Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 13 - 18. januar 2008 - Um vit hava fylgt við valstríðnum? Noy, galø. Har er einki sum hevur okkara áhuga. Eg haldi, at politikkararnir næstan hava gloymt okkum. Teir tosa bara um skúlar, tunlar og sjúkrahús – og so eitt løgið postkort. Nær hevur tú hoyrt nakran teirra nevna útróðrarmannin við einum einasta orði?! Egnarar Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Høgni Thomsen Stengurnar, Klaksvík: - Bjørn er ein góður maður. Hann er bara í skeivum flokki! Egnararnir her á Stongun- um fingu serstaka vitjan seinnapartin í gjár. Eingin minni enn teirra maður í landsstýrinum, fiskimála- ráðharrin sjálvur kom á vitj- an. Sum skilst hevur hann verið teimum ein góður tals- maður, og teir hava hug at geva honum eitt fýra ára skeið aftrat. Men tann sum skal umsita fíggjarmál í næstu samgong- uni, hann fær ein verri post. - Vit hoyra um kreppuna í USA, og tá plagar at ganga eini tvey ár, so merkja vit tað eisini. Og vit hava langt síðani rokna út, hvør skal gjalda fyri ta kreppuna: Tað verða vit! - Verða tað ringar tíðir, so má alt fylgja við. Og verður minni fiskur at fáa, so rakar tað eisini útróðrarmannin. Er minni fiskur, so má hann arbeiða meiri. So einfalt er tað, sigur ein teirra. Politiska tjakið gongur væl millum egnararnar í skúrunum. Teir eru samdir um, at hetta verður eitt spennandi val – eisini í Norðoyggjum. - Tað er so púra vist, at um vit ikki velja menninar her norðuri, so verður ein skjótur endi. Er tað ikki so?!, sigur ein eldri maður. Hinir í skúrinum nikka samtykkjandi. Eitt valdømi hevur eisini týdning fyri nakrar egnarar í Klaksvík. Sleppa undan at arbeiða Streymurin er av tí allar- besta í løtuni, og hetta ger at nógv virksemi er í teim- um mongu egningarskúru- num her á Stongunum. Nógvir mans eru og egna hesa løtuna. Fyrr vóru nógv- ir smádreingir sum vunnu sær nøkur oyru við at egna, men í dag er øðrvísi: Miðal- aldurin teirra er høgur, og einki tykist benda á, at hann fer at lækka við tað fyrsta. Í trimum av egningarskúr- unum var bert tann eini skúladrongurin í ferð við at egna sín stamp. - Eg veit ikki, hví tað er so. Men tað er púra ómøgu- ligt at fáa ungar dreingir ella gentur sum egnarar, sig- ur tann eini maðurin. Ein annar er skjótur at svara: - Ja, man skuldi trúð, at teir burdu verið glaðir um at fáa nakrar krónur fyri at egna nakrar stampar eftir skúlatíð.- Tja, kanska er orsøkin hon, at fólk hava tað ov gott. Tað er so nógvur peningur millum fólk, at børnini bara biðja foreldrini um pengar. At gera soleiðis er so nógv lættari, enn at arbeiða fyri tí sjálvur. - Ja, børnini verða simpelt- hen lærd ikki at arbeiða. Eg haldi, at fótbólturin hevur fingið alt ov nógv at siga millum tey, sigur ein annar avgjørdur á málinum. Fyri egnararnar á Stongu- num er einfalt og skjótt at fáa eyga á ta góðu fíggjar- ligu støðuna í føroyska sam- felagnum. Í teirra hugaheimi er tað helst so, at talið av egnarum og aldur teirra er besta barometrið fyri, hvussu støðan veruliga er í samfelagnum. - Tað hava mangan verið fleiri yngri egnarar enn nú! Skrivstova ella egnari Eitt er, at hesir ídnu egnar- arnir ikki fáa eygu á nakra kreppu. Sambært teimum hava politikkararnir heldur ikki gjørt tað. Teir hugsa bara um dagin í dag, og einki um at leggja niðurfyri til verri tíðir. - Teir tosa bara um at byggja út, byggja nýtt og bora hol. Nær tosa teir um útróðurin og tey korini sum vit liva undir hvønn einasta dag? Tað er í øllum førum langt millum! - Er tað kanska skrivstovu- kvinnan í Kontórshavn sum heldur landinum uppi, ella eru tað vit? Segði ikki út- varpið á middegi í dag, at 95 % av útflutningi okkara var fiskur?, sigur ein annar egnari. Hann er um at vera liðug- ur við ein stamp. Lítið manglar í til seinasti húkur- in er egndur. Tá skal vera gott at fáa sær ein lítlan steðg og ein kaffimunn í køkinum í erva. Hesin køkurin er ikki av teim størstu og best út- gjørdu, men her ber til at hvíla seg millum stampar- nar. Ein góð sofa er eisini í køkinum. - Sovna nú ikki í sofuni!, letur í einum av starvsfelag- um hansara. Ein ørvitistoskur Her í lítla og glóðheita køki- num hava mangir góðir menn sitið. Hesar seinastu dagarnir hava serliga val- evnini gingið stútt inn at vitja teir í skúrinum. Leygardagin var Kári Post á vitjan og hann kom rættiligt í prát við menninar um útróður. Hann var óføra blíður og býtti út myndir av Jákupsson framsýning Fríggjadagin 18. januar kl 16 letur málningaframsýning við Bárði Jákupssyni upp. Framsýningin verður í listahøllini á Skipasmiðjuni. Framsýningin verður hangandi til 10. februar. Opið verður fríggjadag, leygardag og sunnudag kl 14-18 og mikukvøld kl 17-20. Annars eftir avtalu, ring 225789. Danmark má gjalda Vilja danir hjálpa grønlendingum at bøta um tey sosialu viðurskiftini, so er danski ríkiskassin vælkomin at hjálpa grønlendska heimastýrinum við at fíggja ætlanina at byggja sosialpedagogiska skúlan út. Tað sigur Hans Enoksen, lands- stýrisformaður, við KNR. Hann vísir á, at danskir politikarar hava sagt seg vera sinnaðar at hjálpa við at bøta um tey sosialu viðurskiftini í Grønlandi, og at pengar til úrbyggingina høvdu verið eitt gott hugskot. Hans Enoksen tekur donsku politikararnar upp á orðið (Mynd: KNR) Eingin hugsar um okkum Trupult er at fáa ungar egnarar – men her er ein ungur drongur sum ynskir at forvinna sær nøkur oyru Nógv er at egna í hesum døgum, nú streymurin er góður. Teir kýta seg í skúrunum” Er tað kanska skrivstovukvinnan í Kontórshavn sum heldur landinum uppi, ella eru tað vit? Segði ikki útvarpið á middegi í dag, at 95 % av útflutningi okkara var fiskur? Nógvir politikarar hava vitjað í skúrunum. Tað politiska býtið hjá egnarunum er so kristiliga býtt