Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Nr. 13 - 18. januar 2008 í skúrinum Færri kirkjufólk Talið á teimum, sum eru skrásett í íslendsku tjóðkirkjuni, minkar støðugt. Tann 1. desembur vóru 80,7 prosent av øllum íslendingum skrásettir sum kirkjufólk ímóti 92,6 prosentum tann 1. desembur í 1990. Í hesum tíðarskeiði vaks talið á fríkirkjufólki úr 3,2 í 4,9 prosent, skrivar Morgunblaðið. Tann størsta fríkirkjan í Íslandi er katólska kirkjan, sum hevur næstan 8.000 limir Hvítusunnu­ samkoman er næststørst við 2.000 limum. 80 prosent av íslendingum eru limir í tjóðkirkjuni (Mynd: Morgunblaðið) sær sjálvum til allar við eini áheitan um at velja rætt. John Johannesen var eisini á staðnum og býtti út appilsinir sum helst eru keyptar frá PM Heilsøluni í Havn. Hetta fekk ein av egn­ arunum at vísa á tað løgna í, at var John sum fíggjaði valstríðið hjá Poul Michel­ sen við at keypa allar hesar appilsinirnar frá honum. ­ Jóannes Ejdesgaard var eisini her á Stongunum og vitjaði. Hann hjálpti enntá til við at rætta ein stamp um­ borð á ein av útróðrarbátu­ num. Tá helt onkur fyri, at veiðan henda dagin neyvan fór at verða góð, tí nú hevði tann fyrsti ørvitistoskurin longu bitið á! ­ Løgmaður kom eisini inn í okkara skúr. Eg haldi faktiskt, at honum dámdi sera væl at vera her, tí hann bleiv við og við at práta við okkum. Men um hann fær nakra stemmu hiðani, ­ tað dugi eg ikki at siga, sigur hesin maðurin. So kristiliga býtt Egnararnir í Klaksvík hava eins ymiskan politiskan lit og aðrir. Í eina skúrinum er tað – soleiðis sum frásagt verður – flest sambandsmenn og bert ein einstakur tjóðveld­ ismaður upp ímóti yvirmakt­ ini. Men tað er ikki alla­ staðni so tvíbýtt sum her. Ein annar skúrur hevur eitt meiri javnt politiskt býti. Her eru flest allir flokk­ arnir umboðaðir. ­ Her eru bæði javnaðar­ menn, sambandsmenn, tjóð­ veldismenn kanska onkur fólkafloksmaður, haldi eg. So tú sært, at her er rættiliga kristiliga býtt. ­ Men sovítt vit vita, er kortini eingin sum velur tann mest kristiliga flokkin, um ein skal trúgva hasum undarliga postkortinum, sigur hesin egnarin. Apropos postkort, so hava valevnini verið sera íðin at býta út myndir av sær sjálvum. Hetta dámar teimum væl, hóast móttøkan man vera rættiliga blandað frá einum staði til annað. ­ Her kom ein sovorðin rúgva av myndum, at vit vistu ikki reiðiliga hvat vit skuldu gera við tær. Men veitst tú hvar tær endaðu: Á botninum í einum stampi!! ­ So tær liggja helst og flóta onkustaðni kring oyggjarnar. So kunnu onnur enn vit eisini fáa gleði av teimum, sigur hann og blunkar við eina eyganum. Ein leys flisa í Hoydølum Egnararnir undra seg almikið yvir tey evnini, sum hava verið tikin fram í valstríðnum. - Ja, tað er ein stórur spurningur um ein kann tosa um EITT valstríð, sigur hann eini. – Fyri mær er tað sum um hvør dregur til sín og at vit ístaðin hava 171 valstríð. Hetta er sum í gomlum døgum umborð á slupp, tá alt varð gjørt í sjálvdrátti. - Eingin tosar um útróðurin. Tað er sum um umhvørvið, skúlarnir og Hoydalar fáa alla umrøðuna. Eg meini so við, - hvat rakar tað okkum her í skúrinum, um ein einstøk flisa er blivin leys í eini skúlastovu í Hoydølum, ella at soppur er onkra aðrastaðni? Hevur hetta nakað við landspolitikk at gera? Líka voyt eg. Eg spyrji bara, sigur ein maður sum ikki vil avmyndast. Ein annar svarar afturímóti, at teir lova bæði eitt og annað, men at eingin teirra sigur við einum einasta orði, hvør skal gjalda fyri øll hesi vallyftini. - Tað eru nógvar milliardir lovaðar burtur hesar dagarnar. Hvør skal gjalda fyri tað? Jú, tað eru vit! Men samstundis siga summi, at fiskivinnan og útróðurin hava ongan týdning. - Skal blokkurin so eisini minkast burtur, skattalætti gevast, undirsjóvartunlar gerast og skúlar byggjast, hvat skal so peningurin koma frá? Frá okkum sjálvandi! Hetta hongur simpelthen ikki saman. Onnur sitat úr egningar­ skúrunum - Tað er sera illa manererað, at vit skulu missa Toll & Skatt. Hetta er eitt av teimum stóru almennu arbeiðsplássunum her norðuri, og avreiða vit tað bara víðari til Eysturoynna. Eg giti bara, at tað fer at enda í Runavík. Har endar so nógv. - Tað verður keðiligt hjá okkum um vit missa javnaðarumboðið. Tað sær ikki so gott út í kanningunum. Flokkurin var so stórur fyrr, men hevur líkasum ikki dugað at selt sín boðskap hesi seinastu fýra árini. - Eg veit ikki um nakar hevur áhuga fyri tí, sum politikkararnir tosa um. Tað er eingin sum tosar um fisk. Tað er ivaleyst tosað. Nú má handlast. - Úr hesum skúrunum er nógvur peningur goldin inn til ALS. Men vit fáa so einki út aftur haðani. Tað er forbi’ið løgið, at ein ikki fær eina vøru, sum ein hevur betalt fyri. - Eyðun sálarfrøðingurin – klaksvíkingur sjálvandi! – var á Rás 2 og tosaði um tað psykologiska í valstríðnum. Eg vænti, at nógvir politikkarar fáa brúk fyri sálarfrøðingi aftaná valið, um teir ikki verða afturvaldir. - Bjarni Djurholm, - ja eg havi ofta hugsað tann tankan, at hann arbeiðir í útvarpinum. Hann er altíð at hoyra har. - Fær ein ikki atkvøðurnar frá teimum í fiskivinnuni, so verður galið. - Tað verður sagt, at fiskur selur ikki list, men at list selur mentan. Og mentanin, - tað eru vit! Egnararnir fingu fornemma vitjan seinnapartin í gjár – fiski­ málaráðharrin, Bjørn Kalsø. – Hann tosar í øllum førum okkara maður ” Hvat rakar tað okkum her í skúri­ num, um ein einstøk flisa er blivin leys í eini skúlastovu í Hoydølum, ella at soppur er onkra aðrastaðni? Hevur hetta nakað við landspolitikk at gera?