fríggjadagur 18. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 13 - 18. januar 2008
Føroya Løgting viðgjørdi
eitt uppskot frá Vinnumála
ráðnum um stovnsetan av
eini granskarapark, sum
tíverri datt burtur, tá val
bleiv útskrivað. Marita Ras
mussen, stjóri í vinnuhúsi
num, Hans Pauli Joensen,
vararektari á Setrinum, og
Annika Sølvará, stjóri í
Granskingarráðnum, mæla
øll til at menna universi
tetið í Føroyum til altjóða
støði. Annika Sølvará legg
ur afturat “at satsast skal
eisini innan nýggj øki, og
her er ætlaða granskara
parkin eitt upplagt stað at
byrja”. Hesum sjónarmið
um taki eg fult undir við.
Endamál
Granskaraparkin skal vera
ein miðsavnandi karmur
fyri granskarar frá universi
tetum og privatum fyri
tøkum, sum kunna leiga
seg inn í granskaraparkina,
og gera brúk av hølum og
vísindaligum samstarvi,
umframt at kunna brúka
løgfrøðiliga og búskapar
liga íverksetararáðgeving í
granskaraparkini.
Endamálið við eini
granskarapark er soleiðis
at skapa eitt gott vitunar
umhvørvi, har nýggjar fyri
tøkur kunna mennast í tøtt
um samstarvi við
universitet, granskingar
stovnar og aðrar vitunar
fyritøkur. Hetta er eitt kent
og vælumtókt fyribrygdi í
fremstu OECDlondunum.
T.d. vóru 180 granskara
parkir nærhendis universi
tet í USA, Finnland hevði
22 og Danmark 7 gransk
araparkir í 2004. Kelda:
www.samband.is/files/
1173514707Benedikt.ppt.
Vit eru tí ikki tey fyrstu í
heiminum, men heldur eru
vit ímillum tey seinastu,
sum ætla at byggja eina
granskarapark. Ísland hev
ur t.d. nýliga latið gjørt
eina granskarapark á Akur
eyri, sum er samsvarandi
býarstødd við Tórshavnar
Kommunu.
Gransking mennir vinnu
Umframt gengransking
eftir lógini um Ílegusavnið,
er granskaraparkin ætlað at
menna brúk av biokunn
ing/kunningartøkni og
biotøkni/aligransking, men
onnur granskingarevni
kunna eisini staðsetast í
granskaraparkini.
Tílíkt arbeiði krevur góð
ar og framkomnar starvs
stovur umframt vanligar
skrivstovur og felagshøli til
granskarar og onnur starvs
fólk. Valið stendur ímillum
at geva granskingini góðar
karmar í Føroyum, ella at
granskingin framvegis eina
mest verður gjørd uttan
lands. Við hesari støðu
missir føroyska samfelagið
bæði vælútbúgving fólk,
vitunararbeiðspláss og
framtíðar vinnumøguleikar.
Almenn gransking og
vinnugransking
Granskaraparkin verður
opin fyri granskarum frá
Fróðskaparsetrinum og
øðrum granskingarstovn
um, sum her kunna fáa
munandi betri arbeiðsum
støður og vakstrarmøgu
leikar enn í verandi bygn
ingum.
Granskaraparkin kemur
ikki at forða menningini av
verandi granskingarstovn
um, men heldur tvørtur
ímóti. Við eini sterkari
granskarapark kann mun
andi størri ferð setast á
granskingina í Føroyum,
og hon kann gera at nógv
fleiri granskarar og nýggjar
fyritøkur kunna arbeiða og
mennast í Føroyum, bæði
innan gengransking og
innan onnur fakøki.
Granskaraparkin fer iva
leyst eisini at draga ein
part av okkara besta til
feingi heimaftur, teir
vællærdu serfrøðingarnar,
sum starvast uttanlands.
Almenn og privat
uppgáva
Hvat er ein almenn og hvat
er ein privat uppgáva broyt
ist við tíðini, og í okkara
tíð, er tað í alt størri mun
stuðul til gransking og
íverksetan, sum tørvar fyri
at menna okkum fram á
leiðina. Hetta hava tey skilt
í EU, sum so dyggiliga
stuðlar bæði almennari og
privatari gransking og
menning við nýggja
rammuprogramminum
FP7, umframt at EUlond
ini hvør í sær stuðla gransk
ing og menning í nógv
størri mun, enn vit gera tað
í Føroyum.
Niðurstøða
Granskaraparkin skal hava
góðar vakstrarmøguleikar,
og samstundis ikki liggja
ov langt frá universiteti og
øðrum vitunarstovnum.
Meinti nakar nakað við
Visjón 2015? Granskara
park nú! Hon kann vera 1.
byggistigið í menningini av
føroyskari gransking.
Ein maður, sum bert
hugsar um egnan persón
hoyrir ikki heima í
einum javnaðarflokki
Í Dimmalætting tann
16. Januar 2008 hevur
Heðin Mortensen eitt
lesarabræv, har hann
takkar fyri heilsanina
frá mær.
Lesarabrævið hevur veruliga fingið ilt í Heðin, tí
hann dittar sær m.a. at skuldseta undirritaða fyri at
øvunda okkara eldru.
Hetta er tó einki eindømi frá einum politikara, sum
alla politisku karrieru sína hevur hugsað um ein persón
og tað er seg sjálvan.
Føroya Arbeiðarafelag vil ikki hava kommununa at
endurtaka misstøk síni
Heðin Mortensen ger, honum líkt tað, at hann svarar
lesarabrævinum frá FA soleiðis at lesarin skal fáa tað
fatan, at Føroya Arbeiðarafelag ætlar at fáa
kommununa at endurtaka misstøk síni, og at tað er
øvundsjúka móti okkara eldru, sum hevur fingið
felagið at skriva lesarabræv.
Hetta er ein beinleiðis snaran av veruleikanum, tí tað
sum vit hava átala er, at Heðin Mortensen og
samgonga hansara í Tórshavnar Kommunu ikki vilja
viðgera eina umsókn á sakligum grundarlag, men
royna at forða Føroya Arbeiðarafelag at gera eina lítla
samanbygging av húsum felagsins, meðan kommunan
í øðrum førum gevur loyvi til bygging, sum beinleiðis
er í stríð við byggisamtyktina og at kommunan nakrar
fáar metrar frá ognum okkara byggir ein risabygning.
Heðin Mortensen veit væl, at hvørki undirritaða ella
limirnir í felag okkara øvunda teimum eldru, men
Heðini líkt, so brúkar hann hesa skuldseting í
lesarabrævi sínum, tí hann veit at hann ikki kann verja
seg við veruligum grundgevingum.
Heðin Mortensen vísir ongum aftur
Heðin Mortensen vísir tó í veruleikanum ikki aftur
nøkrum av tí, sum eg vegna felagið havi víst á í
sambandi við málsviðgerð hansara.
Heðin veit, at hann hevur lovað Føroya Arbeiðara
felag at fáa avgreitt umsókn okkara, og hann veit, at
tað var hann sjálvur, sum m. a. bað okkum um at søkja
um at broyta byggisamtyktina, tí byggisamtyktin
kortini skuldi broytast, nú kommunan skuldi byggja út
Tjarnargarð, og hann sum bað okkum leggja matrikul
nr. sama vit kundi hildi áfram.
Sum vanligt er hetta tó bert tóm orð, hjá einum
politikara, sum tykist at tosa øllum eftir munninum,
men sum tá tað kemur til stykkið ikki kann halda tey
lyfti hann gevur.
Alment roynir Heðin at síggja út sum tann ábyrgdar
fulli politikarin, sum vil verja vanliga borgaran í landi
okkara, so sæst at Heðin als ikki raðfestir tey gomlum,
veiku og børnini frammalaga. Sum dømi síggja vit, at
Heðin hevur tikið stig til stadion til frælsan ítrótt við
ringvegin, alt gott um tað, men hvussu er við
børnunum í barnagarðinum skamt har frá, sum mistu
allan hava sín, og sum so at siga ongan garð hava at
spæla í uttanum barnagarðin? Her hevur Heðin ikki
tikið hædd fyri teimum sera óhepnum avleiðingum fyri
bæði børn og starvsfólk, sum nú hava skerdar
møguleikar at virka í dagligdegnum, men tað tykist
Heðin ikki at taka sær av.
Veljarin eigur at kenna hvør er veruligt
javnaðarfólk og hvør kemur á politiskan lista bert
fyri at royna at fáa makt
Greitt man vera fyri flest øllum veljarum, at ein
maður, sum rennur frá einum flokki til annan, ikki
hevur nakra politiska hugsjón.
Tí eigur veljarin at duga at skilja millum verulig
javnaðarumboð og teir persónur, sum bert stilla upp á
tí lista, har tað tænir teimum best, og tíverri mugu vit
ásanna, at Heðin er hesin seinnu.
Eg taki undur við veruligum javnaðarpolitikki og
teimum valevnum, sum umboða hendan politikk, men
eg haldi ikki tað er rætt, at stilla upp á javnaðarlista, tá
ein ikki hevur nakra javnaðarhugsjón.
Tórshavn, tann 17.01.2008
Ingeborg Vinther
Føroya arbeið
araFelag
M.Sc. Ph.D., Gransk
ingarleiðari á
Fiskaaling
Hannes
gislason
Granskarapark nú!
Í Dimmu 11.januar var
greinastubbi um ymsu
flokkarnar nú tað stundar
til vali.
Greinastubbin um Sjálv
stýrisflokkin var ein long
útspilling av formanni
Sjálvstýrisflokksins, Kára
P. Højgaard.
Vísandi til at Dimma so
hátíðarliga undir slagorði
num “burtur við tøgn
mentanini”, til tíðir letst
vilja hava eitt breiðari
orðaskifti, og at vit ikki bert
skulu tiga tá rímuligt er at
siga so loyvið eg mær við
vanda fyri aftur at enda í
Leiðaranum í Dimmu, at
gera viðmerkingar til
nevnda greinastubba.
Sakligheit heldur enn
persónliga útspilling
Tað er í lagi at journalistar
ikki hava serligan tokka til
ávísar flokkar ella persón
ar, men eiga teir ikki at lata
síni persónligu áhugamál
fara í sjálvsving í grein,
sum gevur seg út fyri at
vera ein saklig analysa.
Hetta hevur eisini týdning
um miðulin sjálvur skal
takast í álvara sum ein
seriøsur, óheftur miðil.
Tað var eisini rímuligt
um Dimma hevði gjørt sítt
heimaarbeiði og gav saklig
heit, heldur enn persónliga
útspilling fyrstaplássi.
Stór framgongd
Dimma skrivar at leingi sá
út til at Sjálvstýrisflokkurin
við Kára P. Højgaard sum
formanni, fór at doyggja
út. Rætt er tað at leingi
hevur skútan ligið tungt í
sjógvinum, men Dimma
tykist gloyma at tað er við
Kára P. Højgaard handan
rórið, at stór tilgongd er av
nýggjum dugnaligum val
evnum, sum í felag gera at
Sjálvstýrisflokkurin stend
ur til stóra framgongd!
Dimma skrivar at stevnu
skrá flokksins er góð, og
millum annað byggir á
andsfrælsi, Sjálvstýri, og
kristnu siðalæruna.
Ì geinini verður Kári P.
Højgaard lagdur undir at
vera ein konservativur
kristin afturhaldsmaður,
sum forðar liberalum ands
frælsi og Sjálvstýrið, er
dekan og næsadjarvt av
Dimmu.
Tvørtur ímóti havið eg
stóra virðing fyri hvussu
væl formaðurin hevur duga
at samansjóða síni kristnu
virðir og Sjálvstýrishug
sjónina. Tað er møguligt at
Dimma ynskir at forbjóða
kristnum at hava eina
meining, tað hava tit rætt
til, men hetta vil Sjálv
stýrisflokkurin ikki.
Onga meining- men
sjálvstøðuga hugsan- ella?
Dimma heldur síðan uppá
at formaðurin onga mein
ing hevur um nakað sum
helst, tí hann atkvøddi
blankt fyri einum meinings
leysum missálitisuppskoti
hjá Tjóðveldisflokkinum á
løgmann. Hetta var gjørt tá
øll vóru vitandi um at
stórur meiriluti var fyri
løgmanni, og uppskoti tí
tann beri glantrileikur.
Tað tykist ikki sum at
Dimma minnist, at tá Kári
P. Højgaard setti framm
misálitisuppskot á fiski
málaráharran, grunda á
niðurstøðu hjá einari
samdari landsstýrismála
nevnd tá atkvøddi allir
Tinglimir Tjóðveldisflokk
sins, saman við Miðflokki
num blankt, og hava har
við givið loyvi til at fisiki
málaráði ikki hevur fyri
neyðugni at tryggja at
útlendingar ikki kunnu
eiga meir enn 33% av
føroyska fiskiflotanum.
Sjálvstýrisflokkurin
gongur undan
Stór broyting! Nú gongur
Sjálvstýrisflokkurin undan
legði sum tann fyrsti rokn
skap fram, og torir sum
tann einasti at siga sína
meining um Sandoyar
tunnilin.
Góða Dimma!
Hetta er alt púra rætt,
men her haltar eitthvørt.
Var tað ikki formaður
Sjálvstýrisflokksins, við
ongari meining, sum tann
einasti Tinglimur, ið
atkvøddi í móti uppskoti
num um Sandoyartunnil?
Er tað ikki formaðurin,
Kári P. Højgaard sum
hevur tikið avgerð um at
leggja framm roknskap
flokksins?
Ikki skal eg her ramsa
upp hvat formaðurin hevur
avrika, men hetta duga tit
sum dugnalig fjølmiðlafólk
sjálvið at finna fram um
tit vilja!
Eg skilji væl at Dimma
óttast formann flokksins,
serliga tá formaðurin tykist
at hava tær dygdir sum
greinaskrivarin sigur
mangla. Soleiðis tykist
greinastubbin meira verða
ein tilætla niðurgerð av
formanninum kanska fyri
at støðga tilgongdina til
flokkin
Í Sjálvstýrisflokkinum
hava vit bæði ands og
hugsunarfrælsi og hetta
ætlað vit eisini at gera nýtslu
av uttanflokka einsvæl og
innanflokka, líkamikið hvør
formaðurin er.
Vónandi kann Dimma,
við tíðini seta sær sjálvum
somu krøv, sum verða
kravd av øðrum.
Dimma farin undir polittiska
útspilling av Kára P. Højgaard?
Form. Norðoya
Sjálvstýrisfelag
Jan asbJørn
son Joensen
viðmerkingar