fríggjadagur 18. januar 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 13 - 18. januar 2008 ]
Manchester skorar og
skjýtur mest
Hagtøl fyri ensku
Premier League vísa,
at Manchester United
er lið, sum hevur
málsóknasta spælið
Fótbóltur
Jákup Mørk
Jakup@sosialurin.fo
Manchester United er ikki
bara liðið, sum skorar mest
í ensku Premier League.
Seinast hagtølini frá Opta
Stats geva nevnliga reyðu
viðhaldsfólkunum nógv at
reypa
um.
Manchester
United er nevnliga liðið,
sum hevur flestu royndirnar
móti
mótstøðumálinum,
flestu royndirnar, ið raka
málið og so eiga teir
sjálvandi
eisini
besta
málskjúttan higar til hetta
kappingarárið.
Nevnliga
Cristiano Ronaldo. Og sum
um tað ikki var nóg mikið,
so er Ronaldo eisini tann
spælarin,
ið
við
99
renningum við bóltinum
hevur
havt
flestu
driblingarnar.
Hagtølini
fevna
um
alskyns kynstur á vøllinum.
Soleiðis
vita
hagfrøðingarnir hjá Opta
Stats at siga, at Ronaldo er
ídnasti skjúttin við 65
royndum móti málinum.
Francesc
Fabregas
úr
Arsenal er spælarin, sum
dugir
best
at
finna
viðspælararnar, og Nigel
Reo Cooker úr Aston Villa
hevur 104 tacklingar á tí
listanum. David Bentley úr
Blackburn hevur sent ikki
færri enn 240 bóltar innfyri,
og Emmanuel Adebayor úr
Arsenal
hevur
verið
rangstaddur 41 ferðir. Ikki
heilt óvæntað er Alan Smith
úr Newcastle tann spælarin,
ið
hevur
framt
flestu
fríspørkini (58), tó at liðið,
sum toppar frísparkslistan,
er Blackburn við 337 av
slagnum.
Talvurnar her á síðuni
sýna nøkur av teimum
hagtølum, ið Opta Stats
hevur gjørt fyri Premier
League
higar
til
hetta
kappingarárið.
Altjóða góðkenningin
av ovara vølli í Havn
fevnir eisini um lands
dystir. Men hetta er
neyvan aktuelt hjá
Alandsliðnum fyrstu
tvey árini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við altjóða góðkenningini,
sum ovari vøllur fekk í gjár,
hava Føroyar nú tríggjar
vøllir á listanum yvir vøllir,
sum kunnu nýtast til fót
bóltslandsdystir.
Tað vil siga, at tað í
prinsippinum ikki er nøkur
forðing, fyri at heimadystir
hjá føroysku landsliðunum
kunnu spælast á vøllinum.
Tað er eitt mál, sum als
ikki hevur verið til umrøðu
hjá okkum enn. Men tað
ber væl til at ímynda sær, at
dystir hjá onkrum av yngru
landsliðunum
nú
verða
spældir har, sigur Ísak
Mikladal,
aðalskrivari
í
FSF.
Hvat viðvíkur Alands
liðnum, so er tann spurning
urin ikki serliga aktuellur í
løtuni.
Vanliga
manna
gongdin er tann, at vit frá
boða FIFA, hvørjar vøllir
vit hava tøkar til okkara
heimadystir, longu tá kapp
ingarskráin verður løgd. Tá
hetta varð gjørt til komandi
undankapping, høvdu vit
bara tveir vøllir við altjóða
góðkenning, so á listanum
til dystirnar fyri 2008 og
2009 standa bara Svanga
skarð og Tórsvøllur.
Um talan í framtíðini
verður um at spæla dystir á
ovara vølli, dugi eg als ikki
at siga. Tað er so nakað,
sum skal takast upp av
nevndini hjá FSF. Men er
talan um undankappingar
dystir, so er hetta neyvan
aktuelt, fyrr enn farið verð
ur undir fyrireikingarnar til
undankappingina til EM í
2012.
Fevnir eisini
um lands
dystir
Kall stuðlar inniróðrinum
Havnar Róðrarfelag og Kall hava gjørt stuðulsavtalu um
komandi FMkappingina í inniróðri. Hendan verður tann
16. februar, og fer kappingin nú at bera heitið, Kall
kappingin. Á www.drekin.fo, sum er heimasíðan hjá
Havnar Róðrarfelag, ber nú til at tekna seg til kappingina,
ið verður skipað í fleiri aldurs og vektbólkum, eins og
liðkapping eisini er á skránni.
Hálvfinalur í komandi viku
Klokkutíðir eru nú settar á, nær hálvfinalurnar í CocaCola
kappingini hjá monnum og kvinnum verða spældar. Hjá
kvinnunum spæla VBStjørnan komandi mikukvøld klokkan 18,
og hóskvøldið verður so dystur millum Tjaldur og Kyndil klokkan
18.30. Hjá monnum er dystur millum StÍF og Kyndil II
mikukvøldið klokkan 18.30. Hósdagin spæla H71 og Kyndil, og
byrjar tann dysturin klokkan 20.00
Málverjar
Lið
Bjargingar Bjarg/skot
Hahnemann
Reading
89
65%
James
Portsmouth
80
78%
Friedel
Blackburn
69
70%
Niemi
Fulham
65
68%
Green
West Ham
64
76%
Tackarar
Lið
Tacklingar Væleydnaðar
ReoCoker
Aston Villa
104
78%
Clichy
Arsenal
95
84%
Mascherano
Liverpool
91
74%
Malbranque
Tottenham
83
81%
Muamba
Birmingham 83
71%
Avleverar
Lið
Avlev.
Neyvleiki
Fabregas
Arsenal
1204
80%
Hamann
Man City
1038
83%
Flamini
Arsenal
1030
86%
Clichy
Arsenal
1020
82%
Ferdinand
Man Utd
958
85%
Málskjúttar
Lið
Mál
Mál/skot
Ronaldo
Man Utd
16
25%
Adebayor
Arsenal
13
24%
Torres
Liverpool
11
19%
Anelka
Chelsea/Bolton
10
23%
Keane
Tottenham
10
22%
Lið
Mál
Skot
Á málið
Neyvleiki
Rættar avlev.
Arsenal
43
265
116
44%
8507
Aston Villa
40
241
105
44%
4422
Birmingham
23
184
81
44%
4198
Blackburn
30
247
109
44%
5870
Bolton
24
182
77
42%
4761
Chelsea
35
258
105
41%
8208
Derby
10
171
63
37%
4858
Everton
38
214
103
48%
4636
Fulham
23
208
92
44%
4059
Liverpool
35
318
129
41%
7019
Man City
29
186
84
45%
6562
Man Utd
44
320
152
48%
8209
Middlesbrough 19
203
84
41%
5323
Newcastle
27
214
92
43%
5399
Portsmouth
31
251
103
41%
5172
Reading
30
196
79
40%
3737
Sunderland
22
209
82
39%
5252
Tottenham
42
247
105
43%
6655
West Ham
27
222
87
39%
5387
Wigan
22
195
69
35%
4671
Bad Boys
Lið
Fríspørk
Gult k.
Reytt k.
Stig
Smith
Newcastle
58
7
1
85
ReoCoker
Aston Villa
53
7
1
80
Cole
West Ham
53
7
0
74
Tað er als ikki óhugsandi, at ovari vøllur í Gundadali eisini fer
at leggja graslíki til onkran landsdyst komandi tíðina
Hann driblar, skjýtur og
skorar. Cristiano Ronaldo
er higar til mest málsókni
spælarin í ensku Premier
League
Mynd: Polfoto/AP