Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2008 17 Stakar mammur skulu eggjast at fara undir útbúgving Ikki er tað lætt, at verða ungir og fáa børn, serstak­ liga ikki um ein er einsa­ møll við barninum. Okkara almennu skipannir eru alt ov stirvnar og útbúgvingar­ stuðulin røkkur als ikki til at lesa og hava børn. Kemur ein mamma undir forsorgarhjálp, so missir hon henda stuðul um hon ferð í skúla. Hetta er, eftir mínum tykki, heilt burturvið tí í verandi skipan hava tær, sum áður nevnt, ikki ráð at flyta yvir í ÚS skipanina. Tí kann tað, so løgi tað ljóðar, betur loysa seg onki at gera enn at taka tað stóra takið sum tað er, at fara undir útbúgving við børnum. Javnaðarflokkurin vil tvífalda stuðulin til stakar uppihaldarar ið fara undir útbúgving og veita teimum barnastuðul.Vit vilja eisini virka fyri at almennu skipaninnar skulu eggja og stuðla øllum ið vísa orræði til at taka ábyrgd av egnum lívið. Skal útjaðarin yvirliva? Við nýggju skipanini um Føroyar sum eitt valdømi, so verður spennandi at fylgja við, hvussu væl veljararnir standa saman. Ójavnt verður mett, hvussu stórar møguleikar hvørt valevni hevur at verða valt, men kortini gevur tað eina ábending um, hvat veljararnir ynskja. Roknað verður við, at um veljararnir halda somu kós, sum frammanundan, so verða flestu løtingsfólkini kosin av teimum, ið búgva í miðstaðarøkiðnum ­ Havnini­! Sum so er einki skeivt í tí, men úttalilsini higartil hava víst, at um so verður, so verða “útjaðaraøkini” frávald frá, t.v.s. í fíggjarligu útbyggingini verður sum minst ofrað til hesi øki, tí tað loysir seg ikki! Spurningurin er so, um hetta ger nakað? Vit sum eru tilkomin og hava nýtt okkara tíð og orku á hesum útjaðaraøkjum, vit kenna ein ávísan skjálvta, tí sjálvt um okkara arbeiðsføra tíð er nærkað endanum, so eiga vit eftirkomarar, og treyðugt skuldi okkara arbeiðsvirki í hesum lítla samfelag nú verðið gjørt til einkis til frama fyri marglæti í samantrunkaða miðstaðarøkinum! Orðalagið hjá “nýggja ættarliðinum” gevur mær ikki góðar vónir. Tí havi eg gjørt meg til talsmann fyri útjaðarin! Skal útjaðaranum verða lív lagað, so vel títt umboð! Og í løtuni snýr tað seg um valevni Fólkafloksins í Sandoy: Javnaðarflokkurin Eyðgunn SamuElSEn Val Fólkaflokkurin Eyðun mohr VidErø Val Løgtingsvalið 19. januar 2008 Tað einasta ítøkiliga sum er komið burtur úr ment­ anarpolitikkinum hjá sitandi samgongu, í eitt heilt 4­ára skeið, er skiftið í MVG­politikkinum viðvíkjandi tónleika­ festivalum. Ein embætislig tulking var orsøkin til broytingina, sum hevði tað við sær, at føroyskir ung­ dómar skuldu okrast, fyri at vera partar av fremstu uppliving, sum er sett á pall í Føroyum í nýggjari tíð. Soleiðis svaraði Bárður Nielsen í hvussu er, táið undirritaði spurdi um hesa bráðligu snaring í máli­ num. Tvs., at embætis­ verkið í fíggjarmálaráðnum stendur aftanfyri einasta átakið í føroyskum mentar­ politikki í einum heilum valskeiði. Harvið skuldi verið lætt at ræsonnerað seg fram til, hvønn leiklut Mentamálaráðið hevur átt í hesum høpi í brátt farna valskeiði. Tjóðveldi hevur hinvegin díkt á í mentanarpolitikki­ num. Hava enntá fingið fleiri mál í ígjøgnum, hóast okkara hopleysa parla­ mentariska minniluta. Almennur málpolitikkur, sum Málstevnunevndin so hegnisliga hevur lagt úr hondum í einum tilmæli, er flaggskipið. Týðaragrunn­ urin. Uppskotið um spæli­ støð. Hækkað játtan til musikkskúlan. Uppskot um, at list gerst ein natúr­ ligur partur av almennari bygging o.s.fr. Frustratiónin, sum er komin til sjóndar í seinast­ uni, í mentanarlíviunum, er væl skiljandi. Og ofta man tað kennast hesum fólkum, sum at sláa í eina dýnu, táið roynt verður at betra um korini hjá mentanini og teimum sum virka í henni. Hvør hevði lagt í um Gríma fór í streyku? Hesi orðini lýddi Páll Danielsen mær í oyra, einaferð lærara­ felagið hevði reist ugga­ fjarðarnar í míni ministara­ tíð. Ímillum fíggjarlógirnar 2000 og 2001 tvífaldaðist samlaða játtanin til mentan og list. Síðan er at kalla onki hent uttan omanfyri­ nevnda framsókn, táið ABC­samgongan legði MVG­gjald á atgongu­ merkini á G!, Summar­ festivalinum o.s.v. Her skal av álvara gerast nakað í komandi valskeiði. M.a. skal Mentanargrunnurin aftur í menningarætlanina, sum Signar á Brúnni ætlaði, táið hann flotaði grunnin, sum hevur havt og skal hava ein alt størri leiklut í føroyskum mentanarlívi. Kringvarpið stendur á einum vandamiklum vega­ móti og má alt fyri eitt leggjast í eina trygga legu. Savnspolitikkur má skip­ ast. Universitetið, sum er hægsti mentanarstovnur í øllum øðrum londum, skal hava fremstu raðfesting. Vit eiga at raðfesta ment­ anina í minsta lagi eins høgt sum grannalondini, m.a. eiga arbeiðarar í yrkismentan at virka undir somu korum sum allir aðrir borgarar í landinum. Í stuttari grein ferst ikki í smálutir, men eg eri rætti­ liga sannførdur um, at tað er ein bági fyri mentanina, at hon er skipað undir mentamálaráðnum, har útbugving, gransking og kirkja eisini húsast. Hetta er mest lønartunga ráðið, og lønarhækkingarnar trýsta hvørja ferð játtaninar til mentan longur út ímóti periferi´ini á ásettu karmunum, íkomnir eftir politiska telving táið fíggjarlóg skal leggast fyri eitt ár fram. Mentanin liggur hvørja ferð sum lús í millum fleiri naglar. Skilabest er tí at leggja mentanina í eitt annað politiskt høpi, soleiðis at hon livir sítt egna lív og ikki ávirkast alt eftir hvussu aðrir samfelags­ faktorar hátta sær. Hon hevði, so løgið tað ljóðar, havt betri vakstrarlíkindi í Fiskimálaráðnum enn í Mentamálaráðnum. Eitt paradoks, men ringu royndirnar hesi seinastu árini staðfesta, at so er. Nú skilji eg væl provo­ katiónina frá mentanar­ fólkunun hesa seinastu vikuna. Og at tey skera alt yvir ein kamb, er sjálvandi eitt stunt, fyri at gera fulna í royndini, at fáa politikk­ ararnar fram á stokk. Ongin teirra skal tó ivast í, at Tjóðveldi aftur einaferð fer undir eina mentanar­ dubbing, táið vit eru vorðin partur av stjórnarvaldinum, ið skal skipast í komandi ella í aðru viku. Eitt reint umhvørvi og ein góð heilsa er avgerandi fyri lívsgrundarlagið. Vit hava øll skyldu bæði fyri okkum sjálvum, okk­ ara børnum og komandi ættarliðum at tryggja umhvørvið og nátturuna. Vit kunnu ikki bara lata standa til, tað hava vit ikki ráð til. Rokningin fyri um­ hvørvistrupulleikar í fram­ tíðini fer at hava stórar avleiðingar fyri menniskjur og náttúru, um vit ikki fyri­ byrgja trupulleikarnar og finna burðardyggar loysnir. Tað er neyðugt at hava ein greiðan umhvørvis­ politikk, um vit skulu tryggja eina burðardygga umhvørvismenning bæði tá tað snýr seg um Føroyar og í altjóða høpi. Vit skulu sum tjóð fyrst taka í egnan barm og vísa í verki, at vit virða og verja náttúrutilfangið sum okk­ um er givið og ganga á odda í altjóða høpi. Føroyar skulu taka størri ábyrgd í altjóða umhvørvis­ spurningum. Vit eiga sum fyrsta stig, at góðkenna Kyoto sáttmálan. Umhvørvið felags ábyrgd Javnaðarflokkurin ann EliSabEth JoEnSEn Val Mentanarlig frustratión Tjóðveldi tórbJørn JacobSEn Val Samfelagsfrøðingurin Jógvan Mørkøre, fekk rætt, tá hann førdi fram, at Før­ oyar sum eitt valdømi møguliga koma at seta lokalpolitikkin í hásætið. Tað er júst tað, sum hendir nú, fyri mín part í hvussu so er. Tá eg bjóðaði meg fram sum valevni fyri Javnaðarflokkin til løg­ tingsvalið 2008, helt eg, at eg mundi duga at skilja ímillum landspolitikk og kommunupolitikk. Men soleiðis spælir klaverið ikki tá samanum kemur. Í Leirvík varð eg fyri meira enn 7 árum síðan vald inn í kommunustýrið, tí leirvíkingar vistu, at eg gangi innfyri, at farleiðin í sambandi við Norðoya­ tunnilin skal liggja niðar­ laga og ikki gjøgnum tað besta byggilendið í Leirvík. Fyri mín part er tað óbroytt. Nú stillar sambandið eitt valevni úr Leirvík upp í Norðoyggjum, sum í hvussu er ikki tekur undir við sjónarmiðunum hjá 80% av leirvíkingum. Sjálvstýrið legði uppskot fyri tingið síðsta heyst um at broyta løgtingslóg, sum tryggjaði ta farleið, vit ynskja. Og sum rosinan í pylsuendanum vita vit øll, at Kjartan Joensen í Fólkaflokkinum ikki tekur undir við hesari loysn, sum samtykt varð á Føroya Løgtingið. Tjóðveldi er hvørki fuglur ella fiskur í hesum málinum, mær vitandi. Jú, mín sann, ilt er at taka dagar ímillum kommunupolitikk og landspolitikk. Javnaðarflokkurin stend­ ur við sítt, løgtingslógin um vegaføringina í leirvík er samtykt fyri langari tíð síðani. Tað snýr seg um at fáa fingurin út og fara til verka. Fari tí at heita á tykkum leirvíkingar: veljið Javnaðarflokkin. Fyri okkum telja eisini tey lokalpolitisku málini. Tað er borgarin fyrst og fremst. Og hann fekk rætt! Javnaðarflokkurin randi í JógVanSStoVu Val