Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2008 15 Orðabókagrunnurin við Kára á Rógvi sum formanni og orðabókagerð: Orðabókaøkið er ein vanlagna Eg sat við áhuga og lurtaði eftir kjakfundi í Rás 2 frá Sjónleikara­ húsinum, har tú vart eitt av umboðunum fyri ein av teim politisku flokkunum. Tú vart væl skorin fyri tungubandinum, svar trutu ikki upp á spurningar, sum komu frá áhoyrarum í salinum. Tú komst m.a. við einum dømi um, at tú hevði gjørt eitt uppskot til eina vápnalóg, sum bert tók tær ein seinnapart, og at tað lógu fleiri slík lógaruppskot í onkrari skuffu. Tað merkir, at tá tú arbeiðir innan títt egna økið, so arbeiðir bæði skjótt og væntandi væl, so tað er eitt løtuverk fyri teg at snikka eina lóg til føroysk viðurskifti. Men, men. Tú situr nú á øðrum ári sum formaður fyri orðabókagrunninum, og tú og nevndin hava bert megnað at givið eina elektróniska móðurmálsorðabók, sum ikki kann sigast at vera nakað bragd eftir so drúgvari tíð. Tað verður boðað frá, at rættingar eru framdar, men tað tykjast at sløðast fleiri villur eftir í orðabókini. Bert eitt lítið dømi: ””grátt undir steini” lítið krabbadýr ið livir undir steinum (líkt klukku), grótlús (Oniscoidea)” og ”grótlús kv16 (dj., stb.) grátt undir steini (Oniscidæ)”. Bæði tey latínsku heitini munnu neyvan vera røtt: Man tann rætti formurin vera ”Oniscidea”? Á økinum mentan kundi orðabókatrupulleikin eisini verið havdur á lofti, tí orðabøkur eru ein neyðug skorða at stuðla tí føroyska málinum serliga í skúlahøpi, nú so nógv fremmant árin kemur bóltandi inn yvir okkum. Tær tróta í ólukkumát! Tú hevur eina ørgrynnu av uppskotum til loysnir av alskyns aktuellum trupulleikum á politiskum fundum, t.d. raðfestingar, umraðfestingar, leigulóg, ognir, sum eru umsetiligar, universitet til m.a. løgfrøðina, men hetta økið, orðabøkur, sum tú hevur umsitið sum formaður í áður nevnda tíðarskeiði, er eftir mínum tykki hilnast sera illa, og tað man eg ikki vera einsamallur um. Her lekur ímillum teori og praksis! Tí, um tú torir at siga Føroya fólki, tínum veljarum, frá, hvussu nógvum orðabókahandritum bølir orðabókagrunnurin yvir? hvussu leingi hann hevur gjørt tað, og hvussu leingi ætlar grunnurin at liggja á hesum handritum afturat? (Eg veit fullvæl, at tað stendur nýtt árstal, 2008, fyri tveimum av teimum, men í fjør stóð 2007. Merkir hetta so, at árstalið bert verður dagført við einum nýggjum árstali aftan á eitt árskifti?) hvussu nógv hevur tann føroyski skattgjaldarin, tín veljari, ígjøgnum Mentamálaráðið goldið Orðabókagrunninum fyri hesi orðabókahandrit? hví skal tann týsk­føroyska orðabókin, sum er tann størsta av teimum øllum, og sum er liðug til sítt brúk, fara fyri góðan helvtar prís av hinum orðabókunum? Uppskot. Tú kanst svara tí føroyska veljaranum alment, tí nú havi eg lagt ein part av hesum sorgarleiki um orðabókagerð, sum m.a. Orðabókagrunnurin stendur fyri, fram fyri almenningin, ella nýta mína teldupostadressu, sum tú kennir, og svara privat. Kemur ikki nøktandi svar hesa ferð, so kemur framhald. Tú hevði ynski til veljaran um at skifta nakrar av teim gomlu ”kúllunum”, sum tú málbart teg í endanum av sendingini í sjónleikarahúsinum, út við nakrar nýggjar, men eg vóni ikki, um tú verður valdur inn á ting, at tú tekur arbeiðaslagið í orðabókagrunninum við tær inn um tingsins gátt, tí so verður soðið tunt. Í hesum døgum bjóða polit­ isku flokkarnir seg fram at seta bleytu virðini í hásæti. Trúgvið teimum ikki! Landið hevur ongantíð havt nakra veruliga virðing fyri bleytu virðunum – tað hava bert verið føgur orð – helst upp undir val, og onki, púrt onki, fer at verða betri eftir hetta val. Løgtingslimir og lands­ stýri eru alt ov langt burt­ uri frá fólkinum til at duga at gera nakað munagott við bleytu virðini hjá fólki­ num. Kommunurnar, sum sita næstar fólkinum, eru slopn­ ar at sita við uppgávuni at byggja stovnar – skúlar, barnagarðar, røktar­ og ellisheim, dagstovnar og mentanarhús. Men at reka og fyrisita, tey bleytu virðini, hevur landið vilja staðið fyri. Úrslitið er tí, sum tað er vorðið. Við tveimum harr­ um á røktarøkinum, skúlaøkinum og ansingar­ økinum ræður her, eins og í øllum, tann pírnasti, og tað hevur altíð verið landið. Landið og lands­ politikkararnir hava jú so nógv um at vera í yvir­ skipaðum málum og til at tryggja at ongin sleppur at gera meira enn hin. So stundir hava ongantíð verið at taka sær av fólksins áhugamálum, t.e. av rakstrinum. Tá kommunurnar fingu barnarøktina aftur, sást beinanvegin, hvør sat nærri fólkinum og kundi loysa tørvin. Tað sama fer at henda við eldrarøktini og á skúlaøkinum. Rætt skal vera rætt Landið skal halda seg til síni yvirskipaðu mál og skapa karmar. Eitt nú við at byggja tunlar, høvuðsferðsluleiðir og flogvallir. Vit mugu eisini líta teimum til at gera vinnulógirnar, loysa útlendingamálið og royna at fáa okkum so góð og opin viðurskifti við útheimin, sum til ber. Landið skal byggja okk­ um undirsjóvartunnil til Sandoyar og sjálvt standa fyri einari møguligari tunnilsgerð inn í Eystur­ oynna. Tann fyrri tunnilin gevur fólkinum og okkum øllum møguleikan at menna bleyt virði og fáa fleiri í arbeiði; meðan hin seinni ikki hevur sama týdning. Men royndirnar higartil skuldu eisini sagt okkum, at tað er meira enn iva­ samt, um tað er rætt fram­ haldandi at lata landið hava sjúkrahúsverkið undir hond eins og annan rakstur, fyri als ikki at tala um okkara hægru skúlar. Ein og hvør fær, sum hann hevur uppiborið. Eisini tú og eg. Tað eru ikki tey smáu sjúkrahúsini, sum hava skuldina fyri ágangin á Landssjúkrahúsið. Tey smáu sjúkrahúsini eru nevniliga rationellari enn Landssjúkrahúsið. Leiðararnir á teimum smærru sjúkrahúsinum hava sum uppgávu at leiða, og teir hava als ikki tíð til klandur. Á Suðuroya Sjúkrahúsi, sum eg kenni, verða sjúk­ lingar altíð møttir av væl útbúnum yvirlæknum. Telesamskifti er eisini komið til tey smærru sjúkrahúsini við tele­ medisin og digitala røntgen við on­line skipan og styrkir hetta smærru sjúkrahúsini. Forrestin hvat segði nøgdsemiskanningin. Her var Klaksvíkar Sjúkrahús nr. 1, Suðuroya Sjúkrahús nr. 2 og aftast var Landssjúkrahúsið. Kári DaviDsen Kjartan Kristiansen Landið vanvirðir bleytu virðini Álvaratos, Jón á Steig Tvøroyri elin vang Nú uppundir val verður aftur nógv tosa um fiski­ rættindi, fólksins ogn sum tað verður nevnt. Nógv uppskot eru hvat skal ger­ ast við hetta. Tilfeingis­ grunnur, fiskidagabanki og onnur úttrykk hava verið nevd. Hetta skal enntá skaffa landskassanum eitt munandi peningaligt ískoyti. Lat okkum hyggja eftir hvat vit hava. Nú verða fiskiloyvir latin, og hesi eru fult umsetilig, tó so at tey verða inndrigin í 2018. Hetta kemur so at føra við sær at vit ikki koma at síggja nakra tíðandi endur­ nýgging av flotanum, tí sjálvandi fer eingin at byggja nýtt uppá so óvist grundarlag. Hvat fáa vit so í staðin. Ymisk uppskot, tó líkjast tey í so máta, at fiskiloyv­ ini skullu handlast fyri eitt ávíst tíðarskeið. Ein grundgeving er at so skulu ungir menn sleppa upp í vinnuna. Er onki sum fær eina peru at tendra hjá nøkrum av hesum fólku­ num sum koma við hesum uppskotunum. Hvussu skulu ungir menn kunna skaffa sær skip til t.d. at fara undir pelagiska vinnu, ella flakatrolarar til Barentshavið, skip í 100 milliónaklassanum, við einum loyvið sum er í 6 ella 12 mánaðir framm. Hvussu skal ein endur­ nýgging fara framm, at byggja skip tekur fleiri ár við projektering og bygging, tá tú ikki veist um tú hevur eitt fiskiloyvi um hálvt ár. Hvør kemur at bjóða uppá fiskidagar og loyvir. Mest sannlíkt sterk útlensk reiðarí, sum hava skip sum kunnu setast inn har tey hava loyvir at fiska, við Føroyar, vestan fyri Afrika og onnur støð. Strámannavirksemið er jú ikki ókent her á landi. Kanska onkur føroysk reiðarí, men um tey klára at halda í longdini, so verða hettar sterkar eindir, og ikki ungir menn, sum vilja inn í fiskivinnuna. Trupuleikin nú er at fiskiloyvini verða handla fyri nógvar pengar,og hettar forar fyri at nýggjar kreftir sleppa inn í fiski­ vinnuna. Men hvat er tað sum fær fiskiloyvini at økjast so nógv og so skjótt í virið. Sjálvandi øktur eftirspurningur, og øktur eftirspurningur kemur sjálvandi av nógv meira kapitali í vinnuni. Hvat er hetta fyri kapitalur, ein so stór øking eftir so stuttari tíð kemur neyvan úr einari vinnu sum illa klárar at svara hvørjum sítt, so hann kemur helst uttanífrá. Eitt sum hevur verið frammi nú, er at veiðan skal vera burðardygg, um vit skullu selja okkara fisk til altjóða handilsketur, kunnu vit ikki ávísa tað verður tað ringt at fáa góðan prís fyri okkara fisk. Tað vil siga, at vit mugu lurta eftir fiskifrøðingu­ num, um vit meta hetta vera skeift ella rætt. Tá nyttar einki um onkur sum veit, ella heldur seg vita betri, hevur onnur tøl, møguliga frá tingsins røðarapalli, tí tað lurtar altjóða samfelagið ikki eftir. Men her er aftur trupuleiki við yvirkapitali­ seringini av fiskivinnuni, sleppa skipini ikki at fiska so nógv sum tey klára fara tey á heysin. Tað verður eisini tosa um at vit skullu hava gjøgnumskygni í vinnuna. Tað má so merkja tað at allir handlar skulu kannast. Umsitingin klárar ikki at kannað handlarnar sum fara framm nú, hvussu skulu tey so klára at kannað alt tá øll loyvir skulu endurnýggjast 2 ferðir um árið. Hvat er tað sum í veru­ leikanum er hent í fiski­ vinnuni. Vit hava eina lóg sum sigur, at í mesta lagið 1/3 av ognar og ábyrgdar­ kapitali skal vera á útlendskum hondum. At hetta ikki er so vita nokk øll, sum hava nakað av innlitið í vinnuna, tað er í hvussu so er ongin í torir at kannað hettar. Hettar er nokk eisini hent yvir so mong ár, at allir politiskir flokkar hava verið við í hesum. Nú skuldi ein kanska vóna at nýggjar kreftir, sum stilla upp fyri at koma inn á ting, komu framm við onkrum, men her er heldur einki at hoyra. Vit hoyra ongar sjálvkritiskar røddir frá politikkarum um hetta, men er verðuleikin ikki tann at politiska systemi hevur spælt totalt fallitt í hesum máli, og nú skulu tey uppfinna nýggjar og helst óbrúkiligar loysnir fyri at bjarga støðuni. Hevði tað ikki verið ein loysn at funni út av hvussu støðan er nú, og so gjørt eina niðurstøðu út frá tí. Hava vit tíð at bíða til 2018, ella verða vit áðrenn tað stýrd av keyparasíðuni, sum krevur burðardygga veiðu. Ella er vavgreyturin so stórur at eingin torir at røra í honum. Fólksins ogn Pól jacobsen viðmerkingar