Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 13 - 18. januar 2008 Í einum landi, sum frá natúrunnar hond er ríkað við tilfeingi, í okkara føri livandi tilfeingi, er sjálvsagt, at tað støðugt verður kjakað um, hvussu frægast verður farið um stovnsfæið og hvussu tøkan úr stovninum verður samfelagi, vinnu og fólki til fremsta frama. Øll kenna søguligu gongd­ ina, frá tí at føroyska sam­ felagið flutti seg úr landbún­ aðarsamfelagnum, við smá­ vegis útróðri, til eitt meira og meira framkomið samfelag, sum fyri stóran part hevur staðið á inntøkunum frá fiski­ skapi og fiskavirking. Í næst­ an hundrað ár á teimum frælsu høvunum og síðani innanvert avmarkingarnar, sum vóru ásettar, táið lond til endans fluttu fiskimørkini út á 200 fjórðingar. Síðani hava vit í stóran mun liva av tilfeingi­ num á landgrunninum og á Føroya Banka og av fiskiveiði í fremmandum sjógvi, ið sum frá er liðið, at kalla øll, er íkomin eftir umbýtið við fremmand veiðirættindi í før­ oyskum sjógvi. Onkur søgulig rættindi í altjóða sjógvi tó undantikin. Føroyingar høvdu ikki fyri­ reika seg til tað stóra umskift­ ið. Til avmarkingarnar. Flotin, sum nú mátti lívbjarga sær innanvert 200 fjórðinga mark­ ið, var ætlaður til heilt aðrar umstøður og hartil mundi veiðiorkan vera í størra lagi. Valið stóð ímillum at gera neyðugu strukturbroytingar­ nar, ella onki at gera, tvs. at gjalda seg burturúr ný íkomnu støðuni. Seinra loysnin varð vald. Og tað er ikki ov nógv sagt, at tað fossaði út í báðum borðum. Bæði úr fiskastovnu­ num og úr einum meira og meira sperdum landskassa. Brakið í 92 er uppá seg ein hin størsta búskaparliga tragedian í Evropu í nýggjari tíð. Eftir at milliardir – onkur segði góðar 13 milliardir ­ vóru brendar av og 7 túsund føroyingar av vantrivnaði og svongd leitaðu sær í fremm­ and lond at finna sær lívs­ lunnindi, varð farið undir at finna aðrar skipanir ­ at loysa Ráfiskagrunnakonseptið av. Føroyar vóru settar undir fremmanda umsiting, og finn­ ast skuldi ein farvegur burtur úr tíðini við almennum veð­ haldum, almennum lánum, rakstrarstudningum, kilostudn­ ingum, oljustudningum og øðrum skipanum, sum í alt ov drúgva tíð høvdu hildið einum skeivum flota gangandi. Eftir at ein tíð var fráliðin, og eftir fleiri vambakast, gjørdust menn til endans samdir um, at hin nú so kenda fiskidagaskipanin var rætta leiðin at ganga. Menn royndu at fáa flotan útaftur, skipini, sum fyri stóran part vóru snúr­ aði ígjøgnum konkurskarusell­ una, vóru latin monnum lagaøliga og semja varð til endans um, at fiskiloyvini skuldu galda 10 ár fram. Rímiligar treytir. Teir sum átóku sær at virka í vinnuni um tað mundið, sum stóðu við skivuna táið loyvini vóru útflýggjaði, fingu óskerdan brúksrætt til tilfeingið, fólk­ sins ogn, í eitt tíggju ára skeið. Við økisfriðingum og einum nógv skerdum dagatali hesi árini, er tað mangt sum bendir á, at skipanin í mangar mátar hevur virkað. Bæði búskaparliga og stovnsrøktar­ liga. Í stórt mát hevur flotin havt tað gott hesi árini og tað hevur endurspeglað seg í samfelagnum. Í eina tíð hevur verið kjak­ ast um, eitt slag av endurmeti­ ng ber til at siga, hvørt ábøtur skuldu gerast í skipanini. Mong hava hildið, at hon var stirvnað, at hon var umsitin nakað av leið. Serliga, nú loyvini, soleiðis sum tey í eina tíð hava verið handlað, eru farin at líkjast meira einum ognarrætti heldur enn einum brúksrætti. Mangt bendir tí á, at landstýrismenninir í fiski­ vinnumálum og teirra umsitarar hava knæsett eina siðvenju, sum hevur flutt ognarrættin frá fólkinum til teirra, sum í síni tíð fingu fiskiloyvini frá tí almenna. Heldur hendan gongdin fram, og teir sum nú og í framtíðini ætla sær at gerast aktørar í føroyskari fiskiveiði, skula gjalda risaupphæddir fyri loyvir, sum fólkið upprunaliga eigur, so legitimerar lógin eina feudalskipan, sum ongan­ tíð var ætlað. Vit eru endað í einum fólkaræðisligum trupulleika. Hava fingið eitt demokratiskt undirskot, sum Gerhard Lognberg tók til í einum lesarabrævi: Fer at forða bragdarhuginum hjá mongum ungum alva. Heldur skipanin fram, sum nú er, er vandi eisini fyri, at vinnan ikki hórar undir skuldini, sum nú verður upptikin, ímeðan somu upphæddir vera slúsaðar úr vinnuni. Hetta tænir ongum endamáli og kann í ringasta føri leggja trýst á politisku skipanina, um heilt stutta tíð, um at endurtaka konseptið frá miðskeiðis í sjeytiárunum fram til hitt stóra brakið í 92. Flestu eru samd um, at eitthvørt má gerast fyri at finna inn á beint aftur. Fólka­ flokkurin hevur skotið upp at brandskatta sølurnar við upp til 80%´um. Hesum tekur Tjóðveldisflokkurin als ikki undir við. Hetta hevði ikki gjørt tað lættari hjá ungum hugaðum fólki at komið sær upp í vinnuna. Prísurin á loyvunum hevði ikki lækkað, heldur hækkað, tí sjálvsagt selur seljarin fyri at fáa sum mest burturúr. Eitt annað er uppskotið, sum landsstýris­ maðurin í fiskivinnumálum er komin við, um at leggja til­ feingisrentu á fiskivinnuna. Hesum tekur Tjóðveldis­ flokkurin heldur ikki undir við, táið hetta kemur at kenn­ ast sum ein skattur, og bara kemur at gera raksturin hjá flotanum tað tyngri. At umsitingin skal áseta rentuna, er eisini ein vansi, táið trupult verður hjá uttanfyristandandi at rokna seg fram til, hvat eitt rímiligt gjald skal vera. Aðrir hava tala fyri einum markn­ aði, har øll rættindi, fiski­ dagar og kvotur, á heima, mið­ og fjarleiðum verða seld, yvir eina skivu, sum hitt almenna skipar, vegna eigar­ an, sum sambært lógini er Føroya fólk. Sambært stevnumiðum Tjóðveldisins er greitt, at vit stuðla hvørki brandskatting ella tilfeingisrentu. Hinvegin halda vit, at neyðugt er, at seta í verk eina sjálvsjavnandi skipan, har vinnan sjálv lagar seg og umsetir innanfyri greiðar almennar karmar og regluverk. Veiðiloyvi og fiskidagar verða almenn brúksloyvi og umsetingin av hesum eigur at fara ígjøgnum eina tilfeingisbúð – ein gjøgnumskygdan fiskidaga­ og kvotamarknað, harið øll kunna bjóða og sleppa framat eftir føstum treytum. Sama skipan eigur at galda fyri rættindini hjá føroyingum á mið­ og fjarleiðum, sum í dag verða býtt út til ávís feløg eftir politiskum frymli. Hugsjónarliga stendur hesin politikkur á fyrstu grein í stevnu floksins ­ heilt frá byrjan: Ongin einstaklingur ella nøkur serstøk stætt eigur framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur. Bulurin, ella hjarta, í upp­ skoti okkara er omanfyri­ nevnda tilfeingisbúð. Ein búð sum tær almennu Føroyar skipa. Eftir 10 árum er ætl­ anin at øll rættindi, til at taka úr tilfeingi føroyinga, tað verið seg í okkara egna sjóøki og í rættinum til tilfeingið, sum heimastýrismyndugleikar nir hava samrátt seg til í fremmandum sjógvi, skula umsetast, handlast, ígjøgnum búðina. Hesi seinru árini hevur ein vaksandi umsetilig­ heit tikið seg upp í skipanini. Flestu hava tikið undir við hesum. Hetta ger skipanina meira liðiliga og hevur iva­ leyst ment dynamikkin í vinnuni ­ munandi. Spurn­ ingurin er bara, hvør ið skal skipa hesa umseting. Tey, ið frammanundan hava fingið rættindini frá tí almenna fyri onki, ella tær almennu Før­ oyar, vegna fólkið, sum sambært lógini er eigarin av øllum rættindum. Trupult er at broyta strukturarnar í eini altavgerandi høvuðsvinnu eftir einum degi. Skaðin kundi skjótt verið størri enn gagnið, tí er alneyðugt, at vinnan fær virkað í eini skiftistíð, har givnu loyvini verða niðurlag­ að eftir einum tíggjuára skeiði. So hvørt verða tey gjørd umsetilig og handlað ígjøgnum tilfeingisbúðina, sum skal virka leys av politiska myndugleikanum, stjórna av nevnd, sum vinnan á sjógvi og landi setir og dagligum rakstrarleiðara, sum landsstýrismaðurin setir í starv. Í størsta mun verður hildið fæst um ásettu bólkarnar í lógini. Hildið verður fast um skottið millum húk og trol og millum útróður og aðra veiði og í 10 ára skiftisskeiðnum verður útróðrarflotin í bólki 5, bátar undir 15 tons, hildin uttanfyri skipanina Ivaleyst vilja tey flestu nú spyrja, hvørjir vansarnir í verandi skipan eru, í mun til fyrimunirnar, sum uppskotið hjá Tjóðveldinum fer at hava við sær. Vansarnir við verandi skipan eru, at eigarastruktur­ urin í føroyskari fiskivinnu hevur cementerað seg hjá teimum sum upprunaliga og politiskt fingu 10 ára brúks­ rættin til føroyskt tilfeingið. Tey 10 árini eru farin og ongin roynd at kjaka um støðuna, tíansheldur nakar politikkur, hevur verið kring málið, hvussu viðurskiftini skuldu skipast, eftir at 10 ára rætturin var farin. Skipanin rullar bara víðari, sum um onki var hent. Tó hevur landsstýrismaðurin havt eina nevnd sitandi í longri tíð, ið ætlandi skuldi koma við uppskoti, um broytingar í lógini, men er fyribils niðurstøðan, sum nevndin varpaði upp, táið málið gjørdist aktuelt aftur, orsakað av uppskotinum sum nú er til viðgerðar, einasta úrslitið hendan nevndin higartil er komin til, er ikki væntandi, at nakrar broytingar koma frá núsitandi valdinum í bræði. Helst aldri, táið illa hugsandi er, at politiskar heimildir fara at finnast til tess, soleiðis sum valdið í Føroyum nú er skipað. Gongdin í seinastuni hevur annars verið rættiliga greið. Tað er farin og fer fram ein privat kapitalisering av rættinum at fiska. Ongin ivingur er um, at hetta er ein trupulleiki fyri fiskivinnuna, fyri tey sum starvast í vinnuni og fyri samfelagið alt. Trupul­ leikarnir, ið standast av hes­ um, eru ein vaksandi mono­ polisering. Rætturin at fiska gerst til endans so dýrur, at ógvuliga fá hava møguleikan at koma inn í vinnuna, og soleiðis sum gongdin hevur verið í seinastuni, har veiðutól eru handlað fyri upphædddir, svarandi til 5­10 ferðir tað sum tólini í sær sjálvum umboða í virði, er greitt, at kapitalsterk útlendsk feløg til endans seta seg á øll føroysk veiðirættindi. Váðin veksur, táið keyparin skal rinda fyri rættin at fiska í óendaliga tíð fram. Privata sølan av hesum almenna rætti, sum Fiskimála­ ráðið hevur blástemplað, tí er ongin orsøk at venda skjútsið móti teimum, sum hava selt við almennum vælsignilsi, tvørturímóti, fer at minka um møguleikarnar fyri fígging, setir fíggjarkervið í óneyð­ ugan vanda, har yvirfígging, virðisleys veð og møguligar trotabúða­spekulatiónir hanga sum damoklessvørð yvir høvdinum á teimum. Regionalu trupulleikarnir vaksa. Kapitaliseringin av rættinum at veiða, ið hongur neyvt saman við fiskiloyvu­ num, sum tær almennu Før­ oyar hava útlutað, hevur havt eina miðsavning við sær. Miðsavnaði kapitalurin virkar sum ein flugufangari í hesum førinum, tað sigur seg sjálvt, og kapitalveiki útjaðarin stend­ ur ikki ímóti trýstinum, bløðir loyvini burtur og fær í verandi støðu ikki hendur á teimum aftur, missir harvið øll lunn­ indi undir einum samfelagi, sum stendur á vinnuligum botni. Í evsta føri fer før­ oyskur kapitalur heldur ikki at standa seg í kappingini, upp­ hæddirnar eru longu nú so ørandi, og astronomiskar, at bara útlendskur stórkapitalur, í strategiskum uppkeypi, kemur at standa seg í kapping­ ini. Ein avleiðingin av hesi gongd verður við vissu, at vit fáa eitt skeiglað býtið av sam­ felagsins virðum. Bæði ímillum útjaðara og miðstaðar­ øki og ímillum fólk yvirhøvur. Hetta, hóast øll upprunaliga skuldu eitast at eiga hesi rættindi, so flott sum tað verður staðfest í lógini um vinnuligan fiskiskap: Livandi tilfeingið á føroysku land­ leiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleið­ irnar, eru ogn Føroya fólks. Verður onki gjørt við hendan spurningin beinanvegin, kemur hetta at darva reiða­ ríunum sum virka í vinnuni, fiskimanninum, flakavinnuni og til endans samfelagnum. Heldur politiska skipanin, ella varnast hon, at strukturarnir eru skeivir í vinnuni, og í øllum øðrum samfelags høpum, somuleiðis, eigur hon at taka málið upp umgangandi, og gera nakað við trupulleikan. Til tað hava vit eina politiska skipan. Í hesum førinum eigur høvuðs­ málið at vera, at lynna sum frægast undir hjá teimum sum ætla sær at reka vinnu heldur enn at lynna undir hjá teimum, sum ætla sær at liva av at selja almenn rættindi. Hetta gerst við at stuðla uppskotinum um eina tilfeingisbúð, sum eftir eitt 10 ára skiftisskeið, hevur fult ræði á øllum rættindum og handlar við teimum sam­ svarandi prísum, sum vinnan heldur seg kunna gjalda fyri rættin at veiða. Allir føroyingar hava rætt at bjóða, og marknaðartreytirnar, og ikki politiskar treytir, gera einsamallar av hvussu leikur fer. Hvussu hesin marknaður reint tekniskt fer at virka, áliggur teimum sum vald vera at stjórna honum, eiga at finna frægastu, mest liberalu og ikki minst mest demokrat­ isku loysnina fyri. Marknaðir við uppboðssølu eru kendir um allan heim, og hildið verður, at hetta er frægasti sølu­ og keypshátturin sum finst, fyri at menna dyna­ mikkin optimalt í virkisøki­ num. Fyrimunirnir við uppskotnu skipanini eru eyðsýndir. Fyri tey sum í framtíðini ætla sær at gera íløgur í føroyska vinnu verður atgongdin lættari, táið viðurskiftini eru normaliserað og upphæddirnar, ið skula forrentast og avskrivast, aftur standa hóskiliga í mun til rakstrarmøguleikan av keyptu veiðirættindunum, sum øll nú hava frælsa atgongd til. Mælt verður til, at útbjóðingar­ skeiðið ongantíð er longri enn ein ársfjórðingar, harvið er tryggja ein kontinuerlig atgongd til sortimangið, sum tilfeingisbúðin liggur inni við. Peningastovnarnir koma í eitt meira realistiskt viðskiftið við vinnuna, fáa veð í veruliga virðinum og ikki fyri mesta partin sum nú, í einum hugsaðum politiskum merg­ lopnum ryggi. Regionalu trupulleikarnir kunna loysast, nú útjaðarin aftur fær atgongd til og møguleikan at keypa burturav tilfeinginum. Rættarstøðan verður eins fyri allar borgarar. Ongin eigur framíhjárættindi. Hetta fer at javna íkomna sosala ójavnan aftur, og dynamikkurin má mennast, táið skipanin sjálv kemur at gera útveljingina. Samsvarandi dugnaskapi og effektiviteti. Við tí lítlu umsiting sum ein andstøðuflokkur hevur tøka, til gerð av slíkum upp­ skoti, í mun til orkuna í útinnandi umsitingini, er hugsandi, at okkurt kundi verið meira umhugsað og snøggari ætlað. Ivaleyst fer onkur nú málið av álvara er til viðgerðar í samfelgnum og ímillum politiku flokkaranr at seta fokus á smálutir, sum tó kunna rættast í prosessini, sum nú fer at fara fram.. Lat tað fara, ráðandi er um, at kjakað verður um høvuðs­ málið, at broyta skipanina eftir tí meginási, sum her er uppskotin, og at løgtingið ídag ikki gerst ein verkstaður, harið kelað verður fyri teimum teknisku smálutunum. Spurningurin er, hvussu vit skipa høvuðsvinnuna sum frægast fyri vinnuna sjálva, fólkið og samfelagið alt. Hetta uppskotið er ikki ætlað at vera ímóti nøkrum. Er bara ætlað at lynna undir og at fáa lógina um vinnu­ ligan fiskiskap á beint aftur. At fáa sjálvregulerandi og sjálvberandi mekanismurnar at virka aftur. At menna vinn­ una hagartil, at hon gevur optimalt avkast til allar partar í samfelagnum, ikki minst vinnuna sjálva. Trupult er at spáa um framtíðina, eisini um hetta uppskotið er rætta leiðin at ganga. Í hesi løtu ivast vit tó ikki í, at hetta er ein far­ vegur burturúr eini eftir­ hondini sperdari lóg, í stóran mun skeiglað av sjaldsamari og politiskari umsiting. Hetta er ein nærum total liberali­ sering av allari føroyskari fiskiveiði, hetta er ein demo­ kratisering, sum ger orðini hjá Bresti og Gerhardi til veru­ leika: Ongin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða. Í hesum førinum stívnaðar lógir, sum treingja til álvars­ ligar ábøtur. Og í triðja lagi tryggjar uppskotið, at ogn Føroya fólks verður flutt aftur, harið hon hoyrir heima. Hjá fólkinum. Í seinasta lagi er hetta eisini ein roynd at tryggja tey nationalu áhuga­ málini, sum eru, at varðveita øll rættindi til tilfeingið á føroyskum hondum. Gleppa tey, av ósketni og lógligum skilaloysi, bera vit ikki boðini kortini, hvørki sum heimastýri ella sum republikk. Enda sum húskallar í egnum landi. Illa trevsaðir av kapitaláhugamál­ um í londum, sum eru ímill­ um tey mest protektionistisku í øllum heiminum. Har ongar dyr verða gloppaðar fyri fremmandum áhugamálum, serliga ikki, táið um tilfeingis­ vinnur teirra ræður. Tað stendst um at halda javnvág­ irnar, eisini á hesum fyri samfelagið so vitala øki. Bara soleiðis verður tú tikin fyri fult í grannalagnum, fyri ikki at siga í tí stóra alheiminum. Tjóðveldi Tórbjørn jacobsen Val Fólksins ogn – liberalisering og demokratisering!