fríggjadagur 18. januar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2008
7
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Eg havi í valstríðnum ført
fram, at størsta forðingin
fyri framburði á sjálvstýris
leið er fatanin, at tað eru
bert tveir møguleikar ann
aðhvørt samband ella full
veldi.
Sambandflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin, sum í
hesum døgum eru á
sjarmuferð saman kring
landið, hava megnað at
fryst hesa støðu so fasta í
føroyskum politikki, at
oyðimarkargongdin helst
fer at halda fram í eini 100
ár afturat.
Farna valskeið hevur
prógvað, at tað finst ein
triði vegur. Tann hóvligi
vegurin, har yvirtøkur
verða framdar í góðum
samsvari við búskapin og
við fólkið, og har sjálvsav
gerðarrættur Føroya verður
virdur, vardur og styrktur.
Við yvirtøkulógini hava vit
fingið neyðuga amboðið.
Javnaðarflokkurin hevur
prógvað, at tað ber til at
ganga hesa leið – og at
koma á mál.
Eydnast tann triðja kósin
– so hava Sambandsflokk
urin og Tjóðveldisflokkurin
helst útspælt sín leiklut í
føroyskum politikki, og tí
eru teir farnir í valstríð
saman, fyri at fyribyrgja, at
tað hendir.
Eg vóni, at veljarin
gevur hesum veruleika
gætur, tá ið krossurin skal
setast leygardagin.
Øll stig á sjálvstýrisleið
eru tikin av javnaðarflokk
inum. Og so verður eisini í
framtíðini.
Eitt samfelag, sum
strembar eftir at verða
sjálvbjargið, er eitt sterkt
samfelag.
Tann triði vegurin – og tann gongda leiðin
Javnaðaflokkurin
helena dam
á neystabø
Val
Vælferðarsamfelagið er
treytað av ábyrgdarfullum
búskaparpolitikki. Málið
við búskaparpolitikki Javn
aðarfloksins er at tryggja
búskaparvøkstur, vinnuni
greiðar karmar og øllum
somu møguleikar.
Hóast framgongd í sam
felagnum, eru tað nøkur
dimm skýggj í sjónarring
inum. Tey boða frá, at álvar
samt ólag er komið á fólk
asamansetingina. Tað eru í
dag 2.000 færri kvinnur
enn menn í aldrinum mill
um 24 og 39 ár. Gera vit
einki, so verða tað kanska
3.000 færri ungar kvinnur
um fá ár. Hetta eru tøl so
stór sum ein náttúruvan
lukka.
Ein stakur uppihaldari,
sum vil útbúgva seg og
brúka sína útbúgving og
sín førleika, hevur ongan
møguleika at fáa endarnar
at røkka saman, tá ið húsa
leiga, el, olja, stovnsplásss
og skattur er goldin. Als
ongan! Sjálvt hjá ungari
familju er tað nærum ógjør
ligt. Millum annað tí velja
serliga ungar kvinnur at
flyta av landinum.
Gongdin kann bert broyt
ast, um vit velja at gera
Føroyar áhugaverdar at
búgva í hjá okkara unga
fólki, og laga okkara
skipanir til broytt
familjumynstur.
Tí fari eg at
virka fyri:
• Dupultum lestrarstuðli til
einsamallar uppihaldarar
• 12 mánaða barsilskipan –
sum eisini pápar fáa lut í
• At bústaðarpakkin verður
settur í verk beinan vegin
• At lætt verður um hjá
barnafamiljum
Vælferðarsamfelag og
ein sterkur búskapur
Javnaðaflokkurin
helena dam
á neystabø
Val
Heilsuverkið er ómissandi
karmur um vælferðarsam
felagið, og tað er umráð
andi at gera íløgur í heilsu
verk, at veita viðgerðar
trygd og ikki minst at
menna heilsustarvsfólkið.
Nýta vit møguleikarnar
at gera heilsuverkið til eitt
gróðrarríkt granskingarøki,
so vendist kósin frá tapara
kós til vinnarakós.
Fólkaskúlin er vælferðar
vøggan og grundstøðið
undir øllum samfelagsskip
anum. Umframt ein miðvís
an eftirútbúgvingarpolitikk
skal læraraútbúgvingin upp
á masterstig. Og gransking
in, hon skal í gongd nú.
Íøga í starvsfólkið
Virðismiklasta tilfeingið í
øllum samfelagsskipanum
er starvsfólkið. Í alt ov
mong ár hevur týdningurin
av starvsfólkamenning og
starvsfólkarøkt verið undir
mettur í heilsuverkinum og
í undirvísingarverkinum.
Verður henda íløga rað
fest høgt – koma framstig
ini og ábøturnar heilt av
sær sjálvum.
Tíðin er komin til tess.
Heilsuverkið og Skúlaverkið
skal raðfestast
Javnaðaflokkurin
helena dam
á neystabø
Val
Tað er bert ein grund til at:
• Føroyar eru til, og at
føroyingar eru eitt fólk.
Tað er mentanararvurin
og føroyska málið. Skulu
vit framhaldandi vera eitt
land og eitt fólk, so
verður tað bert eitt ríkt
mentanarlív eins og ein
hollur málsligur førleiki,
sum kann tryggja, at so
verður.
Tað verður ongantíð veru
lig:
• vælferð, har sum ment
anarloysi ræður.
Ongantíð áður hevur tað
verið so sannheit sum nú.
Kanska loysir tað seg
ikki í fyrstu syftu – tað
sum okkara lista og
mentafólk avrika. Men
vit kunnu vera vís í, at
sleppa tey einki at av
rika, so er tjóðin stein
deyð.
Tí fari eg at virka fyri at:
• Mentunargrunnurin verð
ur tvífaldaður
• Tjóðpallur Føroya fæst at
virka
• Skapandi listarfólk fær
neyðugar fakligar, fyrisit
ingarligar og fíggjarligar
karmar.
Við vón um at tygum í
hesum valdysti hava fingið
eina mynd av ætlanum mín
um og Javnaðarfloksins
fari eg at ynskja øllum
Føroya fólki eitt gott val.
Ein framsókin
mentunarpolitikkur
Javnaðaflokkurin
helena dam
á neystabø
Val
Nú veit eg væl, at man skal
vara seg fyri at hava hugs
anir um mál, sum partarnir
á arbeiðsmarknaðinum
skulu loysa í sínámillum
samráðingum. Í einum
samansettum og kompleks
um samfelag, eru viður
skiftini ofta tengd saman
kortini.
Eg haldi, at tann polit
iska skipanin kann loyva
sær at boða frá, at hon held
ur tað vera eitt gott
hugskot, um partarnir á
arbeiðsmarknaðinum fara
undir at samráðast um eina
fastlønarskipan í
fiskiídnaðinum.
Skal tað eydnast, er
óivað neyðugt at førleika
menna arbeiðsmegina, og í
tí sambandinum er tað, at
tað almenna kann og skal
geva sítt íkast, og skipa
fyri neyðugari førleika
menning, so at vit fáa loyst
hetta fyri tann føroyska
arbeiðsmarknaðin so
týðandi mál.
Hóast vánaligt hagtals
grundarlag í Føroyum, so
hevur Samtak boðað frá, at
ein meðalinntøka hjá
flakakvinnu í Føroyum í
dag er 8.000 kr um mán
aðin. Er hetta einasta
inntøkan hjá húskinum, so
liggur hon langt undir
hungursmarkinum – sum
vit bara ikki hava ásett.
Tað liggja stórar
uppgávur fyri framman hjá
einum samhaldsføstum
Javnaðarflokki at bøta um
hesi kor, og at minka um
stættargjónna. Hesar
kvinnur eru ein av grund
stuðlunum í høvuðsvinnu
okkara. Og henda stættin
hevur meira enn nøkur
onnur stætt uppborið trygg
livikor.
Eg havi í valstríðnum
greitt frá, at spurningarnir
um ein ov heitan búskap
og um útlendska
arbeiðsmegi hanga saman,
og mugu loysast við atliti
hvørt at øðrum. Er
búskapurin ov heitur, má
man annaðhvørt minka um
ferðina við at tálma
almennum íløgum, ella
innflyta útlendska
arbeiðsmegi. Tað ber ikki
til at gera hvørki!
Semjast partarnir um
eina fastlønarskipan,
verður tað munandi lættari
at fáa í lag avtalur um at
loyva útlendska arbeiðs
megi til Føroyar.
Fastlønarskipan í fiskiídnaðinum
Javnaðarflokkurin
helena dam á
neystabø
Val