fríggjadagur 18. januar 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2008
37
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Skúla- og útbúgvingarskip-
anirnar í Føroyum hava í
stóran mun havt støði í
donskum skipanum. Soleið-
is er eisini við yrkisútbúgv-
ingarskipanini. Lagið
hevur mangan verið, at
dagføringar av
skúlaskipanum í Føroyum
eru gjørdar langt aftaná, at
samsvarandi danskar
skipanir eru broyttar. Held-
ur ikki her er yrkisútbúgv-
ingar-skipanin nakað
undantak.
Soleiðis er eisini við
maskinmeistara-
útbúgvingini. Vit hava ein
hóp av maskinmeistarum
við drúgvum royndum íð
ikki hava heimildir
samsvarandi teimum í
grannalondum okkara. Her
er tørvur á kunngerðum, so
at hesir dugnaligu hendur
kunnu fáa seg royndar á
sama støði sum í granna-
londum.
Maskinmeistaraútbúgvin
íð varð, hevði víðari heim-
ildir enn loyvt er í dag. Ein
skiftisskipan eigur at verða
loyvd, so at okkara dugnar-
ligu maskinmenn hava
sama møguleika sum teir í
grannalondum okkara sum
í ávísan mun eisini eru
fevndir av skiftisskipanum.
Lat okkum vísa okkara
siglandi fólki, at
møguleikar við føroyskum
prógvum eru minst líka
góðir sum í grannalondum
okkara - helst betur. Sum
flest vita, er
frálandavinnan munandi
ment síðstu árini og skulu
vit dúva uppá okkara egnu
maskinfólk og yvirmenn –
so skulu tey eisini hava
somu møguleikar sum tey
í grannalondum okkara
sum eru fevnd av
skiftisskipanum í ávísan
mun.
Víðkaðar heimildir hjá maskinmonnum
Fólkaflokkurin
Rodmund nielsen
Val
Lokal áhugamál hava alt
ov leingi forðað fyri einum
neyðugum kjaki um, hvat
er best fyri landið sum
heild. Høvuðstaðurin er
drívmegin í føroyska sam-
felagnum, og hetta eiga vit
at gagnnýta og stimbra
heldur enn at royna at
forða tí.
Høvuðstaðurin er og
verður ein natúrligur mið-
depil í Føroyum og í heim-
inum
Kappingin innanlands er
ein beinleiðis forðing fyri
kappingarførinum í
alheimstilgongdini.
Høvuðstaðurin skal
mennast til ein kraftdepil,
sum skal skapa vøkstur í
øllum landinum.
Høvuðstaðurin skal vera
ein metropolur, ið lokkar
útlendskar íløgur og vinnu-
lív til Føroya
Samfelagið skal effekt-
iviserast við at miðsavna
heldur enn at spjaða
Um stutta tíð búgva 50%
av ungum føroyingum í
høvuðstaðnum
Tað er ikki longur bara
ein spurningur um at
menna útjaðarin í Føroy-
um, men um at menna Før-
oyar og yvirliva sum tjóð.
Tórshavn vitin og varðin
Fólkaflokkurin
Poul michelsen
Val
Ingeborg Vinther spyr um
javnaðarflokkurin vil
leggja navn til politikkin
hjá Heðin Mortensen.
Eg veit eitt sindur um
byggimálið ið skrivað
verður um í dimmalætting
tann 14. januar, og eg taki
fult undir við greinini sum
Ingeborg skrivar.
Tað verða nógv frávik
givin til byggiloyvir í
kommununi.
Býráðið hevur broytt
byggisamtyktina fyri at
kommunan sjálv kann
byggja ávísar byggningar,
og tí dugi eg ikki at skilja,
hví kommunan hevur so
nógv ímóti at Føroya
Arbeiðafelag byggir tvær
ognir saman á stóra
grundøkinum, sum felagið
eigur við Stoffalág 17.
Eitt kann eg siga tær
Ingeborg , eg haldi at
Heðin Mortensen kundi
líka so gott verið limur í
Tjóðveldinum, Fólkaflokk-
inum, Sjálvstýrisflokkin-
um. Miðflokkinum ella
Miðnámsflokkinum. Tað
sum er fremst í huganum
hjá Heðin Mortensen er,
hvar hann sjálvur kann fáa
mest burturúr, tað sóu vit
tá sitandi samgonga í
býráðnum varð skipað.
Lat Javnaðarflokkin eiga
handan politiska orðloys-
ingin, eg rokni ikki við at
aðrir flokkar vilja hava
hann.
Ingeborg Vinther forkvinna í Føroya Arbeiðara
felag, Javnaðarflokkurin og Heðin Mortensen
Sambandsflokkurin
høgni mikkelsen
Val
Menniskjað og náttúran
eru treytað av hvørjum øðr-
um, og vit mugu gera eina
sannførandi íløgu í at verja
tað samanspælið. Miðvísa
arbeiði fyri umhvørvinum
er í dag ein stór avbjóðing,
tí uttan reina luft, reint
hava og vatn og óspilta nátt-
úru er lívsgrundarlag okk-
ara hótt á øllum økjum, og
tí skal spurningurin um
umhvørvi ræðfestast høkt.
Øll droyma vit um eina
betri framtíð, men vit mugu
ongantíð gloyma at tað er
ikki nóg mikið við dreym-
um. Frælsi og samhugi
mugu ganga lið um lið tá
talan er um umhvørvi.
Umhvørvisspurningarnir
mugu ræðfestast hægri í
politisku skipanini, og tí
kann tað ikki verða nakar
ivi um: at tað skal vera
góður politikkur at tryggja
umhvørvi – nú og í
framtíðini.
Neyðugt er at hvør ein-
stakur tekur í egnan barm,
og gerast tilvitaði um
støðuna.
Umhvørvi
Fólkaflokkurin
Rodmund nielsen
Val
Politikkur er at raðfesta og
taka avgerðir. Vit eiga kom-
andi 4 árini at raðfesta
gransking av okkara vinn-
um, bæði á sjógvi og landi.
Á henda hátt menna okkara
vinnumøguleikar í framtíð-
ini. Hetta er sera umráð-
andi fyri, at vit kunnu
skapa okkum møguleikar
fyri framhaldandi vøkstri
og menning av okkara væl-
ferðarsamfelagi.
Grundleggjandi er, at
vinnumøguleikar verða
skaptir, tí skulu vit raðfesta
íverksetan. Raðfesta gransk-
ing av okkara høvuðsvinnu.
Raðfesta møguleikar og
karmar fyri nýggjum vinn-
um, og eggja fólki okkara til
at gerast partur av teimum,
sum skapa og byggja, held-
ur enn at misrøkja og bróta
niður.
Vit hava brúk fyri øllum,
eingin er eins. Tí er eisini
so sera umráðandi, at vit
øll eru um at lyfta og
menna samfelagið.
Góði veljari, set tín x við
Heðin Zachariasen á lista
A og fá eitt umboð, sum
umboðar allar Føroyar.
Politikkur og raðfesting
Fólkaflokkurin
heðin zachaRiassen
Val
Eftir at eg havi verið við til
nakrar valfundir, og upp-
livað stríðið frá einum
øðrum vinkli enn áður, eg
vóni ikki veljarin letur seg
lumpa av tí sirkusi, sum vit
uppliva, tveir av okkara
størstu flokkum koyra runt
um oyggjarnar og billa
fólki inn, at bert teir kunnu
stýra Føroya landi.
Eg havi skilt, hvussu gott
og umráðandi tað er, at
koma inn á ting at sita, tað
rokni eg við, at øll í Føroy-
um síggja. Á valfundum
sum eg havi verið á, eru
nógv boð uppá hvat skal
gerast, skúlar, ellisheim,
orkusparingar, tunnlar,
flogvøllir, og mangt mangt
annað, alt hetta kostar nógv-
an pening, blokkurin skal
eisini skerast niður til onki,
væl duga teir at framføra
seg, og at raðfesta, hvussu
alt Føroyar skal útbyggjast,
tað verður lítið tosað um,
hvar peningurin skal koma
frá, men tað hevur kanska
ongan týdning, tað sum
umræður nú, er at fáa tína
stemmu og koma inn um
tingsins gátt, so verður
friður í trý ár, og so
endurtekur tað seg, alt tað
sum vit nú uppliva, eg havi
roynt at vísa á nógvar skeiv-
leikar, serliga við okkara
fiskivinnu, sum eg meti, er
tað hon sum skal gera at
vit í Føroyum kunnu klára
okkum sum tjóð, nú leygar-
dagin kemur so avgerðin,
mín vón er at føroyingurin
ikki letur seg ávirka av
førda sirkus-spæli, um hesir
hava gjørt so nógv gott fyri
okkum, so skuldi ikki verið
neyðugt at farið út og billa
føroyinginum nakað inn,
sum onki hevur við veru-
leikan at gera.
Tú sum veljari kann
broyta gongdini við tíni
stemmu. Eg vóni eftir valið
at síggja nýtt fólk mannað
okkara ting. Í Miðflokkin-
um eru vit nógvir góðir
mans og kvinnur, sum sakt-
ans kunnu taka okkum av
hesi uppgávu.
Gott val.
Val og valstríð
Miðflokkurin
sigmund andReasen
Val
Nú flestu flokkar lova at
leingja barnsburðarfarloyv-
ið uppí eitt ár, skuldi tað so
gott sum verið í pottinum.
Men, tá nýggja løgtingið
fer at broyta lógina um
barnburðarfarloyvi, er tað
sera umráðandi, at vit gera
skipanina flexibla, so
foreldur sjálvi kunnu velja,
hvussu tey vilja leggja
farloyvið við løn til rættis.
Skipanin eigur at verða
broytt soleiðis, at foreldrini
kunnu leggja sær barns-
burðarfarloyvið til rættis
við parttíð yvir longri
tíðarskeið – ynskja tey og
hóvar tað teimum best.
Flex-farloyvi vil eg
fyribils kalla hugtakið,
sum er við í okkara valkrá.
(Heiti á orðasmið at finna
eitt gott føroyskt orð)
Flexfarloyvi við barnsburð
Tjóðveldi
bjøRt samulesen
Val