fríggjadagur 18. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 13 - 18. januar 2008
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Ja, heit var eg í Royn
høllini. Tí – í 2008 leggur
eitt modernað vælferðar
samfelag ikki ein skúla á
eitt øki sum er virki
frammanundan.
Í Hvalba skulu vit eisini
hugsa um okkara egnu
børn og ungu.
Eg sakni eitt frítt kjak
um eftirskúlan.
Tá politikarar siga við
harðari rødd at:”Um
hvalbingar ikki vilja hava
skúlan – so skulu teir bara
vita, at aðrar kommunur
standa og skríggja eftir
skúlanum”, so kenni eg
tað, sum at vit eru við í
einari kapping um at fáa
skúlan, og tað kann ikki
vera meiningin.
Vit mugu virða tey ungu
meira her á landi. Vit
kunnu ikki bara tosa um
tey, sum um tey eru 90
milliónir verkætlanir, sum
kommunur kunnu kappast
um og hótta hvørja aðra
við.
Ella sum politikarar
kunnu fiska atkvøður
uppá.
Sjalvandi vil eg eisini
hava skúlan til Hvalbiar,
men eg fari ikki at renna
kapp í eini verkætlan,
hvørs innihald er menning
av okkara ungu.
Trúgv mær ella ikki
Føroya Fólk: Eg bleiv so
rúkandi ill, tí eg haldi, at
vit í Føroyum skalta og
valta við teimum ungu
uttan veruliga at leggja alla
okkara orku í at ganga
teimum mest møguliga á
møti.
Nei, mítt stríð er at fáa
einar frælsari, javnstøð
ugari og samhaldsfastari
Føroyar – ungdóminum
fyrst og fremst at frama.
Roynhøllin 14-1
Javnaðaflokkurin
Nita Næs
Val
Ótrúligir møguleikar liggja
• í betri samskifti og sam
handli við útheimin.
• Betri flogsamband við
útheimin raðfestast fremst:
Nýggjan altjóða flogvøll
• Eitt føroyskt uttanríkis
málaráð við landsstýris
manni í uttanríkismálum
og sendistovum kring heim
in
• Okkara egna lið av diplo
matum
• Handils og samvinnu
sáttmálar við onnur lond
um øll samfelagsøki
• Limaskapur í EFTA trá
roynast
• Útlendskar fyritøkur betri
atgongd
til
føroyska
marknaðin
• Føroyskar fyritøkur betri
atgongd til altjóða markn
aðin
• Opnan arbeiðsmarknað
Føroyar og alheimurin
Fólkaflokkurin
poul michelseN
Val
Hesi øki mugu á breddan
nú:
Fíggjarlógin sigur rættu
liga nógv um hvussu høgt
tann politiski meirilutin
raðfestir.
Tá talan er um ítrótt,
hevur hendan játtan til ÍSF
staðið í stað á 2,0 mió. kr.
líka síðani fyrst í 90’unum,
játtanin til ferðastuðul er
enntá lækka seinastu árini,
og játtaninar til eitt nú FSF
og ÍSB hava staðið í stað
rættuliga leingi.
Tá talan er um tónleik
hevur bert verið talan um
eina fimm siffraða upp
hædd alt seinasta valskeið.
Játtanin til mentunar
grunnin hevur eisini staðið
í stað alt valskeiðið.
Játtanin til Tjóðpall
Føroya hevur somuleiðis
verið tann sama sum við
byrjanina á farna
valskeiðið, og soleiðis
kundi verið hildið fram.
Í komandi valskeiðið er
neyðugt at raðfesta hesi
øki munandi hægri!
Ítróttur, tónleikur og mentan
Sjálvstýrisflokkinum
DáNial petur haNseN
Val
Havandi í huga framtíðar
menning av samfelagnum,
er tað týðandi, at sam
ferðslan verður útbygd, her
verður hugsað um tunnlar
undir og omanfyri sjóvar
málan og vegir. Og er tað
av størsta týdningi at
fíggingarmynstrið av
hesum íløgum verður
soleiðis, at tað eisini er
pláss fyri øðrum
útbyggingum av samfelag
okkara, sum skal mennast
enn meira komandi árini.
Íløgur í samferðslukervið
eiga ikki at vera blandaðar
saman við eitt nú bygging
av skúlum og ellisheimum.
Við skilagóðari fíggjarstýr
ing og við dirvi at hyggja
inn í framtíðina verður
pláss fyri báðum.
Fólkaflokkurin
roDmuND NielseN
Val
Pisaskelkurin rakti eisini
børnini. Sonur mín spurdi
um tað passaði, at børnini í
Føroyum vóru býttari enn
onnur børn. Nei, mátti eg
siga. Tit eru líka klók,
deilig, fitt og frek, sum øll
onnur børn í heiminum.
Legði afturat, at kanningin
vísti bara, at tað eru nøkur
ting vit vaksnu kunnu gera
betri, tá ið vit undirvísa og
hjálpa tykkum við
heimaarbeiðinum.
Øll vilja vit børnum tað
allar besta. Tí ganga vit
eisini høgt upp í skúlan.
Tað er jú ikki eitt heilt
vandaleyst tiltak, at seta 24
børn inn í eina skúlastovu,
frá tey eru 7 ár til tey koma
út aftur 16 ára gomul.
Avbjóðingin er, at fáa øll
hesi árini at eydnast hjá
børnunum. Málið er, at tey
ungu koma út aftur styrkt
við kunnleika, amboðum at
nema sær enn størri vitan,
sterkum sjálvsáliti og
góðari sjálvsvirðing, við
einari óvikaligari tráan
eftir lívinum. Og tað kann
undir ongum umstøðum
góðtakast, at hendan roynd
miseydnast.
Her áliggur tí politisku
skipanini, við nærlagni,
alla tíðina at fylgja við og
geva skúlanum neyðugu
umstøðurnar, so vit kunnu
røkka hesum høga málið.
Lat tað ikki vera nakar
ivi um, at børnini og
lærararnir í fólkaskúlanum
liggja Javnaðarflokkinum
tætt at hjartanum.
Í valskrá sínari hevur Javn
aðarflokkurin tí skotið upp,
at:
Lærarar skulu hava
kandidat útbúgving
• Verandi lærarar skulu
góða eftirútbúgving
• Økistilboðið til børn við
serligum tørvi verður
útbygt
• Tvílæraraskipan í fyrsta
flokki
• Liðiligar loysnir við
tímapuljum á skúlunum
• Meira føroyskt tilfar út
til børnini
Latið okkum fylkjast um
skúlan, børnini og lærar
arnar. Saman røkka vit
málinum.
Glað børn og ábyrgdarfull vaksin
Javnaðaflokkurin
Óluva NiclaseN
Val
Ein tunnil útilokar ikki ein skúla
Tað eigur at kosta tað sama
at koma til havnar, óansæð
hvar tú býrt í landinum í
Suðuroy ella úti í Fugloy.
Hetta kann væl lata seg
gera, um vit í framtíðini bert
hava tvær gjaldstøðir. Eina
norðanfyri høvuðsstaðin, og
eina sunnanfyri høvuðs
staðin. Sjálvandi noyðast vit
at fyrihalda okkum til tað
sum í dag í lítlan mun, er
fíggja við bummgjaldi.
Nú talan er um, at gera
tunnil inn á Skálafjørðin, er
hetta ein upplagdir møgu
leiki uttan at nakar skal
gjalda meira av teirri ørsøk.
Hetta er ein solidarisk skip
an, sum alt samfelagið fær
gagn av.
Skálafjarðartunnilin kem
ur at verða ein pengamask
ina í alla framtíð, uttan at
gera skaða fyri nakað virk
semi. Sambært tí ætlan, sum
ABC samgongan hevur, skal
hetta business projekt leggj
ast til eitt privat partafelag,
at byggja og reka. Hetta
prosjekti kundi gjørt tað, at
øll í Føroyum kundi koyrt
ella silgt til havnar, fyri
sama kostnað. Hetta er
treyta av, at tað verða bert
tvær gjaldstøðir tá koyrt
verður ígjøgnum, ein á norð
urleiðini og ein á suður
leiðini.
Politikkurin hjá ABC
samgonguni er, at tey pro
sjektini sum kosta nógvan
pening skal skattaborgarin
gjalda, meðan tey sum
kunnu geva pening í alla
framtíð, vera latin til eitt
privat partafelag at reka.
Uppá longri sigt kann
peningamaskinan skála
fjarðartunnilin, verða við
at gjalda fyri víðari útbygg
ingar av samferðslunet
inum í Føroyum.
Ferðagjáld-Bummgjáld
Tjóðvekdi
heiNi o. heiNeseN
Val
Landið ætlar at keypa 800
málningar frá Føroya
Banka fyri áleið 24 milli
ónir kr. Servitanin sigur at
20 málningar er nokk. Teir
kosta áleið 3 milliónir kr.
Eftir eru góðar 20 milliónir
kr. mentanini at frama.
Eg ætli at brúka pengarnar
soleiðis:
7 mió. til Tjóðpall Føroya.
4 mió. til vistferðavinnu og
mentan á útoyggj.
4 mió. til at fjálga og
menna menturnar spírar
kring landið.
2 mió. til rithøvundalønir.
2 mió. til at styrkja
viðurkendar kreftir innan
mentan.
1 mió. til føroyskan dans
og kvæðir.
1 mió. til føroyskt báta
smíð og mennan av før
oyskum rossum.
Latið okkum styrkja sam
leika og menna mentan
okkara í felag.
Hygg hvat eg fann, 20
milliónir til mentan
Javnaðarflokkurin
jÓNleif johaNNeseN
Val