Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2008 15 og tess bygnað. Hetta eigur á ongan hátt at verða tikið sum ein nøktandi frágreiðing um hesa túsundára gomlu skipan, ið hevur havt, og helst altíð fer at hava ómetaligan týdning í søguni. Endamálið hevur verið at lýsa ta fyrstu kendu stýrisskipan í søguni, ið var skipað sum beinleiðis demokrati, har fólkið í nógv størri mun, enn kent nakra aðra staðni, stýrdi sær sjálvum uttan millummenn. Eitt annað áhugavert, sum er reiðiliga ókent aðrastaðni, er, at í allarflestu førum vóru álitisstørv sett við lutakasti. Hví lutakast? Grikkar vóru mangan radikalir í hugsunarhátti. Tað varð hildið at vera í betri samsvari við demo­ kratisku skipanina at brúka lutakast at kjósa álitismenn, heldur enn við vali, tí tá vórðu øll umboðað á jøvnum fóti. Við vali vórðu einans teir bestu valdir (hildu grikkar!), meðan hini ikki sluppu upp í part. Úrslitið av lutakasti kundi heldur ikki verða ávirkað á sama hátt sum av vali, eitt nú við mutri av ymiskum slagi. Aristoteles segði, at útveljing við lutakasti er náttúrligt fyri demokrati, meðan val hóskar betri í einum fámannaveldi. At gudarnir kundu hava eina hond við í spælinum, tá ráddi um lutakast, kann helst eisini hava havt týdning, meðan teir ikki á sama hátt tóku lut í vali. Óbeinleiðis fólkastýri Klassiska fólkastýrið doyði út í 322 f. Kr., tá Athen misti sína valdsstøðu, og tá tankar um fólkastýri tóku seg uppaftur eftir meira enn tveytúsund ár, var ikki talan um beinleiðis fólkastýri, sum í gamla Athen, har fólkið stýrdi sær sjálvum. Nú vóru tað í flestu førum ”tað frægara fólkið”, ið kravdi lut í landsins stjórnum afturfyri at gjalda hægri skattir til kongar og aðrar valds­ harrar, ið høvdu oytt landsins ríkidømi í óteljandi kríggjum. At loyva meiniga fólkinum framat, eins og í gamla Athen, kom ikki upp á tal. James Madison í Amerika og John Stuart Mill í Onglandi vóru millum talsmenninar fyri tí umboðandi fólkastýrinum. Høvuðsargumentini vóru at tað kravdi útbúgving og mentan at taka lut í landsins stýri. Haraftur­ at kom, at lond nú vóru ov stór og fjølment til at fólkið kundi taka beinleiðis lut í stjórnar­ málum. Tey máttu lata sær lynda at velja umboð at stýra. Øll vóru tó ikki samd. T. d. tann millum summar føroyskar løgfrøðingar so hámetti fransk­ maðurin Montesquieu helt at ”í einum fólkaræði er lutakast tann nattúrligi útveljingarhátturin, meðan val hóskar betri í fámanna­ veldi”. Ein annar ikki ókendur fransk­ maður, Rousseau, segði um ensku valskipanina, at ”enska fólkið fer skeivt, tá tað heldur seg vera fræls; tey eru bert fræls, tá tey velja limir í parlamentið. Tá teir eru valdir, verður fólkið trælkað”. Nevnt kann verða at enda, at lutakast heldur ikki er heilt ókent í okkara tíð. Stendur á jøvnum í einum vali, er reiðiliga vanligt at avgerðin verður tikin við lutakasti millum tey bæði valevnini, ið hava sama atkvøðutal. Somuleiðis verða nevningar at døma í ávísum máli tiknir út við lutakasti av einum nevningalista. Heimaftur á klettarnar Vit hava nú ferðast víða í tíð og rúmi, og spurt kann verða, hvat endamálið hevur verið. Tann spurningurin varð settur at byrja við, um gamla athenska fólkastýrið kundi geva íblástur til almenna viðgerð av politisku skipanina hjá okkum, og kanska enntá onkur uppskot til ábøtur. Nøkur dømi vórðu síðan nevnd um viðurskifti, ið kanska kundu trongt til broytingar. Millum hesi vóru sjálv floksskipanin, ójavna umboðanin, uppbýtið í meira­ og minnilutar, har tann fyrri vanliga ”tekur alt”, og tann vaksandi peningaávirkanin á valini. Mítt uppskot er, at møguleikin at taka siðin úr Athen, at lata fólkið sjálvt stýra uttan millumgongumenn, verður tikin til gjølliga umhugsan og viðgerð. Fyrsta svarið hjá teimum flestu verður sjálvandi: Er maðurin vorðin óður í høvdinum, tílíkt kann man ikki bjóða fólki, tað ber als ikki til. Hví tað? Bera vit Føroyar saman við Athen fyri 2,500 árum síðani, hugsi eg at líkskapurin á mangan hátt er størrri enn munurin.(Her hugsi eg kortini ikki um mentanaravrikini, har vit eru eftirbátar so tað forslær). Men í aðrar mátar: Fólkatalið er reiðiliga líkt, ið hvussu er tá hugsað verður um tey, ið kunnu taka aktivt lut í politikki. Møguleikarnir at hittast á tingi eru góðir, og helst ómakaleysari hjá okkum enn grikkunum á sinni. Fólkið er rímiliga væl upplýst og hevur góðar møguleikar at fylgja við, alnótin er uppfunnin. At miðalføroyingurin ikki er líka væl førur fyri at hugsa og taka politiskar avgerðir, sum miðaltingmaðurin, trúgvi eg lítið uppá. Eg havi til stuttleikar nevnt hetta fyri fólki, sum eg havi prátað við gjøgnum árini um samfelagsviðurskifti. Í fyrstani flentu tey (og eg sjálvur) at hesum, men seinastu tíðina er alt vanligari at hoyra svarið ”ja, verri fær tað so ikki verið”. Men, og tað er eitt stórt men. Fólk høvdu ikki tímað at møtt á tingi, og tey flestu høvdu heldur ikki havt tíð, upphongd sum øll eru av arbeiði og frítíðarrøkt. Tað hevði helst verið størsti trupulleikin, og hvussu kundi hann verið loystur? Her havi eg hug at venda aftur til Athen, har loysnin er at finna. Vit minnast, at allir tilkomnir menn høvdu rætt at møta á tingi, og eisini gjørdu tað í túsundatal. Í flestøllum øðrum viðurskiftum, har álitismenn skuldu kjósast, varð hetta gjørt við lutakasti. Mítt uppskot er, at vit fara at kjósa okkara tingfólk á sama hátt. Tað er eyðsæð, at vit høvdu sloppið undan teimum trupulleikum, vit dragast við sum er, og helst fleiri afturat. Flokkunum var ikki brúk fyri, hvør tingmaður (m/k) atkvøddi eftir síni sannføring (sum teir longu sum er hava skyldu til, men eftir øllum at døma bara gera í sokallaðum etiskum málum, ið eru sum lundi á jólanátt á tingi). Kynini høvdu verið nøkulunda javnt umboðað (og vit kundu tikið jvanstøðunevnd og Demokratia av). Tað slapst undan fastlæstum uppbýtum í andstøðu og samgongu. Brúk var ikki fyri at ”keypa” veljarar, eitt nú við dýrum lýsingum og sjálvsmyndum. Lutakastið kundi verið gjørt á teirri stóru skattatelduni hjá Elektron, har allir borgarar eru skrásettir frammanundan, tað var einans neyðugt at seta eitt niðara (og kanska eisini ovara?) aldursmark, áðrenn drigið varð. Átjan tingfólk høvdu helst verið nógmikið, og kanska eini seks eykafólk at taka til um neyðugt. Tey, sum luturin fall á, skuldu havt skyldu at møta og taka lut í tingstarvinum, sum skuldi verið fulltíðarstarv og rímiliga væl lønt, næstu fýra árini, og sluppu so til hús aftur. Utopi? Helst, men tankar eru framvegis tollfríir. Gott val, øll somul. Gleiva flokk úr flokki Tekning: Óli Petersen