum. Um eg taki aftur í
mítt hjartamál fyri hesum
valstríðnum, so ynski og vóni eg at
vit fólki í Føroyum, velja at skipa
okkum sum fólkaræði.
Tá vænti eg, at hvørt einstakt
menniskja tekur ábyrgd av sær
sjálvum og av okkum øllum, eitt
rættiligt samhaldsfast samfelag, sum
kennur seg sum ein bólk har pláss er
fyri margfeldni í einstaklingum, ið
virða hvønn annan sum menniskju.
Floksformenninir ha
Lagt til rættis:
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Hildur: Heima hjá okkum er Høgni ein vanligur pápi
Mynd: Kalmar Lindenskov
Mynd: Kalmar Lindenskov
Jórun: Synirnir halda sjálvsagt við »babba«
Mynd: Alan Brockie