Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2008 17 Nú Føroyar eru blivnar eitt valdømi, hava summi hug til at seta alt upp eftir enda og siga, at nú er tað av álvara bygdirnar ímóti høvuðsstaðnum. Men einki er skeivari enn tað, tí við einum valdømi verður meiri enn nakrantíð brúk fyri einum sterkum høvuðsstaði, ið kann vera drívmegin, ið dregur restina av landinum fram. Tað er keðiligt, at røddir soleiðis vilja sáa split millum Havnina og restina av landinum, og tí er tað ikki sørt, at fleiri okkara kenna okkum noydd at gera manngarð um høvuðs­ staðin og Suðurstreymoy í hesum døgum. Vit hava jú einki fyridømi, sum sigur, at seigpínir tú ein høvuðs­ stað, so skal restin av landinum nokk blóma. Tað er jú beint tvørturímóti! Nógv ferð er á í Havnini og Suðurstreymoy, og vit unna so sanniliga restini av landinum, at sama ferðin skal vera allastaðni. Sjálv­ ur havi eg verið við til at sett meira ferð á í høvuðs­ staðnum, og tað er sanni­ liga eisini mítt mál fyri alt landið, fái eg álit frá veljarunum og komi á ting. Samstundis eri eg til dystin fús, tá tað snýr seg um at verja Havnina, tí sum nú er, síggja vit ferð eftir ferð, at Havnin er fyri vanbýti, tá landsuppgávur hjá tí almenna skulu røkjast. Vit hava sæð tað á eldraøkinum og aðrastaðni við, at Havnin sjálv noyðist at taka um endan, tí landið svíkur. Havnin er høvuðsstað­ urin hjá øllum føroyingum, og allir føroyingar eiga at vera góðir við Havnina og kenna seg heima í henni. Og so eiga allir føroyingar eisini at skriva sær aftan fyri oyrað, at gongst Havnini væl, so gongst eisini Føroyum væl! Við Føroyum sum einum valdømi er lagt upp til, at snarast skal frá lokalpoli­ tikki til landspolitikk, og tað verður størsta avbjóð­ ingin hjá komandi løgting­ inum. Eg vil verja Havn­ ina, men so sanniliga eisini verja Føroyar, so vit fáa eitt samhaldsfast vælferðar­ samfelag, ið røkkur út í hvønn krók. Leygardagin hevur tú møguleikan at fáa ávirkan, um tú velur ein sterkan politikk við ferð á, so tað hendir nakað og mál verða rokkin. Vilt tú eisini hava, at meira ferð kemur á bæði í høvuðsstaðnum og kring alt landið, so eri eg tín maður! valevni Javnaðarfloksins www.hedinmortensen.com Heðin Mortensen Val Vit hava eina røð av ítróttargreinum, ið hava ov vánalig hølisviðurskifti og trongar umstøður. Vit eiga tí at leggja eina langtíðar­ ætlan fyri at byggja ítróttardeplar kring landið. Hesir skulu gerast soleiðis, at teir kunnu rúma fjøl­ broyttum ítrótti – fimleiki, flogbólti, hondbólti, innan­ durðafótbólti v.m. Og, sum eg áður havi skrivað um, er stórur tørvur á einum 50 metra svimjihyli. Hugsa vit um fýra deplar, kundu teir til dømis fevnt um hesi øki: Sandoy/ Havnin, Vágar/Norð­ streymoy, Klaksvík og Suðuroy. Hetta eigur at gerast sum ein felags ætlan, har størri kommunueindir saman við landinum gera ein fíggingar­ og útbyggingarleist fyri 10 tey komandi árini, so vit tryggja okkum góðar venjingarumstøður fyri flestu ítróttargreinar, og møguleikar hjá ungum sum eldri at íðka ítrótt. Land og kommuna kundu fíggja hesar deplar eftir sama leisti sum ellis­ og røktar­ heim verða bygd eftir. Heilsufyribyrging Lívsstílssjúkur hótta við at spreingja okkara heilsuverk í framtíðini. Hagtøl vísa greitt, at talið av børnum, ungum og vaksnum, ið viga ov nógv og røra seg ov lítið økist í stórum. Ítróttardeplarnir skulu tí hugsast inn í eina heilsufyribyrgingarætlan. Nei, eg oysi ikki lyfti úr einum ótømandi valfleskposa. Men eg lovi, at arbeiða fyri, at ítróttin kemur inn í langtíðarraðfestingina av teimum útbyggingum, ið neyðugar eru at gera í Føroyum. Ítróttardeplar kring landið Tjóðveldi Bjørt saMuelsen Val Kommunurnar skulu verða færri og størri. Tær skulu sjálvstøðugt kunna røkja tær uppgávur, sum teimum verða álagdar. Frælsi og ábyrgd fyri at skipa egin viðurskifti og ikki minst uppgávur, skulu loysat so nær borgaranum ella kommununum sum gjørligt. Okkurt av hesum stendur í visión 2015. Tá talan hevur verið um at lagt uppgávur út á kommunurnar, hava mál sum barnaansing, eldra­ økið og skúli verið nevnd. Eingin hevur nevnt møguleikan, at leggja partar av landsverkið út á kommunurnar.Hetta er ein sjálvsagdur partur, tá hugsað verður um, at uppgávur skulu loysast so nær borgara og kommunu sum gjørligt. Um vit taka tær 7 stóru kommunurnar sum talan er um, hvør er betur førur fyri enn ein teknisk deild í kommununum við fagligum kunnleika, at virka fyri einum tryggum vegakervi. Ferðslutrygdin og viljin at bøta um vega­ kervið hevur altíð havt høga raðfesting hjá kommununum. Øll nýgerð og viðlíkhald hjá landinum, saman við øllum tekniskum uppgáv­ um hjá kommununum, skuldi verið løgd saman undir ein hatt.Tá høvdu vit fingið eitt fagligt umhvørvi. At peningur skal fylgja við er ein sjálvfylgja, og er ikki nakar trupolleiki. Hvat er í vegin, at ein teknisk deild í Vágum umsitur vegakervið frá tunnilsmunnanum og út í Gásadal fyri at nevna eitt dømi? Eingin. Vi hesum uppskoti flytur tú fagligar uppgávur til útjaðaran, sum verða minst líka væl umsitnar. Er tað ikki tað vit vilja. Leggi partar av landsverki út á kommunurnar Sambandsflokkurin eivin jacoBsen Val Stovnarnir á Føroyabana er enn einaferð niðurfiskaðir. Vit hava somu støðu í dag um í 1989. Tá var neyðugt at steingja Føroyabanka í nøkur ár fyri at fáa stovnin upp aftur. Síðan var givið leyst aftur og kanska serliga tí at línuflotin vaks og gjørdist so effektivur aftaná kreppuna fyrst í nítiárunum, er ein ovur­ fisking farin fram, sum nú er endað við, at nú er eing­ in fiskur eftir á Føroya­ banka. Kanska náttúrunar lúnur eisini hava ein fingur við í spælinum Hví ikki, nú tá íð stovn­ urin kemur fyri seg aftur, hví ikki, sum eina roynd, lata heimaútróðurin sleppa einsamallan at royna á Føroyabanka og vita hvussu hetta kemur at síggja út fyri landsbúskapin. Amerikanarar plaga at taka til, at um tú ger sum tú altíð hevur gjørt, so verður tað sum tað altið hevur verið. Vit vita hvat hendir, tá íð aftur verður loyvt at fiska á Føroyabanka og vit gera sum vit higartil hava gjørt. Vit koma at uppliva, at stovnurin verður niðurfiskaður, mennist aftur og verður niðurfiskaður í óendaligheit. Hví ikki royna okkurt annað. Javnaðarhugsjónin hevur altíð hugtikið meg. Vælferðin og frælsið hjá tí einstaka. Eitt samfelag í sosialari javnvág, har øll hava javn­ bjóðis møguleikar og atgongd til tilboð í samfelagnum. Tey, sum eru væl fyri í samfelagnum, skulu sýna samhaldsfesti við teimum bólkum, sum ikki eru so væl fyri. Virðingin og umsorganin fyri hvørjum øðrum. Eg skal her nevna nøkur av mínum hjartamálum: Heilsuverkið stendur mínum hjarta nær. Vit vilja øll hava eitt vælvirkandi heilsuverk á høgum støði, sum sjúklingar og avvarð­ andi kunnu hava álit á. At betra korini hjá støkum uppihaldarum. Longt barnsburðar­ farloyvi upp til 1 ár. Nei til at avtaka rentu­ stuðul til egnan bústað. Javnaðarflokkurin vil altíð umboða eina stóra breidd av føroyingum og vil fram um alt verja vælferðina og tískil frælsið hjá tí einstaka. Tí er tað týdningarmikið fyri hvønn einstakan av okkum, at fara á val og velja Javnaðarflokkin. Latið C vísa veg Latið heimaútróðurin læna Føroyabanka Tjóðveldi Sonni@post.olivant.fo sonni joHansen Val Hví Javnaðarflokkin? Javnaðarflokkurin Maria HaMMer olsen Val Løgtingsvalið 19. januar 2008 Gongst Havnini væl, gongst Føroyum væl