fríggjadagur 18. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 13 - 18. januar 2008
hugleiðingar
Halgir Winther Poulsen
”Einasti heilivágur fyri sjúkur í
demokratinum er meira
demokrati”
Jane Addams (1860 – 1935)
”Í flestu stórmálum, vit hava
havt við at gera tey seinastu 50
árini, vísti tað seg, dømt í
søgunnar ljósi, at fólkið hevði
rætt og ikki lóggávuvaldið ella
Kongressin”
George Gallup, Sr. (1901 – 84)
Eg havi valt ikki at skriva um
politikk í vanligari, heldur
trongari, merking, men heldur
royna at seta fram nakrar tankar
um demokrati – fólkastýri - ,
sum, hóast teir hava sín uppruna
í tí fólkastýri, ið var galdandi í
Athen fyri 2,500 árum síðani,
kanska kundu verið við til at birt
uppundir eitt orðaskifti um
okkara egnu politisku skipan, ið
óivað kundi trongt til onkrar
ábøtur.
Tørvar føroysku
samfelagsskipanini ábøtur?
Vit hava júst verið vitni til,
hvussu ein samgonga, ið hevur
havt ræðið í landinum í skjótt
fýra ár, er farin meira og meira í
upploysn seinasta hálva árið ella
so. Meðan andstøðan neyvan
sleppur upp í part, hava sam-
gongumenn ligið í innanhýsis
stríði um líkt og ólíkt. Hetta er tó
einki eindømi fyri hesa
samgonguna. Soleiðis plagar at
vera uppundir val, um samgong-
an annars klárar at halda saman
so leingi.
Tað eru nøkur grundleggjandi
viðurskifti, ið eg haldi misprýða
eina skipan, ið metir seg at vera
– og eisini grundleggjandi er- eitt
fólkastýri.
– Fyrst er tað sjálv floksskip-
anin. Hvussu umboðandi eru
flokkarnir, og hvønn umboða teir
veruliga, tá lága limatalið og tær
víðopnu dyrnar vera havd í
huga? Her kann hvør, sum vil og
heldur ein kjans vera at sleppa
inn á ting, gleiva flokk úr flokki
beint uppundir val og verða
uppstillaður. Hetta er vorðið so
vanligt, at tú mást spyrja, hvar
politiska sannføringin hjá flokki
og valevnum er í tílíkum førum?
– So er tað tann ójavna
umboðanin av kynunum, ið júst
nú tykist at vera so umráðandi, at
flokkarnir nærmast veiða
konufólk sum haru á vetri.
– Tá so teir (tey?) 32 – nú 33 –
eydnuríku eru innkomin, verða
samgongusamráðingar. Úrslitið
er vanliga, at eini 17, í besta føri
eini tvey fleiri, finna saman um
eitt samgonguskjal, ið sum oftast
er ein samankókaður rættur, ið
tryggjar at fáir veljarar fáa tað, ið
lovað varð. Hini 15 ella so verða
síðan sum andstøða slept upp á
fjall uttan nakra veruliga ávirkan,
og kundu eins væl farið til húsa
tey næstu fýra árini.
– So byrjar sami leikur aftur,
inntil tað nærkast næsta vali o.
sfr.
– Eitt reiðiliga ódámligt
fyribrigdi, ið er vorðið vanligt
aðrastaðni, er við at taka seg upp
eisini hjá okkum. Tað er tann
nógvi peningurin, ið er komin
inn í valstríðið. Hvør rindar, og
hvat goldið verður afturfyri, fáa
veljararnir alt ov lítið at vita um.
Hetta vóru bert nøkur dømi.
Hvør kann í sínum lagi leggja
fleiri afturat.
Athenska
demokratiið
Sjálvt orðið
fólkastýri ella
fólkaræði hevur
sín uppruna í
grikskum: demos
(fólk) og kratía
(ræði/vald).
Grikkar sjálvir, ið
hvussu er teir,
sum tóku undir við
hesum
stjórnarlagnum,
brúktu kortini
einsvæl navnið
isonomia, ið
merkir javnstøða í politiskum
rættindum.
Athen var ein av nógvu
býarstatunum á griksku hálv-
oynni og verður javnan mett at
vera vøggan hjá fólkastýrinum.
Tað vóru tó nógvir, ið funnust at
hesum stýrislag, teirra millum
Platon og Aristoteles. Hildið
verður, at í 4. øld f.Kr. mundu
búgva eini 250,000 fólk tilsam-
ans í Athen. Av hesum høvdu tó
hvørki børn, konufólk, trælir ella
fremmand borgarættindi. Tað
høvdu bert tilkomin mannfólk,
sum helst hava verið eini 30,000.
Tað vóru sostatt hesir menn, ið
tóku lut í landsins stýri. Ført
verður javnan fram, at tá so fá
høvdu borgarættindi, ber ikki til
at tosa um fólkastýri, og í okkara
eygum er tað rætt. Hinvegin
skerst ikki burtur, at fyri hesi
30,000 var veruliga talan um
demokrati av tí radikala slagnum.
Hjá okkum hava børn og fremm-
and heldur ikki politisk rættindi.
Trælir hava vit ongar, og tað var
seint í tíðini, at konufólk fingu
valrætt.
Politiska skipanin í Athen
Høvuðsstovnarnir í athenska
demokratinum vóru hesir:
Fólkaráðið
Fólkaráðið (ekklesia), ið nærm-
ast svarar til okkara løgting. Her
vórðu lógir viðgjørdar og sam-
tyktar og aðrar týðandi avgerðir
tiknar. Allir tilkomnir menn, tvs
eldri enn 20, høvdu rætt at møta,
hava orðið og atkvøða. Avgerðir
vórðu tiknar við vanligum meiri-
luta. Hildið verður, at eini 5 –
6,000 menn javnan møttu í ráð-
num. Teir, ið møttu, fingu
samsýning í
peningi.
Við teimum avmarkingum,
sum vóru í skipanini, ber sostatt
til at siga, at her var talan um
beinleiðis demokrati, har fólkið
(les mannfólkið) tók beinleiðis
lut í landsins stýri, og ikki
gjøgnum nakrar millumgongu-
menn, sum hjá okkum.
Dómstólurin
At kunna virka sum dómari mátti
tú vera 30 ára gamal, við luta-
kasti vera tikin út sum dómara-
evni millum 6000 borgarar,
haðan dómarar vórðu tiknir til
hvørt mál sær, og hava svorið
heliastiska eiðin. Dómarar vórðu
tiknir út við lutakasti at virka fyri
ein dag ísenn.
Dómstólurin hevði stórar
heimildir og kundi viðgera
mál, ið høvdu verið viðgjørd í
ráðnum, hevði eftirlit við
embætismonnunum og døma í
politiskum málum. Vanliga
tóku fleiri hundrað dómarar
lut í málunum, oftast 501, og í
størri politiskum málum eru
dømi um, at 2501 dómarar
tóku lut og dømdu. Avgerðir
vórðu tiknar við vanligum
meiriluta. Dómararnir fingu
samsýning í peningi.
Embætisverkið
Allar týðandi avgerðir vórðu
tiknar av ráðnum og dómstóli-
num, meðan málini vórðu fyri-
reikað av embætismonnum, ið
eisini høvdu til uppgávu at
seta tiknar avgerðir í verk.
Teir allarflestu embætismenn-
inir vórðu valdir við
lutakasti. Aldursmarkið var,
eins og við dómarunum, 30 ár.
Embætisskeiðið var eitt ár og
eingin kundi verða valdur meira
enn einaferð.
Teir fáu, ið ikki vórðu tiknir út
við lutakasti, teirra millum
herførararnir, vórðu valdir av
ráðnum. Embætismenninir
virkaðu vanliga í nevndum, og
fekst ikki semja vórðu avgerðir
tiknar við vanligum meiriluta.
Strangt eftirlit var við embætis-
monnunum, sum við embætislok
stóðu dómstólinum til svars fyri
embætisførsluna, og herundir
serstakliga umsitingina av
almennum pengum. Embætis-
menninir vóru løntir.
Ráð teirra fimmhundrað
Nógv tað týdningarmesta
embætisráðið var Ráð teirra
fimmhundrað, ið varð valt við
lutakasti á tann hátt, at hvør av
teimum tíggju landspørtunum,
sum Attika var býtt sundur í,
fekk tíggju limir í hesum
ráðnum.
Ráðið kom saman hvønn yrka-
dag, einar 250 ferðir um árið, og
fyrireikaði øll málini, ið skuldu
fyri fólkaráðið, hevði eftirlit við
embætismannaverkinum og
landsins fíggjarmálum og stóð
fyri verju- og uttanríkispolitikki-
num. Ráðslimirnir vóru løntir.
Beinleiðis ella óbeinleiðis
fólkastýri?
Vit hava nú í ógviliga stórum
drøgum lýst athenska fólkastýrið
Hví ikki lutakast
til løgtingið