fríggjadagur 18. januar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 13 - 18. januar 2008
Her lata vit oddafisk
arnar í seks politiskum
flokkum fáa orðið eina
seinastu ferð í blaðnum,
áðrenn valdyrnar lata
upp
Formenninir
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Valstríð verður ført á øllum
frontum. Líka frá smáa persón
liga sambandinum á gøtuni, í
telefonini, í heimunum til
breiða propaganda í fjølmiðl
um, á húsaveggjum og á val
fundum.
Og valstríðið er í hæddini í
hesi løtu, og talan er bara um
tímar, sum eru eftir at reka í.
Fólk skulu nú seta sínar
krossir við kosna valevnið, og
tá er eingin vegur aftur. Í øllum
førum ikki fyrr enn við næsta
val, sum verður um fýra ár –
ella kanska tvey.
Lyftini eru mong, summi
øðrvísi enn onnur, summi bara
ov langt úti, og summi uttan
iva verulig og erlig.
Her lata vit oddafiskarnar í
seks politiskum flokkum fáa
orðið eina seinastu ferð í teigu
num her á blaðnum, áðrenn val
dyrnar lata upp.
Hetta eru fólk, sum hava ver
ið nógv frammi seinastu vikur
nar, og tað er uttan iva millum
hesi fólkini, at næsti leiðarin í
landinum skal finnast.
Vit hava sett toppunum í
teimum ymisku flokkunum 10
spurningar. Summir eru á
politisku bógvin, meðan aðrir
eru meira persónligir.
Við hesum ynskja vit øllum
eitt gott løgtingsval.
Kaj Leo Johannesen,
formaður í Sam
bandsflokkinum
Hvat er tað besta við, at
tað er val?
Stemningur undan
valinum. Í valstríðnum er
tað hugaligt at uppliva, at
fólk veruliga arbeiða fyri
eini felags søk.
Hvussu nógvar atkvøður
roknar tú við at fáa?
Tað veit eg ikki. Eg royni
sum frægast, men eg vil
ikki gita nakað. Tað er
blivið enn verri at meta um
hetta, nú vit hava fingið
eitt valdømi.
Hvussu nógvar tinglimir
fær flokkurin?
Um vit fáa sama tal av
tinglimum, sum vit hava
nú, so eri eg nøgdur. Fáa
vit fleiri, so hevði tað verið
fantastiskt.
Hvat etur tú valkvøldið?
Eg havi ongar traditiónir
valkvøldið. Vit fáa smyrji
breyð, føroyskan mat ella
okkurt annað.
Hvat bjóðar tú, um tú
verður afturvaldur?
Hurðin hjá mær er altíð
opin, og tey, sum koma á
vitjan, skulu ikki fara
svang ella tyst út aftur.
Hevur tú keypt tær klæði til
valstríðið?
Konan hevur funnið mær
eitt nýtt slips, og fleiri hava
viðmerkt, hvussu pent
slipsið er.
Hevur tú verið hjá frisør?
Ja, eg plagi at fáa systur
mína, sum er frisør, at
klippa mær.
Hvør er tað stuttligasta
valevnið?
Nógv av valevnunum eru
stuttligt – duga væl at práta
og skemta – men eg vil
ikki nevna nakran ávísan.
Hvussu nógvar pengar
brúkar tú upp á valstríðið?
Umleið 20.000 krónur.
Hvør verður løgmaður
eftir valið?
Valúrslitið fær sjálvandi
ávirkan á tað, og tað er
vónleyst at gita.
Jóannes Eidesgaard,
formaður í Javnaðar
flokkinum
Hvat er tað besta við, at
tað er val?
Eitt valstríð fær adrena
linið at koyra runt hjá okk
um øllum. Vit koma hvørj
um meira við, sum eru
uppstillað, og vit koma út
til lokalfeløgini og vanligu
limirnar í einum felags
stríði. Annars dámar mær
sera væl lokalu valfund
irnir, tá nakað av tí gamla
stemninginum frá fyrr er.
Hvussu nógvar atkvøður
roknar tú við at fáa?
Eg vóni at verða valdur,
men eg havi einki boð
uppá atkvøðutal.
Hvussu nógvar tinglimir
fær flokkurin?
Hóast vánaligar veljara
kanningar, so vóni eg, at
vit fáa sjey ella kanska
átta.
Hvat etur tú valkvøldið?
Eg havi sjáldan tíð at eta
eitt valkvøld og als ikki
bindindi til at gera tað. Fái
mær ivaleyst ein betri bita,
tá úrslitini eru komin, og
viðmerkingarnar eru
gjørdar.
Hvat bjóðar tú, um tú
verður afturvaldur?
Tey, sum koma inn á
gólvið, fáa sjálvandi bæði
ein góðan bita og okkurt at
sløkkja tostan við. Tað fáa
tey forrestin eisini, um eg
ikki skuldi verið valdur.
Hetta eru ofta stuðlar, sum
offra nógva dýrmetta tíð
fyri at hjálpa til.
Hevur tú keypt tær klæði til
valstríðið?
Ja, ein nýggja klædning í
farnu viku.
Hevur tú verið hjá frisør?
Klipti mær á Tvøroyri í
farnu viku. Ikki bara tí tað
er val, men eg var vorðin
nakað loðin.
Hvør er tað stuttligasta
valevnið?
Kári á Rógvi.
Hvussu nógvar pengar
brúkar tú upp á valstríðið?
Undir 5.000 krónur.
Hvør verður løgmaður
eftir valið?
Nú hugsi eg ikki um meg
sjálvan, men um
Føroyaland, og tá er
Jóannes Eidesgaard besta
boðið.
Tíggju til toppin
Jørgen Niclasen,
formaður í Fólka
flokkinum
Hvat er tað besta við, at tað
er val?
Valstemningurin og spenningurin. Men eg kann
leggja afturat, tá ið eg eri í valstríði, so gleði eg meg
eisini til, at tað er yvirstaðið, tí trýstið er sera stórt.
Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?
Tað er vónleyst at siga. Men eg rokni við, at tað
skulu einar 400 ella 450 atkvøður til fyri at sleppa inn
á Fólkaflokslistanum, so tað vóni eg at fáa.
Hvussu nógvar tinglimir fær flokkurin?
Útlitini eru, at vit fáa seks tinglimir, men vit hava
fyrr gjørt ein góðan endaspurt, so eg vóni, at vit náa
tann sjeynda tinglimin.
Hvat etur tú valkvøldið?
Í Danmark sær mann, at floksformenn sita og fáa sær
at eta valdagin. Í Føroyum hava formenninir ikki
stundir til tað – vit reka.
Hvat bjóðar tú, um tú verður afturvaldur?
Eg hevði føðingardag hósdagin, og tá hevði eg ikki
stundir at halda hann, so valkvøldið bjóða vit
smyrjibreyð, og so kann eg halda føðingardagin tá
eisini. Og eg havi sagt við fólk, at eg ynski mær
atkvøður í føðingardagsgávu.
Hevur tú keypt tær klæði til valstríðið?
Eg havi keypt mær nýggjan klædning.
Hevur tú verið hjá frisør?
Eg klipti mær beint fyri jól.
Hvør er tað stuttligasta valevnið?
Eg veit ikki, hvør er tann stuttligasti av øllum
valevnunum, men eg eri ofta í kjaki við formenninar,
og har haldi eg, at Kári Højgaard er stuttligur við síni
sjálvsironi.
Hvussu nógvar pengar brúkar tú upp á valstríðið?
Eg rokni við, at eg brúki millum 20 og 30.000
krónur.
Hvør verður løgmaður eftir valið?
Jóannes Eidesgaard heldur í fyrstu syftu fram sum
løgmaður, men annars stendur tað nokk so opið. Eg
rokni við, at vit byrja við samráðingum millum
verandi samgonguflokkar, og so fáa vit at síggja, um
tað røkkur á mál.
Konan fann mær nýtt slips
Eg eri besta boðið
upp á løgmann
Ynski mær
atkvøður
í føðingar
dagsgávu