fríggjadagur 18. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 13 - 18. januar 2008
Anders Fogh, státsminist
arin, var herfyri í Lissabon
og váttadi nýggja
stjórnarskipan. Men á teldu
útróðri sást, at nýggja ES
stjórnarskipanin bara er
tann vrakaða grundlógin í
øðrum hami. TV vísti illan
mann, sum vil stevna
Anders Fogh Rasmussen
fyri hesa níðinsgerðina
ímóti danska fólkinum!
Juristar hava ruddað
uppskotið fyri grundlógs
orð, og síðan doypt tað at
eita stjórnarskipan. Ljódar
tað familiert? Tyngdin er
óbroytt grundlóg. Tað
prógvar nýggja skipanin, at
velja forseta. Nú skifta ES
formenn hvørt ½ ár millum
stjórnarleiðarar. Men í
heyst skal fyrsti ESforseti
kjósast fyri 3½ ár. Og
sjálvandi fær valdur forseti
øgiliga økt vald, og
limalondini tess minni.
Evropasøga gloymd? Nú er
vágin størri fyri at marion
ettur gerst forseti. Um td.
pávin orðnar katolikkunum
okkurt, so skulu teir altíð
akta hesum ”Vicarius
Christi”. Meirilutin ræður,
og tað tráðnýtir pávin til
sína dagskrá!
Tað er andsøgn at lata
sjálvstýri, tá stevnan er
sjávstýri! Fiskirættindi og
grunnar telja nógv fyri
flestu føroyingar. Tilfeingið
er ogn Fólksins. Men eisini
aðrar sera góðar grundir
eru til ESvarsemi.
Katolikkarnir eru í stórum
meiriluta í ES! Leksikon
2000 sigur, at 400 mió.
katolikkar búgva í Suður
og Eysturevropa. Flestir í
ES. Fólkakirkjan er viðfán
ingur av 70 mió. lutheran
um heimsins – flestir í
USA, Ntýsklandi, Bret
landi og Skandinavia. Í ES
eru færri enn 50 mió. ES
er yvir 80% katólskt!
Tyngdipunktið liggur í
Vatikanium, í Róm, har
„Vicarius Christi“
residerer. Elligamla
skipanin fast altíð við
langsiktaðan politikk. Og
jesuittanna universitetir í
USA undirstrika stóra
virksemið. At loyndarfullar
skipanir ganga á odda fyri
pávan, undrar neyvan
nakran søgufróðan.
Tony Blair konverteraði
til katolikk beint komin út
úr Downing Street. Og í
gjár hoyrdist, at hann vil
verða ESforseti, og Fogh
eisini. Her sampakkar
næstan alt ov væl! Man
trúarskiftið Blair´s hava
verið rein opportunisma
fyri atkvøður? Tað kann
eingin fortonkja mær at
meta! Aðrir felagsnevnarar
ímillum Anders Fogh
Rasmussen og Tony Blair
eru so eisini teirra eltan av
George Bush í kríggj. Um
Anders Fogh gerst ES
forseti, kann kristna
boðanarfrælsið væntast
bannað. Hann vil hava
allan átrúna úr almenna
rúminum. Tað segdi hann
aftaná Muhammed
kreppuna! Men sum
Skriftin sigur: “Tú skal
lýða Guði meira enn
monnum!” Í kvøld las eg
at Fogh er bodin vitja Bush
í Texas.
Um Anders fær forsetan
– vænta vit, at Edmund
gerst nýggjur danskur
státsministari. Og er hann
tá í samgongu vid Høgna
her heima, ja so fer nógv at
liggja betur fyri? Tad er
eisini tankavekjandi, at tá
ið Páll pávi lá lit´de´prade,
tá komu fleiri xpræsident
ar á knøunum: Jimmy
Carter, George Bush,
senior og Bill Clinton,
saman vid Bush junior,
sum knelandi og æradu
deyda pávan! Signalvirði!
Veljið ikki úlv í seyða
skinni og andliga blind.
Politisk einsporað koyra
fegin í Mercedis á Edmund
Joensen´sa: »breida vegi út
í framtíðina!« Nei, gerid
tad ikki! Veljid hin »smala
vegin!« Føroyingar vita, at
bert við at ganga á teimum
smølum rásunum vinnist
heilt upp á hægstu tindar.
Fráveljið Róm fyri
mammon. Sannroynd er, at
allir sáttmálar ES byggja á
Rómverjasáttmálan!
Góðan Ddag!
Løgtingsvalið 19. januar
verður ein sonn PISA
roynd fyri okkara fólka
ræði. Verða pisurnar á
bygd mentar at fara á flog,
og lenda tær trygt í løg
tingssessi?
Eftir valdagin koma vit
av sonnum at síggja,
hvørjar avleiðingarnar
kunnu verða fyri útjaðaran
og borgararnar har, nú
Føroyar, eftir ódámliga
politiska viðger, gjørdust
eitt valdømi.
Altíð beinrakni Jógvan
E. Ósá, hevur við serligum
hegni skrivað tvey lesara
brøv, har hann skrivar um
nýggju skipanina, og roynir
at fáa veljaran at skilja,
hvussu gáloysin ella naiv
og ótaktisk uppstillingin
fyri útjaðaran er. Klaks
víkingarnir báðir Jógvan E.
Ó. og John William Joen
sen hava roynt at víst á
ymsar trupulleikar.
Kortini hava floksleiðsl
urnar fyri nakrar flokkar
kveistrað bygdarfólkini til
viks og givið kontra boð
ímóti ynskjum frá lokal
feløgunum. Ikki er óhugs
andi, at slíkt ger, at lokali
politiski áhugin fánar.
Eldhugurin minkar, arbeið
ið fer kanska at tykjast
nyttulest, tí fjarstøðan, hjá
lokalu feløgunum til
ávirkan, verður ov long.
Helst sovna, sum frá líður,
nøkur av politisku lokal
feløgunum.
Áðrenn málið um Før
oyar sum eitt valdømi var
skundað ígjøgnum á
Løgtingi, stóðu floks
formenn kropp á kroppi á
løgtingsins røðarapalli og
lovaðu lokalu valfeløgu
num sín stuðul at halda
fram við virksemi teirra.
Hetta vóru bert tóm orð.
Summir flokkar hava enntá
ikki so mikið sum givið
pláss fyri einum tí einasta
stillara frá onkrum av
teimum gomlu størru
valdømunum. Hvat hava
vit í væntu? Gevur hetta
okkum vón um at verða
hoyrd?
Áheitan
Bygdarfólk í Suðurstreym
oy: Veljið uttan fyri
kommunumark!
Fyrrverandi løgtings
formaðurin, skilamaðurin
av Toftum, skrivaði herfyri,
at vanligt var at kasta
snørið, har nógvur fiskur
var at fáa.
Soleiðis er eisini við
stemmufiskaríi. Valevnini
á bygd eiga at ýta væl av,
kasta dúgliga og heinta á
øllum miðum í Suður
streymoy.
Eg fari at heita á øll
bygdarfólk í Havn um at
vísa sín fullan stuðul til
bygdarfólk sítt. Av bygd
fáa við skilafólk á løgting.
Hava vit ikki hesi at tosa
mál okkara á Føroya
Løgtingi, ja, so hava vit
ongan!
Standið saman við okk
um um at velja umboð
okkara á ting. Tað sakar als
einki, um vit, uttan fyri
Havnina, eru eitt sindur
taktisk.
Ja nú kundi eg ikki haldi
meg frá penninum. Føldi at
eg má gera mína samfelags
skyldu at upplýsa borg
aranum her á landi, at tað,
ið maðurin fortelur okkum
er ein fúl og loddrøtt lygn.
Tað ið fangaði mín
áhuga, var lýsing á Rás2
hvar ið Páll á Reynatúgvu
fortelur okkum veljarum
og borgarum her á landi, at
“ Skapar vinnan trivnaðin,
skapa vit karmarnar“
Javel, eg meini tað.. síðst
vit stóðu við síðulinjuna
og eygleiddu henda og
sama mann, var tá ið í
hann í villasta Vinnie Jones
stíl blakaði seg í villari
glíðandi takling, og sorlaði
trivnað og karmar í síni
egnu heimbygd. Hansara
síðsta “stunt” var tá ið
avreiddi størsta byggi
arbeiði í nýggjari tíð úr
Sandsbygd. Gott fyri
trivnaðin? Neyvan.
Bygdin heima á Sandi er
ógvuliga skerd fyri
vinnulív, og so skuldi ein
sjálvandi ynskt og vóna, at
mann eigur at skapa bestu
og tryggastu karmar, eisini
her stendur trúvirðið hjá
honum ikki mát. Uttan
samtykt frá Sands komm
unu og uttan, at bjóðað
arbeiði alment út gav hann
ordrar, um at ríva niður
vinnubygningin har
timburhandilin Sand
húsaðist. Leigarin fekk
órímiliga og vánaligastu
virðing frá Páll á
Reynatúgvu. Hetta elvdi til
at timburhandilin nú drívur
sítt virksemið í Skopun.
Tað er ikki neyðugt at
nevna fleiri dømið her og
nú. Tað skal verða mín
inniliga áheitan til allar
borgarar her á landi um
ikki at seta sín kross við
slíkan ørskap, og heldur
ikki kann eg mæla nøkrum
til at seta kross við
tjóðveldið.
Rættleiðing til
Oyggjatíðindi
Í Oyggjatíðindum tann 9. og 12. januar i ár verður
nógv gjørt burturúr rættarmálinum, har ein
pensioneraður limur í felagnum í Fuglafirði hevur tapt
eitt rættarmál móti Føroya Arbeiðarafelag.
Av tí at nevndi pensioneraði limur og Oyggjatíðindi
koma við beinleiðis ósannindum umframt at tey vevja
saman hugtøkini lívstrygging og eftirløn, so síggja vit
okkum noydd at koma við hesari rættleiðing.
Vit skulu í hesum sambandi upplýsa:
At nevndi pensioneraði limur hevur fingið eftirløn
sína útgoldna,
At skattur/avgjald er goldið av nevndu eftirløn,
At talan er um eina misskiljing, tá Oyggjatíðindi
brúkar hugtøkini lívstrygging og eftirløn, hvørt um
annað, tí talan er um hvør sína skipan,
At tann í Oyggjatíðindum nevndi pensioneraði
limur var farin um 67 ára aldur, áðrenn skipanin við
lokagjaldinum varð samtykt og kom í gildi,
At hesin limur sostatt ikki hevur verið verri
stillaður enn allir aðrir limir, sum tá vóru fyltir 67
ár,
At allar kollektivar lívstryggingarskipanir hava eitt
aldursmark,
At hesin sami pensioneraði limur líka frá kollektiva
lívstryggingin kom í gildi til hann fall fyri alment
galdandi 67 ára aldursmarkinum var fult tryggjaður í
sambandi við deyða, alvarsliga sjúku og álvarsliga
sjúku hjá møguligum børnum,
At hesin limur hevur havt fullkomuliga somu
rættindi sum hinir limirnir í kollektivu
lívstryggingarskipan okkara,
At allar slíkar skipanir hava ein skeringsdag, tá
tryggingarnar verða útbygdar til m.a. at fevna um
útgjald av lokagjaldinum,
At einki grundarlag er fyri illgitingunum hjá
Oyggjatíðindunum, um at Føroya Arbeiðarafelag
skal hava sloppið sær undan at gjalda skatt,
At Føroya Arbeiðarafelag teknaði kollektiva
lívstrygging hjá felagnum ALKA Forsikring, eftir at
Fíggjarmálaráðið í mong ár hevði góðtikið, at fleiri
starvsbólkar hjá tí almenna høvdu sínar eftirlønar
og lívstryggingarskipanir í donskum tryggingar og
eftirlønarfeløgum,
At Fíggjarmálaráðið í nógv ár hevur, og
framhaldandi flytir stórar upphæddir sum
tryggingargjøld til donsk tryggingar og
eftirlønarfeløg,
At Føroya Arbeiðarafelag valdi at tekna kollektivu
lívstryggingarnar fyri limir sínar har felagið fekk
bestu treytirnar,
At einki grundarlag er fyri teimum illgitingum,
sum Oyggjatíðindi eru komin við.
Vit harmast um at Oyggjatíðindi skal breiða út slíkar
illgitingar, sum als einki grundarlag er fyri, og vit
undrast á, at blaðið ikki tykist at hava skilt munin
millum eftirløn og lívstrygging.
Tórshavn,
tann 17. januar 2008
Føroya Arbeiðarafelag
Fleiri orsøkir til ES-varsemi
Páll á Reynatúgvu og trúðvirðið
Hans
Hansen
Sørvágur
Jákup suni
Lauritsen
Jónas
JoHnsson
Hey bygdarfólk í Havn! Hjálpið bygdarfólki
tykkara at fáa umboð á ting
viðmerkingar